leygardagur 9. august 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 148 - 9. august 2003
Nr. 148 - 9. august 2003
5
Teir báðir Atli S.
Petersen og Sveinur
Høgnason, sum ætla
sær til Danmarkar á
vatnskutara, voldu
mikið stríð, tá alt
samband hvarv
hósdagin á veg til
Hetlands. Leiðarin á
MRCC-bjargingar-
støðini, Djóni Weihe,
heldur talan vera um
ábyrgdarleysan
atburð og mælir til
størri umhugsni
SJÓFERÐSLA
Heini í Skorini
Í
gjár
komu
Sveinur
Høgnason og Atli S. Peter-
sen til Hetlands á vatnskut-
arum sínum, tá klokkan var
umleið hálvgum sjey. Men
alt gekk eftir øllum at døma
ikki eftir ætlan, tí teir løgdu
nevniliga at landi í Hetlandi
góðar sjey tímar seinni, enn
teir upprunaliga ætlaðu.
Umframt hetta mistu av-
varðandi alt samband við
teir báðar um hálvgum
seks, og tískil setti MRCC-
bjargingarstøðin í Føroyum
stór fyrireikingartiltøk í
verk.
- Vit komu í eina ótta-
støðu og máttu tí fyrireika
okkum til bjargingartiltøk,
sigur Djóni Weihe, leiðari á
MRCC-bjargingarstøðini í
Havn.
Fyrireikaðu alt
MRCC-støðin setti seg í
samband
við
Shetland
Coast Guard, sum sendi
boð til allar bátar og skip
har um leiðir at hava vakin
eygu, og samband var eisini
við
oljuplatform,
sum
skuldi hava trý hjálparskip
tøk.
Umframt hetta vóru før-
oysku og hetlendsku bjarg-
ingartyrlurnar til reiðar til
fráferð, og sostatt kann ikki
sigast annað, enn at øll orka
varð løgd í fyrireikingarnar
at bjarga teimum báðum
føroyingunum, um hetta
skuldi verið neyðugt.
Men klokkan 18.24 varð
staðfest, at teir vóru komnir
til Hetlands, sjey tímar
seinni enn ætlað. John
Vilhelmsen boðaði frá hes-
um, og skuldi hann verið
triði maðurin á aldunum til
Hetlands, men við tað at
vatnskutari hansara hevur
fingið skaða, mátti hann
vera eftir í Føroyum.
- Ikki havt samband
við nakran
Leiðarin á MRCC-bjarg-
ingarstøðini, Djóni Weihe,
vísir á, at talan er um
ábyrgdarleysan atburð.
- Teir hava ikki havt sam-
band við okkum áðrenn teir
fóru, og tað er avgjørt
neyðugt, tá talan er um slíkt
vágaverk. Teir hava ikki
verið nóg mikið at sær
komnir, tí teir voldu jú mik-
ið høvuðbrýggj hósdagin,
tá eitt heilt maskinaríð varð
sett í gongd vegna vantandi
sambandi,
sigur
Djóni
Weihe.
Hann vísir víðari á, at
hann ikki ynskir at oyði-
leggja nakað fyri ævintýr-
ararnar á vatnskutarunum,
men
eftirlýsir
heldur
ábyrgdarfullari atburð, so
trygdin verður í hásæti.
- Tá t.d. tyrlur eru á flog,
er
samband
fimtanda
hvønn minutt, so vitast
kann, um alt gongur eftir
ætlan. Men í hesum føri
hevur talan als ikki verið
um nakað samband ella
nakra fráboðan, og tað er
ábyrgdarleyst, sigur Djóni
Weihe.
Stórar útreiðslur
Tá skip, bátar, tyrlur, olju-
platformar og bjargingar-
manningar fáa fráboðan um
at seta bjargingartiltøk í
verk, er talan sambært
Djóna Weihe um stórar
útreiðslur.
