Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 147 - 8. august 2003 Nr. 147 - 8. august 2003 11 Undir orðaskiftinum um løgmansrøðuna komu fram tvey grov og púra ógrundað álop á føroyskar fjølmiðlar. Eitt álopið var gjørt av framsøgumanni Miðfloksisn og var hetta eitt sera ósakligt og ógrundað álop á Útvarp Føroya. Hetta kom fram undir umrøðu av eini komandi nýggjari kring- varpslóg, har framsøgumaðurin nærum vildi áleggja landsstýrismanninum í mentanmálum at censurera útvarpsins tíðindaflutning. Framsøgu- maðurin skuldsetti útvarpið fyri at bera rong tíð- indi um USA og tess forseta, um Tony Blair o.m.a. Slík tala hoyrir ikki heima í einum fólkaræðilig- um parlamenti, har ein átti at viðurkent, at fræls og óheft pressa er ein týðandi táttur í politisku skipanini. Tá hetta er sagt, eigur tað eisini at verða nevnt, at tíðindaflutningurin í Vesturheiminum um USA og eitt nú kríggið í Irak er um ikki stýrdur so í hvussu so er í stóran mun ávirkaður av USA. Søgan frá Golf krígnum er um at endur- taka seg. Har vísti tað seg eftir kríggið, at tann myndin almenningurin fekk av krígnum gjøgnum fjølmiðlarnar var tann mynd, ið USA vildi hava heimin at síggja. Vit máttu enn einaferð sanna, at í kríggj er sannleikin fyrsta offrið. Soleiðis man eisini fara at vera við krígnum í Irak, sum nú er um at beina fyri Tony Blair politiskt eins og Anders Fog Rasmussen, sum leyp á leistum fyri USA, er farin at orna um skallan. Annað álopið á fjølmiðlarnar kom frá landsstýris- manninum í almannamálum, sum eftir eina ann- ars áhugaverda røðu endaði við einum grovum og púra óskiljandi álopi á fjølmiðlarnar. Álopið var fylgt av nøkrum hugleiðingum um maktina og um hvussu maktin nú endiliga av fólkinum var givin teimum ráðandi. Landsstýrismaðurin end- aði við at citera Kafka! Burtursæð frá, at føroy- ingurin, sum eygleiðir politiska spælið, mangan kennir seg sum verandi staddur í kafaskum høpi, var eisini hetta álop heilt burturvið. Men bæði álopini hava tað til felags, at tey avdúka, at teir, ið nú ráða fyri borgum, vilja ikki gjøgnumskygni. Teir vilja ikki hava nakran at hyggja teimum í kortini. Tí ræðast teir eina frælsa óhefta og at- finningarsama pressu. So kanska skuldu fjøl- miðlarnir uppfata hesi ógrundaðu og ósakligu álopini sum eitt herðaklapp! Føroysku fjølmiðl- arnir, sum vanliga ikki uppfata seg sum serstak- liga vaknar og kritiskar, eru kanska eitt vet meira professionellir og vaknir, enn vit sjálvi mangan hava lyndi til at halda! DAGSINS MEINING Sosialurin Ógrundað álop á fjølmiðlar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Heri Mohr ("_.) Í gjárkvøldið vitjaði eg Fridu í Sløttumørk. Hendan vitjanin inniber, at eg fari at vitja Fridu eitt sindur títtari. Í tíggju ár hevur hon stetlað einsamøll í sínum barndómsheimi, eini eldri húsum við trimpli, kvisti og flagtaki, og har krevjast stórar ábøtur. Ja, Jógvan, nú eru liðin 10 ár, síðan hon misti mann sín eftir drúgva sjúkralegu. Barnleys vóru tey. Tó, ein dóttir kom í teirra verð, men stokkut var gleðin. Lítla Elsa doyði ársgomul. Tað er so hugnaligt og vælhildið inni hjá Fridu, men húsið og uttanum er alt farið í órøkt, og tað pínir hana. Hennara virkna og bøtandi hond maktar ikki at halda húsini við líka. Men væl dugir hon at práta, og hon fylgir væl við í øllum ti, sum fyriferst bæði úti og heima. Tað er ikki ov nógv sagt, at hon er vitug og væl lisin. Hon er ein trúgvur kundi á bóka- savninum. Minni hevur hon so gott sum fáur. Ólavsøkan