Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 146 - 7. august 2003 15 UTTAN ÚR HEIMI Seldu kvinnur Trettan menn úr Pólandi og tveir úr Ukraina eru skuldsettir fyri at hava selt og neyðtikið kvinnur og fyri at hava rikið ólóglig skøkjuhús. Menninir komu fyri rættin í Pólandi týsdagin. Har kom fram, at løgreglan hevur illgruna um, at teir fimtan menninir hava selt meiri enn 60 kvinnur. Prís- urin fyri hvørja hevur ligið um 1500 krónur, og keyp- ararnir hava í flestu førum verið ólóglig skøkjuhús í Pólandi. Burtur av inntøkuni noyddust kvinnurnar at rinda sølumonnunum millum 360 og 720 krónur um mánaðin. Polska løgreglan sigur, at tær flestu kvinnurnar komu úr Ukraina, og at nógvar teirra vórðu noyddar at flyta til Pólands ímóti sínum vilja. Verða menninir dømdir sekir, kunnu teir fáa upp í fimtan ára fongsul. Ætlar at royna semju Italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, er ikki tann, sum vanliga verður settur í samband við semju og seming, men nú hevur hann boðið sær til at royna seg sum semingsmann ímillum George W. Bush, for- seta og Gerhard Schrøder, kanslara. Viðurskiftini millum amerikanska forsetan og týska kanslaran hava verið kaldlig, síðani USA gjørdi av at fara í kríggj við Irak. Týskland var harðliga ímóti krígnum. Men Berlusconi heldur, at tað eigur at bera til at fáa viðurskiftini í rættlag. Við týska blaðið Bild sigur hann, at hann ætlar sær at tosa við teir báðar leiðararnar, og at skemt verður ein partur av hansara arbeiðshátti. Viðurskiftini millum Italia og Týskland hava heldur ikki verið tey bestu, síðani Berlusconi helt ein týskan lim í Evropatinginum vera best egnaðan til ein leiklut sum fangavørður í einari nazistiskari týningarlegu. Ráðharri hótti blaðstjóra Felagsskapurin Tíðindafólk uttan landamark hevur biðið stjórnina í Sri Lanka revsa landsins fiskimála- ráðharra, Mahinda Wijeskera, tí hann herfyri hótti við at beina fyri einum blaðstjóra. Lasantha Wickrematunga er blaðstjóri á blaðnum The Sunday Leader. Blaðið hevur seinastu tíðina havt fleiri greinar, har fiskimálaráðharrin er lagdur undir mutur og annað ólógligt virksemi. Tað vildi ráðharrin ikki hava sitandi á sær og boðaði frá, at hann fór at skipa so fyri, at blaðstjórin skuldi takast av døgum. Srilankiska stjórnin hevur nú biðið blaðstjóran um umbering fyri hóttanina frá ráðharranum. Men sjálvur vil ráðharrin ikki taka orðini aftur. Hann heldur eisini uppá, at sjálvur forsætisráðharrin tók undir við hóttan hansara. Marcos-pengar heimaftur Myndugleikarnir í Sveits hava góðkent, at einar fimm milliardir krónur, sum stóðu á bók har hjá fyrrverandi filipinska einaræðisharranum Ferdinand Marcos, verða sendar stjórnini í Manila. Myndugleikarnir í Filipsoyggjunum ivast ikki í, at Marcos tók pengarnar úr statskassanum, og teir hava tí kravt at fáa pengarnar aftur. Marcos sat við valdið í tjúgu ár. Herfyri gjørdi landsins hægstirættur av, at stjórnin hevur rætt til pengarnar, og tað er hesari av- gerðini myndugleikarnir í Sveits hava gjørt av at fylgja. Tá myndugleikarnir í Filipsoyggjunum komu eftir, at pengarnir stóðu á bók í Sveits, varð kontoin stongd, meðan bíðað hevur verið eftir einari avgerð um, hvør hevur rætt til pengarnar. Nú verða teir so fluttir filip- insku stjórnini. Fram við sponsku strondini er sjóvar- hitin komin upp í 29 stig, skógarlendi standa í ljósum loga, í Fraklandi og Bret- landi noyðast tokini at seta ferðina niður, og nógvastaðni er tað bannað at vaska bilin. Soleiðis rakar hita- bylgjan Evropa HITABYLGJA Árni Joensen Í Spania hava tey mált 41 stig í býunum Cordoba og Sevilla, og í San Sebastian og Bilbao norðuri við Bis- cayavíkina er hitin komin upp í 35 stig. Nógv eldri fólk tola ikki tann nógva hitan, sum higartil hevur kostað fjúrtan mannalív. Við sponsku miðjarðar- havsstrondina var sjóvarhit- in 