Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 147 - 8. august 2003 Nr. 147 - 8. august 2003 3 Tøkk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum við gávum, blómum, telegrammum og uppringingum, gleddu meg á 70 ára degnum. Sigrid Jacobsen Vági Tað gerst alsamt bílig- ari at flúgva, um tað ber til at gera nýtslu av teimum tilboðum, sum støðugt verða givin FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Vágar: Atlantsflog bjóðar aftur bíligar ferðaseðlar millum Vágar og Danmark. Til Kastrup slepst við serligum APEX ferðaseðli fyri smáar 2.100,- krónur, og og vikuskiftisferðir fáast fyri 300,- krónur færri, sig- ur Atlantsflog í tíðinda- skrivi. Tilboðið upp á APEX ferðirnar er galdandi frá 7. august til 6. oktober, og bíligu vikuskiftisferðir- nar fáast frá 7. august til 8. oktober. Til Billund eru heldur fleiri avmarkingar, sigur Atlantsflog. Har fáast eisini vikuskiftisferðir fyri 1.795,- krónur. Men tær eru bert galdandi tíðarskeiðið 7. til 12. august, og 14. til 19. august. Eisini ber til at fáa serligar APES ferðir til Bil- lund, sum eru galdandi í tíðarskeiðnum millum 7. august og 10. oktober. Sum vanligt plagar at vera, liggja kunningar- diskin hava lagt num. Fyri at fáa bíligu ferðaseðlarnar er galdandi fyri APEX ferðaseðilin, at minst tvey fólk ferðast saman, og at tey eru burtur sunnunátt og í mesta lagi 14 dagar. Fyri vikuskiftisferðirnar er tað sama galdanda, tó so, at ferðin í mesta lagi má vara í fýra dagar. Annað av teimum báðum ferðandi, sum kunnu nýta tilboðið, kann vera barn. Børn fáa tó avsláttur. Eru tey millum tvey og fimtan ár, er avslátturin 33 prosent av kostnaðinum. Børn und- ir tvey ár fáa heili 90 pro- sent drigin fra kostnað- inum. Atlantsflog sigur í tíð- indaskrivinum, at íroknað prísirnar er ferðaavgjald, men at avgreiðslugjaldið, sum er sett til kr. 220,- verður lagt afturat. Ferðaseðlaprísurin tódnar Atlantsflog bjóðar bíligar ferðir til Danmark í heyst Savnsmynd LISTASTEVNA tíðindaskriv Við Snarskivuna hjá Bý- ráðnum í Havn letur unga listakvinnan Hedvig Jóhansdóttir upp mynd- listaframsýning hósdagin 7. august kl. 16:00. Hedvig, sum er út- búgvin námsfrøðingur við listfrøðiligum læru- tilgongdum sum ser- grein, er júst vorðin mamma. Tí kallar hon framsýningina »Kvøða til lítla barnið«. Talan er um akrylmálningar og blandaða tøkni. Umframt einstaklingaframsýningar í Føroyum og Danmark, hevur Hedvig eisini sýnt fram á ólavsøku- og Vár- framsýningum í Lista- skálanum. Í heyst heldur hon fram at útbúgva seg á Billedskolen í Keyp- mannahavn. Framsýn- ingin er úrslit av sam- starvi millum Tórshavnar Býráð og Norðurlanda- húsið, og er partur av Listastevnuni í ár. Kvøða til lítla barnið Hedvig Jóhansdóttir letur upp myndlistaframsýning við Snarskivuna í Havn tann 7. august Mikudagin fekk Tórs- havnar Sløkkilið frá- boðan um olju, sum fleyt í sjónum á Viðarnesi og í Vágs- botni OLJULEKI Heini í Skorini Lítlu ternumurtarnir í Vágsbotni og á Havnarvág hava verið noyddir at funn- ið seg í eitt sindur av hvørj- um seinastu tíðina. Mikudagin fekk Tórs- havnar Sløkkilið fráboðan um enn ein oljuleka í Vágs- botni, og ógreitt er, hvaðani oljan er komin. Hans David Hansen frá Tórshavnar Sløkkiliði sigur, at helst er talan um eitt skip, sum hev- ur lensað, tí hetta kemur meir enn so fyri. Talan var um gear-olju, og hóast torført er at meta um nøgdina í litrum, nýttu 2-3 menn allan mikudagin at spara lítlu ternumurt- unum fyri hesi óhumsku. Tá fráboðanin kom miku- dagin, hevði oljan longu ligið í ein dag, og tískil høvdu sløkkiliðsmenninir skund at fáa oljuna úr sjó- num. Eisini galið á Viðarnesi Men nakrir av teimum ternu- murtum, sum royndu at sleppa sær til rýmingar, gjørdust vónbrotnir, tí longri úti var talan eisini um olju, sum fór á sjógv. Trolarin Steintór varð bunkraður á Viðarnesi, men oljan fleyt yvir, so umleið 1000 litrar fóru á sjógv. 