fríggjadagur 8. august 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Listastevnan 2003
sett, og ellivu yrkjarar
virðisløntir
SETAN
Heri á Rógvi
Kanska tað vóru fleiri tóm
setur enn fólk við setanina
av Listastevnuni. Í ár varð
setanin hildin í kykmynda-
myrkrinum í Havnar Bio.
Orsøkin til kykmyndahøll-
ina var, at ein filmur skuldi
sýnast, og Le Cirque Invis-
ible er ikki so at skumpa av
pallinum í Norðurlanda-
húsinum.
Setanin í ár var fyri eyga
og oyra nógv minni spenn-
andi enn í fjør. Tað kann
undran ein, at tað ikki verð-
ur gjørt meira burturúr og
kanska meira alment, at
Listastevnan, sum størsta
árliga mentanartiltak fer av
bakkastokki.
Á skránni vóru røður frá
mætum fólkum. Stjórin fyri
Norðurlandahúsið bjóðaði
vælkomin og segði nøkur
um stevnuna.
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum, Høgni Hoy-
dal, setti sjálva Listastevn-
una. Hann legði í røðu sín-
ari stóran dent á, at tað var
mentanin, sum gjørdi tað
liviligt í Føroyum.
Hann byrjaði røðu sína
við at siga frá, at landafrøð-
ingurin Hans Holm eina-
ferð hevði sett sær fyri at
finna annað stað í heim-
inum, sum líktist Føroyum
sum mest. Hann fann tvey
onnur støð. Munurin var
tann, at tað var bara í Før-
oyum, at tað búðu fólk.
Og Høgni Hoydal segði
seg vera ernan av, at tað var
so livilig, spennandi og ríkt
í Føroyum við so góðari og
fjøllbroyttari mentan.
11 yrkjarar
Í hesari kappingini er tað
ikki, sum við flestum øðr-
um kappingum, at tað bert
er ein vinnari.
Høgni Djurhuus, limur í
dómsnevndini í yrkinga-
kappingini, var væl upp-
lagdur við setanina, og orð-
ini fullu væl frá honum.
Saman við Kim Simon-
sen og Bergljót av Skarði
hevur hann mannað eina
dómsnevnd, sum skuldi
velja út millum innsendar
yrkingar í eini yrkinga-
kapping. Kappingin varð
útskrivað í sambandi við
Listastevnuna, og vinnarar-
nir vóru kunngjørdir á
setanini mikukvøldið.
Áhugin hevur eftir øllum
at døma verið øgiligur. Ikki
færri enn 126 yrkjarar
sendu í alt 426 yrkingar inn.
Í
sínari
grundgeving
nevndi dómsnevndin mill-
um annað, at leitað varð
eftir poetiskum spenningi,
yrkjarum, sum finna nýggj-
ar metaforar og frástøðan
til evni. Málið í yrking-
unum skuldi hvørki vera ov
danskt eiheldur ov gerand-
isligt. Og alt hetta hava teir
ellivu yrkjararnir, sum eru
nevndir aðrastaðni á síðuni,
megnað at gjørt. Summir
enntá í fleiri førum.
Dómsnevndin er av teirri
fatan, at nógvar av yrking-
unum er á einum høgum
støði, og við vegleiðing
kann nógv spennandi spyrj-
ast burturúr hjá góðu yrkj-
arunum.
Teir ellivu yrkjararnir fáa
5.000 krónur hvør fyri
ómakin. Yrkingarnar verða
ikki givnar út í bók, men
verða lisnar í útvarpi Før-
oya teir dagarnar, Lista-
stevnan er. Vit hava við
loyvi
frá
Listastevnuni
prentað eina av yrking-
unum.
Moving north
Eftir at ein yrking varð lis-
in, og spennandi kórið Tar-
ira hevði framført, segði
Sunnleif Rasmussen nøkur
orð. Hann er heiðursforseti
fyri Listastevnuna, og hans-
ara uppgáva er at tryggja
listarliga støði.
Og eftir hansara tykki
kann Listastevnan bjóða
list á sera høgum støði.
Men tað listarliga høga
støði er ikki altíð tað, vit
kenna frá stóru miðlunum,
helt hann fyri.
So kundu reyðu stólarnir
í kykmyndahøllini koma til
sín rætt. Filmurin Moving
North varð vístur. Filmurin
er settur saman av tíggju
stuttfilmum. Hvør einar
fimm minuttir til longdar,
og temaið í øllum er dansur.
