fríggjadagur 8. august 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 147 - 8. august 2003
Nr. 147 - 8. august 2003
19
Mitt í royndunum at
tingast um varandi
frið millum Palestin-
ar og Ísrael, reisir
Ísrael ein múr, sum
skal skilja Vestara
Áarbakka frá Ísrael.
Múrurin ella hegnið,
sum summi kalla
hann, skorar seg inn í
palestinskar bygdir
og rundan um ísrel-
skar búsetingar á her-
settu økjunum.
ÍSRAEL
Øssur Winthereig:
ossur@post.olivant.fo
Ein nýggjur múrur – longri
og hægri enn Berlin-múrur-
in – verður nú bygdur. Ein
múrur, sum grevur seg
eirindaleyst gjøgnum bygd-
ir og jarðarteigar. Tað er
ísrelska
verjumálaráðið,
sum stendur fyri byggingini
av múrinum.
Múrurin, sum summa-
staðni er eitt høgt hegn,
skal skilja Ísrael frá Vestara
Áarbakka.
Tað eitur seg, at múrurin
skal tryggja Ísrael móti
fíggindum uttanifrá – eina-
mest
sjálvmorðsbumbu-
monnum. Men múrurin
fylgir ikki markinum mill-
um Ísrael og Vestara Áar-
bakka – sonevndu grønu
linjuni. Markið millum
Ísrael og hersettu økini er
altjóða viðurkent, so um
múrurin
fylgdi
hesum
markinum, bar til at siga, at
tað var ein søk fyri Ísrael,
hvussu landið gjørdi við sítt
egna land.
Men nýggi múrurin verð-
ur bygdur inni á hersettu
økinum og tekur beinleiðis
land
frá
palestinskum
bøndum.
Múrurin er átta metur
høgur og báðumegin er ein
sonevndur
trygdargeiri
onkustaðni heilt upp í 100
metrar, har ymsar elektron-
iskar vaktarskipanin verða
settar upp. Samanborið við
Berlin-múrin er hann tvær
reisur so langur og tríggjar
ferðir so høgur.
Óndsinnað hegn
Herbert Pundik, fyrrver-
andi blaðstjóri á dagblað-
num Politiken, og sum býr í
Ísrael, skrivar soleiðis um
múrin:
– Um tað ber til at geva
múrinum menniskjaligar
eginleikar, so er talan um
eitt óndsinnað hegn við
samsvarandi avleiðingum
fyri grannalagið millum
ísraelsfólk og palestinar.
Markið millum Ísrael og
hersettu økini er 350 kilo-
metrar, men um ætlanin hjá
ísrelska verjumálaráðnum
gongur út, verður lidni
múrurin fleiri hundrað kilo-
metrar longri – summar
keldur siga 900 kilometrar.
Higartil eru 128 kilometrar
av múrinum lidnir.
Múrurin skal sik-sakka
seg gjøgnum landslagið,
fyrst og fremst fyri at leggja
flest møguligar ísrelskar
búsetingar á hersettu øki-
num innanfyri múrin. Men
fleiri av bestu landbúnaðar-
økjunum á Vestra Áarbakka
enda eisini innanfyri múrin
– Ísraelsmeðni.
Á tann hátt er veruleikin,
at Ísrael nú leggur nýtt land
undir seg. Talan er um eini
fimm og 10 prosent av
palestinska landinum, sum
í roynd og veru verður ogn-
artikið.
Eingin ivi er um, at talan
er bæði um brot á Geneve-
sáttmálan um hersetingar-
vald og um brot á Oslo-sátt-
málan, har Ísrael og Palest-
ina bundu seg til ikki at
broyta verandi mark.
Í Ísrael fær Sharon góðan
stuðul til byggingina av
múrinum. Verjumálaráðið
og herurin hevur sannført
nógv fólk í Ísrael um, at
múrurin skal byrja fyri
sjálvmorðsatsóknum.
At
múrurin samstundis herðir
kreppuna millum Ísrael og
Palestina, tykist ikki at
nema við.
Í vikuni vóru altjóða
Ísrael reisur nýggjan múr
mótmælisgongur við múrin
ella hegnið og umleiðs
hálvthundrað
mótmælis-
fólk vóru tikin – av teimum
einir 30 útlendingar. Mót-
mælisfókini
bíðaðu
á
grundstykkinum hjá eini
palestinskari familju, sum
við múrinum missir sínar
ognir.
Nýggjur veruleiki
Ætlanin hjá Ariel Sharon er
at skapa ein nýggjan veru-
leika á Vestara Áarbakka.
Ein veruleika, sum so verð-
ur útgangsstøðið fyri møgu-
ligum samráðingum um
varandi frið í Miðeystri.
Ariel Sharon hevur sagt seg
taka undir við »road-map«
ætlanini fyr friði. Ein ætlan,
sum er gjørd í samstarvi
millum ES, ST, USA og
Russland.
Ísrael er í tí støðu at
fólkatalið millum palestin-
ar veksur nógv skjótari enn
millum ikki-arábararnar í
Ísrael. Um Ísrael hevði lagt
allan Vestara Áarbakka
undir seg so høvdu palest-
inarar skjótt verið í meiri-
luta, um ætlanin var at gera
eina demokratiska skipan.
