hósdagur 7. august 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 146 - 7. august 2003
Nr. 146 - 7. august 2003
13
GALLUP-
SPURNARKANNING
Páll Holm Johannesen
Eftir, at Vinnuhúsið al-
mannakunngjørdi úrslitið
av
spurnarkanningini,
hava fleiri havt á málið,
at talan er um bílagt ar-
beiði frá Vinnuhúsinum,
sum skal nýtast til í her-
ferð ímóti arbeiðara-
feløgunum. Stovnurin, ið
hevur latið kanningina
um arbeiðsmarknaðinum
úr hondum er Gallup-
Føroyar. Stjórin, Ellindur
Egilstrøð, leggur dent á,
at stovnurin aldrin ger
viðmerkingar til úrslitið
av slíkum kanningum.
– Vit verða biðin at
gera kanningar fyri nógv-
ar ymiskar stovnar, og
tað einasta, vit skulu
tryggja okkum er, at
spurnarkanningarnar eru
rættvísar, og síðan avger
stovnurin, ið eigur kann-
ingina, hvat hann vil gera
við hana, greiðir Ellindur
frá.
500 fólk
er nóg mikið
Vanliga verður mett, at
um 1000 fólk eiga at
verða spurd, um spurnar-
kanningar skulu verða
umboðandi fyri øll. Tað
er
ein
matematiskur
frymil, ið hevur funnið
fram til at júst 1000 er
rætta talið.
Til kanningarnar hjá
Gallup-Føroyum verða
vanliga bert góð 500 fólk
spurd, og tí kann spurn-
ingur setast við, um
kanningar hjá stovninum
eru umboðandi – og har-
við geva rættvísa mynd
av. hvat fólk halda um
eitt ávíst evnið.
Til tann spurningin
svarar Ellindur Egilstrøð,
at munurin millum at
spyrja 500 og 1000 fólk
ikki er so stórur, og tí
hevur stovnurin valt eina
fasta mannagongd við at
spyrja 500 fólk til hvørja
kanning, tí verður mett,
at 500 er nóg mikið.
Leiðandi spurningar
Til kanningina hjá Vinnu-
húsið kunnu spurningar
setast við, um allir spurn-
ingar kunnu sigast at
verða objektivir. Einstak-
ir spurningar, sum: »um
fólk ynskja broytingar á
arbeiðsmarknaðinum, so
vit ikki koma í somu
støðu aftur við longum
verkfalli«, kunnu eftir
fimm vikur í verkfalli
tykjast leiðandi. Flestu
fólk vóru rættiliga troytt
av drúgva verkfallinum,
og tískil er svarið hjá
flestum føroyingum giv-
ið frammanundan.
– Kanningin fyri Vinnu-
húsið viðger eina djúpa
konflikt millum tveir
partar, sum júst høvdu
verið í verkfalli, og allir
spurningar kunnu disku-
terast um teir eru leið-
andi, og tað er upp til
einstaklingin at avgera,
um júst hasin spurning-
urin er leiðandi, svarar
Ellindur Egilstrøð fyri
Gallup-Føroyar.
Hann leggur annars
dent á Gallup-Føroyar
hevur sum uppgávu at
tryggja at allir spurning-
ar eru neutralir. Vanliga
mannagongd er, at stovn-
urin, ið ynskir kanning-
ina kemur við einum
uppleggi um spurningar,
har Gallup síðan formu-
lerar endaligu spurning-
ar, greiðir Ellindur Egils-
trøð.
