Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. august 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 146 - 7. august 2003 Nr. 146 - 7. august 2003 25 Starvsfólk Søkt verður eftir einum handverkara (rørsmiði, maskinsmiði ella líknandi) til ymisk arbeiði s.s. hitaverk, ventilatión og sanitet. Somuleiðis verður søkt eftir einum røskum lær- lingi til rørsmíð. Ring 211963. Hógv Handilsvirki 660 Søldarfjørður Tlf. 441963 hogv@post.olivant.fo fax 442025 Big Foot til sølu Toyota Landcruiser við stórum hjólum. Nýístand- settur og sproytaður. Nýsýnaður við plátum. Prísuppskot 120.000,- kr. Áhugað kunnu ringja tlf. 333235. Heimarøktin í Norðoyggjum Søkt verður eftir avloysara fyri sjúkrarøktarfrøð- ing í farloyvi beinanvegin ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv í 1 ár fram, mest í dagvakt við einstøkum kvøldvaktum. Arbeitt verður triðja hvørt vikuskifti. Hevur tú hug at brúka tína útbúgving og førleika í einari skipan, sum er í støðugari menning og broyting, so er hetta eitt starv fyri teg. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Umsóknarfreistin er 25. august. Umsókn við neyðugum prógvum skal stílast til: Heimarøktin í Norðoyggjum Bøgøta 34 700 Klaksvík í Klaksvík Summarfrí Vegna summarfrí er skrivstovan stongd í komandi viku frá mándegi 11. august. Opið verður aftur mánadagin 18. august. Lýsingar, heilsanir og tilfar til blaðið skal sendast til høvuðsdeildina á Argjum: Sosialurin Postboks 76 110 Tórshavn Tel. 341800 Fax. 341801 Teldupostur: post@sosialurin.fo Summarfrí Bókasavnið er stongt vegna summarfrí frá 13. august til 8. september. Vágs Bókasavn Tlf. 373991 Til handilin við Landavegin verður søkt eftir fyrikomandi og røskum krambafólki til umleið 30 tímar um vikuna. Ring ella støkk inn á gólvið og spyr eftir Ann-Britt. Bakaríið hjá Gunleivi Tlf. 22 51 60 ella 31 21 61 Skrivstovufólk Maskinmeistarafelagið søkir við hesum eftir einum skrivstovufólki at arbeiða hálva tíð. Starvið umfatar í høvuðsheitum at taka sær av bókhaldi, men viðkomandi skal eisini kunna gera annað fyrifallandi arbeiði í felagnum. Umsøkjarar skulu hava útbúgving og royndir innan bókhaldsarbeiði og góðan kunnleika til at arbeiða við teldu. Ætlanin er,at viðkomandi skal byrja 1.september 2003 og fyrstu 3 mánaðirnir verða at rokna sum fyribilssetan, men møguleiki er fyri, at starvstíðin síðani verður longd. Lønar- og setanartreytir verða sambært avtalu. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til felagið á tlf. 314718. Umsóknir skulu sendast til: Maskinmeistarafelagið Postsmoga 3238 110 Tórshavn og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 15. august 2003. C M Y K 25 24