fríggjadagur 8. august 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ovfarandi er ikki
nøktandi orð at lýsa
ósjónliga sirkussið
hjá Victoria Chaplin
og Jean-Babtiste
Thierrée, sum tók
øll á bóli í Norður-
landahúsinum
mikukvøldið. Og í tí
løgna endanum
tóku áskoðararnir
eisini sirkusparið á
bóli
LISTASTEVNA
Rúnar Reistrup
Allur salurin reistist í
berum ovfarni og gav
sirkusparinum standandi
lógvabrestir, meðan tey
bæði Victoria Chaplin og
Jean-Babtiste
Thierrée
fyrst bukkaðu og so
annars hildu fram við at
ovfara við nýggjum smá-
um sirkusinnsløgum. Eitt,
tvey og seks ella sjey
nýggj smá innsløg á pall-
inum bleiv tað til, alt
meðan fólk stóðu uppi og
klappaðu.
So bleiv salurin eitt
sindur ljósari, og áðrenn
nakar visti av, vóru hálv-
trýss børn farin av sínum
plássi og inn á pallin, har
tey jagstraðu dunnur og
eina yvirvaksna kanin.
Men framførslan var
ikki liðug enn. Aftan fyri
leiktjøldini stóðu Victoria
Chaplin og Jean-Babtiste
Thierrée og fyrireikaðu
seg til stóru finaluna,
men hon kom ongantíð.
Tí tey (kanska í so) fram-
ligu føroysku børnini
kundu ikki bíða longur
eftir at sleppa at hitta
sirkusdjórini andlit til
andlit, og tey (kanska í
so) passivu foreldrini
fingu seg ikki til at steðga
teimum.
Øll bilsin
Tað var stórt spell, tí
hóast framførslan vardi í
yvir tveir tímar, so hungr-
aði yvirritaði eftir meir,
og tað gjørdu nógv onnur
eisini. Áskoðararnir í sal-
inum vóru ovfarin av at
man kann gerast so ovfar-
in so ofta, og í gjáramorg-
unin kundu listastevnu-
fyrireikararnir siga frá
um at onkur av áskoðar-
unum beinanvegin hevði
tryggja sær atgongumerki
aftur til næstu sýning.
Sambært Listastevnu-
fyrireikarunum gjørdust
Chaplin
og
Thierrée
ógvuliga ovfarin av at
føroysku børnini vóru
so... framlig. Men tey
vóru hvørki firtin ella
ónøgd, bara ovfarin, bils-
in og paff, sum restin av
fólkinum í Norðurlanda-
húsinum
hetta
løgna
kvøld.
Hvat er hatta
mamma?
Hvat ósjónliga sirkusið,
ella »Le Cirque Invis-
ible« er, er ikki so lætt at
greiða frá. Onkuntíð er
tað vanligt sirkus við
klovni og línudansara,
onkuntíð gandakynstur
fyri børn, og so kemur
knappliga okkurt heilt
annað, sum vekir tankar
til lívs og drepur øll fyri-
varni, so tú ikki kanst
annað enn at gapa og
svølgja øllum rátt, sum
Chaplin
og
Thierrée
skapa á pallinum.
Spurningurin »Hvat er
hatta fyri nakað mamma?«
man hava verið sagdur
við undrandi rødd fleiri
túsund ferðir í Norður-
landahúsinum mikukvøld-
ið, tí hann hoyrdist sum
ein støðugur undirtóni
ígjøgnum alla framførsl-
una. Og løgi var tað.
Meginparturin av áskoð-
arafjøldini vóru barna-
familjur, og meðan børn-
ini stuttleikaðu seg óført
tá sirkusparið gandaði
við kaninum, dunnum og
dúgvum, sótu tey sum í
einari fremmandari verð
tá pallframførslan knapp-
liga gjørdist ómetaliga
løgin og hugtakandi. Og
á sín egna sermerkta hátt,
stuttlig. Chaplinsk.
Sum partur av Lista-
stevnu Føroya er
listaframsýning á
Tvøroyri í hesum døg-
um. Gallaríð Oyggin
hýsir málningum hjá
trimum listamálarum
LISTASTEVNA FØROYA
Heini í Skorini
Meðan borgarstjórin í Klaks-
vík ikki er nøgdur við, at
Listastevnan ikki er komin
norður í myrkri í Klaksvík,
kunnu íbúgvarnir á Tvøroyri
harafturímóti gleðast um, at
teir eisini hava møguleika at
fáa ein bita av mentanarkøk-
uni.
Gallaríð Oyggin á Tvør-
oyri hýsir nevniliga máln-
ingum hjá trimum lista-
monnum, og er tað tvørá-
maðurin Palli Julsgart saman
við navnframa Kára Svens-
son, sum sýna listadygdir
sínar. Saman við báðum før-
oyingunum luttekur ein út-
lendingur eisini á gallaríð-
num.
Gallaríð Oyggin hevur
havt opið í 2-3 ár, og hevur
talan allatíðina verið um tætt
samstarv við sjálvan mið-
depilin á stevnuni, Norður-
landahúsið.
Sera Chaplinskt
Gallaríð Oyggin
hýsir
listaframsýning
Í hesum døgum hýsir Gallaríð Oyggin á Tvøroyri listaframsýning
»Hvat er hatta
fyri nakað
mamma?«
spurdu børnini
upp í saman alt
kvøldið
Zebrair, strutsar,
fiskar, kaninir og
øll møgulig onnur
djór vóru á palli.
Nøkur teirra
verulig, men flestu
teirra spæld av
Victoriu Chaplin
8
Nr. 147 - 8. august 2003
Nr. 147 - 8. august 2003
9
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
7. Rut. Dagurin vígdur minninum um kvinnuna, sum Rutsbók í Gamla testamenti er skrivað um. Týdningurin av
bíbilska navninum er ókendur, kanska merkir tað vinkona ella trúgv.
