Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. august 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 148 - 9. august 2003 Nr. 148 - 9. august 2003 3 Hóast harða mót- støðu, so fekk meiri- lutin í vinnunevndini sín vilja í løgtingin- um hósdagin. Kom- andi fiskiár veður fiskidagatalið lækkað við 784 døgum FISKIDAGATAL Páll Holm Johannesen Løgtingið samtykti hósdag- in at skerja fiskidagatalið komandi fiskidagaár við tveimum prosentum. 16 at- kvøddu fyri uppskotunum hjá meirilutanum í vinnu- nevndini, meðan 12 at- kvøddu ímóti. Hetta hevur við sær, at í alt 784 dagar verða strikaðar frá 1. sep- tember, tá fiskiárið byrjar. Hørð mótstøða Í tinginum var hørð mót- støða ímóti uppskotunum hjá meirilutanum í vinnu- nevndini. Tilmælini frá føroysku fiskivinnufrøð- ingunum um at minka um veiðitrýstið við 25% yvir komandi trý árini, varð mett av fleiri tinglimum ikki at verða haldabart. Fleiri tingmenn saknaðu eisini haldgóð prógv frá meirilutanum í vinnu- nevndini fyri at skerja fiskidagatalið. Tað varð víst á, at fiski- frøðingurin so at siga aldrin koma við røttum tilmælum, og tískil áttu vit ikki at fylgt teimum. Jørgen Niclasen greiddi frá, at um vit fylgdu tilmælunum í fjør frá fiski- frøðingunum, so hevði før- oyska samfelagið verði 600 milliónir fátækari. Tilmælini hjá íslendska fiskifrøðingum, Jón Kjart- ansson, um at varðveita sama veiðurtrýst, vórðu eisini havd á lofti. Fleiri tingmenn hildu íslendingin hava greiðu í sínum máli, og tí varð heitt á løgtings- menn um at atkvøða ímóti uppskotunum hjá meiri- lutanum í vinnunevndini. Tað varð eisini nevnt, at heili 20 % av tillutaðu fiskidøgunum ikki vóru nýttir, og tískil kom skerj- ingin av fiskidøgum serliga at raka teir, ið veruliga royndu, og nýttu sínar til- lutaðu dagar. Tað er ikki løgið, um tingmenn hósdagin kendi seg heldur ørkymlaðar. Heili seks tilmælið vóru at taka støðu til. Ices, Fiski- daganevndin, Landsstýri, Fiskivinnuumsitingin, føroysku fiskifrøðingarnir og meirilutin í Vinnu- nevndini høvdu hvør sítt tilmæli. Kortini harða mót- støðu úr serliga Fólkafloks- tingmonnum, so varð upp- skotið hjá meirilutanum í Vinnunevndini endaliga samtykt. Æðunn Koráðsson er alt annað enn fegin um løgtingssamtyktina um at skerja fiskidagatalið við tveimum prosent- um. Honum vantar haldgóð prógv, og sigur, at um politikkar-ar-nir framhaldandi halda á við at skerja fiskidaga- talið á hvørjum ári, so verður grund-arlagið tikið undan vinnuni FISKIDAGATAL Páll Holm Johannesen Í løgtinginum hósdagin vístu fleiri løgtingslimir á, at ein skerjing í fiskidaga- talinum fór serliga at raka útróðrarflotan meint. Út- róðrarmenn í bólki 4 hava sum er eitt lágt fiskidaga- tal, og við løgtingssamtykt- ini, verður enn meir máa av teirra fiskidøgum. For- maðurin í Meginfelag Út- róðrarmanna er alt annað enn fegin um skerjingina. – Eg kann als ikki siga, eg eri glaður um minking- ina í fiskidagatalinum, og eg má framvegis vísa á, at mær vantar argument fyri minkingini, sigur Æyðunn Konráðsson. Tilmælini fara skeiv Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna skilir ikki, hvussu tað ber til at taka tilmælini hjá Ices og før- oysku fiskifrøðingunum fyri fult. – Tær eru farnir so ofta skeivir, at ein kann ikki áhaldandi trúgva teimum. Okkurt árið hava vit fiska 150 % meir enn vit áttu, og kortini vaks stovnurin, greiðir Æðunn Konráðsson frá. Fiskidagaskipanin tillagar seg sjálv Æðunn Konráðsson fýlist eisini á, at politikkarnar á hvørjum ári blanda seg í fiskidagaskipanina. Hann vísir á, at føroyska fiski- dagaskipanin er bygd upp eftir tí leisti, at hon skal til- laga seg sjálv. –Skipanin er soleiðis, at um nógvur fiskur er, so fiska vit nógv, meðan er lítið til, so fáa tilsvarandi lítið, so hon regulerar seg sjálv. Eg skilji tí ikki, hví politikkararnir á hvørjum ári, skulu leggja seg út í skipanina og regulera hana sjálvir, fortelur formaðurin í Meginfelag Útróðrar- manna. Grundarlagið tikið undan Hetta er á øðrum ári, at løg- tingið samtykkir at skerja fiskidagatalið. Í fjør varð minkað við einum prosenti, og verður hugt samlað, síð- an fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996, so er fiski- dagatalið í alt minkað við góðum 18 prosentum. For- maðurin í Meginfelag Út- róðrarmanna heldur lítið um gongdina. – Halda politikkarnar fram við at skerja fiski- dagatalið, so taka teir grundarlagið undan vinn- uni, sigur Æðunn Konráðs- son at enda. