Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-06-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. juni 1995síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 107 — 9. JUNI 1995 19 Landsliðsavrikini — mann fyri mann — Jens Martin Knudsen, 41 landsdystir: Hevdi góðar staður og stóð seg væl í luftspælinum, har hann vann flestu dystirnar móti skotunum, sum ikki vóru so sterkir sum roknað var við. Jens Martin skilti seg væl av við bóltin Men dygdirnar verða fjaldar av stóra mistakinum, tå Skotland skoraði til 1-0. Uttan mun til, hvat ella hver orsøkin var, so eig ur slíkt ikki at koma fyri Óli Johannesen, 15 landsdystir: Leikti sera væl Helt høvdid kalt. megnaði at bakka upp og at spæla seg úr trunkastødan. Seinna umfarið tá okkara menn høvdu meiri tak á samanspælinum, var Oli fleiri ferðir frammi vid, og tað var sonn fragd at síggja hvussu hann nakrar ferðir kom ímillum frammi á vellinum. Gjørdist liðskipari, tá Magni varð skiftur ut. og tykist hava myndugleikan at vera tann, sum gongur á odda Tummas Eli Hansen, 27 landsdystir: Avloysti á plássinum hjá bróðrinum. Striddist sum óður, og stóð seg væl í nærdystunum, eisini í luftini, har hann sjáldan var við undirlutan. Boltførleikin er ikki so góður, at sending arnar gerast neyvar, tá hann er í strongdari stødu, men Tummas Eli hevur so nógvar royndir, at hann neyvt veit hvussu nógv hann skal leggja á seg sjálvan. tá tað ræður um uppbyggjandi spælið Janus Rasmussen, 6 landsdystir: Stríðsviljanum bilaði einki, og verjuuppgávuna loysti hann væl. At tað bilar nógv við bóltferleikanum verður ferð eftir ferð avdukað. tá lættir bóltar verða sendir av vellinum. Onk untid stóðst vandi av, t.d. í seinna hálvleiki, tå Janus inni í okk ara brotsteigi stútaði inn fyri málið til leysan mótsteðumann Jens Christian Hansen, 7 landsdystir: Var fluttur av eftiransaraplåssinum og fram á plássið, sum Kurt Mørkøre hevur rekt seinastu dystirnar. Var í stóran mun - Tod: Jónsson verður ferð eftir ferð ámintur um, at hann enn ikki hevur skorað á Svangaskarði g tað verður hann ótvað í eina letu aftrat. Í hvussu er fær hann ikki kjansin aftur fyrr enn í september tá rússar koma á vitjan Skotarnir ansaðu væl eftir honum mikukveldið, men kortin megnaði hann í trongdum steðum at temja, snara og spæla víðari. Og hesaferð »eks ploderadi« hann fleiri ferðir, so vit sou, hvussu skjótur hann kann vera eyka miðverji, men megnaði eisini at taka lut í uppbyggjandi partinum. Saman við Ola Johannesen mundi Jens Christian standa fyri besta avrikinum. Hann vann nógvar nærdystir, og hann legði nógvar góðar sendingar. Tóktist eitt sindur skadd ur og ógvuliga troyttur fram móti dystarenda Henning Jarnskor, 7 landsdystir: Var lítið við í spælinum fyrra umfarið, tí okkara menn so at sigra bara spældu fram í vinstra borði. Dugdi væl at skerma av í verjupartinum, meðan tað bilaði meiri, tá tað skuldi taklast Seinna umfarið var Henning nógv meiri við í uppbyggjandi partinum Ossur Hansen, 14 landsdystir: Kom væl frá byrjan, tá hann fleiri ferðir samanspældi væl við Toda í vinstra borði. Sjálvsálitinum bilar einki, og hóast Ossur av góðum grundum ikki stóð so sterkur í myndini, sum hann gjørdi móti San Marino, so var talan um væl brukiligt avrik Julian Johnsson, 3 landsdystir: Toktist fyrra umfarið at hava ilt við at fóta sær. Lá ofta i tóm rúmi og tapti nærdystirnar, bæði á jørdini og í luftini. Seinna umfarið gjørdist tað nógv betri, serliga tá hann yvirtok leiklut in hjá Magna mitt á miðvellinum. Julian rann og rann, vann nógvar nærdystir, og tað var skil í tí, sum hann gjørdi frameftir vellinum Magni Jarnskor, 24 landsdystir: Fyrra umfarið hevði hann somu trupulleikarnar, sum Julian hevði. Toktist íkki fylla nóg nógv. og hevur trupulleikar mann móti manni. ti hann fer ikki av heilum huga í nærdystirnar. Var