Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. august 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 147 - 8. august 2003 Nr. 147 - 8. august 2003 21 UTTAN ÚR HEIMI Týsdagin umrøddi norska blaðið Aften- posten støðuna í norsku alivinnuni í oddagreinini. Hóast trupulleikarnir í før- oysku og norsku ali- vinnuni kanska ikki hava sama uppruna, kundi oddagreinin eins væl verið føroysk ALIVINNA Árni Joensen Oddagreinin í Aftenpsoten var soljóðandi: »Ein stórur partur av norsku alivinnuni er komin út á eggina fíggjarliga. Laksaalararnir í Noregi skylda bankunum meiri enn 20 milliardir krónur, og fyri aðru ferð í tólv ár er vandi fyri, at bankarnir fara at yvirtaka vinnuna. Bankar- nir hava longu sett risafyri- tøkuna Pan Fish undir um- siting, og tað sama er hent Midnor Group. Tað størsta alifelagið í Norðurnoregi, Dåfjord Laks, fór á húsa- gang í summar. Nógv av teimum kreppu- raktu feløgunum hava biðið tað almenna leggja uppí við millum annað at skerja fóðurkvoturnar. Tað hevði avmarkað framleiðsluna næsta ár, siga tey. Men tílík almenn inntriv hava ofta óætlaðar avleiðingar við sær. Tað versta er, at tey feløgini, sum framvegis klára seg og eru væl fyri fíggjarliga, missa ein kapp- ingarfyrimun. Alivinnan ásannar, at hon fyri ein stóran part hevur skyldina av kreppuni sjálv, tí spádómarnir um prís- hækking elvdu til ógrundað bjartskygni. Eisini teir stóru bankarnir viðganga at hava feilmett støðuna, og vit eiga at vera varin við at nýta almenn inntriv til at fjala út yvir vánaligar av- gerðir og veika leiðslu. Sama hvussu harmiligt tað er, at feløg fara á húsagang, so skulu sera góðar grund- gevingar til at regulera seg burtur úr trupulleikunum. Tað, sum hevur størstan týdning, er, hvussu bankar- nir og tey kreppuraktu feløgini sjálvi viðgera kreppuna. Aftan á mong ár við ovurframleiðslu og skeiv- um íløgum er tað greitt, at tað er neyðugt at umskipa vinnuna til færri og sterkari eindir. Skilagóðar avgerðir í bankunum høvdu eisini verið til hjálp tann rætta vegin.« Norska oljumálaráðið hevur gjørt av at út- seta ætlanina at geva oljufeløgunum leit- ingarloyvi í Barents- havinum. Ístaðin skulu nýggj loyvi gev- ast við Lofoten OLJUVINNA Árni Joensen Fleiri av teimum stóru olju- feløgunum vilja sleppa at leita eftir olju og gassi í Norskahavinum, og har- afturat hava norsku feløgini Statoil og Norsk Hydro áhuga í at sleppa í Barents- havið at leita. Fyribils hava tey útlend- sku oljufeløgini vunnið, tí nú hevur Einar Steensnæs, oljumálaráðharri, boðað frá, at eingin leiting verður í Barentshavinum enn, men at ætlanin ístaðin er at loyva leiting við Lofoten. Politiski ráðgevin í olju- málaráðnum, Øyvind Hå- brekke, sigur við Aften- posten, at tað ber ikki til at samanbera Barentshavið og Norskahavið. Í fyrra lagi er umhvørvið ikki tað sama, og í øðrum lagi eru fleiri møguleikar í Norskahav- inum, og tí verður tað hild- ið skilabest at bíða við Barentshavinum, sigur hann. Tað er tó ikki vist enn, at oljufeløgini sleppa at bora úti fyri Lofoten, sum er ein tann besta fiskileiðin við norsku strondina. Ætlanin hjá oljumálaráðnum er at lata feløgunum loyvi á tveimum leiðum við Nord- land og Troms, men tað eru øll ikki líka fegin um. Í Norges Fiskarlag sigur