Og sjálvandi er føroyski
dansurin eisini við í hesum
norðurlendska samstarv-
inum. Tað er leikstjórin,
Katrin Ottarsdóttir, sum
hevur gjørt ein stuttfilm um
føroyskan dans. Í hennara
filmi sita fyrst nakrar før-
oyingar og smakka sær á
við donskum øli í Keyp-
mannahavn. Eftir at nakað
er komið niðurum verður
farið upp á gólv. Ein dalb-
ingur við eyðkendari rødd
skipar Regin Smið. Filmur-
in er ein lýsing av føroyska
dansinum í stevi, sosialum
samanhangi og sangi. Film-
urin er sermerktur, og fólk
skulu sjálvi sleppa at upp-
liva filmin og gera sínar
egnu metingar.
Men filmurin er ikki
helvtina so undar-
ligur sum onkur av
hinum filminum í
Moving North. Men
vit døma ikki um,
hvør er betri. Øll
Norðanlond uttan
Grønland eru um-
boðaði, og serliga
íslendsku filmarnir
eru spennandi.
Við tíggju stutt-
filmum byrjaði so
Listastevnan 2003.
Næstu ellivu dagar-
nir fara at vísa, hvat
føroyingar siga um
list á sera høgum
støði.
Modernisma
Modernisma
er ein brotin rútur
sum stendur
og gálvar
eftir tær
tíðliga og seint,
har hugtøk reflektera
í brotum
sum standa
hóttafull eftir,
torir tú inn
torir tú út,
og tú liggur
í andvekri
og telur brotini
og ger støðuna upp
í morgin skal tað verða.
Modernisma
er ein vongbrotin fuglur
sum yvirhálar hinar innanvert,
(halt mær til góðar,
eg visti ikki,
at kaffið var so heitt),
og tú undrast hví
tú ikki hevur ansað eftir tí fyrr
hví júst nú,
eg leggi kortini í skuffuna
áðrenn húsið rapar.
Modernisma
er ein halgidómur
sum fær regnið at tagna
og sílini
sum liggja inni á botni
at skríggja
hvørja ferð SVF
endursendur
gjar og flidna rendur
uttan at nakað hendir
og vónloysið aftur
sjálvt spyr
um tað kann sleppa
til viðgerðar
í harðari kapping
við útsynning
og tað
sum við honum kemur.
John Dalsgarð
Høgt flúgvandi list
11 yrkjarar
Hesir ellivu yrkjararnir fingu
virðisløn í yrkingakappingini í
sambandi við Listastevnuna:
John Dalsgarð
Sólrún Mikkelsen
Oddfríður Marni Rasmussen
Theodor Eli Dam Olsen
Hans Jácob Kollslíð
Jóngerð Poulsen
Niclas Rasmussen
Bárður Persson
Høgni Egholm
Alexander Kristiansen
Martin Mouritsen
Birgir Kruse fær handað Tingakrossin
sum sýmbol uppá, at hann, sum umboð
fyri Tórshavnar kommunu, verður
formaðurin fyri Listastevnuna 2004.
Mynd: Maria Olsen
Hann dugir annað enn at stjórna symfoniorkestrum.
Martin Mouritsen verður her virðisløntur fyri sínar dygdir
sum yrkjara.
Mynd: Maria Olsen
6
Nr. 147 - 8. august 2003
Nr. 147 - 8. august 2003
7
Strandfaraskipið
Teistin, sum siglir
millum Gomlu Rætt
og Skopun, hevur ikki
verið í sigling síðani
5. mai. – At eitt skip
er úr sigling so leingi
er ikki rímiligt, sigur
stjórin á Strand-
ferðsluni, Kristian
Davidsen, sum tó
hevur fingið lovað, at
skipið verður klárt at
taka í sigling aftur
áðrenn 1. september
STRANDFERÐSLAN
Ingrid Bjarnastein
Nýggjasta skipið í flot-
anum hjá Strandfaraskipum
Landsins, Teistin, hevur
verið burtur úr sigling
síðani 5. mai í ár. Nú skriva
vit august, og skipið er
framvegis á turrum á
Skipasmiðjuni á Skála.
Talan er um góðar tríggj-
ar mánaðar, at skipið hevur
verið burtur úr sigling, og
metir stjórin á Strandferðsl-
uni, Kristian Davidsen,
ikki, at hetta er rímiligt.
– At eitt skip er so leingi
burtur úr flotanum kann
ikki góðtakast í sær sjálv-
um, sigur hann.
Bógskrúva
Í løtuni verður bíðað eftir
einum luti til bógskrúvuna,
so hon kann rigga sum hon
skal. Talan er um eina stýr-
ing til ein elektromotor,
sum ger, at bógskrúvan
kann brúka fulla virkt.