longu undan steðginum darvaður av skaða, og ti var tað nåttur ligt, at hann stutt eftir stedgin bað um at verða skiftur ut Todi Jónsson, 20 landsdystir: Hevur framvegis fyrsta málið til góðar á Svangaskarði. Varð vælansadur, men megnaði í trongdum steðum at temja, snara og spæla víðari. Fyrra umfarið var Todi einasti føroyingurin sum royndi seg við skoti innan fyri målkarmarnar, og seimna » umfarið. tå hant terkari í myndini, var tað um reppið, at hann fekk mál. Positivt di sekir málmeguleikarnar Jens Erik Rasmussen, 22 landsdystir: Kundi væntast at fáa trupulleikar moti kropssterku skotun um, men tað visti seg ikki at vera nakar trupulleiki. Dugdi va at fáa tak á boltinum og dekkaði hann væl. Var við í nógvum uppspæli, bæði í fyrra og seinna hálvleiki, og kroysti ein av verjuleikarunum so nógv, at hann var um at gera sjálvmál Allan Joensen, 3 landsdystir: Kom inn fyri Magna Jarnskor tíggju minuttir inn í seinna hálv leik. og megnaði beinanvegin at falla til. Stóð seg væl í nær dystunum, og kom væl inn i samanspælið. Allan hevur góðar staður á vellinum. bóltferleikin er góður, og so dugir hann at gera tey óskyldugu frispørkini, sum teir professionellu duga at gera, tá teir kenna, at nu skal spælið steðga eina letu Avrik ið ber boð um, at Allan ikki er langt frá plássi i byrjunaruppstill ingini Jan Allan Miiller, 20 landsdystir: Kom inn fyri liðfelagan í Horsens, tá tað restaði eitt korter Greiddi setningin væl hesa løtuna og hevði ikki trupulleikar at fella inn í samanspælid, men kom ikki til nakran meguleika at gera mál -nn- Tummas Eli: Gott at vera komin aftur á landsliðið Tummas Eli Hansen hev- ur av fleiri verið meira ella minni avskrivaður sum landsliðsmaður, nú tað í síðstuni hevur vist seg, at nógvir eru um boðið at spæla í midverjuni — um- framt at hann var úti í '"innlandsdystinum her- fyri, ti hann hevði leik- bann frá dystinum í Hel sinki í fjør Men Tummas Eli fekk kjansin móti skotum. og hann gjerdi dyggiliga all- an kritikk til skammar við sínum spæli. Hann roynd ist væl sum uppruddari og í luftini stóð hann onga letu aftan fyri skotarnar, ið annars bera orð á sær at vera egiligir í luftini Ja, tað er gott at vera komin aftur á landsliðið sjálvt um eg ikki havi havt tað fremst í huganum meðan eg havi roynt at komið í form eftir tiggju daga sjúku. Fyrst og fremst havi eg hugsað um eitt pláss á liðnum hjá B36, sigur Tummas Eli - Eg hevði ikki roknað sum givið, at eg fór at koma við aftur í hópin beinanvegin, tí eg ju fekk leikbannid, ið forðaði mær at vera við næsta dystin móti Finnlandi, umframt at eg havi verið sjúkur. Tað hevur tikid burtur av forminum, og eg haldi heldur ikki, at ein kann rokna við landsliðs plássi, tá ein ikki er í formi. Men nú gongur rætta vegin. og eg haldi meg nærkast forminum aftur Eins og bæði venjari, spælarar og áskoðarar er Tummas Eli eisini væl negdur við seinna hálv- leik móti skotunum - Innsatsurin hjá okk- um var góður, og eg haldi, at vit komu sterkt aftur, eftir at nógv trýst var okk- um móti endanum á fyra hálvleiki. Tað gekk eisini hampuliga væl hjá mær sjálvum, haldi eg. Men hatta vóru tvey bílig mál, teir fingu, heldur B36-ar in Tad fyrra var egiliga bíligt, og eg haldi ikki, at talan var um fríspark, sum varð dømt móti mær, lå eg royndi at skerma bóltin úti við hornaflaggið. Hatta er vanligur máti at gera tað uppá, men skotin kom og rendi inn í ryggin á mær, og eg royndi bara at forða honum at fáa bóltin so vit kundu fáa innkastið Men dómarin demdi fri spark, sum so varð sent innfyri og endaði við 2-0 málinum, og tað var sera keðiligt Ývirvágina í fyrra hálv leiki heldur Tummas Eli hava nakað við vindin at gera, tí skotarnir komu so nær málinum, meðan bet ur gekst at halda teimum burtur í seinna, tá skot- arnir bara fóru at sparka og senda hegar bóltar hj.