er farin afturum, og tað kom mest sum av sær sjálvum, at vit prátaðu um, hvussu ólavsøkan varð hildin, tá ið vit vóru ungar, og so nú, hvar alt tykist at vera ein meldur av óstýri- ligum peningaoyðsli, sum í ávísan mun er pyntað við gandaorðinum: mentan! — Mangt er broytt, vóru vit samdar um, og við tí niður- støðu tagnaðu hugleiðing- arnar um "fyrr og nú". Og vit nutu kvirruna. Lýtt úti og ikki ein ond. Vindeygað víðopið, og fuglasongur smoygdi sær stillisliga inn, har vit báðar sótu. Dýrd á vík og vág, njóraði Frida spakuliga, meðan hon stardi seg langt burtur í annan heim. Eg minnist, segði hon so, ólavsøkuhendingar fyri mongum árum síðan. Krist- ian og eg vóru nýgift. Sum siður er á ólavsøku, válaðu nógv fólk oman og niðan prátandi, syngjandi, í góðum lag. Eisini vit bæði høvdu válað og sungið soleiðis á Áarvegnum og niðan eftir í Plantaguna — nýgiftum líkt - og komin oman aftur móti Sjónleik- arhúsinum um 4-tíðina ólavsøkunátt, gekk føroyski dansurin so lystiliga uttan fyri Sjónleikarhúsið. Sumbingar kvóðu. Kanska var tað Grettis kvæði, sum varð kvøðið, spyr meg ikki, eg eri mest sum ónytta í føroyskum dansi, skomm at siga. Hetta fær meg at hugsa um Janus, sum so meistarliga við síni yrking Hin friðleysi setti seg undir liðina á Jákupi Nólsoy for- paktara við kgl. handlinum úti í Havn. Hann ber orð fyri at hava yrkt Grettis kvæðið, skrivaði Jóannes Patursson í GYLTU BÓK fyri 75 árum síðan. Malan, í mínari verð er bert ein Janus, og sama alsk hevði Kristian til skaldskap Janusar. Rættiliga nógv fólk vóru har, men einans sumbingar vóru í ringinum, og eingin av teimum, sum lýddu á, fór upp í dansin. Tað hevði verið halgibrot. Ein guda- borin andakt og lívs- mergjað lívsløta, sum gjørdi ta ólavsøkuna ó- gloymandi fyri okkum báð- um. Komin til hús hendan sjáldsama vakra ólavsøku- morgun minnist eg, at Kristian tók nakað soleiðis til: Harrin viti um Beet- hoven á sínum ungu árum vitjaði Sumba og har hevur hoyrt sumbingar kvøða, meðan Sumbiarhólmur "vóð í skúmi og brimroki". Kanska hevur hann fingið íblástur til finaluna í 9. symfoni eina slíka nátt á Beinisvørði. Vit bæði vóru eisini somu ólavsøku á einum fundi úti á Skansanum. Eins og nú tosaðu loysingarmenn tá um at yvirtaka rættarmál. Á hesum fundi talaði ein av undangongumonnunum fyri "kvetting við Dan- mark". Niðurstøðan í hans- ara annars so frálíku og mergjaðu talu var: Heldur ein føroying, ið dømur skeivt, enn ein dana, ið dømur beint. So, Malan, tú skilir, at lítið er er broytt í føroyskum politikki hesi mongu ár. Jógvan! — Tá ið Frida hevði greitt mær frá hesum, hugsaði eg: Av sonnum ein ólavsøka við lívsgleði og —megi og nationalistiskari fávitsku lið um lið. Jú, høgt var til loftið og vítt til veggja – lykke, ulykke de gange på rad – Eg hevði reist meg at siga góða nátt við Fridu, tá hon segði, í tí hon gav mær hondina: Malan, nú eitt kvøldið fekst tú vitjan av einum fremmandum manni saman við Pæturi. Mannin kennir tú ikki, men eg kann her lata meg upp fyri tær: Ásmundur, soleiðis eitur maðurin, og eg eru vorðin góð, og um stutta tíð fer hann at umvæla, snáka og mála míni hús. Hetta gleði eg meg ómetiliga nógv til, og eg ætli mær eisini um ikki so langa tíð at vitja tykkum saman við honum. Gávi satt at tín Jógvan skjótt sleppur heim av Ríkishospitalinum. Eg trúgvi, at teir báðir høvdu dugað væl at tosa saman. Ásmundur er føddur og uppvaksin á bygd, men hann hevur búð megin- partin av sínum lívi í høv- uðsstaðnum. Gjørdist