Ellindur Egilstrøð, Gallup-Føroyar:
– Vit skulu tryggja at
spurnarkanningar
eru rættvísar
Stjórin í Vinnuhúsini
letur bæði væl og illa
at kanningini hjá Gal-
lup. Hann hevði ikki
væntað, at so nógv
tóku undir við verk-
fallinum í vár. Jan
Mortensen fegnast tó
um, at føroyingar
ynskja broytingar á
føroyska arbeiðs-
marknaðinum
GALLUP-
SPURNARKANNING
Páll Holm Johannesen
Stjórin í Vinnuhúsinum er
sera fegin um, at spurnar-
kanningin um føroyska ar-
beiðsmarknaðin endaliga er
almannakunngjørt. Spurd-
ur, um tað er av tilvild, at
kanningin júst kemur nú
Vinnumálaráðið júst hevur
lagt uppskot fram til hoyr-
ingar hjá feløgunum á ar-
beiðsmarknaðinum, svarar
Jan Mortensen, at har er
eingin samanhangur.
– Vit gjørdu kanningina í
juni mánað, og síðan hevur
verið summarfrítíð, og tí-
skil hevur úrslitið ikki
kunnað verið almanna-
kunngjørt fyrr enn nú, svar-
ar stjórin í Vinnuhúsinum.
Til spurningin, um tað
ikki kann tykjast heldur
løgið, at ein av høvuðspørt-
unum í stríðnum á føroyska
arbeiðsmarknaðinum letur
gera ein kanning um eina
støðu, har parturin sjálvur
er innblandaður, svarar Jan,
at tá fakfeløgini ikki vilja
kanna, hvørja støðu teirra
limir hava til verkfalli,
mugu
arbeiðsgevararnar
royna.
Vildu hava greitt svar
Orsøkin til, at Vinnuhúsið
vildi hava eina spurnar-
kanning var, at stovnurin,
undir verkfallinum í vár,
ferð eftir ferð hoyrdu frá
virkisleiðarum kring land-
ið, at teirra arbeiðararnir
ikki tóku undir við verk-
fallinum. Fyri at fáa fulla
greiðu á um so var statt
varð neyðugt við einari
spurnarkanning, har verka-
fólki kundu svara anonymt.
– Úrslitið av kanningini
er eitt gott amboð fyri báð-
ar partar, tí vit hava lyndi til
at byrgja okkum inni í okk-
ara fýrkantaðu verð, og
kanningin kann við til at
seta tingini í øðrvísi per-
spektiv, greiðir Jan Morten-
sen
Yvirraskaður
Jan Mortensen varð ikki
sørt yvirraskaður av nøkr-
um av úrslitinum í kanning-
ini. Sjálvur hevði hann ikki
væntað, at so stórur partur
tók undir við verkfallinum
(helmingurin tók undir við
verkfallinum, blðm.). Hin-
vegin fegnast hann um, at
so stórur partur av føroy-
ingum ynskja broytingar á
arbeiðsmarknaðinum, so
hann var bæði postivt og
negativt yvirraskaður, sum
hann málber seg.
Gallup-kanningin hjá
Vinnuhúsinum er
gjørd fyri at trumfa
arbeiðsrættin ígjøgn-
um saman við polit-
iska myndugleika-
num, sigur Ingeborg
Vinther
GALLUP-
SPURNARKANNING
Páll Holm Johannesen
Forkvinnan í Føroya Ar-
beiðarafelag, Ingeborg Vin-
ther, gevur ilt av sær, nú
kanningin hjá Vinnuhús-
inum er almannakunngjørd.
– Tað er als ikki uppgávan
hjá arbeiðsgevarunum at
gera spurnarkanning um
okkara limir. Teir kenna
eingi mørk fyri, hvussu
langt teir kunnu fara, og
haldi hatta er rættiliga frekt
gjørt, sigur Ingeborg Vinth-
er.
Arbeiðsrætturin
trumfast ígjøgnum
Hon heldur eisini, at øll
hava gloymt arbeiðsgevar-
arnar, sum eisini vóru ein
partur í verkfallinum í vár,
og leggja alla skuldina fyri
verkfallið á fakfeløgini.
Ingeborg er ikki í iva um, at
Gallup-kanningin skal nýt-
ast til trumfa arbeiðsrættin
ígjøgnum, sum hon málber
seg.