- Vit tosa ikki um smá-
pening, tá skip í arbeiði fáa
boð um at steðga við ar-
beiðnum til frama fyri tveir
førarar á vatnskutarum, tí
hvør tími er sjálvsagt sera
kostnaðarmikil hjá slíkum
skipum, sigur Djóni Weihe.
Umframt hetta er talan um
nógvar arbeiðstímar hjá
øllum bjargingarmanning-
um, og er hetta eisini ein
orsøk at vísa størri virðing,
ábyrgd og skynsemi.
Mæla til fráboðan og
samstarv
Á NRCC-bjargingarstøðini
verður harafturímóti mælt
til, at fráboðanarviðurskift-
ini eru í ordan, tá líknandi
er á skránni.
- Til frama fyri trygdina
er okkara áheitan, at sagt
verður frá, tá frítíðarbátar,
smábátar,
vatnskutarar
o.s.fr. leggja frá landi, tí tað
ger arbeiðið nógv lættari
fyri okkum, umframt at
trygdin er í ordan, slær
Djóni Weihe fast. Hann
eftirlýsir tættari samstarv
og samskifti millum bjarg-
ingarstøðina og manningar
á sjónum, og tað hevur
talan eftir øllum at døma
ikki verið um í hesum føri.
- Tað er ábyrgd okkara at
vera til reiðar, tá okkurt er
áfatt, líkamikið um talan er
um óamannaverk ella ikki,
og tískil hevði verið ynskil-
igt, um fólk høvdu hugsað
seg betri um og boða frá, tá
ætlanir sum hesar eru á
skránni, sigur ein avgjørdur
Djóni Weihe.
Hvussu er og ikki, so
settu Atli S. Petersen og
Sveinur Høgnason alla
MRCC manningina í fyri-
reikingarstøðu, meðan stór-
ur partur av skipaflotanum í
Norðuratlantshavi millum
Føroyar og Hetland fekk
boð um møguligt leitingar-
arbeiði. Til alla lukku komu
viðurskiftini í rætt lag,
áðrenn hetta hendi…
Vatnskutaraferðin til Danmarkar:
Ábyrgdarleyst!
Tá alt samband hvarv við Atla S. Petersen og Sveinur Høgnason á vatnskutarunum hósdagin, varð stór fyrireiking til bjargingararbeiði sett í verk. - Talan er um
ábyrgdarleysan atburð, sigur Djóni Weihe, leiðari á MRCC-bjargingarstøðini
Avvarðandu fólkini høvdu alla orsøk at óttast hósdagin, tá sambandið hvarv við teir báðar á
vatnskutarunum og bjargingargtiltøk vórðu fyrireikað
Mynd: Maria Olsen
Hóast forkvinnan í
Føroya Arbeiðara-
felag, Ingeborg
Vinther, heldur, at tað
er ov lítið at spyrja
500 fólk , so tekur
stjórin á Gallup-
Føroyar ikki undir
við henni. Vit hava
haldgóð prógv fyri, at
500 fólk er nóg mikið,
sigur Ellindur
Egilstrøð
SPURNARKANNING
Páll Holm Johannesen
Eftir spurnarkanningina hjá
Gallup fyri Vinnuhúsið um
viðurskiftini á føroyska
arbeiðsmarknaðinum, hev-
ur nakað av kegli verið um
sjálva kanningina.
Forkvinnan
í
Føroya
Arbeiðarafelag, Ingeborg
Vinther, hevur skýrt tey
svarandi fyri ikki at vita,
hvat tey svaraðu. Serliga
svarini til spurningin, um
fólk ynsktu ein serliga rætt
settan á stovn, til at taka
sær av ósemjum, metti
Ingeborg ikki verða álít-
andi. Hon vísti á, at høvdu
fólk kent avleiðingarnar av
einum arbeiðsrætti, høvdu
ikki svarað, sum tey gjørdu.
