Sosialurinarkiv
Sosialurin 1995-07-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. juli 1995síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 123 — 1. JULI 1995 tíðindablaðið Elisabeth í Koltri heilsar her upp á Margrethu Drotning úti í Koltri. Drotningin helt gomlu bóndakonuna verða djarva, at hon hættaði sær út í oynna henda dagin. Á myndini síggjast eisini: Edmund Joensen, logmaður landsstyrismadur, Birte Klinte og Edfrid Joensen Var bóndakona í Koltri í 24 ár: Aftur á slóðina - Tað er lættari at bróta niður enn at byggja upp, ásannar Elisabeth í Koltri, sum vitjaði í ovnni fyri fyrstu ferð í 34 ár. Hon er fegin um at nýggju bóndahjúnini hava yvirtikid garðin, og er sannførd um, at tey fara at bóta um umhvørvid í Koltri Einaferð var Elisabeth í Koltri, drotning á oynni Tad eru nú 34 ár síðani hon fór til Havnar at búgva og hon hevur ikki verið í Koltri all hesi árini Tá Margretha Drotning skuldi vitja í Koltri, bjóð aðu bóndahjúnini, sum nú havayvirtikið garðin. Elisa beth í Koltri út at ferðast Ég visti av ongum fyrr enn Lúkka Patursson stóð í túninum hjá mær, og spurdi, um eg ikki hevði hug at koma út í Koltur, tá Drot ningin kom at vitja? Nú verður hugaligari Tad var væl, at eg ikki fór at vitja áður, tí nú hevur Bjørn Patursson og Forn minnisfelagið gjørt nógv fyri at beta um hús o.a. í oynni. Tað var tó ein synd arlig sjón, í mun til tað, sum eg minnist, sigur Elisabeth í Koltri - Soleiðis sá ikki út í Kolt- ri fyri 34 árum síðani, tá vit bæði Niclas og eg og synir- nir fluttu haðani. Vit hildu alt so væl við líka. Tá ill veður var um vetrarnar, so var alt umvæld beinanveg in, sigur Elisabeth í Koltri Hon er ikki sért vónsvíkin av umhvervinum í Koltri, og av, at alt er so nógv broytt Niclas hevði verkstað í einum húsi, sum stóðu í túninum hjá okkum, men har er ein seyðarætt í dag sigur Elisabeth Elisabert í Koltri kennist heldur ikki aftur við bónda húsini, tí har er alt endavent inni Tá vit fóru av ovnni høvdu vit júst fingið nýggj an køk, men har var einki efur av honum. Ístaðin er ein nútímans køkur, sum heldur ikk: hóskar so væl til gomlu bóndahúsini. sigur Elesabeth, og vísir ul nýggju bóndakonuna, sum hevði væntað at komið til eim hugnalig gomul hús. og ikki flísabaðirúm og nýggj an køk Hví hevur tú ikki verið í Koltri í 34 ár? Vit høvdu ongan at fara til, men eisini if mær einki dámdi at flyta til Havnar, hóast vit vóru væl móttikin her Ongan hug at flyta av oynni Tað verður altíð sagt, at tað eru konurnar, sum vilja sleppa at flyta frá útjaðara økunum, men so var ikki hjá Niclasi og mær, sigur Elisa- beth í Koltri Tað var Niclas, sum vildi sleppa av oynni. Syn- irmir tímdu heldur ikki búgva har, men eg hevði ongan hug at flyta. Vit búðu í Koltri í 24 år, og taðer ikki sum at siga tað, at flyta. At enda tók eg meg um reiggj yg flutti við sjálvandi Tad er lættari at bróta niður enn at byggja upp sigur Elisaberth í Koltri heldur = vónsvíkin men heldur samstundis. at nú er von fyri framman, nu tey ungu bóndahjúni eru komin til, og hava áhuga og áræði ut fara undir virksemið i ovnni Niclas í Koltri, sáli. var kendur bátabyggjari, og hevði tað til arbeiðis, árini familjan búði í Havn. Kend er eisini myndin av modell skipum, sum um summarið lógu á vatninum uppi á slættanum við bóndahúsini og