fríggjadagur 8. august 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 147 - 8. august 2003
23
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
C
M
Y
K
23
22
Ítróttarstjórin í FCK
heldur, at felagið hjá
honum ikki fær betri
møguleika at sleppa
upp í part í bólka-
spælinum, enn teir
hava, nú teir skulu
spæla ímóti Glasgow
Rangers
EUROPA CUP
Jóannes Hansen
Tað var eingin ivi. Við
tennisúrslitinum 6–0 stað-
festi FCK mikukvøldið í 30
hitastigum á Ta‘Qali tjóðar-
vøllinum á Malta, at teir
skuldu eiga rættin til í triðja
og avgerandi innleiðandi
umfarinum at spæla ímóti
Glasgow Rangers um eitt
pláss í bólkaumfarinum,
har tær nógvu milliónirnar
eru at vinna.
– Eg havi fyri stuttum
sæð Gasgow Rangers spæla
ímóti Arsenal.
London
felagið vann 3–0, og teir
spældu Glasgow Rangers
sundur og saman, sigur
Niels–Christian
Holm-
strøm, ítróttarstjóri í FCK,
sum avgjørt ikki heldur, at
skotska meistaraliðið tókt-
ist sum stór hóttan.
Danskir fjølmiðlar vísa á,
at í royndini at styrja seg
undan avgerandi innleið-
andi
umfarinum
hevur
Rangers eitt nú keypt
norska Henning Berg. Áður
hevur hann verið so mikið
stinnur miðverji, at hann
hevur spælt eitt nú í Man-
chester United, men tað eru
nøkur ár síðani, og nú er
Henning Berg væl og virði-
liga farin um bestu fót-
bóltsárini. Donsku miðlar-
nir halda, at tað verður guff
hjá eitt nú Zuma at hava
Henning Berg sum mót-
støðumann.
Fyrri dysturin millum
Glasgow Rangers og FCK
verður á Hampden Park í
Glasgow komandi miku-
kvøld. FCK skipar fyri
flogferð í sambandi við
dystin. Seinna uppgerðin
verður í Parkini miku-
kvøldið 27. august.
Eftir ferðina suður á
Malta eru tveir FCK spæl-
arar eitt sindur smáskaddir.
Talan er um Zuma og Erik
Mykland. Hans Backe,
FCK venjarin, segði á
heimferðini, at tað ikki er
óhugsandi, at teir báðir fara
at sita uttanfyri, tá ið FCK
leygardagin fer at spæla í
Esbjerg.
– Vit hava breiðan hóp,
og næstu vikurnar fara vit
at fáa brúk fyri øllum spæl-
arunum, staðfesti FCK
venjarin, sum ikki roknar
við, at nýggi brasilski
álopsmaðurin verður við í
útidystinum.
Mikukvøldið
avloysti
Jörgen Pettersson síðsta
hálva tíman Zuma. Aftaná
varð sagt, at Pettersson ikki
er komin seg heilt eftir
vøddaskaðan, og tað kann
væl hugsast, at hann verður
ikki við leygardagin.
Peter Møller fekk møgu-
leikan alt seinna umfarið.
Hann loysti Toda Jónsson
av, men hann spældi ikki
væl. Temjingarnar vóru
ikki góðar, og hann tóktist
alt í alt ikki serliga væl fyri.
Nú FCK hevur keypt dýran
brasilskan
álopsspælara
verður í donskum miðlum
gitt, at FCK fer at selja
Peter Møller. Um so verður
so verður tað heilt skjótt.
Todi tvær ferðir
Todi Jónsson átti sín stóra
lut í størsta útisigrinum,
sum FCK nakrantíð hevur
vunnið í Europa Cup.
Hóast hann bara var á vøll-
inum fyrru trý korterini, so
skoraði hann tvey mál. Hitt
fyrra fekk hann, tá ið
seytjan minuttir vóru farnir.
Eftir verjumistak sneiddi
hann seg leysan og setti
framvið málverjanum. Tá
fór luftin fullkomuliga úr
heimaliðnum,
sum
frá
fyrsta
bríksli
hevði
tríggjar
spælarar í álopin-
um og tóktist ætla
sær at vinna 4–1
tapið í Park-
ini aftur.
Hjalte Bo
Nørregård
økti til 2–0 við rimmar
langskoti úr 25 metrum.
Bólturin brast í nettakið
dygst undir samankoming-
ini. Fýra minuttir undan
steðginum økti Todi Jóns-
son til 3–0, og harvið skor-
aði hann sjeynda Europa
Cup málið fyri FCK. Zuma
og Todi gjørdust einsa-
mallir á mótstøðuhálvuni,
tá ið rangstøðufellan kiks-
aði. Todi hevði bóltin, og í
staðin fyri at leggja fyri føt-
urnar á Zuma – vandi var
fyri, at hann skuldi verða
rangstaddur – valdi Todi at
sneiða fram við málverjan-
um. Á málstrikuni steðgaði
hann á, áðrenn hann flutti
bóltin inn um strikuna, tók
hann út aftur og vendi so
aftur og sendi bóltin í netið.
