fríggjadagur 8. august 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 147 - 8. august 2003
Nr. 147 - 8. august 2003
13
TÍÐINDASKRIV FRÁ
FØROYA SKÚLA-
BÓKAGRUNNI
Føroya
Skúlabóka-
grunnur hevur givið nýtt
og fjølbroytt tilfar út til
undirvísingina í kristni,
har serligur dentur verð-
ur lagdur á at viðgera
siðfrøðilig evni. Tilfarið
er samansett av grund-
bók, næmingabók (ar-
beiðsbók) og lærarahefti
og er ætlað framhalds-
deild fólkaskúlans og
miðnámsskúlum.
Grundbókina Káin og
Ábel - ein mýta um tveir
brøður hevur Marjun
Bæk, prestur, týtt úr
norskum eftir prestin og
rithøvundin Paul Leer-
Salvesen.
Hetta er søga til ung,
ið byggir á bíbliusøguna
um brøðurnar Káin og
Ábel og lív teirra. Marj-
un Bæk og Karolina
Matras, lærari, hava, við
upprunafrásøgnini
úr
Bíbliuni og týddu søguni
til ung sum útgangs-
støði, gjørt undirvísing-
artilfar, ið ger tað áhuga-
vert hjá lærarum og
næmingum at viðgera
siðfrøðilig evni í teim-
um eldru flokkunum.
Farið verður víða um,
nógvar ávísingar eru til
viðkomandi bíbliutekst-
ir, og nortið verður við
nógvar stórar spurn-ing-
ar. Eisini ber til at fara í
dýpdina og viðgera okk-
urt einstakt evni ná-
greiniliga.
Vónin er, at fjøl-
broytnið í tilfarinum
styrkir um møguleikar-
nar at nýta mongu evn-
ini í øðrum lærugreinum
eisini, t.d. í føroyskum,
donskum, søgu/samtíð
og í tvørgreinaligum
lesnaði og verkætlanum.
Marjun Bæk og Karo-
lina Matras hava gjørt
læraraheftið, har upplýs-
ingar eru um bíbliu-
tekstir, arbeiðsuppgávur
og eyka lesnað. Hanne
Jacobsen,
studenta-
skúlalærari, hevur skriv-
að frágreiðingar og gjørt
uppgávur til mynda-
greining. Næmingabók-
in hevur 7 høvuðsevni,
ið øll viðgera siðfrøði.
Hetta er arbeiðsbók
við uppgávum, bæði til
bíbliutekstir og søguna
um Káin og Ábel, men
eisini til greining av
myndum. Til hvørt av
høvuðsevnunum í næm-
ingabókini eru prentað
tvey listaverk, ið kunnu
knýtast at søguni um
Káin og Ábel, men eis-
ini nýtast sum myndatil-
far og lýsa siðfrøðiligu
evnini meira alment.
Næmingabókin er tí
prýðilig bók, við máln-
ingum
frá
ymiskum
tíðarrákum í listasøguni.
Grafik Studio hevur
gjørt permuna. Hest-
prent hevur prentað.
Bøkurnar
fáast
frá
Bókamiðsøluni og bóka-
búðunum. Grundbókin
er 78 blaðsíður og kostar
96 krónur, næminga-
bókin er 37 blaðsíður og
kostar 96 krónur, og
læraraheftið er 36 blað-
síður og kostar 75 krón-
ur.
Ólavur Hátún
Tað heldur Heri Simonsen í
Sosialinum seinasta leygar-
dag. Atfinningar eru besta
treytin fyri bata, men eg
kann ikki so beinanvegin
halda við Hera í hesum
hansara pástandi. Av teim
20 sangunum í heftinum
"Syngið við!" vóru 8 teir
somu sum í fjør, og 9 aðrir
hava gingið aftur í ólav-
søkusangheftum framman-
undan. Tríggjar nýggjar
sangir tóku vit við í ár á
fyrsta sinni: Tað brenna
túsund ljós í nátt hjá Hans
A. Djurhuus, sum Eyðun á
Lakjuni hevur gjørt eitt so
sera fitt og nútíðarligt lag
til, Hvør er tað, sum har
kemur lætt titandi um teig
hjá Oskari Hermansson við
lagi eftir Christian Wahl,
sum sangfólk bæði í fjør og
í ár ráddu mær til at fáa við
inn í hetta ólavsøkusang-
úrval, og so Øskudólgur og
sópingarkona,
ið
sum
væntað gekk sera væl.
Munnu ikki fleiri taka
undir við teirri áskoðan, at
letur tú ikki nýggjari sang-
tilfar eisini sleppa framat,
so stirvnar hesin sangur í tí
vanabundna
og
hevur
minni framtíð fyri sær ? Av
teim 17 sangunum, sum
Heri við røttum sigur, at
føroyingum
dámar
at
syngja, kunnu vit nevna, at
t.d. "Aldan", "Kaga upp í
himmalin", "Morgun" og "Í
nátt eg droymdi" eru nýggj-
ari sangir, ið júst midnáttar-
sangurin á ólavsøku man
hava gjørt sítt til, at teir
hava vunnið sær fótafesti í
felagssangi í Føroyum.
