Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 146 - 7. august 2003 FK Dr. Jakobsensgøta sóknast eftir handilslærlingi at byrja 1. september 2003. Krøv/útbúgving: FHS: 3 ára lærutíð HH: 2 ára lærutíð Student/HF: 2 ár og 18 vikur Vit bjóða einum røskum fólki – drongi ella gentu – við dirvi og áræði, eina útbúgving undir skip- aðum viðurskiftum í einum handli, har lív er í. Arbeiðstíð: 40 tímar um vikuna, frí annan hvønn leygardag. Nakrar ferðir í lærutíðini verður farið á skeið í Danmark. Okkara krøv: Fyrikomandi, kundavinarligur, røkin, góð sam- starvsevnir. Løn: Sbr. S&K sáttmálanum. Umsókn: Skrivlig, saman við próvtøkuskjali. Skal sendast í seinasta lagi 16. aug. 2003, merkt. Lærlingur. Aðrir upplýsingar fáast við at ringja tlf. 311320 ella 217593, Bo Møller. Keypssamtøkan í Dr. Jakobsensgøtu Boks 349 FO-110 Tórshavn Húsavørður til Sambýlið á Heygnum og eldra- íbúðirnar undir Kráarbrekku Sjálvsognarstovnurin undir Kráarbrekku søkir við hesum eftir húsavørði hálva arbeiðstíð at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðsøkið fevnir um bygningarnar og økið, sum hoyra til ognirnar hjá Sjálvsognarstovnum undir Kráar- brekku. Arbeiðsuppgávurnar Við tilvísing til nevndina fyri sjálvsognarstovnin fevnir starvið m.a. um dagligt eftirlit, reinhald og viðlíkahald av bygningum, innbúgvi, amboðum og uttanumøki. Húsavørðurin hevur somuleiðis tað dagliga samskiftið vegna sjálvsognarstovnin við íbúgvarnar undir Kráarbrekku. Hann skal arbeiða fyri góðum trivnaði millum íbúgvarnar, og kann hann í hesum sambandi skipa fyri tiltøkum til frama fyri hetta. Førleikakrøv Umsøkjarin skal hava handverkaraútbúgving ella aðra útbúgving og starvsroyndir á økinum, skal duga at arbeiða sjálvstøðugt, hava góð sam- starvsvni og duga væl at hava við fólk at gera. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan við Starvsmannafelagið, lønarflokkur 3. Í sambandi við møguligar bygnaðarbroytingar verður húsavørðurin at tola broytingar í arbeiðs- øki og setanartreytum. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Jancy Biskopstø Klein, sosialdeildarleiðara, tlf. 41 00 00. Umsóknir saman við møguligum prógvum og viðmælum skulu verða: Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku C/O Klaksvíkar Kommuna Postboks 2 FO-700 Klaksvík í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. august 2003. Sjálvsognarstovnurin undir Kráarbrekku Reingerðarfólk Søkt verður eftir einum reingerðarfólki til setan 1 septembur 2003 til E2 og E3 á starvsbrøki 0,69. Arbeiði umfatar reingerð og matservering. Somuleiðis verður søkt eftir trimun fólkum til seinnapart reingering av skrivstovu og viðgerðar økjum á starvsbrøki 0,625, 0,6875, og á 0,4375. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til Alvildu Samuelsen, leiðara á Reingerðingini, telefon 31 35 40, lokal 257 L Setanartreytir Løn og setanartreytir smb. sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er 20. august 2003 kl.12.00. Skrivligar umsóknir við avriti av møguligum prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til: Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Sjúkrarøktar- frøðingar í anestesi til Anestesideildina á Landssjúkrahúsinum Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum í anestesi til Anestesideildina á Landssjúkrahúsinum.Talan er um 2 avloysara størv, fulla tíð við tilkallivakt. Annað starvið er frá 1. august 2003 til 31. oktober 2005, og hitt starvið er frá 1. oktober 2003 til 31. mars 2004. Deildin er skipað við 9 sjúkrarøktarfrøðingum og 4 yvirlæknum. Á deildini verða gjørdar umleið 2.500 anæstesiir um árið. Í komandi árið verður flutt í nýggja bygningin við rúmligari og ljósari arbeiðsumhvørvi. Krøv til umsøkjaran: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur við sergrein í anestesi • royndir innan anestesiøkið • góð samstarvsevni • sjálvstøðug/ur • tænastusinni • framtakshugað/ur Vit kunna bjóða: • eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðs- umhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • gott tvørfakligt samstarv • góða innleiðslu Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felag- ið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmála- ráðið. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Óluvu Lómstein, deildarleiðara á tlf. 313540 kallari 81-138, ella Marin Vang, sjúkrarøktarstjóra, lokal 266. Umsóknarfreistin er 20. August 2003 kl. 12.00 Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og viðmæl- um e.l. skulu sendast til: Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin 100 Tórshavn Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Dagrøktari Dagrøktin í Bíggjar Sóknar kommuna søkir eftir dagrøktara, at ansa 5 børnum 3/4 tíð. Byrjað verður 18. august 2003. Løn sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag. Skrivligar umsóknir skulu vera dagrøktarleiðar- anum, Gunnvør K. Niclasen, 386 Bøur, í hendi áðrenn 14. august 2003. Dagrøktarleiðarin Nr. 146 • hósdagur • 7. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Karsten From verður ikki at síggja á HB- liðnum tað, sum eftir er av kappingar- árinum. Samstundis hava leysasøgurnar um áhuga úr øðrum føroyskum feløgum fingið frítt at fara, men í løtuni tykist tað tó lítið sannlíkt, at hann aftur verður at síggja í føroysku kappingini í ár FÓTBÓLTUR Jákup Mørk »Boðað verður frá, at samstarvið millum Havnar Bóltfelag og Karsten From er steðgað frá dags dato. Orsøkin er, at samstarvs- trupulleikar eru millum Karsten From og venjararn- ar.« Somikið stuttorðað var tíðindaskrivið, sum leiðslan í HB og Karsten From í felag sendu út um middags- leitið týsdagin. Óvart og tó Fyri mong mundi tað koma eitt sindur óvart á, at eitt felag, sum í løtuni skal royna at halda fast um oddasessin í bestu deildini, soleiðis kvettir sambandið við leikaran, sum undan árinum varð roknaður sum hann, ið skuldi skjóta neyð- ugu málini til at halda fel- agnum í toppinum. Ein leikari, sum eisini í ávísan mun hevur leverað kravdu málini. Men hóast leikligu dygd- irnar, so er tað heldur eing- in loyna, at sami Karsten From ikki hevur verið tann lættasti at fáa at sampakka við viðleikarar og venjarar í felagnum, og er tað uttan iva hetta, sum hevur ført til nú staðfesta skilnaðan. Beinan vegin, sum tíð- indini komu fram, fóru søg- ur at ganga, um at eitt nú B36, B68 og KÍ nú høvdu lagt seg framvið í royndun- um at knýta leikaran at fel- agnum. Tað hevur ikki eydnast okkum at váttað ella avsannað nøkur av hes- um tíðindum, men í verandi støðu er tó lítið sannlíkt, at hetta skal vera støðan. Hetta tí eitt møguligt skifti til annað føroyskt felag inniber, at Karsten From í mesta lagi kann spæla við tey fýra seinastu umførini, tí tað skal ganga í minsta lagi ein mánaði frá seinasta dysti í fyrrverandi felagn- um til fyrsta dystin í nýggja felagnum, tá leikari skiftir millum føroysk feløg. Nøgdir við hópin Leiðslan í HB vil ikki gera aðrar viðmerkingar enn tær, sum nevndar eru í tíðinda- skrivinum viðvíkjandi Karsten From sjálvum. Men tað er kortini nær- liggjandi at spyrja, hvørt felagið nú hevur í umbúna at styrkja sær um hópin undan sjálvum endaspurt- inum í landskappingini. Í fjør fekk HB undan seinastu umførunum til- gongd av Nocko Jokovic, sum - hóast málini ikki vóru so øgiliga nógv í tali – heilt avgjørt var ein av or- søkunum til, at tað eydnað- ist felagnum at endurvinna oddasessin. Enn eru nakrir dagar, áðrenn markið fyri keyp av leikarum rennur út, og Nocko Jokovic hevur fyri stuttum verið umrødd- ur í donsku miðlunum, tí hann ikki hevur funnið sær nakað felag til júst byrjaða kappingarárið. Og so kann eisini leggjast afturat, at millum bæði leikarar og viðhaldsfólk tóktist Jokovic at vera ein leikari, sum sampakkaði sera væl við hinar í HB-hópinum. Men hóast hetta, so sigur leiðsl- an í HB seg ongar ætlanir um at gera eina roynd at styrkja um liðið í evstu løtu. - Sjálvir halda vit, at hóp- urin hjá okkum nú er rími- liga breiður. Vit hava havt nakrar trupulleikar við skaðum í ár, men nú er mest sum alt hesum við- víkjandi komið í rættlag, soleiðis at tað í løtuni bert er Kári Nielsen, sum fram- vegis er á skaðalistanum. Tí halda vit ikki í løtuni, at vit hava neyðturvuligan tørv á styrki her og nú, so hatta er avgjørt ikki nakað, sum er aktuelt fyri okkum í løtuni, sigur Birgir Enghamar, sum er formaður í HB. Soleiðis er líkt til, at HB eisini í komandi dystunum fer at royna seg við eini heldur broyttari uppstilling í mun til hana, sum varð nýtt undan summarsteðgin- um. Tá taldist Rógvi Jacob- sen nevnliga millum álitini á miðvøllinum, men seinast varð hann nýttur í álopin- um, og tað var so í øllum førum nóg mikið til at basa kappingarneytunum í odd- inum úr Runavík. From farin Karsten From varð undan árinum roknaður at vera leikarin, sum skuldi skjóta neyðugu málini fyri at halda HB í oddinum, men samstarvstrupulleikar hava tó gjørt, at hann ikki longur verður at síggja í HB- búnanum C M Y K 21 20