Forkvinnan í Føroya Ar-
beiðarafelag er ikki í iva
um, at meiningin við kann-
ingin hjá Vinnuhúsinum er
at hjálpa politiska myndug-
leikanum við at lóggeva
fyri einum føstum gerðar-
rætti í Føroyum.
Fólk kenna ikki
avleiðingarnar
Ein meiriluti av føroying-
um ganga inn fyri, at ein
serligur rættur verður settur
á stovn, sum skal taka sær
av ósemjum á arbeiðs-
marknaðinum. Spurd um
hvussu hon fatar ta støð-
una, nú hon arbeiðir so hart
fyri, at eingin fastur gerðar-
rættur skal verða settur á
stovn frá politiskari síðu,
svarar Ingeborg, at fólk ikki
kenna avleiðingarnar av
einum arbeiðsrætti, og tí-
skil vita tey ikki, hvat tey
hava svarað.
– Høvdu fólk vita, at ein
arbeiðsrættur hevur við
sær, at stórur partur av
verkfalsrættinum
verður
skerdur,
høvdu
avgjørt
svara øðrvísi, sigur Inge-
borg Vinther at enda.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum:
– Kanningin er eitt gott
amboð fyri báðar partar
Ingeborg Vinther:
-Arbeiðsgevararnir
eru farnir ov langt
– Nú eru arbeiðsgevararnir farnir ov langt. Tað er ikki teirra uppgáva at gera kanning um
okkara limir
Savnsmynd
Jan Mortensen, Stjórin í Vinnuhúsinum, sigur seg verða bæði positivt og negativt yvirraskaðan
av kanningini hjá Gallup
Savnsmynd
Ein meiriluti av
føroyingum ynskja
ein serligan rætt, ið
kann skjótt og greitt
taka sær av ósemjum
á arbeiðsmarknaðin-
um. Á floksbýtinum
gongur týðuliga fram,
at fólkafloksveljarar
eru heitast fyri, at ein
serligur rættur verður
settur á stovn
GALLUP-
SPURNARKANNING
Páll Holm Johannesen
Seinnapartin
týsdagin
kunngjørdi
Vinnuhúsið
eina spurnarkanning, ið
Gallup-Føroyar hevur latið
gjørt. Í døgunum 16. til 22.
juni vórðu 522 fólk spurd
um, hvørja støðu tey høvdu
um støðuna á føroyska
arbeiðsmarknaðinum.
Í kjalarvørrinum av upp-
skotinum hjá Vinnumála-
ráðnum um ein arbeiðsrætt
ella ein fastan gerðarrætt,
sum hann verður kallaður í
Føroyum, røkist fyri, at ein
meiriluti av føroyingum
taka undir við einum ser-
ligum rætti, ið skjótt kann
taka avgerðir um ivamál í
sáttmálum
á
arbeiðs-
marknaðinum.
Størsti meiriluti í
Fólkaflokkinum
Í alt siga 60 % av teimum
spurdu, at tey eru samd í, at
ein serligur rættur verður
settur á stovn. 21% av
teimum spurdu eru ósamd,
meðan 19% siga seg ikki
vita.
Spurningurin um at seta
ein rætt at taka sær av
ósemjum á arbeiðsmarkn-
aðinum hevur leingi verið
umrøddur sum eitt stríð
millum
fakfeløgini
og
arbeiðsgevararnar
Verður nærri hugt at
floksbýtinum, eru tað ser-
liga fólkafloksveljarar, ið
eru heitast fyri serliga rætt-
inum. Heili 77% taka undir
við honum. Í hinum trimum
stóru flokkunum er eisini
meiriluti millum veljar-
arnar fyri einum serligum
rætti, men munurin á
teimum, ið eru samd og
ósamd er væl minni enn hjá
fólkaflokkinum.
Hetta
býtið
er
ikki
óvæntað, tí kanska serliga
hava báðir teir vinstrahallu
flokkarnar, Javnaðarflokk-
urin og Tjóðveldisflokkurin
ígjøgnum tíðina havt ein
sermerkt samband við før-
oysku fakfelagsrørsluna.