Hetta er sjálvandi ein hótt-
an móti teimum, sum halda
uppá, at Ísrael skal vera ein
jødiskur statur. Júst tí kann
múrurin eisini síggjast sum
ein máti at halda palestin-
um burtur úr Ísrael.
Fyrstu avleiðingarnar eru
merktar í lítlu bygdini
Kalquilia á hersetta Vestara
Áarbakka. Bygdin sjálv er
við eitt endað skeivu megin
nýggja múrin og er avbyrgd
frá restini av Vestara Áar-
bakka. Bøndur hava sæð
ísraelskar buldosarar jarð-
leggja velturnar, har teir
velta oljuber ella víndrúvur.
Í bygdini vóru einir 20
vatnbrunnar, men nú eru
bara helvtin eftir. Hinir eru
antin fyltir upp ella ísraels-
meðni múrin.
Veltur og øki, sum í fleiri
hundrað ár hava verið
grundarlagið undir bygdini,
er sorlað sundur av buldos-
arunum. Bøndurnir hava
ikki frítt at fara í tí økinum,
har teir áður hava velt.
Ísrelsku myndugleikarnir
siga, at møguleiki skal vera
fyri at gera nøkur portur í
múrin, so bøndurnir sleppa
innum ella útum at heysta í
egnum veltum.
Bush var varin
Júst nýggi múrurin á her-
settu økinum var á skránni
tá George Bush, forseti,
hevði fund við ísrelska for-
sætisráðharran Ariel Sharon
og nýggja palestinska for-
sætisráðharran Mahmoud
Abbas.
Summi væntaðu at ameri-
kanska forsetin fór at
kroysta Sharon til at steðga
byggingini av múrinum,
men tíðindafundirnir eftir
fundin í Washington bendu
ikki á, at Bush hevur kravt,
at byggingin steðgar.
Byggingin av múrinum
hevur ávirkan á »road-
map« – koyriætlanina fyri
friði. Henda ætlan skinklar
í skræðuni, men tykist í
løtuni at vera einasta
gongda leið til varandi frið.
Sjálvt um Bush ikki
kravdi beinleiðis at bygg-
ingin skuldi steðgast, so eru
tekin um, at amerikanska
fyrisitingin stúrir fyri støð-
uni. Amerikanski uttanríkis-
ráðharrin – Colin Powel –
hevur heitt á ísrelsku
myndugleikarnar um at
hugsa seg væl um.
Keldur í amerikansku
fyrisitingini hava sagt við
New York Times, at fleiri
amerikanskir
politikarar
eru fyri at frysta nýggjstu
veðhaldini fyri láni til
ísrelsku stjórnina.
USA er ikki ímóti, at
Ísrael byggir ein múr ella
eitt trygdarhegn á egnum
øki, men at Ísrael við múrin
fer inn á Vestara Áarbakka
og Ísrael á tann hátt leggur
nýtt land undir seg hóttir
»road-map«-ætlanina. Við
múrin ger Ísrael sítt egna
mark.
Amerikanska kongressin
hevur í vár veitt Ísrael veð-
hald fyri lánum upp á
níggju milliardir dollarar
og tað eru hesi veðhaldini,
sum amerikansku myndug-
leikarnir nú hótta við at
minka.
Koyriætlanin fyri friði
í Miðeystri:
Koyriætlanin – the road map – fyri friði millum pale-
stinar og ísraelar er løgd til rættis av ES, ST, USA og
Russlandi.
Endamál:
Ein endalig og altumfatandi loysn á trætuni millum
Ísrael og Palestina, sum skal enda við einum demo-
kratiskum palestinskum stati lið um lið við Ísrael.
Tíðarætlan:
Ætlanin er í trimum stigum, har seinasta stigið verður
tikið í 2005.
1. stig:
Harðskapur og yvirgangur skal steðgast. Palestinar
skulu kunna liva eitt vanligt lív og palestinskir stovnar
og mynduleikar skulu setast á stovn.
2. stig:
Ein palestinskur statur verður settur á stovn við fyri-
bils marki. Samstundis verður hildin ein altjóða ráð-
stevna, sum skal útvega pening til nýggja statin.
3. stig:
Endaliga avtalan um at enda trætuna verður undir-
skrivað. Málið er ein palestinskur statur í 2005 við
mørkum, sum eru altjóða viðurkend.
Tøl úr Ísrael
• Íbúgvaratalið í Ísrael er í alt 6.631.000
• Av teimum búgva 225.000 jødar í búsetingum á
Vestara Áarbakka í umleið 150 búsetingum.
• 8.000 búgva í búsetingum í Gaza
• 1,2 mio. av fólkinumi í Ísrael eru arabarar
• Íbúgvaratalið á Vestara Áarbakka er umleið 2 mill.
• Íbúgvaratalið í Gaza er umleið 1,2 mill.
Amerikanski forsetin segði seg harmast um nýggja múrin millum Ísrael og Vestara Áarbakka, sum stingur seg inn á hersettu økini og
leggur nýggj øki afturat Ísrael
Mynd: Reuters
Higartil er múrurin sum skal skilja Ísrael frá Vestara Áarbakka 128 kilometrar langur, men ætlanin er at hann skal vera næstan 1000 kilometrar.
Mynd: Reuters
UTTAN ÚR HEIMI
UTTAN ÚR HEIMI