einkjumaður - eins og eg einkja - fyri l0 árum síðan, og hevur tveir vaksnar sýnir, annar býr í Danmark og hin í Svøríki. Frida var nú í sonnum prátingarhuga, men av tí at tað var vorðið seint, noyddist eg at kvetta prátið og segði tí góða nátt og takkaði fyri hugnaliga løtu, og at hon hevði latið seg upp fyri mær. Hetta var so tað, sum tú fært frá mær hesaferð. Hav tað nú so gott, góði Jógvan, sov og droym væl. Í dreym- inum eru vit saman." Kærar heilsur frá okkum 5 Kona tín Brot úr brævi (IX) Sosialurin Sosialurin Visti tú ikki tað? Visti tú ikki tað? Joe Sommer In 1993, the Billy Graham Crusade came to Colum- bus, Ohio, for a series of revivals. Churches and others in the community ballyhooed the event, and the establishment media followed along like sheep. Together, they generously provided Graham with extensive favorable publici- ty that sometimes appeared to be idolization. By gushing all over this famous evangelist, the media neglected to do their job of presenting the other side of the story. For the health of the community, they should have pointed out that humanistic re- searchers have found com- pelling reasons for rejec- ting Graham's message. Some of those reasons are contained in the book Deadly Doctrine, by psychiatrist Wendell Watt- ers, professor emeritus at McMaster University in Ontario. He argues that the teachings of Graham and other evangelists can cause or contribute to significant health problems. Graham urges people to view themselves as sinners and feel guilty because they deserve eternal punishment in hell. Watters reports that this teaching that people are inherently evil and de- serve severe punishment can prevent or hinder the development of strong self- esteem, which is essential to mental health. The lack of adequate self-esteem is at the root of many emotio- nal problems. Watters adds that the doctrine of the inherent depravity of human nature may lead some to behave in accordance with it, or cause them to develop a negative attitude toward others. Additionally, that teaching is completely at odds with modern psychiatry's posi- tion that people must be able to love themselves be- fore they can be capable of loving others. Graham advocates that persons turn to the Lord for the solutions to their pro- blems. In fact, one of the children's programs at the Columbus crusade parodi- ed Sigmund Freud, the founder of psychoanalysis, as "Sigmund Fraud." Watters asserts that this emphasis on seeking other- worldly solutions to psychiatric problems - in place of searching for hu- man solutions - can dis- courage the development of self-understanding, human- to-human communication skills, and human support groups. All of these pro- mote health, and their ab- sence can contribute to psychological and physical illness. Graham alleges that there will be a judgment day when not only physical sins but also "sins of the mind" will be revealed. According to him, such mental sins include "jealousies, greed and lust." Watters maintains that the teaching of "mental sins" can cause some to live in constant warfare with their own thoughts and emotions. This conflicted state of mind is in opposi- tion to psychotherapy's goals of getting people to accept their feelings as natural, to feel at home with themselves, and to draw a distinction between feelings and actions. Graham proclaims that sexual expression is ac- ceptable only "within the bounds of matrimony," thus apparently