29 stig mánadagin. Í grannalandinum Portu- gal hava stórir skógareldar kravt ellivu mannalív. Í Fraklandi setti hitin met í býnum Bordeaux, tá hita- mátararnir komu upp á 40,7 stig. Í 55 økjum hava myndugleikarnir gjørt av at skamta vatnið, og fólk hava fingið forboð fyri at vaska bilin ella at væta urtagarð- in. Í Trieste í landnyrðings- partinum av Italia máldu tey 29 týsnáttina, og dagin eftir vóru 35 stig. Har noyddust 25 fólk á sjúkra- hús at fáa viðgerð. Í Eysturríki er sama skil- ið, og har hava læknarnir rátt fólki frá at vera ov virk- in í songini í tí nógva hita- num, tí tað kann vera vandamikið fyri hjartað, nú hitin er so nógvur. Læknar- nir siga, at fólk eiga at bíða við tí hugnanum, til tað fer at kølna aftur. Í Týsklandi hevur hitin havt við sær, at myndug- leikarnir hava verið noyddir at avmarka framleiðsluna á fýra kjarnorkuverkum, tí annars er vandi fyri, at køli- skipanirnar verða ovbyrjað- ar. Eisini bretar líða av hita í hesum døgum. Í London og Manchester hevur hitin lig- ið um 30 stigm hesa vik- una, og myndugleikarnir hava givið tokførarunum boð um at seta ferðina niður av ótta fyri, at jarn- breytirnar verða ávirkaðar av hitanum. Eisini í Danmark er heitt. Har hevur hitin ligið um 26 stig seinastu dagarnar, men veðurmenninir siga, at seinni í vikuni kann hann fara upp um 30 stig. Evropa sveittar Í gjár vóru liðin 58 ár, síðani amerikanarar sleptu kjarnorku- bumbuni niður yvir Hiroshima. Á árs- degnum fanst borgar- stjórin í býnum at politikkinum hjá Bush-stjórnini HIROSHIMA Árni Joensen 6. august verður hildin sum minningardagur í Hiro- shima á hvørjum ári og so- leiðis eisini í ár. Millum røðararnar hesaferð var borgarstjórin í býnum, Tadatoshi Akiba, sum fanst hvassliga at kjarnorkupoli- tikkinum hjá amerikonsku stjórnini, sum hann segði vera eina hóttan ímóti sátt- málanum ímóti at breiða út kjarnorkuvápn. – Høvuðsorsøkin til hend- an vandan er amerikanski politikkurin, tí USA er far- ið at tosa um fyribyrgjandi kjarnorkuálop, samstundis sum landið kannar møgu- leikarnar fyri at nýta smáar kjarnorkubumbur sum »nýti- lig« vápn, segði borgar- stjórin. Hann mælti George W. Bush og norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-il, at koma til Hiroshima at vitja, so teir við egnum eygum kunnu síggja oyðilegging- arnar av einum kjarnorku- kríggi. Klokkan 8.15 gjáramorg- unin boygdu japanar høvur, tí tað var klokkan 8.15 tann 6. august í 1945, at ameri- kanararnir sleptu einari kjarnorkubumbu niður yvir býin. Verða tey tikin við, sum gjørdust sjúk og doyðu seinni, kravdi álopið 232.000 mannalív. Borgarstjórin í Hiroshima hartaði Bush Klokkan 8.15 gjáramnorgunin boygdu japanar høvur til minnis um tey, sum doyðu av amerikonsku kjarnorkubumbuni 6. august í 1945 15 14 Nr. 146 - 7. august 2003 At veiða krabba undir Føroyum við teimum rúsum, sum her verða nýttar, verður ikki mett at vera vanda- miklari enn onnur veiða FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í greinini í blaðnum týsdag- in um nýggju føroysku krabbavinnuna, vístu vit á, at krabbaveiða við rúsum sambært útlendskum hag- tølum telist millum heims- ins vandamiklastu arbeiði. Men krabbaveiða er so mangt, og ymiskt er, hvussu hon er skipað. Rúsurnar eru ymiskar í stødd og vavi, og ymiskt er eisini, hvussu skipini eru riggaði. Tað er sjálvsagt ein stór- ur munur at arbeiða við rús- um, sum eru lutfalsliga smáar og viga lítið – og so at arbeiða við teimum veld- iga stóru rúsunum, vit onkuntíð hava sæð á filmi úr Alaska ella Kanada. Tryggar umstøður Umborð á Bergunn, ið er skipið, sum nú er á vinnu- ligari krabbaveiði undir Føroyum, eru arbeiðsum- støðurnar hjá manningini lagaðar so væl, sum tilber. Neyðugar broytingar til tess at gera umstøðurnar upp- aftur betri, eru framdar og verða framdar so hvørt, tað vísir seg, at batar kunnu fremjast. At veiða krabba undir Føroyum við teimum rús- um, sum her verða nýttar, verður tí ikki mett at vera vandamiklari enn onnur veiða. Stórur spenningur Bergunn, sum er fyrrver- andi ísfiskatrolarin, Skansa- tangi, er settur í stand, og skipið er snotuligt á at líta – heilt av brúnni og niður í lastina. 