hósdagur 7. august 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 146 - 7. august 2003
19
Nr. 146 • hósdagur • 7. august 2003 • 77. árg.
Tað er ikki á hvørjum
degi at BMW skifta
modell. Forgangarin
til hendan nýggja
BMW-5 kom á
marknaðin í 1995. Vit
royndarkoyrdu ein
nýggjan BMW 520,
sum er ein elegantur
luksusbilur
BILAR
Magnus Gunnarsson
Tað er nú nakað síðan
fyrstu myndirnar av nýggja
BMW-5 vóru at síggja í
motorbløðunum.
Bilurin
hevur
heilt
annarleiðis
design enn forgangarin,
sum annars er ein sera
snøggur bilur. At síggja ein
bil á myndum og í veruleik-
anum er ikki heilt tað sama.
Nýggi BMW-5 tekur seg
væl út bæði uttan og innan.
Bilurin er vaksin allar
vegir. Tað at aksilfrástøðan
er vaksin við 6,2 cm ger, at
meira pláss er til tey ferð-
andi á baksterinum, eisini
er viðførisrúmið vaksið frá
460 til 520 litrar. Við at
brúka tilfar úr aluminium er
bilurin nakað lættari enn
forgangarin.
BMW-5 er fyrsti bilur í
heiminum við aktivari stýr-
ing við variablari útveksl-
ing, ið er treytað av ferðini,
hendan skipan gevur bilin-
um meira beinleiðis stýr-
ing. Skipanin lættir eisini
um við parkering, tá skal
rattið einans snarast tvær
ferðir úr borði í borð, í
staðin fyri tríggjar og eina
hálva ferð, um bilurin ikki
hevði hesa skipan.
iDrive skipan
BMW-5 hevur eisini iDrive
skipanina, sum er kend frá
tí størra BMW-7, men
hendan skipanin er nógv
einfaldari og lættari at
brúka. Høvuðskráirnar á
iDrive skipanini eru: klima,
kommunikatión, navigatión
og entertainment.
Í fyrstu atløgu fæst
BMW-5 sum 520i, 530i og
530d, seinni koma aðrar
útgávur sum t.d. 525i, 545i
og M5 við V10 motori og
500hk.
Umframt airbag framm-
an, í síðunum, til høvdið og
gardinairbag, hevur BMW
520i nógvar innbygdar
trygdarskipanir. Standard-
útgerðin er eisini sera um-
fatandi, samstundis sum
bilurin fæst við hópin av
eykaútgerð sum t.d. naviga-
tiónsskipan við 6,5" lit-
skermi,
Park
Distance
Control (PDC) framman og
aftan, Xenon-forlyktir, ein-
um
sera
framkomnum
klimaanleggi,
leðurinn-
trekk og Head-up-display í
forrútinum. 6-trins girkass-
in er standard.
BMW 520i er ein bilur,
sum heilt víst kemur at gera
seg galdandi millum kapp-
ingarneytarnar í sínum
klassa, bæði hvat útsjónd,
komforti og koyrieginleik-
um viðvíkur.
BMW 520i:
Framkomin elegantur luksusbilur
BMW 520i
Motorurin:
2,2 litur 6 syl bensin við 170 hk
0-100 km/t:
9,0 sek.
Bensinnýtsla: 11,1 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd:
225/55-16 (standard)
Stødd og vekt
Longd
484,1 cm
Breidd
184,6 cm
Hædd
146,8 cm
Eginvekt
1560 kg
Viðførisrúm
520 litrar
Prísur:
kr. 477.600,-
Søluumboð:
Bilfríðkan
Smiðjugerði
FO-100 Tórshavn
Tel. 317300
www.bilfridkan.fo
Bilurin hevur heilt
annarleiðis design enn
forgangarin
BMW 520i er ein bilur,
sum heilt víst kemur at
gera seg galdandi millum
kappingarneytarnar í
sínum klassa
Nýggi BMW-5 er
størri og rúmligari enn
forgangarin
Opel Corsa
facelift
Eftir at nýggi Opel
Corsa hevur verið á
marknaðinum í trý ár,
verður
bilurin
frá
2004 nakað broyttur
við
t.d.
nýggjum
lyktum, frontplátu og
kølaragittari. Eisini
verða nýggir bensin-
og diesel motorar á
skránni
Kelda: FDM/ Motor
Maserati
Quattro-
porte
Italski luksusbilurin
Maserati Quattroporte
verður at síggja á
Frankfurt Motorshow
í eini heilt nýggjari út-
gávu, ið minnir um
tann fyrsta Quattro-
porte, sum kom á
marknaðin í 1963.