kunningarstjórin, Tom Hans- sen, at tey eru alt annað enn fegin um tíðindini úr olju- málaráðnum, og felagið fer eisini at fylgja væl við gongdini, sigur hann. Seinasta norska útboðið var tað 18. í røðini, og ikki færri enn 14 oljufeløg hava søkt um leitingarloyvi. Millum teirra eru Agip, BP, Chevron Texaco, Conoco- Philips, Dong og norsku Hydro og Statoil. Ætlanin hjá oljumálaráðnum er at luta loyvini út á sumri næsta ár. Norsk oddagrein um aling kundi verið føroysk Oljuvinna í Barentshavinum útsett Hóast trupulleikarnir í føroysku og norsku alivinnuni kanska ikki hava sama uppruna, kundi oddagreinin í norska blaðnum »Aftenposten« eins væl verið føroysk Savnsmynd Ætlanin hjá oljumálaráðnum er at luta loyvini, við Lofoten, út á sumri næsta ár Savnsmynd Hóast verkfallið á privata arbeiðs- marknaðinum gjørdist rættiliga drúgt, og fólk eftir verkfallið søgdu seg vilja at arbeiða í summar, eru tað kortini fleiri, sum vilja hava summarfrí um summarið. Tí er tað komið væl við hjá Kósini, at nógvir skúlaungdómar hava verið við til at havt virksemið gangandi, nú eingin steðgur bleiv í framleiðsluni FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Kósin er eitt av teimum virkjum, sum plaga at leggja stilt nakrar vikur um summarið. Trý fylgjandi ár eru tey, sum arbeiða á virk- inum, farin í summarfrí eina viku fyri ólavsøku og hava hildið frí til tvær vikur eftir ólavsøku. Ætlanin var, at soleiðis skuldi eisini verða í ár, og hesum hevði leiðslan boðað frá. Men tá ið verkfallið gjørdist so drúgt, vórðu fólk eftir verkfallið spurd, um tey høvdu hug at ar- beiða í summar, og her søgdu fleiri seg vera sinnað til tess. Tí avgjørdi leiðslan á Kósini ikki at leggja stilt í summar. Á virkinum siga tey, at nógv fiskaarbeiði hevur verið, síðan verkfallið varð avblást, men framleiðslu- orkan í summar hevur verið minni enn vanligt, tí so nógv fólk eru og hava verið í summarfrí. - Tað hevur tí verið okk- um ein stór hjálp, at nógvir skúlanæmingar hava tikið hond í við okkum í summar og hava viljað tjent sær nakrar krónur í frítíðini. Fleiri enn 20 skúlanæm- ingar, bæði gentur og dreingir, hava arbeitt á Kós- ini í summar. - Nøkur hava verið her áður, meðan onnur eru nýggj. Jaspis og Ametyst Mánadagin landaðu par- trolararnir, Jaspis og Ame- tyst, góð 200.000 pund av upsa á Kósini. Skipini høvdu roynt á Bill Baily, og á Kósini siga tey, at upsin var góður. - Nú framleiðsluorkan á virkinum er minni enn van- ligt, røkkur hesin fiskurin til meginpartin av vikuni. Sum skilst, hevur Kósin annars ikki keypt tær stóru nøgdirnar á uppboðssølu í vikuni. Hvussu komandi dagarn- ir fara at roynast á Kósini, er ilt at siga, men nøkur av línuskipunum, sum hava ligið seinastu tíðina, eru nú farin útaftur. Klakkur og Pison fóru miðskeiðis í hesi vikuni, og Jógvan S er í løtuni á Føroya Banka. Væntandi kemur Jógvan S aftur av túri mánadagin komandi. Pussa upp… Á Kósini vita tey at siga, at nøkur línuskip hava ligið og pussað upp, og væntandi er gongd komin á aftur hjá teimum flestu, áðrenn langt um líður. Fiskidagarnir munnu eis- ini fara at ganga undan, nú so lítið er eftir at hesum fiskiárinum. Nógvir skúlanæmingar hjálpa til á Kósini Skráin fyri stevnuna er fjølbroytt, og tiltøk eru bæði fyri børn og