Fleiri av hesum nevndu
sangum hava tó nú verið
sungnir so nógv uppísaman
ár um ár, at fólki man vera
farið at leiðast við hesar
endurtøkur. Teir eru tó ikki
niðurgrivnir, fyri tað um
teir eisini geva pláss fyri
øðrum.
Sjálvandi kunnu áskoð-
anir vera so ymiskar um
songúrvalið,
men
mín
sannføring er, at tann stóri
bágin til tess at fáa hesa
songløtu at hanga væl sam-
an er, at vit ikki enn hava
fingið loyst teir teknisku
trupulleikarnar til fulnar.
Hoyri t.d. fólk siga, sum
stóðu við Føroya Spari-
kassa, at tey illa fingu fylgt
við í sanginum, tí ongin há-
talari var har á leið. Í fjør
varð funnist at, at kórsang-
ararnir gjørdu ov nógv um
seg í hátalarunum og tóku
sanghugin frá fólki. Tað var
ikki so løgið, tí mikrofon-
irnar, bæði tann hjá útvarp-
inum og tann út til sang-
økið, stóðu inni millum
sangararnar. Í ár gjørdist
trupulleikin tann øvuti, at
sangstuðlarnir komu at
standa ov langt burtur frá
mikrofonini, av tí at vit ikki
nóg væl frammanundan
høvdu tryggjað sangarun-
um plássið undir Tinghús-
inum, og teir fingu tí ikki á
ynskiligan hátt høvi til at
birta uppundir og virka til
tamarhald á hesi ovurstóru
sangarafjøld.
Trongdur upp í krók í
fólkarúgvuni formáddi ein-
staklingurin sær ikki so
nógv við sínari handmikro-
fon. Tað er væl heldur ikki
ynskiligt, at einmansrødd
skal gella millum húsini,
heldur tað at syngjandi
bólkur hoyrist, sum øll
fjøldin kann sameina seg
við.
Ikki var tað sørt, at eisini
"Ormurin
Langi"
fekk
tekniskar trupulleikar í ár,
og samanumtikið áttu allir
avvarðandi partar at funnið
saman í fyrireikingini av
hesum risatiltaki, sum enn
tykist hava stóran áhuga hjá
fólki.
VIÐMERKINGAR
Káin og Ábel - nýtt
tilfar til undir-
vísingina í kristni
Bleiv fólksins sangskattur grivin niður
á ólavsøku?
- Vit eru sera hugtikin
av føroyskari mentan
og sterka viljanum
hjá føroyingum at
yvirliva sum tjóð,
segði Lars Wegendal,
formaður í mentanar-
og útbúgvinarnevnd
Norðurlandaráðsins,
tá nevndin var á vitj-
an í Føroyum í sein-
astu viku. Á ferðini
vitjaðu tey eisini í
Fuglafirði og Klaksvík
NORÐURLANDA-
RÁÐIÐ
Rúna Sivertsen
Formaðurin í mentanar-
nevnd- og útbúgvingar-
nevnd Norðurlandaráðsins,
Lars Wegendal, segði, at á
føroyatúrurinum
hevur
nevndin fingið týdningar-
miklar
og
virðismiklar
frágreiðingar um føroysk
viðurskifti, sum koma at
verða grundleggjandi fyri
framtíðar støðutakanir.
Jógvan við Keldu, før-
oyska umboðið í nevndini,
sigur, at forstáilsi millum
fólkasløg er av størsta
týdningi og at túrinin hjá
hesum fólkunum, sum sita í
teimum avgerandi sess-
unum
í
grannalondum
okkara, hevur givið teimum
betur fatan av, hvat hevur
týdning og er neyðugt fyri
okkara lítlu tjóð.
Eftir fundin í Havn, fór
mentanar- og útbúgvingar-
nevndin hjá Norður-landa-
ráðnum til Fuglafirðar og
síðani varð vitjað í Klaks-
vík.
Fuglafjørður nógv at
bjóða
Á skránni í Mentanarhúsin-
um í Fuglafirði var borð-
reitt við vísusangi. Talan
var um tveir sangir hjá
Evert Taube, sungnir á før-
oyskum av Niels Midjord
og Petur Jakku Eliasen.
Sangur teirra hugtók for-
mannin í nevndini.
Frits Johannesen luttók
við Fuglafjarðar sangkóri,
síðani spældi eitt pop-
orkestur av evnaríkum ung-
dómum. Ein góð løta gekk
við
frágreiðingum
um
nýggja mentanarhúsið, og
limir Norðurlandaráðsins
vóru hugtiknir av hesum
húsi og teimum tiltøkum,
sum har hava verið.
