fríggjadagur 8. august 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 147 - 8. august 2003
Nr. 147 - 8. august 2003
5
Jóannes Eidesgaard
sigur, at um Føroya
Banki skal einskiljast,
so mugu vit varðveita
fólksligu
forankringina, tí í síni
tíð var tað føroyski
skattaborgaran, sum
bjargaði bankanum
EINSKILJINGAR-
UPPSKOT
Páll Holm Johannesen
Í orðaskiftinum í løgtingin-
um um ólavsøkurøðuna hjá
løgmanni, róð tingmaðurin
hjá Fólkaflokkinum, Óli
Breckmann, frammundir at
farið verður undir at ein-
skilja Føroya Banka, so
kreppurakta alivinnan kann
megna at hóra undan.
Í tí viðfangi ætlar nú
Javnaðarflokkurin aftur at
royna seg við uppskoti um
at einskilja Føroya Banka.
Uppskotið er júst tað sama,
sum varð havt á lofti fyri
góðum ári síðan.
– Í høvuðsheitum eru vit
ímóti allari privatisering,
men tað sýnist sum tað er
ein meiriluti í løgtinginum
um at fara undir einskilj-
ingartilgongdina, men vit
vilja ikki sita hendur í favn,
og tí skjóta vit upp at ein-
skilja
á
ein
heldur
ótraditionellan hátt, sigur
formaður Javnaðarfloksins,
Jóannes Eidesgaard.
Fólksliga forankring
Uppskotið hjá Javnaðar-
flokkinum snýr seg um, at
føroyingar, uttan mun til
aldur, alt fyri eitt fáa 1000
krónur í part.
Henda upphædd svarar til
góðar 50 milliónir, og fáa
føroyingar 1000 krónur í
fimm fylgandi ár, svarar
tað til 250 milliónir krónur
í partapeningi í Føroya
Banka. Henda upphædd
svarar til góð 25 % av
samlaði partapeninginum í
bankanum.
45% av partapeninginum
í bankanum skulu seljast í
fríari sølu. Seljast skulu
bert 5% á hvørjum ári yvir
eitt níggju ára áramál. Tey
írestandi 30 % skulu fram-
haldandi verða landsins
ogn.
Einskiljingaruppskotið
hjá
Javnaðarflokkinum,
metir flokkurin verða ein
afturbering til føroyska
skattgjaldaran, sum í síni
tíð bjargaði Føroya Banka.
– Jørn Astrup hevur fleiri
ferð víst á týdningin hjá
bankanum at hava eina
fólksliga forankring, og
hetta uppskotið er avgjørt
við til at tryggja, at fólks-
liga forankringin verður
varðveitt, sjálvt um bankin
verður
einskildur,
slær
Jóannes Eidesgaard fast.
Hann leggur afturat, at
uppskotið kann verða við
til at venja føroyingar at
hava partabrøv um hendið.
Tað er rættiliga vanligt í
londunum rundan um okk-
um, at flest fólk hava parta-
brøv, og tey fylgja væl við,
hvat fer fram á partabræva-
marknaðinum.
Fyri flestu føroyingar er
hetta nýtt fyribrigdi, og
tískil kann uppskotið verða
við til at venja fólk til at
hugsa um partabrøv sum
ein góðan agóða hjá teim-
um.
Treytar av
Landsstýrinum
Spurdur, um uppskotið
veruliga verður lagt fyri
løgtingið, svarar formað-
urin í Javnaðarflokkinum,
at tað treytar av, um Lands-
stýrið ger álvara av sínum
ætlanum
um
at
seta
einskiljingartilgongdina í
verk.
– Bæði Fólkaflokkurin
og Sambandsflokkurin lótu
væl at uppskotunum hjá
okkum fyri einum ári síðan,
men Tjóðveldisflokkurin er
ímóti uppskotinum, og tí-
skil er ivasamt, hvat fer at
spyrjast burturúr, sigur
Jóannes
Eidesgaard
at
enda.
Makrel hevur tikið
nýggja fløgu upp.
Fløgan verður
ætlandi í
sølubúðunum um
jóltíðir ella fyrst í
komandi ári
TÓNLEIKAÚTGÁVA
Páll Holm Johannesen
Í døgunum 1. til 5. august
var
tónleikabólkurin,
Makrel, aftur í upptøkuhøl-
unum. Í vár góvu teir fløg-
una, Makrel Stinkar, út, og
næsta fløgan hjá bólkinum
er nú á veg.
Sangarin í Markel, Ári
Rouch, sigur, at talan verð-
ur um eina fløgu við í alt 13
skerðingum, og væntandi
verður fløgan í sølubúðun-
um um jóltíðir ella fyrst í
komandi ári. Fløgan er
upptikin í Útvarpi Føroya,
og er tað Jón McBirne, sum
hevur staðið fyri upptøkun-
um.