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá okkara kæra Elisa Hammer Haldarsvík andaðist og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkið á B6 og E3. Tøkk til Hera Joensen, prest, í kapellinum og Martin Restorff, prest, í kirkjuni. Tøkk til sangarar, berarar, Avhaldshúsið, tykkum, sum stóðu fyri og á annan hátt hjálptu til við jarðarferðini. Tøkk fyri kransar, blómur, peningagávu til Haldórsvíkar kirkju og tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tey avvarðandi Kunngjørt verður ætt og vinum, at kæra kona, mamma, omma, dóttir, systir og verdóttir okkara GUNNVÁ REYNHEIM OLSEN Hoyvík andaðist heima, hósdagin 7. august 2003, 37 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Dómkirkjuni sunnudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Gunnar, Marita, Johanna, Johannes og Elisabeth Formaðurin í Meginfelag Útróðrarmanna um skerjingina: – Okkum vanta haldgóð prógv Eg kann als ikki siga, eg eri glaður um minkingina í fiskidagatalinum, og eg má framvegis vísa á, at mær vantar argument fyri minkingini, sigur Æyðunn Konráðsson. Fiskidagatalið 1996-2004 1996-1997: 43585 dagar 1997-1998: 43389 – 1998-1999: 41219 – 1999-2000: 41219 – 2000-2001: 41219 – 2001-2002: 40671 – 2002-2003: 40265 – 2003-2004: 39460 – Fiskiárið er frá 1.september í inniverandi ári til 31.august árið eftir. Fiskidagatalið fyri 1996 til 1997 er galdandi í fimtan mánaðar, tí talið er frá 1.juni, og ikki 1. september. Av fiskidagatølunum frá 1996/1997 til 2003/2004 gongur fram, at fiskidagatalið í alt er lækkað við 9,5% Fiskidagatalið lækkað 9,5 % Fiskidagarnar lækka 2% Íslendingar eru enn hugtiknir av tí, ið føroyskt er innan listaheimin, serliga tónleikin, og so- nevnda føroyska bylgjan, ið av álvara reistist á vári í 2002, hevur ikki lagt seg enn TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Á vári í 2002, á leið í apríl, byrjaði av álvara sonevnd føroysk bylgja í Íslandi. Byrjanin var fløgan hjá Týr, har Ormurin Langi rætti- liga gjørdi um seg í Íslandi og enn er hon gerandis- kostur í íslendskum útvørp- um og í sjónvarpi. Heimildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, ið fylgir væl við á tónleikaøkinum og eisini hevur tokka til før- oyskan tónleik, sigur at Týr í Íslandi hava selt eini 3000 eintøk av fyrstu fløguni. Hann umboðar føroyskar fløgur í Íslandi og til Før- oysku Dagarnar í Ólafsvík herfyri seldi hann eina rúgvu av føroyskum tón- leiki, yvir 100 fløgur við nøvnum sum Týr, Eivör, Clickhaze, Harkaliðið, Im- pulz, Springs, Hanus, Enekk og mongum øðrum. Jens metir, at føroyskir tónleikarar eiga at hava hetta í huga. Íslendingar hava ikki hug at hoyra før- oyingar syngja á enskum, men vilja hoyra føroyskan tónleik á føroyskum máli. Íslendsk bløð høvdu eis- ini á máli til Prix Føroyar finaluna, at heldur nógv var á enskum og mettu bløðini, at eisini aðrir útlendingar leita eftir føroyskum tón- leiki á føroyskum. Sum dømi tekur Jens íslendska bólkin Sigur Rós, sum ís- lendingar eru stoltir av. Bólkurin hevur íslendskt navn og syngur á íslendsk- um, men hevur um heimin selt yvir eina milión eintøk av hvørjari av tveimum teirra síðstu fløgum.Í USA komu teir høgt á hittlistan og merkir hetta, at Sigur Rós har er størri enn Bjørk. Bjørk syngur annars ong- antíð á enskum, tá hon framførur í Íslandi, sigur Jens. Hon yrkir eisini sínar sangir á íslendskum og um- setur so til enskt mál, tí tað er so nógv hon hevur hug at siga útlendingum um norð- urlendska guðalæru og annað. Nýggja fløgan hjá Týr er eisini væl móttikin í Íslandi og Ras 2 hevur fløguna sum Album of the week. Tað merkir, at nógv verður spælt og spurnarkappingar og burturlutingar eru í sam- band við útgávuna.Bløðini skriva eisini dúgliga um fløguna og hevur hon í ein- um blað fingið 4 stjørnur av 5 møguligum. At bylgjan ikki hevur lagt seg sæst í íslendskum bløð- um og tónleikabløðum. T.d. er juli útgávan av Sánd merkt av føroyskum tón- leiki, Um G! festival, nógv um Týr og Eivør Pálsdóttir. Eivør er stórt navn í Ís- landi og hevur prýtt forsíð- urnar á øllum bløðunum. Íslendingar bíða nú spentir eftir nýggju fløguni, har íslendskir tónleikarar leika við. Jú, enn slær føroyska bylgjan framvið klettum Íslands, staðfestir Jens Guð, tónleikafjeppari og Føroyavinur. Jens Guð, tónleikafjeppari og føroyavinur, og Rakul Guðjónsson avmyndað í sambandi við eina føroya- ferð hjá Jens Guð. Jens Guð sigur at enn hevur føroyska bylgjan í Íslandi als ikki lagt seg Ísland: Føroyska bylgjan ikki lagt seg C M Y K 3 2