Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-06-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 1995síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tiðindablaðið Nr. 107 — 9. JUNI 1995 bend) S0Sialurin Kring landsdystin: Skotar oyðslaðu við pengum Sigið okkum frá, tá okkurt hendir innan ítróttin... TIf. 11820 i | Myndir á Svangaskarði: Kalmar Lindenskov | og Aki Hermansen L" A ———2—2— og tyskarin helt vid Føroyum Teistin legði hurrandi frá bryggju. smábátar fóru sum í grind grevandi suður ímóti Hoyvíkshólmi ul Havnar »g sólin gjørdi eina seinastu roynd at sleppa heilt leys av skýggjunum yvir Tanga firði — uttan at tað eydnað ist Tað var sjónin, ið metti síðstu áskoðarunum á Svangaskarði klokkan tíggju minuttir í hålvgum íggj. mikukveldið tå landsliðið aftur hevði verið í europeiskum eldi og bitið frá sær sum ein maður — I latta var gott, staðfesti ein av okkara fremstu fót bøltsvenjarum, og fáu orð hansara mundu umboða tað, tey flestu hildu um enn ein landsdyst við nógvum vindi í g kulda — men til tíðir eisini frálíkum undirhaldi Av pressubonkinum, har álvarsamir skotskir tíðinda menn næstan ikki høvdu stundir at hyggja at dystin um, sum teir klimpradu á teldur og rapporteraðu heim gjøgnum máltráðin, sást lít ið til, at Skotland var nakað serliga »brave« Tað mesta av seinna hálv leiki lógu teir á egnari hålvu, sjónliga kroystir av åganginum frá okkara monnum, og tá skotska verjan tíverri ikki stútaði bóltin í egið mál, leyp ein skotskur tíðindamaður so langt uppfrá, at ongin ivi kundi vera um, at hann helt við Førovum Tað gjørdi hann eisini vísu tað seg, men hann var íkki skoti. Hann var týskari og hansara inniligasta ynski var, at føroyska liðið gjørði ein verr, sum vildi nakað i europeiskum vavi, tí so var søgan í pottinum, og Sud deutche Zeitung hevði okk urt heilt ødrvisi at fortelja sínum lesarum úr Atlantk havi ! Sensatiónina fekk harin ikki, men yvirskriftin í S deutche Zeitung í gjár vår heilt positiv, ljóðar áv Ferðaráðnum, sum veit at siga, at týskarin eitur Peter Linden, og at ørindi hans ara her eru at skriva eina greinargð um Føroyar Alt ov berir Eygleiðingarnar hjá Peter Linden munnu fara at vera nøkulunda neyvar ið hvussu er neyvari enn tær sum nakrir hundrað nokkso fullir menn í kilti hava gjørt sær seinastu dagarnar Teir hava rættiliga sett dám á, vita bæði taxa sjalørar og matstovueigarar í Havn at siga, og soleiðis ganga segur nú um, attað er pura satt, at eimastu menn i verðini, ið eru beinleiðis ernir av at ganga í kjóla, eru heilt berir innanundir — ið hvussu er alt ov berir til hetta veðrið, vit hava, tá landsdystir eru Og ikki bara tað. Fleiri hyruvognsførarar hava prógv fyri. at skotar yvir hevur ikki eru so gírigir, sum seiglívaðar skrønur hava pástaðið í óminniligar tíðir. Tað hevur nevniliga ikk: trotid við drykkju pengum hesar semastu dag arnar, og mikukveldið vóru fleir skotskir áskoðarar. ið lótu meir enn hundrað krón ur frá sær — oman á vanliga taxagjaldið! Soer handan mytan farin í ommu sína, og tað skulu skotsku vidhaldsmenninir eiga, at: teir royndu sum rættir bretar til fótbólt at gera vart við seg, meðan dysturin var, og viðhvert áttu teirra róp munin, hóast skotska kolonin rúgvaði líuð upp á langsíðuni Betri við BP Nakrir aðrir fremmandir gestir, sum ikki vóru so mælskir, vóru seks stjórar frá oljufelagnum British Petroleum. ið komu inn á Svangaskarð við Norðlýs inum. Teir hava luttikið á ymsum fundum við olju fyristting og vinnuliv sein astu dagarnar Um BP-menninir hava lovað nakað spennandi, fer ivaleyst at koma fram á ødrum stað, men eitt lítið sindur hevur vitjanin longu kastað av sær Baksíðan á dystarskránni var prýdd við snotiligari lýsing, ið segði: >Altogeth er better with BP«, og í FSF siga teir, at lýsingin fer at geva nøkur oyru Innrásirnar eru altso so mangar í hesum døgum, og tað skulu VIP-ararnir eiga. at teir sita ikki so nógv betur enn nakar annar, tí er tað kalt, so er tað kalt, og tað var sjónligt eisini á teimum finu plássunum uni — ES