sum nógv fólk fóru út í Koltur at síggja. Niclas smíðaði hvert ár tvey mode llskip at geva synunum í jólagávu. Har vóru trolarar, sluppir, skonnertir og línu bátar, sum líktust nágreini liga veruligu skipunum Elisabeth í Koltri minnist ikki eina løtu, har hon kendi seg einsamalla úti í Koltri Nógv var at takast við, og nógv fólk vitjaði eisini um summarið, so tað vigaði upp ímóti tí heldur einsligu tilveruni um veturin Hálvthundrað gestir Um summarið var nógv at gera, fólk komu at vitja, og eingin mátti fara avstað aftur við ongum, sigur Elisabeth í Koltri Serliga minnist eg ein dag í hoyna. Tá komu $1 fólk at vitja. Tey seinastu sum komu henda dagin fingu bert kaffimunn og eina småkøku afturvið, tíeg Andreas Petersen hevði einki annað at geva teimum. Dagin eftir noydd t eg upp tíðliga at baka mkur kom á gátt hjá kkum sigur Elisabeth i Koltri Hon heyrði gestabókina ð sær út í Koltur tá drott ingarvitjanin var, og Mar gretha Drotning fekk eisini stundir at skriva í bókina, tå hon heilsaði upp á Elisa beth. Hetta er bókin, sum fólk, ið vitjaði í Koltri í síni tid, hava skrivað í. Drot ningin helt, at Elisabeth var djørv, at hon hættaði sær út í Koltur henda dagin Hvussu var tað at flyta úr oynni til Havnar í síni tíð F Tað var hóast alt ikki so torført. Familjan hjá Niclas búði her, og vit ferðaðust eisini ofta til Havnar, tá vit búðu í Koltri. Jú, vit vóru væl móttikin og fingu góðar Vinir og grannar Familían flutti í húsini á Heygnum Mikla, har tey hava búð árini í Havn Tá var tað bóndaland her, og munurin ikki so stór- ur frá at búgva í Koltri, sigur Elisabeth í Koltri Orð: Dagny Mynd: Kalmar — | L. 11 | Tíðindaskriv frá Bókadeild Føroya Lærarafelags Bembil býr í búkinum | urð send bólki Í í Bóka klubbanum Í ni Mamma Jåkup skal hava små. Jåkup og påpin eru spentir at vita, um tað er droneur ella centa. men tá ið teir ikki kunnu vita tað, kalla teir pinkubarn ið Bembil BEMBII BYR | BUKINUM er klaffa bók. so tå ið tú letur klaffan upp, sært tú, hvat Bembil ger í búkinum á mammum. Og tað er ikk: altíð tað, tú hevði væntað. Hetta er stuttlig bók, sum lesarin ofta fer u lesa fyrr yngru børnunum. Í okt- ober kemur framhald av bókini BEMBLA KEMUR HEIM teimum Bøkurnar um Bembil Bembla) hevur svun Ihomas Svensson gjørt Alexandur Kristiansen hevur tytt bókina tødum gjørt rímur BEMBII BYR | BUKINUM fæst nú í bókabúðunum og kostar kr. 90 Næsta bókin kemur í august. Hetta verður av bera vakra bókin, BÓK STAVIRNIR. Sigurð Jo ensen hevur sett rim ni bókstavirnar og Edward Fuglø hevur teknað BOKSTAVIRNIR verður | send bæði bólki I og II í Bokaktubbanum LEIÐARI Dagstovnin á Argjum Sokt verður eftir leiðara til Dagstovnin á Argjum til setan 15. sept. 95. A stovninum eru 78 børn í vøggustovu- og barnagarðsaldri og 19 starvsfólk. Bert fólk við pedagogiskari útbúgving kunnu søkja starvið. Lon sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Foroya Landsstýri. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til stovnin. Umsóknir skulu stílast til nevndina fyri stovnin og sendast til stovnin í seinasta lagi 24. juli 1995. DAGSTOVNURIN Á ARGJUM Tradagøta 55 160 Argir Tlf. 19019 - 19004 Amnesty International Upplatingartíðirnar hjá Amnesty international, Føroya Deild eru: Mánadag kl. 16-18. Friggjadag kl. 10—18. Tlf. 15816. es