condemning homosexuality, masturba- tion, and sex between an unmarried man and woman who are in love and in a monogamous relationship. Watters echoes many other medical experts in stating that this overly repressive attitude toward sexuality leads to neurosis and sexual dysfunction. The scientific evidence adds up to a clear causal re- lationship between Gra- ham's version of Christiani- ty and the development of serious psychological pro- blems. As Watters conclu- des: "Not to state the case too strongly, indoctrination with the core doctrine and other teachings of the Christian Church consti- tutes a form of mental and emotional abuse." To allow people to make informed decisions about the doctrines of Graham and other evangelists, the media should be reporting the views of researchers who have gathered persua- sive evidence that many of those teachings are ex- tremely harmful. Biography Joe Sommer is an attorney with the state government of Ohio. He obtained a B.B.A. from Ohio Uni- versity and a J.D. from the University of Toledo. He is admitted to the bar in Ohio and California, and is certi- fied by the Ohio State Bar Association as a specialist in workers' compensation law. An activist for many years with the Humanist Community of Central Ohio, he has served on its board and in the offices of president, vice president and secretary. He is also a longtime member of the American Humanist Association, the Freedom From Religion Foundation (currently serving on its national board), and Amer- icans United for Separation of Church and State. The American Humanist As- sociation certified him as an Advocate for the Hu- manist philosophy. He is a volunteer attor- ney for the Columbus Bar Association's Homeless Project and the Ohio Chap- ter of the American Civil Liberties Union. He serves on the state governing board of Common Cause/ Ohio and is a board memb- er and vice president for the Center for Effective Disci- pline, which operates the national program End Physical Punishment of Children (EPOCH, USA). He is also a member of the Governor's Pro Bono Im- plementation Committee, which is responsible for increasing participation by Ohio state government at- torneys in volunteer legal work for charitable and social service organiza- tions. VIÐMERKINGAR Warning: Billy Graham's Teachings May Be Hazardous to Your Health TÍÐINDASKRIV FRÁ FILADELFIA Í eina tíð hevur verið ar- beitt við at seta á stovn ein føroyskan bíbliu- skúla. Við gleði kann upplýsast, at hetta er vorðið veruleiki; før- oyskur bíbliuskúli er settur á stovn. Eftir okkara tykki er tørvur á einum føroysk- um bíbliuskúla í Føroy- um. Tað eru nógvir før- oyingar, sum hava verið á bíbliuskúla uttanlanda, og úrslitið hevur vøkstur og signing í lívi teirra, men í framtíðini fer tað eisini at bera til at ganga á fulltíðarbíbliuskúla í Føroyum. Guds sam- koma í Føroyum hevur brúk fyri einum venj- ingarskúla, har hvør einstakur verður grund- festur í trúnni og veksur í tænastuni til Tummas Jacobsen og Rúni Rasmussen, tess at kunna gera ein mun í samfelagi okkara og úti í heimi. stovnarar av bíbliuskúlanum. Tað eru Tummas Ja- cobsen og Rúni Ras- mussen, ið hava tikið stig til skúlan. Tummas Jacobsen arbeiddi í mong ár í Tryggingar- felagi Føroya. Hann er útbúgvin forritari og hevur drúgvar royndir innan leiðslu og sam- komuarbeiði, og var hann leiðari á edv- deildini í Tryggingar- felagnum. Í 1994 var hann innsettur sum fyri- støðumaður