Tá ið Todi ikki kom á
vøllin eftir steðgin, vildi
frásøgumaðurin vera við, at
talan kanska var um sekt, tí
hann hevði verið hástórur,
tá ið hann skoraði seinna
málið. Hetta varð í gjár
endurtikið onkrastaðni í
donsku miðlunum, men
FCK venjarin hevur einki
sagt um hetta.
Í
2.
hálvleiki
legði
Sliema Wanderers fyri við
at gera sjálvmál. So skoraði
Zuma, og Thomas Røll setti
punktum við flottum máli,
eftir at hann í vinstru hevði
sneitt seg leysan.
Nr. 147 • fríggjadagur • 8. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Todi tvey mál í leikandi
løttum sigri
Todi skeyt tvey av
málunum hjá FCK
í stórsigrinum á
maltesisku
meistarunum
Umframt FCK er
norska Rosenborg
einasta norðurl-
endska felagið, sum
skal royna seg í triðja
innleiðandi
umfarinum
EUROPA CUP
Jóannes Hansen
Rosenborg úr Tróndheimi
megnaði mikukvøldið tað,
sum teir plaga at gera. Eftir
at teir á útivølli høvdu
vunnið 1–0 var eingin ivi,
tá ið norska stórfelagið
mikukvøldið hevði vitjan
av Bohernians, ið varð sent
til hús við 4–0 tapi.
Rosenborg
plagar
at
standa seg væl, og teir hava
øgiliga gátt, sum teir skulu
upp um, áðrenn teir kunnu
sleppa upp í part í bólka-
spælinum. Næst á skránni
er spanska stórfelagið De-
portivo La Coruna.
Finska HJK Helsinki
hevði í útidystinum ímóti
MTK Budapest tapt 3–1.
Útivallarmálið var týdn-
ingarmikið, og tað varð
mett ikki at vera heilt
ómøguligt at vinna saman-
talt hjá finska liðnum. HJK
vann á heimavølli, men teir
vunnu bara 1–0.
Størsta
norðurlendska
vónbrotið
var
tað,
at
svenska meistaraliðið Djur-
gården úr Stokhólmi ikki
megnaði at spæla seg í
triðja innleiðandi umfarið.
Tað sá annars rættuliga
ljóst út eftir fyrra dystin. Í
Beograd hevði Djurgården
ímóti Partizan megnað 1–1.
Á heimavølli komu teir
framum 1–0, men eftir
lítlari løtu stutt fyri steðgin
skoraðu gestirnir tvey mál.
Djurgården megnaði at
javna til 2–2, men tað var
ikki nóg mikið. Partizan
var omaná, tí teir høvdu
skorað fleiri mál á útivølli.
FBK Kaunas sendi uttan
nakað himpr HB úr kapp-
ingini. Tá ið teir í Kaunas
mikukvøldið fóru á vøllin í
Glasgow, var tað longu
greitt, at Celtic hevði
vunnið. Skotska stórfelagið
vann 4–0 á úti vølli, og
mikukvøldið løgdu teir ikki
so nógv fyri. Kaunas gjørdi
sjálvmál í 21. minutti, og
tað var einasta málið hesa
ferð. Í triðja og avgerandi
innleiðandi umfarinum skal
Celtic spæla ímóti MTK úr
Budapest.
Belgiska Anderlecht vísti
mikukvøldið, at tað ber til
at koma afturíaftur, hóast
tað sær rættuliga svart út.
Ímóti Rapid Bukarest á
útivølli høvdu teir megnað
málleysan javnleik. Men á
heimavølli fingu teir heilt
skjótt tvey mál ímóti sær,
og so tóktist eingin vón at
vera.
Men
Anderlecht
megnaði at svara aftur og at
skora tey trý málini, sum
skuldu til, fyri at teir skuldu
sleppa í triðja innleiðandi
umfarið.
Svøríki var størsta vónbrotið
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
Listastevnan
Fríggjadagin 08.08. kl. 1630
Fríggjadagin 08.08. kl. 1700
DANSURIN
Leygardagin 09.08.kl. 1500
Sunnudagin 10.08.kl. 1500
Leygardagin 16.08.kl. 1500
Sunnudagin 17.08.kl. 1500
Leygardagin 09.08.kl. 1700
Sunnudagin 10.08.kl. 1700
Mánadagin 11.08.kl. 1630
Týsdagin
12.08.kl. 1630
Mikudagin
13.08.kl. 1630
Mikudagin
13.08.kl. 1700
Hósdagin
14.08.kl. 1700
Fríggjadagin 15.08. kl. 1700
Leygardagin 16.08.kl. 1700
Sunnudagin 17.08.kl. 1700
Hósdagin
14.08.kl. 1630
Fríggjadagin 15.08. kl. 1630
Leygardagin 16.08.kl. 1630
Sunnudagin 17.08.kl. 1630
Leygardagin 09.08.kl. 1630
Sunnudagin 10.08.kl. 1630
Mánadagin 11.08.kl. 1700
Týsdagin
12.08.kl. 1700