hósdagur 7. august 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 146 - 7. august 2003
Nr. 146 - 7. august 2003
17
Leitað var í tveir dag-
ar eftir suðuroyingin-
um Poul Aakjær, sum
var farin burtur í
haga at ganga. Poul
kom afturíaftur í
øllum góðum, svang-
ur, men væl fyri.
– Eg anaði ikki, at
nakar leitaði eftir
mær. Eg hoyrdi væl
tyrluna, men at tað
var mær hon leitaði
eftir, fall mær ikki til
hugs, sigur Poul
Aakjær, sum fegnast
um at vera komin
heilur aftur til húsa
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
Um vikuskiftið eftirlýsti
løgreglan í útvarpinum ein
47 ára gamlan mann. Hann
var farin frá húsum týs-
morgunin við tí fyri eygað
at fara í Hvannhaga og
Vatnsdal í Suðuroynni, har
hann skuldi tjalda og fiska
síl í nakrar dagar. Men
fríggjakvøldið var hann
ikki afturkomin, hóast hann
hevði sagt, at hann fór at
koma heim í seinasta lagi
fríggjadagin, og tá byrjaðu
fólk at gerast eitt sindur
fjálturstungin.
Talan er um Poul Aakjær,
sum er tvørámaður, men
hevur búð niðri í Esbjerg í
Danmark í meira enn 20 ár.
Heimferðin til Føroya var í
sambandi við eitt brúdleyp
hjá svágrinum, sum skuldi
vera leygarkvøldið.
– Eg hevði keypt mær eitt
gott tjald niðri, tí eg hevði
langt síðani sett mær fyri,
at eg skuldi í fjøllini at
ganga. Í Hvannhaga havi eg
gingið og runnið mangan
sum óviti, so nú var tíð
uppá, at fara ein túr aftur,
greiðir Poul Aakjær frá.
– Týsmorgunin fór eg frá
húsum, og tá var allarfagr-
asta veður. Eg hevði tráðu
við, og aðra útgerð eisini.
Og tá eg kom í Hvannhaga
setti eg tjaldið upp har.
Veðrið versnar
Eftir tí, sum løgreglan
hevði fingið upplýst, hevði
onkur hitt Poul í Hvann-
haga mikudagin, og skuldi
hetta eisini passað væl.
– Mikukvøldið fór eg frá
Hvannhaga og til Vatnsdal.
Tað tekur umleið hálvan
triðja tíma at ganga, men eg
hevði ein ryggsekk fullan
av mati og hina útgerðina,
so eg noyddist at taka nakr-
ar steðgir, so tað tók eitt
sindur longri tíð.
Komin niðan á fjalli, setti
Poul tjaldið upp, og yvir-
náttaði har. Tá var veðrið
versnað og nógvur vindur
og regn var.
Klokkan
níggju
hós-
morgunin breyt Poul upp-
aftur, og setti kós ímóti
Vatnsdali, og tveir tímar
seinni var hann komin uppá
pláss. Har settist hann við
tráðuni eina løtu og fangaði
fimm vøkur síl, og síðani
varð ligið eina nátt í tjaldi í
Vatnsdali.
– Fríggjamorgunin gjørdi
eg av at ganga oman til
Hvalba. Svágurin skuldi
giftast leygarmorgunin, so
nú helt eg, at tað var tíð
uppá at venda nøsini heim-
aftur. Eg gekk til Nes og
royndi at finna okkurt stað
at koma oman, men tað
gekk ikki nakað serligt. Eg
haldi, at eg gekk har eini
fýra tímar, men onki nytt-
aði. Eg trúði ikki, at tað var
so ringt, greiðir Poul frá.
Sum seinasta útveg sá
Poul vera, at hann gekk aft-
ur til Tvøroyrar, tí har er
hann staðkendur. Tá klokk-
an var níggju á kvøldið gav
hann upp og setti tjaldið
upp.
– Tað var eitt sindur irri-
terandi. Eg sá húsini, men
tað var so nógvur mjørki og
vindur og regn, men eg
Visti ikki
nakar
leitaði
– Eg anaði ikki, at nakar leitaði
eftir mær. Eg hoyrdi væl
tyrluna, men at tað var mær
hon leitaði eftir, fall mær ikki til
hugs, sigur Poul Aakjær, sum
fegnast um at vera komin heilur
aftur til húsa
Mynd: Leivur Nygaard
Leygardagin vóru 50 mans farnir av húsum at leita eftir burturblivna manninum, Poul Aakjær, og sunnudagin vóru teir heili
80.