Ári Rouch greiðir frá, at
komandi fløgan er meira
gjøgnumarbeidd enn tann
fyrra. Hon er meira melodi-
øs, og væntast kann tí ein
breiðari skara av lutarum.
Nærum allir sangirnir á
fløguni er á enskum, fyri-
uttan tvey vers, sum eru
sungin á føroyskum.
Rasmus á
tónleikaskúla
Makrel hava síðan teirra
triðja pláss í Prix Føroyum
spælt nógv kring landið,
men í heyst verða teir ikki
so nógv á palli. Gittarleik-
arin í bólkinum, Rasmus
Rasmussen, fer eftir summ-
arfrítíðina á tónleikahá-
skúla í Vig, har eitt nú fleiri
limir í Deja Vu vóru fyri
góðum ári síðan.
Uppihaldið hjá Rasmusi í
Vig verður í hálvt ár, og tá
hann vendir nøsina heim-
aftur, er ætlanin, at nýggja
fløgan hjá bólkinum verður
givin út. Ætlanin er tá at
gera av nógv av at spæla
kring landið, sigur Ári
Rouch at enda.
Javnaðarflokkurin roynir aftur
Javnaðarflokkurin roynir aftur við sínum uppskoti um at einskilja Føroya Banka. Hóast flokkurin í høvuðsheitum er ímóti
einskiljing, so tykist meiriluti verða fyri einskiljingartilgongdini, og tískil vil flokkurin ikki sita hendur í favn, sigur Jóannes
Eidesgaard
Makrel aftur verið í upptøkuhølunum
Karasmatiski sangarin í Makrel, Ári Rouch, metir nýggja
fløgan hjá bólkinum vendir sær til ein breiðari skara av
lurtarum, enn fyrsta fløgan hjá bólkinum, Makrel Stinkar
Tað hevur mangar
verið ført fram, at
føroyingar fáa ikki
tann vinning burtur
úr ferðavinnuni, sum
ynskiligt kundi verið.
Men við kunningar-
diskin á flogvøllinum
hava tey aðra áskoðan
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Vágar: Útlendingar, sum
koma til Føroyar at ferðast,
leggja ikki heilt einki eftir
seg her, halda tey, sum
umsita kuningardiskin á
flogvøllinum í Vágum.
Anna Sofía Nordendahl,
ið arbeiðir á Kunningar-
stovuni í Vágum, sigur, at í
bara tveir dagar her eftir
ólavøsku, rindaði kunning-
ardiskurin ikki færri enn
50.000,- krónur aftur fyri
sølu av tollfríum - ella Tax
Free - vørum í Føroyum.
– Tað merkir, sigur Anna
Sofía Nordendahl, at tey
hava keypt fyri eina fjórð-
ings millión, ella har á leið,
meðan tey hava verið í Før-
oyum.
Hon sigur, at talan er fyri
heilt stóran part um før-
oyskar vørur, tey keypa.
Troyggjur og aðrar vørur úr
ull tykist vera tað heilt
stóra, vísir hon á.
Tey feðrafólkini, sum tey
við kunningardiskin serliga
hava lagt merki til hesar
dagarnar, eru norðmenn og
bretar, sigur Anna Sofía
Nordendahl. Men eisini
føroyingar,
sum
búgva
uttanlands, og hava verið
heima og ferðast, tykjast
keypa nógvar føroyskar
vørur við sær, tá tey fara
avstað aftur.
Ferðafólkini brúka nógvar pengar
Nú avgerðin um
fiskiloyvið hjá
Jógvani S er tikin og
kunngjørd, stendur
eftir at rudda upp í
bæði umsiting og
sjálvum
lógarverkinum, sigur
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður við
fiskivinnumálum
JÓGVAN S
Edvard Joensen
Málið um Jógvan S hevur
verið við til at skundað
undir eina upprudding í
lógini um vinnuligan fiski-
skap. Eisini fer at verða
hugt at mannagongdum
innhýsis í Fiskimálaráðn-
um. Málið fer at fáa fylgjur
fyri stovnin sum so, men
Jacob Vestergaard, lands-
stýrismaður við fiskivinnu-
málum veit ikki, um tað
eisini fær persónliga fylgjur
fyri embætismenninar, sum
hava avgreitt málið.
– Hetta málið er ikki lið-
ugt enn. Nú fer eftirspælið
at
koma,
sigur
Jacob
Vestergaard og sipar til at
hann nú væntar, at reiðaríið
hjá Jógvani S fer at leggja
endurgjaldskrav móti Fiski-
málaráðnum.
– Tað er gjørt eitt mistak
í umsitingini av málinum,
og tað havi eg nú rættað
aftur. So fer aftan á at vísa
seg,
hvørjar
fylgjurnar
verða, sigur hann.
Hvat endurgjaldið fer at
ljóða uppá, sigur hann seg
ikki hava nakað boð uppá.