Quattroporte stendur
fyri "fýra hurðar"
Kelda: Bil Magasinet
Subaru
Legacy
Ein Subaru Legacy
við heilt nýggjum og
markantum
designi
verður á Frankfurt
Motorshow í sep-
tember. Frá Subaru
verður sagt, at bilurin
fær meira sportligar
koyrieginleikar
og
kemur við bæði fýra
og seks syl. boxer-
motorum
Kelda: Bil Magasinet
Umframt rúsdrekka-
koyring er doyvandi
heilivágur og narkot-
ika vorðin ein alt
meira álvarslig hóttan
í ferðsluni í Dan-
mark. Ein kanning
vísir at alkohol,
narkotika ella doyv-
andi heilivágur eru
orsøkin til minst
sættu hvørja ferðslu-
vanlukku
FERÐSLUTRYGD
Magnus Gunnarsson
Læknar
við
Aarhus
Kommunehospital
hava
kannað blóðroyndir frá 440
ymiskum persónum, sum
eru deyðir í ferðsluni. Úr-
slitini vóru ræðandi. Fjórði
hvør hevði ov høga alko-
holpromillu, meðan triðji
hvør hevði narkotika ella
doyvandi heilivág í blóð-in-
um - t.v.s. fleiri enn tey sum
vóru ávirkaði av alkoholi.
Ábyrgdarhavandi yvirlækn-
in metir, við støði í hesi
kanning, at evnir sum alko-
hol, rúsdrekka, narkotika
ella doyvandi heilivágur
eru atvoldin til minst sættu
hvørja ferðsluvanlukku.
Ein
frágreiðing
frá
ferðslumálaráðnum í 1998
vísti á hættisligu støðuna.
Niðurstøðan tá var, at
doyvandi heilivágur og nar-
kotika, einsamøll, ella sam-
an við alkoholi, var við at
blíva ein álvarsligur trupul-
leiki í donsku ferðsluni,
eins og í nógvum øðrum
londum. Talan er um sera
høg tøl, sum eiga at fáa
politisku myndugleikarnar
at vakna.
Tað mest ræðandi er at
lógarásett
promillumørk
eru fyri rúsdrekkakoyring,
men eingi mørk eru fyri
doyvandi heilivági ella
narkotika. Tað er í sjálvum
sær ikki ólógligt at koyra í
ferðsluni við heilivági ella
narkotiskum
evnum
í
blóðinum. Tað er einans um
hesi evni ávirka evnini hjá
bilføraranum "at føre køre-
tøjet på en fuldt betrygg-
ende måde", sum tað
stendur í donsku lógini.
Kostnaðarmikil
útgerð
Ein annar trupulleiki er, at
politiið onga útgerð hevur
at máta um ein bilførari er
ávirkaður av øðrum evnum
enn rúsdrekka. Um teir
hava ein illgruna, er blóð-
royndin einasti møguleiki
fyri at fáa hetta váttað.
Hendan blóðroyndin skal
síðan kannast av einum
rættarlækna, sum kann siga
hvørji evni eru í blóðinum,
har kann vera alt frá nerva-
heilivági til onnur hørð
evnir. Hetta arbeiði er sera
kostnaðarmikið, og enn
mangla lógarásett mørk
fyri hvussu nógv av hesum
evnum kunnu vera í blóð-
inum. Danska politiið send-
ir árliga einans 200 blóð-
royndir til kanningar fyri
ferðsluvandamiklan heili-
vág ella narkotika. Til sam-
meting kann nevnast at
umleið 5.000 norðmenn og
5.000 sviar hvørt ár verða
dømdir fyri at koyra við
doyvandi heilivági ella
narkotika í blóðinum.
Svøríki og Týskland hava
innført null-markið, so har
er onki at kjakast um.
Týska politiið hevur eisini
fingið royndarútgerð til at
taka blóðroyndir á stað-
num.
Danska
løgmálaráðið
hevur sett eina nevnd, sum
skal meta um revsikarmin
fyri rúsdrekkakoyring og
hvussu politiið kann fáa
myndugleika at leggja upp í
tá bilførarar koyra ávirkaðir
av doyvandi heilivági ella
narkotika.
Kelda: FDM / Motor
Heilivágur og narkotika:
Álvarsligar hóttanir
í ferðsluni
C
M
Y
K
19
18