fríggjadagur 8. august 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 147 - 8. august 2003
Nr. 147 - 8. august 2003
17
Í hesum døgum hava
Havnarkórið og
leiðari tess, Ólavur
Hátún, stóra vitjan.
Stór er hon á so
mangan hátt Meira
enn 50 sangarar úr
Noreg vitja, men
kórleiðarin, Ragnar
Rasmussen, telist
millum fremstu kór-
leiðarar í Norður-
londum. Konsertir
verða í Havn og í
Fuglafirði og á
skránni er grikkin
Mikis Theodorakis
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Stóra kórið úr Noreg, sum í
hesum døgum vitjar í Før-
oyum við serstakari skrá,
fer at hava konsertir í Havn
og í Fuglafirði.
Fríggjakvøldið klokkan
19 er konsert í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði og
mánakvøldið er konset í
Vesturkirkjuni í Havn, har
Havnarkórið luttekur.
Kórtiltak
Árliga kórstevnan hevur
ikki somu undirtøku mill-
um manna, sum áður, og í
hesi ásannan hevur Ólavur
Hátún, leiðari í Havnarkór-
inum, roynt at fingið onkra
serstaka vitjan hendavegin.
Vanligt er á kórstevnum við
gestum, ið stjórna kórinum.
Og tað eydnaðist, um enn
tað gekk long tíð, tí gest-
urin hesaferð er nógv um-
biðin maður. Gestakórleið-
arin hesaferð er ikki ein og
hvør. Ragnar Rasmussen jr.
úr Noreg telist millum
fremstu kórleiðarar í Norð-
urlondum.
Og hann vitjar ikki einsa-
mallur. Við sær hevur hann
kór, ið telur fleiri enn 50
sangarar. Vit hittu Ólav
Hátún og Ragnar Rasmus-
sen, tá Ragnar og kórið
komu til Føroya miku-
dagin.
Syngja Thoedorakis
Ragnar
Rasmussen
er
virkin maður í Noreg og ein
av mest umbidnu kórleiðar-
um í Norðurlondum. Hann
starvast í norðara partinum
av Noreg, har hann er upp-
vaksin í tónleikahugaðari
familju. Mamman er frá-
líkur sangari og pápin,
Ragnar Baja Rasmussen er
somuleiðis kendur kórleið-
ari.
Ragnar Rasmussen er
kendur kórleiðari, sum
starvast við leikfólki og
professionellum tónleikar-
um og hann er maður, ið
hevur nógv upp á hjarta.
Hann er lærari á ton-
leikaháskúla í Noreg, har
okkara egni Sunnleif Ras-
mussen á sinni gekk og
legði linnar undir sína
lívsleið sum tónaskald.
Á skránni á ferðini til
Føroya er serstøk ská.
Ragnar Rasmussen hevur
leingi verið hugtikin av
tónaskaldinum Mikis Theo-
dorakis. Og hann er tann
einasti, hóast mangur hevur
roynt seg, sum hevur sett út
sangir hjá skaldinum, og
fingið útsetingarnar góð-
kendar av tónaskaldinum
sjálvum.
- Eg havi í fleiri ár arbeitt
við leikfólki, hóast eg mest
fáist við professionellan
tónleik.Har eg komi frá eru
fólk, ið leika ljóðføri úr
Grikkalandi. Eg havi havt
samstarv við tónleikaleið-
ara, sum hevur samstarva
við Theodorakis sjálvan og
í Noreg býr eisini maðurin,
sum í kenda filminum
Zorba leikti á serstøku
ljóðførini úr Grikalandi, og
hann hevur eisini verið
partur av serstøku ætlanini
við Theodorakissangum,
greiðir Ragnar Rasmussen
frá
– Eg havi samstarv við
hetta kór, sum nú vitjar í
Føroyum. Hetta eru dugna-
ligir og glaðir amatørar, ið
veruliga hava nakað upp á
hjarta. Kórið hevur ferðast
víða á norðaru hálvkulu, so
avgjørt er, at steðgast skal
ikki so, og tí eru vit her nú,
sigur Ragnar Rasmussen.
- Sangirnir hjá Theodo-
rakis eru sterkir. Tað hendir
veruliga mangt, tá vit fram-
føra, tí sangirnir hugtaka
fólk. Talan er á ein hátt um
einfaldan tónleik, sum er
sera sterkur. Um fólkatón-
leik, sum er einfaldur á
positivan hátt og sum
røkkur fjøldina. Tónleikur-
in var í síni tíð bannaður av
hernaðarjuntaðini í Grikka-
landi og Theodorakis sjálv-
ur hevur eini merkt á sín
kropp pínslu og hevur
upplivað at liggja á sjúkra-
húsi, har pápin ikki kendi
hann aftur, so bukaður hann
var, greiður Ragnar frá.