– Hetta er ein garanti-
trupulleiki, sum skal rigga.
Vit vóru ein royndartúr við
Teistanum fyri tveimum
ella trimum vikum síðani,
og tað riggar ikki heilt við
el-skipanini á skipinum. Tá
var spurningurin so um vit
skuldu seta Teistan aftur í
sigling fyribils, men vit
hava gjørt av, at bíða til
Teistin siglir sum hann
skal, greiðir strandferðslu-
stjórin frá.
Ein av orsøkunum til, at
arbeiðið hevur drigið út er
verkfallið, sum var fyrr í
vár. Skipasmiðjan á Skála
hevur eisini havt trupulleik-
ar við at fáa el-skipanina at
rigga.
– Vit hava heitt staðiliga
á Skipasmiðjuna um at fáa
arbeiðið liðugt, og vit hava
fingið lovað, at tað verður í
august, so áðrenn 1. sept-
ember verður Teistin aftur í
sigling,
sigur
Kristian
Davidsen.
Meðan Teistin hevur ligið
á turrum hevur Ternan røkt
siglingina um Skopunar-
fjørð.
– Ternan klárar at nøkta
tørvin um summarið tá
veðrið er gott. Tað er eisini
ein av orsøkunum til at vit
vilja hava Teistan áðrenn
veturin kemur og veðrið
verður verri. Tá vit hava
fingið skipið aftur, verður
ein eftirmeting gjørd, og
vitað verður, hvat kundi
verið gjørt betri, sigur
Kristian Davidsen, stjóri á
Strandferðsluni at enda.
Teistin klárur í august
At tilsøgnin um
veiðiloyvi hjá Sp/f
Nakki verður tikið
aftur, má hava við
sær, at øll hini 32
loyvini, sum vórðu
givin eftir somu
treytum, verða tikin
upp aftur til nýggja
viðgerð og møguliga
tikin aftur. Alt annað
er grovt brot á
rættartrygdina, sigur
Halgir Winther
Poulsen, advokatur
JÓGVAN S MÁLIÐ
Rúnar Reistrup
- Hetta er eitt sindur verri
enn tað, sum vit higartil
hava upplivað. Dómurin
verður útintur, uttan at
maðurin fær høvi at siga
sína meining. Tað plaga vit
ikki at gera her um okkara
leiðir, sigur Halgir Winther
Poulsen,
advokatur,
spurdur um hvussu grovt
hann metir avgerðina hjá
fiskimálaráðnum um at
taka tilsøgnina um veiði-
loyvi hjá Sp/f Nakki aftur,
gera seg inn á rættartrygd-
ina hjá einstaka borgaran-
um.
Í umbidnu frágreiðing
síni um sonevnda Jógvan S
málið, sum Halgir Winther
Poulsen læt fiskimálaráð-
harranum mánadagin 4.
august, skrivar advokaturin,
at eftirsum at landsstýris-
málanevndin byggir sína
avgerð um Jógvan S málið
á, at atlitini, ið lógu til
grund fyri avgerðini um at
játta tilsøgn um veiðiloyvi
vóru
ósaklig,
má
tað
merkja at øll hini 32 málini,
sum hava verið viðgjørd út
frá sama grundarlagi, eisini
hava verið viðgjørd á ein
ósakligan hátt. Tí mugu øll
hini 32 málini um flyting av
veiðiloyvum eisini takast
upp av nýggjum og møgu-
liga takast aftur, um loyvi
hjá Sp/f Nakki verður tikið
aftur, skrivar advokaturin.
»Verður tað hinvegin ikki
gjørt, og verður loyvið til
Sp/f Nakk tikið aftur, gera
myndugleikarnir seg sekar í
grovum broti móti javnrætt-
indum borgaranna«, sten-
dur at lesa í frágreiðingini
hjá Halgir Winther Poulsen.
Fiskimálaráðharrin, Jacob
Vestergaard, valdi miku-
kvøldið at taka tilsøgnina
um veiðiloyvið hjá Sp/f
Nakki aftur, eftir trýsti frá
landsstýrismálanevndini.
Halgir Winther Poulsen, advokatur, um Jógvan S avgerð:
Grovt brot á rættartrygdina
Á Skipasmiðjuni á Skála
verður arbeitt við at fáa
nýggjasta skipið í flotanum
hjá Strandfaraskipum
Landsins aftur á sjógv
Teistin hevur verið úr sigling síðani 5. mai í ár.
Strandferðslustjórin hevur tó fingið lovað, at hann verður
klárur at taka í nýtslu aftur áðrenn 1. september
C
M
Y
K
7
6