í Filadelfia í Havn. Áðrenn virkaði hann sum elsti og leið- andi elsti. Tummas starvast í dag fulla tíð sum fyristøðumaður í Filadelfia. Rúni Rasmussen hev- ur verið á bíbliuskúla í USA. Hann hevur tikið merkonomprógv í marknaðarføring á Før- oya handilsskúla og B.S.Sc. útbúgving í stjórnmálafrøði á Fróð- skaparsetri Føroya, og er í løtuni í holt við BA- útbúgving í søgu og mentanarfrøði á Fróð- skaparsetrinum. Rúni hevur verið ungdóms- leiðari í Filadelfia sein- astu trý árini. Dunamis Bíbliuskúlin er heitið á nýggja skúl- anum. Hví eitur skúlin Dunamis Bíbliuskúlin? Dunamis er grikskt orð fyri kraft. Dunamis merkir førleiki, megi og kraft. Stovnurin á orðin- um er duna, sum merkir dugnaligur, vera førur fyri, at megna. Tað er júst hetta, sum er enda- málið við skúlanum: at gera Guds fólk dugna- ligari í tænastuni og at gera tey før fyri at at tæna Gudi í fult mát við sínum Gud-givnu gáv- um og evnum. Visjónin er, at skúlin gerast ein fulltíðarbíbliuskúli sum frá líður. Tað er samkoman Filadelfia í Havn, sum stendur fyri skúlanum, men vit leggja stóran dent á, at skúlin er ikki fyri eina ávísa samkomu ella rørslu, men fyri alt Guds fólk, sum ynskir at vaksa í Gudi og á ein munadyggan hátt ynskir at tæna Gudi og broyta umstøður. Í heyst verður ein røð av bíbliuskeiðum kring landið. Talan er um seks áhugverd og viðkom- andi skeið, sum verða hildin leygardagar. Skeiðini verða hildin á ymiskum støðum. Støð- ini eru: Sjómansheimið í Havn, Keldan í Skála- firði, Sjómansheimið í Klaksvík, Hotel Vágar og Lívsins Orð, Runa- vík. Evnini eru: Guds samkoma, grøðing, heilagi andin, lovsangur og tilbiðjan, leiðsla og ungdómsmentan — og arbeiði. Nærri verður upplýst seinni um skeið- ini, dagarnar og tilmeld- ing. Dunamis Bíbliuskúlin Nýggjur føroyskur bíbliuskúli TÍÐINDASKRIV FRÁ ATLANTIC AIRWAYS Atlantic Airways bjóðar nú sínum viðskiftafólkum fleiri spennandi tilboð um ferðir millum Føroyar og Danmark. Talan er um vikuskiftisferðir og serligar APEX-ferðir til Keyp- mannahavnar og Billund. Vikuskiftisferðir til Keypmannahavnar verða millum 7. august og 6. ok- tober seldar fyri 1.795 krónur. Tilboðið er gald- andi, um tvey fólk ferðast saman, og tey eru burtur í minsta lagi náttina millum leygardag og sunnudag og í mesta lagi fýra dagar. Serligar APEX-ferðir til Keypmannahavnar verða millum 7. august og 8. oktober seldar fyri 2.095 krónur. Tilboðið er gald- andi, um tvey ferðast sam- an, og tey eru burtur í minsta lagi náttina millum leygardag og sunnudag og í mesta lagi 14 dagar. Vikuskiftisferðir til Bil- lund verða somuleiðis seld- ar fyri 1.795 krónur. Her kann veljast millum viku- skiftini 7 til 12. august og 14. til 19. august. Tilboðið er galdandi, um tvey fólk ferðast saman. Til ber eisini at keypa serligar APEX-ferðir til Billund millum 7. august og og 10. oktober. Tilboðið er galdandi, um tvey ferðast saman og eru burtur í minsta lagi náttina millum leygardag og sunnudag og í mesta lagi 14 dagar. Fyri øll tilboðini er gald- andi, at annað av teimum ferðandi kann vera eitt barn. Børn millum 2 og 15 ár ferðast fyri minus 33 prosent av kostnaðinum. Børn undir 2 ár ferðast fyri minus 90 prosent. Íroknað allir prísir eru ferðingin aftur og fram og ferðaavgjald. Avgreiðslu- gjald upp á 220 krónur verður lagt oman á prísin. Munur kann vera á av- greiðslugjaldinum á ymsu ferðaskrivstovunum, nú tær sjálvar áseta avgreiðslu- gjaldið. Nýggjar tilboðsferðir millum Føroyar og Danmark C M Y K 11 10