Søguliga sæð hava báðir
flokkarnir hava verið mál-
gagn hjá ávísum fakfeløg-
um, og hóast sambandið
millum flokkarnar og fak-
feløgini hevur verið mink-
andi seinnu árini, so kemur
tað valla óvart á nakran, at
veljarar hjá hesum flokkum
eru varnari fyri at seta ein
rætt á stovn.
Á sama hátt hava vit ikki
havt nakran flokk, ið ser-
merkt hevur havt samband
við arbeiðsgevarasíðuna,
men ein fer neyvan heilt av
leið,
um
ein
nevnir
Sambandsflokkin
og
kanska
serliga
Fólka-
flokkin sum søguliga báðir
hava
talað
arbeiðs-
gevaranna søk.
Hvussu er og ikki við
floksbýtinum, so er gongur
fram við Gallup-kanningini
hjá Vinnuhúsinum, at ein
meiriluti av føroyska fólk-
inum ynskir ein serligan
rætt settan á stovn.
Í løtuni er stríðið um tað
skal lóggevast ella um
feløgini á arbeiðsmarknað-
inum sjálvi skulu koma til
sættis um ein fastan gerðar-
rætt. Hóast tann spurning-
urin ikki framgongur í
kanningini, so kundi verði
áhugavert at fingið at vita,
hvørja áskoðan fólk høvdu
til júst tann spurningin.
Nærum níggju av
tíggju føroyingum
eru samdir í, at ov
nógvar trætur eru á
føroyska
arbeiðsmarknaðinum
GALLUP-
SPURNARKANNING
Páll Holm Johannesen
Tað er eingin ivi millum
føroyingar, eftir drúgva
verkfallið í vár, at vit hava
alt ov nógv verkføll og
trætur á føroyska arbeiðs-
marknaðinum.
Nærum
níggju av tíggju føroying-
um eru antin púra samd,
samd ella nærri samd í, at
træturnar á arbeiðsmarkn-
aðinum í Føroyum eru ov
nógvar.
Fólkið stuðlar
arbeiðsgevarum
Í Sosialinum fyrr í vikuni
førdi forkvinnan í Føroya
Arbeiðarafelag, Ingeborg
Vinther, fram í samband
við nýggja uppskotið hjá
Vinnumálaránum, at hon
helt ikki, at føroyingar
høvdu fleiri verkføll enn
onnur lond.
Eftir útalilsini hjá Inge-
borg, gav umboðið fyri
arbeiðsgevararnar,
Jan
Mortensen, ilt av sær, og
skýrdi forkvinnuna í Før-
oya Arbeiðarafelag at bera
fram ósannindi. Hann vísti
á, at fakta vísir, at Føroyar
eru eitt land við nógvum
verkføllum.
Uttan at taka dagar ímill-
um, hvør hevur rætt, so
vísir kanningin, ið Vinnu-
húsið hevur latið gjørt, at
føroyingar halda, tað eru ov
nógvar trætur á føroyska
arbeiðsmarknaðinum.
Rætting
Undirritaði hevði í gjár ein grein um Búa Dam, ið
seinasta hálva árið hevur verið á Kuba. Onkrar
misskiljing er í greinini. Nakað nógv er gjørt av í
setninginum um, at føroysk konufólk eru afturlatin
seksuelt orsaka av kristnidóminum. Høvuðspersón-
urin meinti, at føroyingar sum heild kunnu tykjast
heldur afturlatnir í teirra rørslum, sammett við kub-
anar, og tað lá partvís var okkara fatan av kristnidóm-
urin. Útalilsini kunnu fatast sum ein háan ímóti
føroyskum konufólkum, og tað er als ikki tað, sum
liggur í tí. Vit biðja orsaka um mistakið
-páll
Vit hava ov nógv verkføll !
Føroyingar ynskja ein
serligan rætt
C
M
Y
K
13
12