8-9 mans eru við skip- inum, og spenningurin er stórur, hvussu henda vinna, sum er nýggj í Føroyum, fer at taka seg út. Í fjør var indeksið fyri gróður í sjónum 3,5. Í ár vísa kanningar, sum Fiskirannsókn- arstovan hevur gjørt, at talið er 7. – Hetta er ein bati, sum vit fegnast um, men framvegis er gróðurin undir miðal, sigur Petur Stein- grund, fiskifrøðingur, sum hevur eina vón um, at gróðurin í sjónum aftur er í menning GRÓÐUR OG FISKUR Vilmund Jacobsen Í fjør heyst varð nógv gjørt burtur úr gróðurkanning- unum, sum Fiskirannsókn- arstovan ger á hvørjum ári. Orsøkin til, at hesar kann- ingar vóru í »fokus« í fjøl- miðlunum eina tíð, var, at indeksið fyri gróður hetta árið var so ógvuliga lágt. Síðan 1990 hevur Fiski- rannsóknarstovan gjørt gróðurkanningar víða um á innaru leiðunum á land- grunninum. Eitt miðal ár er indeksið fyri gróður 9. Í fjør var talið heilt niðri á 3,5, sum verður mett at vera katastrofalt. Batnandi gróður Petur Steingrund, fiskifrøð- ingur, sigur, at kanningar- nar, sum gjørdar eru í summar, vísa, at gróðurin er batnaður aftur, soleiðis at indeksið í ár er 7. – Vit fegnast sjálvsagt um, at gróðurin ikki er minkaður uppaftur meira, men vit eiga at hava í huga- num, at talið í ár er fram- vegis undir miðal. Hann vísir annars á gongdina, síðan Fiskirann- sóknarstovan fór undir at gera gróðurkanningar. – Tá ið hesar kanningar byrjaðu í 1990, var indeks- ið ógvuliga lágt, nevniliga 2,8. Síðan vaks gróðurin fram til 1995, tá ið talið var 12. Árini eftir 1995 mink- aði gróðurin aftur niður í umleið 6, til hann bygdi seg uppaftur at vera heili 16 í 2000 og 15 í 2001, sigur Petur Steingrund. Síðani kom aftur stóra minkingin í 2002, tá ið talið bert var 3,5 – ella tað næst lægsta síðan 1990. Torført at spáa Spurdur, hvussu hann vænt- ar, at gongdin verður kom- andi ár, sigur fiskifrøðing- urin: – Vit vóna sjálvsagt, at gróðurin í sjónum verður uppaftur størri komandi ár- ini, tí enn er hann næstan líka lítil sum í 1996, tá ið hann aftur minkaði. Hóast ógjørligt er at siga nakað við vissu, skilst tó á Peturi, at hann hevur eina vón um, at gróðurin í sjó- num aftur er í menning. – Tað hevði sæð rættiliga dapurt út, um tølini í ár ikki vóru betur enn seinasta ár, sigur hann. Fiskifrøðingurin sigur, at tann nógvi fiskurin, sum verið hevur seinastu árini, er eitt úrslit av nógva gróðr- inum árini 1999-2001. – Hinvegin eru slánarnir, tú sært uppi í veiðini í dag, eitt úrslit av, at gróðurin hevur verið vánaligur og undir miðal í 2002 og 2003. Nógvur fiskur, lítið at eta Petur Steingrund sigur, at vit hava havt nógvan fisk á grunninum seinastu árini, men í fjør og í ár hevur fiskurin havt ov lítið at eta. – Eg vil siga, at umstøð- urnar hjá fiskinum sum heild eru vánaligar í løtuni, tí nøgdin av fiski á grunn- inum er so stór í mun til tað, hann hevur at eta, sigur fiskifrøðingurin. Batnandi gróður er í sjónum Petur Steingrund, fiskifrøðingur, sigur, at tann nógvi fiskurin, sum verið hevur seinastu árini, er eitt úrslit av nógva gróðrinum árini 1999-2001. – Hinvegin eru slánarnir, tú sært uppi í veiðini í dag, eitt úrslit av, at gróðurin hevur verið vánaligur og undir miðal í 2002 og 2003. Tað er Eilif Gaard (t.h.), sum umsitur gróðurkanningarnar Savnsmynd Føroysk krabbaveiða so trygg sum tilber Ein nýggj vinna – krabbavinnan – hevur sæð dagsins ljós í Føroyum, og spenningurin er stórur, hvussu fer at vignast. Krabbin, sum fæst undir Føroyum, er bæði stórur og góður Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 14