fríggjadagur 8. august 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 8. august 2003
15
15
14
Nr. 147 - 8. august 2003
Eftir at Bjarni Djur-
holm, vinnumálaráð-
harri, legði Karsten
Hansen undir at bera
ósannindi í sambandi
við eykajáttan til
Norðoyatunnilin,
svarar Karsten Han-
sen, fíggjarmálaráð-
harri, at Bjarni hevur
tagt um týdningar-
miklar og viðkom-
andi upplýsingar. -
Umbønin frá Bjarna
Djurholm í februar
lúkaði ikki tey krøv,
ásett eru fyri eyka-
játtan, sigur fíggjar-
málaráðharrin
NORÐOYATUNNILIN
Heini í Skorini
Enn er eingin peningur játt-
aður til at keypa ognarjørð-
ina í Klaksvík, har vegur og
rundkoyring skulu gerast.
Bjarni Djurholm ákærir
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharra, fyri ikki at
hava játtað Vinnumálaráð-
num neyðuga peningin,
sum landsverkfrøðingurin
skal nýta, men Karsten
Hansen vísir hesum aftur,
sjálvt eftir at Vinnumála-
ráðið í gjár sendi Sosialin-
um gongdina í málinum
dato fyri dato.
Bjarni lúkaði ikki
treytirnar
Fyrsta umbøn um eykajátt-
an varð játtað Vinnumála-
ráðnum seint í november
2002, men av tí at málið
dró út og nýtt fíggjarár
byrjaði, fall játtanin burtur
við lóg.
Karsten Hansen tvíheldur
um, at vinnumálaráðharrin
var ov seinur við seinnu
umbønini í februar til
Fíggjarmálaráðið, og at
fyrispurningurin um eyka-
játtanina til Norðoyatunn-
ilin ikki uppfylti tey krøv,
sum ásett eru.
- 20. januar í ár varð eitt
rundskriv sent út við tí
kunngerð, at ov nógvar
eykajáttanir vóru, og at
hetta hevði tikið grundar-
lagið undan fíggjarlógini.
Rundskrivið varð sent, eftir
at
fleiri
løgtingsmenn
høvdu víst á hetta, eru
fyrstu viðmerkingar Karst-
en Hansens.
Ásett varð eisini, at ein
umbøn
um
eykajáttan
skuldi vera í Fíggjarmál-
aráðnum minst 14 dagar
áðrenn hon skuldi vera
viðgjørd og játtað, umframt
at talan skuldi vera um
útreiðsluneutralitet.
- 14. februar fingu vit
teldupost frá Vinnumála-
ráðnum, men tað merkis-
verda er, at tá var eingin
fyrispurningur um eyka-
játtan til Norðoyatunnilin.
Ikki fyrr enn 27. februar kl.
16:08, tá fólk hava fingið
frí frá arbeiði, kom ein
teldupostur frá Vinnumála-
ráðnum við fyrispurningi
um pening til ognan av
jørð, og dagin eftir var
landsstýrisfundur, har hesi
viðurskifti vórðu viðgjørd,
sigur
Karsten
Hansen,
fíggjarmálaráðharri. Evsta-
mark til umbøn var 14 dag-
ar áðrenn 4. mars, og sam-
bært Karsten Hansen var
dagurin, teir fingu umbøn-
ina, sum sagt 27. februar,
og tað var ov seint.
Karsten Hansen sigur, at
Vinnumálaráðið sostatt ikki
uppfylti krøvini um, at um-
bønin skuldi vera Fíggjar-
málaráðnum í hendi 14
dagar undan viðgerð, um-
framt at umbønin ikki var
útreiðsluneutral,
hóast
gamla Ternan varð sett á
sølulistan. Í samráð við An-
finn Kallsberg, løgmann,
var
niðurstøða
fíggjar-
málaráðharrans, at Bjarni
og co. ikki høvdu lúkað
áður umtalaðu treytir, og
tískil var peningur til keyp
av lendi ikki tikin við í
uppskotið til eykajáttanar-
lógina fyri mars. Onnur
øki, peningur varð játtaður
til, vóru útreiðsluneutral.
Fíggjarmálaráðharrin úr
Tjóðveldisflokkinum sigur,
at í frágreiðingini hjá
Bjarna Djurholm og hans-
ara monnum um gongdina í
málinum eru týðandi upp-
lýsingar og sannroyndir
ikki við, t.d. treytirnar um
eykajáttan við tíðarfreist og
útreiðsluneutraliteti, sum
ikki vórðu lúkaðar.
Vinnumálaráðið bíðar
ikki eftir peningi
Við hesi útgávu síni stað-
festir Karsten Hansen, at
Vinnumálaráðið ikki hevur
øðrum enn sjær sjálvum at
takka fyri, at eingin pening-
ur fyriliggur. Men Karsten
vísir á, at Vinnumálaráðið
og landsverkfrøðingurin í
veruleikanum als ikki bíða
eftir peningi.
- Átta mánaðir eftir teirra
umbøn um pening á fyrsta
sinni fara teir undir at senda
brøv til jørðeigarar, og
hetta er júst eitt tekin um
mistøk teirra. Teir bíða als
ikki eftir peningi, tí eingin
jørð er til taks í Klaksvík,
sigur ein avgjørdur fíggjar-
málaráðharri.
Fíggjarmálaráðharrin
vísir eisini á, at fyrireik-
ingin til sjálva umbønina
hjá Vinnumálaráðnum tyk-
ist ikki hava verið nóg góð,
tí málið um ognarjørðina
skuldi langt síðani verið
avgreitt.
Havi ikki logið um
nakað
Tað stutta av tí langa er
sambært Karsten Hansen,
at Vinnumálaráðið fekk
pening játtaðan í oktober í
fjør, sum tó fall burtur við
lóg, tá fíggjarárið endaði,
meðan teir vóru ov seinir
við umbøn og lúkaðu har-
við ikki treytirnar í februar.
- Eg havi í øllum førum
ikki logið um nakað sum
helst, tað er ein stór lygn,
slær Karsten Hansen fast,
og sostatt hevur sheriffurin
úr Klaksvík vónandi sein-
asta skotið í orrustuni við
læraran úr Havn, Bjarna
Djurholm.
Talan tykist í seinasta
enda vera um orð móti orði
í kjakinum millum Karsten
Hansen og Bjarna Djur-
holm, har øðrvísi upplýs-
ingar verða latnir frá hvørj-
um stýrið sær. Tað einasta
vissa er, at peningur ikki
fyriliggur til landsverkfrøð-
ingin at fáa til vega jørðina
til vegagerð í Klaksvík,
umframt at jørðeigararnir
ikki fyrrenn nú hava fingið
brøv sendandi.
Karsten Hansen:
Bjarni fjalir týðandi upplýsingar
- Umbøn Bjarna Djurholms lúkaði ikki tær treytir, sum ásettar eru til eykajáttan, m.a. tí hann var ov seinur, og tískil er tað ein stór lygn, at eg havi logið um
nakað sum helst, slær fíggjarmálaráðharrin, Karsen Hansen, fast
C
M
Y
K
14