Davia Henriksen,
heimahjálp
25 ára starvsdag
Kolbein Simonsen
50 ár
5. august fylti Kolbein
Simonsen í Havn 50 ár.
Kolbein er havnarmaður,
sonur Sigrid, f. Henriksen,
úr Sandavági, og Jóhan
Simonsen, skipara, úr Hoy-
vík. Kolbein er útbúgvin
radiomekanikari,
hann
lærdi í S.H. Jacobsens
Radiohandli í Havn og ar-
beiddi har í nógv ár. Hann
hevur eisini arbeitt á Elek-
tron. Annars er hann best
kendur innan føroyska tón-
leikalívi, har hann spælir
bassgittara. Hann hevur
spælt og spælir saman við
ymiskum tónleikarum sum
t.d. Ólavi Øster, Rúnu á
Heygum og Georg Eystan
Á. Eisini siglir hann nógv
við Norrønu sum tónleik-
ari.
9. mai vóru 75 ár liðin síð-
an fyrstu KFUK-skótarnir í
Føroyum lovaðu lyftið. Tað
var Henrietta Hansen av
Gørðunum í Vági, sum
stovnaði fyrsta gentuskóta-
arbeiði í Føroyum. Sam-
bært gerðabókunum hava
fleiri gentur verið inn-
meldaðar longu 2. januar
1928 og fyrsti "prøvin",
sum
tá
varð
kallaður
rekrutprøvin, er tikin 3.
mai.
Á stórari samkomu í
KFUK tann 9. mai 1928
lovaðu 28 gentur og leið-
arar lyftið. Av teimum
fyrstu leiðarunum kunnu
nevnast, umframt frøkin
Hansen (sum skótarnir
kallaðu Henriettu) eisini
Bette Poulsen í Havn. Petra
Højgaard (gift Rasmussen)
úr Rituvík, Helga Christi-
ansen (gift Øregaard) úr
Kvívík og Olivia Arge (gift
Gregoriussen) í Havn.
Henrietta var læraralærd
í Danmark, áðrenn hon
bleiv skrivari í KFUK í
Havn, sum hon sjálv stovn-
aði í 1920. Sum skrivari
gjørdi hon ofta ferð niður
til Danmark á skeið, og har
fekk hon innlit í KFUK-
skótaarbeiðið. Hon var sera
hugtikin av hesum spenn-
andi ungdómsarbeiði og
við góðari vegleiðing frá
KFUK-skótunum í Dan-
mark, sum vórðu stovnaðir
í 1919, stovnaði hon so
gentuskótarnar í Havn.
Ein tíð gekk, áðrenn lóg,
lyftið,
skótasangir
o.a.
blivu umsett til føroyskt, so
at fyrsta lyftið varð lovað á
donskum:"Jeg lover på min
Ære efter bedste Evne, at
være tro mod Gud og mit
Fædreland, at være hjælp-
som mod alle Mennesker
og holde Spejderloven".
Til 50 ára haldið í 1978
varð ein nýggj grein av
KFUK-skótum
stovnað.
Einaferð skóti – altíð skóti,
verður sagt, og hetta hildu
eisini nógvar av teimum
tilkomnu kvinnunum, sum
vóru við til hátíðarhaldið,
at okkurt mátti gerast við.
Síðan hevur 4. grein verið
virkin. Teirra 25 ára stovn-
ingardagur
varð
hildin
fríggjakvøldið 9. mai í
KFUK, har umleið 25
"gamlir" skótar vóru møttir.
75 ára dagurin varð
hildin í KFUK sunnudagin
11. mai 2003. Eftir guðs-
tænastuna í Havnar kirkju
var døgurði fyri innbodnum
á Hotel Hafnia. Eisini var
almenn móttøka í KFUK
og legubál á KFUK-trøðni.
Kelda: KRUNG 3/2003: Ása Olsen
7. august hevði Davia Henriksen 25 ára starvsdag
í Heimarøktini í Sandoynni. Davia, f. Clementsen,
er fødd á Sandi 20. november 1941. Hon er gift við
Jón Mikkjal Henriksen, (Nonna), og eiga tey 5
børn.
Davia hevur nógv áhugamál. Hon hevur stóran
áhuga í sjónleiki og er virkin í fornminnisfelag-
num. Hon er deknur í Sands kirkju, og hevur góða
rødd bæði til sang og upplestur, sum mong hava
gleði av.
Við hesum fáu orðum ynskja vit Daviu hjartaliga
tillukku við hesum stóra degi.
Bestu heilsanir
Starvsfelagar í Heimarøktini, Sandoyar øki
Kristian Djurhuus
60
Í dag, fríggjadagin 8. au-
gust, fyllir Kristian Djur-
huus í Havn 60 ár. Hann er
sonur Esther, f. Lützen,
sum var tannlækni, og Jó-
han Djurhuus, fyrrverandi
skrivstovustjóra hjá Lands-
stýrinum.
Kristian tók students-
prógv í Hoydølum í 1965.
Hann fór til Danmarkar at
lesa og tók prógv sum
tannlækni. Heimafturkom-
in starvaðist hann á Tann-
læknastovuni hjá móðurini,
og síðani hon legði frá sær,
hevur hann rikið Tann-
læknastovuna víðari. Hann
hevur
tveir
tannlæknar
aftrat sær.
Kristian er giftur við
Birgith Jacobsen úr Vági og
tey eiga trý børn, tveir synir
og eina dóttir.
KFUK-skótarnir 75 ár
KFUK skótar í dag
C
M
Y
K
9
8