vaksin OVASTEVNA Vilmund Jacobsen Fara veðurgudarnir at skikka sær líka væl á ovastevnu í ár sum seinasta ár, eru øll útlit til, at stevn- an, sum nú hevur 10 ár á baki, fer at eydnast til fuln- ar. Undirtøkan, sum stevnan fekk í fjør, var størri enn nakrantíð, og umframt bát- ar í hópatali, sum leitaðu sær um fjørðin úr megin- økinum og aðrastaðni, flutti strandfaraskipið, Rytan, ikki færri en 2000 fólk um fjørðin. Eftir fólkatalinum í Nólsoy, sum er undir 300, er eingin ivi um, at ova- stevnan er best vitjaða stevnan í landinum – tó, at hon liggur eftir, at allar hin- ar stevnurnar hava verið, og fólk á »pappírinum« tískil áttu at verið stevnutroytt. Vit hava hugt at eitt sindur at, hvat stevnuskráin hesaferð hevur at bjóða. »Cabaleum« Lagt verður hart fyri, um vit so kunnu siga, tí longu fyrsta tiltak á skránni í kvøld er kabarettin, sum í ár hevur fingið heitið, »Cabaleum«. Fyrsta sýn- ingin verður fyri børnum, og hon byrjar í Royndar- húsinum kl. 18. Øll tey fyrstu tiltøkini, sum eru á skránni í kvøld, eru ætlað børnum. Sam- stundis, sum »Cabaleum« verður sýnd, verður tom- bola og skjótibreyt á Nýggjavegi, og seinni um kvøldið eisini hoppiborg, skreiðiborg, miniásni og mekaniskur tarvur í skúla- garðinum. Í kvøld sleppa børnini eisini at dansa í tjaldinum til kl. 22.30. Sjálv frumsýningin av kabarettini verður kl. 20 í kvøld, og kl. 23 fara nóls- oyingar – saman við gesta- sangaranum, Anfinni - at spæla til dans í tjaldinum. Setan, regatta, svimjing og dansur Leygardagin verður nógv á skránni, og hetta er dagur- in, tá ið nógv flest fólk vitja stevnuna. Setanin verður kl. 14, og í ár verður tað løgtingsmað- urin, Kaj Leo Johannesen, sum setir stevnuna, og Nólsoyar sangkór fer at syngja. Kl. 15 leygardagin verða ymisku barnatiltøkini á Nýggjavegi og í skúlagarð- inum uppafturtikin, og tá fáa børnini eisini høvi at lata seg tekna. Onnur tiltøk, sum byrja leygardagin, eru loppu- marknaður, 21-spæl og fiskibrunnur, sum øll verða í skúlanum og skúlagarð- inum. Væntandi koma teir fyrstu svimjararnir á mál í Nólsoy um 15.30-tíðina og regattabátarnir kl. 17. »Cabaleum« er tvær reisur á skránni hendan dagin, ávikavist kl. 17.30 og kl. 19.30. Barnadansur verður aftur leygarkvøldið og eftir fel- agssangin undir Mikkjals- veggi, sum byrjar kl. 22.00, verður dansur í tjaldinum á midnátt. Leygarkvøldið spælir bólkurin, Showmen, sum eru Kim, James, Jóhannus og Jens Marni. Sterkastu og fimastu menn og kvinnur… Sunnudagurin – ella dagur- in »eftir« – byrjar stillisliga við gudstænastu í Nólsoyar kirkju, har Bjarni Bæk prædikar. Men longu kl. 15.30 kemur aftur meira »røring- ur« í; tá verður nevniliga kapping í skúlagarðinum um, hvør er sterkasti og fimasti maður og kvinna í bygdini. Sunnudagin verða barna- tiltøkini, sum vóru leygar- dagin, tikin uppaftur, og kl. 18 verður einasta sýningin hendan dagin av »Caba- leum«. Seinasta tiltakið í stevnu- skránni, er aftur kabarettin, sum verður sýnd fyri sein- astu ferð mánakvøldið kl. 20. Seks ferðir »Cabaleum« á ovastevnu Tað var sum »sild í tunnu« á ovastevnu í fjør, tá ið fólkið var mest. Mynd: Poul Hansen Tað er komið væl við á Kósini í summar, at fleiri skúlaungdómar hava viljað tjent sær nakrar krónur í summarfrítíðini C M Y K 21 20