Lars Vegendal helt fyri,
at tað var ófatuligt, at eitt so
lítið samfelag sum Fugla-
fjørður, kundi hava eitt so
prýðiligt og vælhóskandi
mentanarhús.
Væl fyrireikaður
klaksvíkstúrur
Í Klaksvík tók býráðið
ímóti. Torleif Sigurðsson,
varaborgarstjóri, beyð væl-
komið.
Dávur Winther hevði
síðani góða og áhugaverda
frágreiðing á powerpoint
um Klaksvík, og tað virði
Klaksvík hevur í føroyska
samfelagnum, bæði vinnu-
liga og mentanarliga.
Býráðið beyð síðani til
morgunmatar á Fortuna við
føroyskari- og útlendskari
matskrá. Onnur tiltøk vóru
vitjan í Christianskirkjuni,
har
Andrass
Sólstein,
greiddi frá og á Forn-
minnisavninum, har Jógvan
Ravnsfjall,
leiðari,
var
frásøgumaður.
Nøkur fóru siglingartúr
við Draganum norður um,
har tey lógu og nutu Før-
oyar í fagrasta veðrið. Tey
vóru sera hugtikin av før-
oysku náttúruni.
Eisini hildu tey fyri, at
tað mundi liggja stórt ar-
beiði í at fáa Dragan til tað,
hann er í dag. Um kvøldið
var Føroya kvøld í Skálan-
um, sum Klaksvíkar Dansi-
felag legði til rættis.
Anfinn Jacobsen, sjón-
leikari, greiddi væl frá før-
oyska dansinum, og 17
sangarar sungu norður-
lendskar sangir.
Eyguni upp fyri
grindadrápi
Andras Joensen vísti síðani
nýggja "grindafilmin", sum
gav gestunum eina greiða
fatan av, hvønn týdning
grindin hevur fyri Føroyar,
og øll vóru samd um, at
hetta gav eina góða og øðr-
vísi mynd av grindadráp-
inum.
Jógvan Ravnsfjall greiddi
frá um føroysku ullina, og
onkur
listarkvinna
úr
Svøríki, tók nakað av
føroyskari ull við sær heim
til Svøríkis.
Tað er neyvan ilt at gita,
at føroyska umboðið í
nevndini,
Jógvan
við
Keldu, hevur havt "ein
fingur við í spælinum", tá
ferðin til heimbý hansara
varð løgd til rættis.
Skipsurið
Tað hongur eitt skipsur á skottinum
er farið um hundrað ár
tað slær síni vælkendu syngjandi løg
ið ei vikast vetur sum vár.
Her sótu teir gomlu - her vit sita nú
og framvegis urið tað melur
toli og tógvi, tað árvaki er
og vaktirnar setur og telur
Tað skipsurið "gongur" á bakborðssíðu,
sá manningar koma og fara
teir upp gjøgnum leytaran tungliga traðka
út í hundavaktstímar at stara
Vísarin fjakkar mót morgunvakt
og aðrir í leytaran stíga.
Sóðust á dúrkinum sjómóðir menn
ið troyttir um koyggjukarm glíða
------------------
Her faðir og synir - skiftandi ættir
urið teim fylgdu og ongan tað sveik.
Tá stórbrot tey gingu so dekksplankar brattir
reistist úr bylgjum tann eldgamla eik.
Rok yvir fokku og klyvaran bardu,
skúmandi froðan á rigningar gekk.
Harðvunnar hetjur tó siglaran vardu.
Álvarsamt urið á skottinum hekk
-----------------
Tað melur ein skrúva í døkkum dýpi
síni valkendu sløg hon slær,
vit kenna tað allir tað vælkenda sjóð
sum skip várt um høvini bar.
Kám eru sjókort av hart royndum hondum
sum ótaldar kósir um høv funnu har.
Tolnast av øllum var skipsurið gamla
í hundrað ár mynstra á skipinum var.
Viggo Johannesen
Føroyatúrurin
avgerandi týdning
Býráðið í Klaksvík var vertur við vitjanina hjá mentanarnarnevnd Norðurlandaráðsins í Klaksvík. Frá vinstru: Lars Wegendal,
formaður í nevndini, Torleif Sigurðsson, varaborgarstjóri, Jórun Høgnesen, formaður í mentanarnevndini hjá býráðnum og
Jógvan við Keldu, sum er føroyska umboðið í norðurlendsku nevndini
Á matstovuni Fortuna, var borðreitt við føroyskari og
útlendskari matskrá. Formaðurin, Lars Wegendal, í práti við
Tórleif Sigurðsson, varaborgarstjóra í Klaksvík
C
M
Y
K
13
12