Men hann ivast ikki í, at tað
kemur. Heldur ikki hevur
hann nakað boð upp á,
hvussu tað í so fall fer at
spæla av.
Landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum vísir til
tær ymisku tulkingarnar,
sum bæði politikarar, em-
bætisfólk og løgfrøðingar
hava av lógini um vinnuliga
fiskiskap.
Tvær ymsar løgfrøðiligar
kanningar hevur hann biðið
um, og tær eru ikki samdar.
Umframt hava so bæði
umsitingin í Fiskimálaráðn-
um og Landsstýrismála-
nevndin gjørt sínar niður-
støður. So landsstýrismað-
urin metir hetta fara at
verða eitt mál fyri rættin at
avgera.
Onnur hava heldur greið-
ari støðu. Eitt nú metir for-
maðurin í Felagnum Línu-
skip, Rólant Poulsen, sum
av fyrstan tíð reisti málið
um Jógvan S, at har er ikki
so nógv at koma eftir, tí
reiðaríið
hevur
longu
frammanundan tvey fski-
før, sum hava hvørt sítt
veiðiloyvi.
Tað,
sum
Jógvan S hevur havt fyri-
bils, verður nú bara at taka
sundur aftur og leggja út
aftur til tey upprunaligu,
heldur Rólant Poulsen.
Jacob Vestergaard, lands-
stýrismaður, sigur, at tað, at
tilsøgnin nú er tikin aftur,
merkir, at skipið skal gevast
at fiska beinanveg. Tað
sleppur ikki at halda fram
til fiskiárið endar tann 31.
august.
Jacob Vestergaard fekk í
síni tíð sum uppgávu frá
løgmanni at rudda upp í
Fiskimálaráðnum, tá hann
tók við sum landsstýris-
maður.
Tað vil kortini ikki siga,
at hann skuldi ganga runt
og blaka fólk til hús, uttan
heldur gera arbeiðsgongdir
og lógarverk einfaldari og
lættari at umsita og skilja,
sigur hann.
Síðan hann tók við er í
fyrsta lagi tað hent, at slík
mál sum tað við Jógvani S
ikki bara verða avgreidd á
embætismannastigi, men
fara altíð til landsstýris-
mannin eisini.
Um tað fer at virka við
afturvirkandi kraft, og so-
leiðis kanska fáa fylgjur
fyri teir embætismenninar,
sum avgreiddu málið um
Jógvan S, vil landsstýris-
maðurin ikki siga nakað
um.
At tað vóru tveir embæt-
ismenn, sum avgreiddu
málið, komst av, sigur
Jacob Vestergaard, at sum
arbeiðsgongdin var tá, var
tað vanligt at gera so.
– Hevði talan verið um
eitt innflutt skip, var tað
øðrvísi, tí so kom lands-
stýrismaðurin uppí. Men
her var talan um skip, sum
gott nokk var farið úr før-
oysku skrásetingini, men
ongantíð skrásett aðra-
staðni og tí framvegis varð
roknað sum føroyskt skip,
hóast
eigararnir
vóru
útlendskir.
– Tað hevur ongantíð ver-
ið politikkur uppi í hasi av-
greiðsluni, hóast Fólka-
flokkurin hevur verið lagd-
ur undir bæði líkt og ólíkt í
hesum málinum, leggur
Jacob Vestergaard dent á.
Málið var eitt avgreiðslu-
mál, sum fyrisitingin tók
sær av.
At tað hevur drigið út við
almannkunngeringini
av
niðurstøðu
landsstýris-
mansins kemst av, at hann
hevur vilja kunnað bæði
egnan flokk og samgong-
una um málið, áðrenn tað
varð avgreitt endaliga, sig-
ur hann. Men niðurstøðan,
hann nú hevur kunngjørt, er
tann sama, hann kom til
fyri ólavsøku.
Spurdur um tað var full
semja í Fólkaflokkinum um
tað, hann hevur gjørt av,
svarar Jacob Vestergaard, at
tað er ikki viðgjørt í flokk-
inum, um avgerðin er røtt
ella ikki. Flokkurin er bara
kunnaður um tað, hann
hevur gjørt av.
Nú skal ruddast upp
Kuningardiskurin á flogvøllinum rindaði í tveir dagar eftir
ólavsøku 50.000,- krónur aftur fyri tollfríar vørur, sum
fremmand ferðafólk høvdu keypt í Føroyum
Mynd: Edvard Joensen
Jacob Vestergaard fer at rudda upp í lógini um vinnuliga fiskiskap, eins og hann eisini fer at
hyggja at arbeiðsgongdum í Fiskimálaráðnum. Men um málið um Jógvan S fer at fáa persónligar
fylgjur fyri nakran, vil landsstýrismaðurin ikki siga nakað um
C
M
Y
K
5
4