– Theodorakis er frá byrj-
an klassiskur komponistur í
Grikkalandi, har politiska
støðan mangan hevur verið
vánalig, men hann segði
við seg sjálvan, at fólkinum
vantar sangir, ikki sym-
foniir. Einaferð í sekstiár-
unum segði hann, at tá
mínir sangir eru vorðnir
fólksins ogn, so kann eg
aftur skriva klassiskan tón-
leik, sigur Rgarnar Ras-
mussen.
– Tað er ein boðskapur í
sangunum um frælsi. Bæði
innan og uttan. Vit skulu
hava tíð at hugsa. Í dag
kann ein ikki hyggja at eini
sending í sjónvarpinum,
uttan at fáa at vita, at eftir
hesa sending kemur ein
onnur sera spennandi send-
ing. Hetta verður gjørt vart
við í einum kassa á rútin-
um, tá sendingin nærkast
endanum. Boðskapurin í
sangunum hjá Theodorakis
er frælsi, bæði innan og
uttan. Eitt skald segði
einaferð, at vit eru rík, tí vit
hava alt, og tað er eisini alt
vit hava. Ein sangur skal
kveikja eina hugsan, sum
so skal hugsast at enda,
hugleiðir Ragnar Rasmus-
sen.
– Livandi tónleikurin
hevur týdning. Hann er ikki
so poleraður. Í upptøku-
hølunum er alt tøkni. Tú
kanst lurta eftir einum
ljómbroti, sum í veruleik-
anum er sett saman av fleiri
hundrað samansettum brot-
um. Tøknin er tænari hjá
tónleikinum og ta má
ongantíð blíva øvugt, sigur
Ragnar Rasmussen
Sanggleðin
Ragnar er vanur at sam-
starva við yrkistónleikarar
og sangarar, men hann
arbeiðir eisini við leikfólki
og fegnast serstakliga um
kórið, sum nú vitjar í Før-
oyum.
– Hetta eru glaðir ama-
tørarar, sum hava nakað
upp á hjarta, hava nakað at
siga. Fólk, sum kunnu geva
so nógv, at yrkistónleikarar,
sum annars duga væl,
øvunda teimum hesa gáv-
una. Tað hevur týdnig fyri
meg at samstarva við slík
leikfólk, har sambandið við
sanggleðina og sambandið
við áhoyraran hevur so
nógv at siga, sigur Ragnar.
Ragnar og vitjandi korið
hava vunnið fleiri kapp-
ingar og heiðursgávur, men
tað hevur ikki stóra týdn-
ingin, annað enn, at tað er
nýtiligt, tá farast skal til
vinnulívið eftir sponsor-
peningi.
– Vit vinna hvørja ferð
vit hava konsert, mótvegis
norska fótbóltslands-liðin-
um, skemtar Ragnar Ras-
mussen lítillátin um heið-
ursgávurnar, harav fleiri
eisini eru fyri kórleiðslu
– Í økinum, har hann
starvast, er ikki langt til
russiska markið.
– Tað er í veruleikanum
heimsins mest ólíku fíggj-
arviðrskifti, ið hittast. Vit
samstarva nógv um markið
á tónleikaøkinum. Eg havi
Stór kórvitjan:
Vit hava alt, tað er alt vit hava
- Ólavur Hátún og Ragnar
Rasmussen, Ið telsit millum
dugnaligastu kórleiðarar í
Norðurlondum. Saman við
kóri framførur hann í hesum
døgum sangir eftir
Theodorkis
Mynd: D. Olsen
Teir fimmti sangar-
arnir og seks tón-
leikararnir, sum vitja
í Føroyum í hesum
døgum, framføra
sangir eftir grikkan
Mikis Theo-dorakis.
Hann er maður, sum
hevur givið fólkin-
um ljóð og sum
undir skiftandi
politiskum viður-
skiftum hevur kent
pínslu á egnum
kroppi
TÓNLEIKASØGA
Dagfinn Olsen
Í stuttum kann sigast um
Mikis Theodorakis, at
hann er virkin tónasmið-
ur, og flest øll kenna sang-
ir hansara. Og at hann enn
er á lívi, vita kanska ikki
øll.
Theodorakis er føddur á
oynni Kios 29/7 í 1925 og
er 78 ár.
Hann er klassikst út-
búgvin, men valdi at
leggja hetta til viks, tí í
Grikkalandi hava politisku
viðurskiftini ofta verið so,
at herurin hevur staðið á
odda og fólkið hevur ikki
havt tað gott.
Í hesi ásannan gjørdi
Theodorakis av, at fólkin-
um vantaði sangir, ikki
symfoniir, og fór hann tí
til
verka.Hann
hevur
skrivað fleiri enn 3000
sangir og ásannast má,
sum Theodorakis eisini
visti, at sangur er sterkt
vápn, ið ringt er a verja eg
fyri.