5-6 tímar vórðu nýttir at fáa oljuna úr sjónum, har fýra sløkkiliðsmenn vórðu boð- sendir. Kanska ein gomul skrubba á havsins botni hevur hildið fyri, at tíðirnar vóru betri fyrr... Tveir oljulekar í Havn Tórshavnar Sløkkilið fekk mikudagin fráboðan um heili tveir oljulekar í Havn, ein í Vágsbotni og ein á Viðarnesi Harry í Piddasa Handli Runavíkingurin Harry Knudsen lat hósdagin upp málningframsýni ng í Piddasa Handli. Fram- sýningin endar tann 13. august LISTAFRAM- SÝNING Ingrid Bjarnastein Runavík: Í gjár, hós- dagin 7. august, lat Harry Knudsen upp málningaframsýning í Piddasa Handli. Harry er 27 ára gam- al og búsitandi í Dan- mark. Áðrenn ólav- søku hevði hann eina framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, og eisini hevur hann áður havt framsýning í hølunum hjá fyritøkuni Craw- ford í Danmark. Nú er runavíkingur- in so at síggja á heima- vølli. Framsýningin verður opin til miku- dagin 13. august. Seinnapartin týsdag- in fóru teir tríggir Atli S. Petersen, Sveinur Høgnason og John Vilhelmsen avstað við vatnskutarum sínum við kós ímóti Dan- mark. Men ferðin fekk ein bráðan enda, tí hol kom á bensin- dunkarnar, og teir endaðu aftur í Før- oyum VATNSKUTARAR Ingrid Bjarnastein Atli S. Petersen, Sveinur Høgnason og John Vil- helmsen hava sett sær fyri at fara úr Føroyum niður til Keypmannahavnar á vatn- skutara. Ein ikki heilt vandaleys ferð um Atlans- havið, men teir eru upp- settir, og vilja avstað. Túrurin hevur verið ávegis leingi, og nógv hev- ur verið gjørt fyri at savna saman pening og stuðul til ferðina, og fyrr í hesi vik- uni var klárt at fara. Seinnapartin týsdagin var klárt. Teir løgdu av landi frá Argjum, og settu kós ímóti Danmark. Men túrurin endaði fyrr enn ætlað, tí teir endaðu aftur í Føroyum. Grundin til at teir vendu aftur var, at tríggir bensin dunkar vóru horvnir og tveir vóru klovnaðir. Hetta uppdagaðu teir, tá teir vóru komnir hálva leið til Het- lands, og mettu seg ikki hava nóg mikið av brenni- evni til at halda fram. Á heimasíðuni hjá teim- um á www.watercraft.fo stendur at lesa, at næsta royndin verður so skjótt líkindi verða til tess, so enn hava djarvu menninir ikki givið upp. Frændur fara nú aftur á pallin. Hesuferð verður tað í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og á Platform í Havn TILTØK Ingrid Bjarnastein »80´ini«, »Kaga upp í himmalin«, »Lívsmynd«, »Hundurin Brúni«... Ja, vit kenna teir øll. Og tað er jú ongin minni enn Frændur, sum eiga hesi vælkendu løg. Til eina og hvørja veitslu er okkurt lag hjá kenda 80´ara bólkinum fastur táttur, og um vikuskiftið ber til at hoyra og síggja teir aftur á palli. Hesuferð verða teir í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði og á Plat- form í Havn. Frændur vóru eisini við á ólavsøkukon- sertini í ár. Í kvøld trína teir so á pallin í diskotekinum Plat- form í Havn. Har hevur eisini verið møguligt at keypa atgongumerki í for- sølu, tí væntað var við nógvum áhugaðum. Leygarkvøldið verða teir so aftur við ljóðførunum í hond. Tá verður tað í Ment- anarhúsinum í Fuglafirði, har talan er um dans. Hann byrjar klokkan 23.30 og endar klokkan 3.45. Bussar koyra eisini í sambandi við tiltaki. Frændur aftur á pall Frændur fara aftur á pallin um vikuskiftið. Tað verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og á Platform í Havn Savnsmynd Fyrsta royndin miseydnað Teir tríggir vatnskutaramenninir Atli S. Petersen, Sveinur Høgnason og John Vilhelmsen, hava sett sær fyri at fara til Danmarkar á vatnskutara. Fyrsta roynd- in, sum varð gjørd týsdagin miseydnað- ist, og teir endaðu aftur í Føroyum. Teir royna tó aftur skjótast møguligt Myndir: Maria Olsen C M Y K 3 2