Mynd: Leivur Nygaard
gitti, at leygarmorgunin
mátti tað batna.
Fartelefon hevði Poul eis-
ini uppiá sær. Hann hevði
lænt hana frá svágrinum,
og eisini hevði hann eitt
lummaradio uppiá sær.
– Battaríini til lumma-
radio brendu út longu hós-
dagin,
og
seinnapartin
fríggjadagin tendraði eg
fartelefonina, tí eg væntaði,
at nú mundi familjan verða
bangin um meg. Men longu
um kvøldið brendi far-
telefonin eisini út.
Leygarmorgunin
var
veðrið onki betri. Vindurin
var nógvur og regn, og
mjørkin var bara vorðin
tættari um nakað.
– Eg mátti bara vera í
tjaldinum. Eg lá so har í til
sunnumorgunin, og tá var
veðrið eitt sindur betri.
Mjørki var framvegis, men
nú sá eg longur fram enn eg
hevði gjørt. Eg vaknaði
tíðliga, og gjørdi av, at bíða
eini tveir tímar, og um
veðrið framvegis var fínt,
so fór eg avstað. Tá klokk-
an var hálvgum tíggju leyp
eg upp og pakkaði. Nøkur
av klæðunum lat eg liggja,
so ryggsekkurin ikki var ov
tungur, og so nærum rann
eg avstað. Tað tók mær ein
tíma og tjúgu minuttir at
koma til Trongisvág, greið-
ir Poul frá.
– At liggja í tjaldi í tveir
dagar uttan mat er óbehagi-
ligt. Eg hevði sett tjaldið
upp við eina á, so eg fekk
nóg mikið av vætu, men
seinasta matin hevði eg
givið seyðunum í Vatnsdali,
tí eg væntaði at vera í
Hvalba innanfyri teir tveir
næstu tímarnar.
Visti av ongum
Sjálvur hevði Poul ikki
hóming av, at nakar leitaði
eftir sær. Hann gittti, at øll
høvdu verið í brúdleypi
kvøldið fyri, og visti tískil
heldur ikki, at eisini brúd-
leypið var fyribils útsett av
hansara ávum.
– Tá eg kom niður á veg-
in kom ein hvalbingur.
Hann sá, at eg gekk við
ryggsekki og steðgaði tí, og
spurdi hvussu eg æt. Tá eg
nevndi navn mítt, so spurdi
hann, um eg var klárur yvir,
at tað gingu 80 mans á
fjallinum og leitaðu eftir
mær, og at tyrlan hevði leit-
að og bátar vóru farnir av-
stað. Tá kom kaldasveittin
fram, og eg gjørdist eitt
sindur skakkur. Eg hevði jú
eisini verið vekk í seks dag-
ar, men eg visti av ongum,
sigur Poul, sum var eitt
sindur illa fyri av tí hann
ikki hevði fingið nakað at
eta í tveir dagar.
Poul slapp heim í øllum
góðum, og útsetta brúd-
leypið varð hildið sunnu-
kvøldið, og gjørdist hetta
eitt avbera gott brúdleyp.
Familjan var, sum vera
man, eisini fegin fyri at
hava pápa og mann heima
aftur.
– Tey trúðu jú, at eg var
deyður. Tað var ikki mein-
ingin at vera burtur í seks
dagar, men eg setti meg
ikki føran fyri at fara víð-
ari. Men hetta forðar mær
ikki at fara burtur aftur í
haga. Eg elski fjøllini, og tá
alt kemur til alt, so hevur
hetta verið ein fantastiskur
túrur. Bara keðiligt, at veðr-
ið skuldi gerast so ringt,
sigur Poul.
So nú nýtur Poul teir
seinastu dagarnar í Suður-
oynni áðrenn hann, Maria,
sum er konan og tann eina
dóttirin, Eir, venda nøsina
aftur til Esbjerg, har Poul
hevur arbeitt sum anlægs-
gartnari í níggju ár.
At enda vilja Poul og
familjan nýta høvið til at
takka øllum teimum, sum
hava verið við til leitingina.
Leitað var bæði við tyrlu og báti, umframt teir sum vóru til gongu. Lítið nyttaði, men Poul kom tíbetur aftur í øllum góðum
Mynd: Leivur Nygaard
C
M
Y
K
17
16