Pápin kendi hann
ikki
Theodorakis hevur verið á
odda, tá tað snýr seg um at
berjast fyri mannarætt-
indum og í bardaganum
mótvegis órætti.
Á egnum kroppi hevur
hann mangan kent pínsl-
una, ið hevur verið honum
fyri orsakað av hansara
sannføring. Torturur er
honum ikki ókendur og er
hann merktur av hesum.
Hann hevur skaða í eina
eyganum og honum vantar
tær. Tvær ferðir hevur
hann lisið í bløðunum um
um deyða sín. Hann hevur
upplivað at ligið á sjúkra-
húsi illa bankaður, og
pápin kendi hann ikki, tí
so illa farin var hann um
andlitið.
Sangir hansara hava
givið fólkinum ljóð. Teir
eru einfaldir og sterkir og
hernaðar juntaðin bannaði
teimum í síni tíð.
Theodorakis er skald og
tónaskald og umframt
hevur hann óført tekki fyri
góðum skaldskapi. Hann
hevur mangan nýtt yrkj-
arar, sum seinni hava fing-
ið heiðursløn Nobels.
Í bardaga sínum fyri
mannarættindum
legði
hann klassiska tónleikin á
hillina. Tá mínir sangir
eru fólksins ogn, kann eg
aftur skriva klassiskan
tónleik, segði Theodorakis
í sekstiárunum um sín
fólkatónelik.
Nú hann nærskast teim-
um áttati árunum. er hann
aftur farin at skriva klass-
iskan tónleik, men hann
gav fólkinum ljóð, eitt
vápn, ið er sterkt og ilt at
verja seg fyri og stóri
maður, hann er nærum
tveir metrar høgur, stoð
fattur, tá tað lekaði á.
Theodorakis kendi pínslu
á egnum kroppi
russiskar næmingar og læri
eisini frá mær har. Í veru-
leikanum er tað innan
tónleikaarbeiði hjá okkum
soleiðis, at vit gera nakrar
ofta sagdar kllichéir. til
veruleika. at fáa fólk at
hittast, ungdómin, at niður-
bróta mørk, tað er tað
einasta, sum hjálpir og ger
mun, sigur Ragnar Ras-
mussen.
Upp og niður
– Vit høvdu konsert í
Lillehammer, kvøldið fyri
at vit komu til Føroya, og
harvið er fíggingin til
ferðina endaliga komin á
pláss. Vit fegnast um at
koma
hendavegin.
Her
tykist vera líkt tí, ið vit
kenna. Landslagið er líkt.
Og vit eru sum landslag og
veður, har vit koma frá. Vit
eru uppi og niðri. Tað er
stormur og sól, tó tit her
hava mildari vetrar, enn vit
hava, sigur Ragnar, sum
eisini hevur føroysk vinfólk
í Noreg.
Á konsertunum í Føroy-
um er tað Theodorakis, ið
er á skránni. ein skrá, sum
hevur hugtikið í Noreg. Í
Fuglafirði verður framført
fríggjakvøldið klokkan 19
og tá framførslan verður í
Vesturkirkjuni mánakvøld-
ið klokkan 20, so er Havn-
arkórið eisini við.
– Hetta er fyri at vísa
gestablídni og so er eisini
hugvekjandi at vit syngja
"Harra Guð títt dýra navn
og æra" saman á báðum
málunum. Tað var jú Petur
Dass, ið var upprunin til
sangin. Og so eru vit við í
síðsta partinum av skránni
við Theodorakis,
sigur
Ólavur Hátún, sum hevur
fingið teir fleiri enn 50
norskuu
kórgestirnar
hendavegin.
Prátið fellur á fíggingna,
men í Føroyum er tað so, at
atgongumekir verða ikki
seld í kirkjum, men hava
fólk hug at lata pening, so
er tey vælkomin, greiðir
Ólavur frá.
- Tað er gott at koma
hendavegin, sigur Ragnar,
sum hevur familjuna við og
sum eisini eru í familju við
teir seks tónleikararnar,
sum eru við.
– Tað eru jú smá forhld,
har vit koma frá, so tað er
ikki so ólíkt, sigur kendi
norski kórleiðarin, ið gleðir
seg at framføra Theodorak-
is fyri føroyingum
Mikis Theodorakis hevur verið íðin
talsmaður fyri mannarættindum og
hevur staðið fremst í hesum bardaga og
eisini kent sviðan av hesum
Tónaskaldið og mannarættindastríðsmaðurin Mikis Theodorakis er stórur maður bæði so
og so og mikið virdur. Hann hevur hitt fleiri stjórnarleiðarar og her heilsar hann upp á
Milosovic
C
M
Y
K
17
16