Til tann spurningin, svarar
Ellindur Egilstrøð, at tað
kann vera torført at taka
støðu til ymiskar spuringar,
og vita, hvussu ymiskt nýtt
ferð at virka, men her er tað
uppgávan hjá teimum av-
varðandi at upplýsa fólki,
so fólki kann taka støðu til
ymisk
samfelags
mál,
sigur Ellindur Egilstrøð
Ein kanning um
mánaðin
Gallup-Føroyar ger eina
sokallaða Omnibus kann-
ing hvønn mánað, har ringt
verður til 500 tilvildarlig
fólk yvir 15 ár um eitt hvørt
evni. Omnibus er latín og
merkir »fyri øll«, tvs., øll
kunnu hava spurningar við
í Omnibus kanningini, og
hevur
Vinnuhúsið
nýtt
møguleikan at vera við í
juni Omnibus kanningini.
- Til trætuna, um hvørt
Vinnuhúsið kann gera eina
kanning um eina støðu, har
felagið sjálvt er innbland-
að, hava vit onga støðu til.
Eg haldi tó, at fólk mugu
sleppa at siga sína hugsan
um viðurskifti í samfelagn-
um, og tí meti eg tað ikki
verða rætt í hesum førinum
av Ingeborg, tá hon sigur, at
Vinnuhúsið ikki skal gera
kanningar ið eisini umfata
teirra limir, greiðir Ellindur
Egilstrøð frá.
500 er nóg mikið
Í Sosialinum mikudagin
vístu vit á, at vanliga verður
mett, at 1000 fólk skulu
spyrjast, um spurnarkann-
ingarnar skulu verða hald-
góðar. Ingeborg Vinther
hevur eisini verið í fjøl-
miðlunum og borið fram, at
500 fólk er ov lítið, men
stjórin á Gallup-Føroyar
vísir hesum aftur.
– Fólk frá Gallup í út-
londum hava gjørt stikk-
prøvakanningar í Føroyum,
og tær kanningarnar vórðu
sera væl eydnaðar, og aftur-
at hava vit haldgóð prógv
fyri, at 500 fólk er nóg
mikið, og tí kann eg ikki
taka undir við kritikkinum
hjá Ingeborg, sigur Ellindur
Egilstrøð at enda.
Fyrrverandi
formaðurin í Føroya
Arbeiðsgevarafelag,
Jógvan Vágsheyg,
heldur, at lóggeving
fyri einum føstum
gerðarrætti er rætta
loysnin. Hann metir,
at verkføll eru lítið
uppbyggjandi fyri eitt
samfelag, og tí er
neyðugt, at ein fastur
gerðarrættur verður
niðurfestur við lóg
FASTI
GERÐARRÆTTURIN
Páll Holm Johannesen
Jógvan Vágsheyg er fyrr-
verandi formaður í Føroya
Arbeiðsgevarafelag. Hann
sat sum formaður frá 1982
til miðskeiðis í 90 árunum,
og hevur tí drúgvar royndir
í ósemjum á arbeiðsmarkn-
aðinum. Í tíðarskeiðnum,
har hann sat sum formaður,
vóru fleiri drúgv verkføll,
og hann dylir ikki fyri, at
ein
fastur
gerðarrættur
ongantíð ov skjótt má setast
á stovn í Føroyum.
– Hyggur tú at øllum
londum rundan um okkum,
so hava tey ein arbeiðsrætt(
fasti gerðarrættur á før-
oyskum, blðm) til at loysa
trætur, og eftir mínum tykki
hoyrir ein slíkur rættur til í
einum hvørjum modernað-
um samfelagi, sigur Jógvan
Vágsheyg.
Fyrrverandi formaðurin
greiðir frá, at tað altíð hev-
ur verið nógv frammi um at
fáa ein fastan gerðarrætt í
Føroyum. Kjakið plagar
vanliga at vera í hæddini
eftir, at landið hevur verið
rakt av drúgvum verkfalli,
men síðan dovnar kjakið.
Jógvan Vágsheyg fortel-
ur, at í 80 árunum var eitt
álit lagt fram, at seta í verk
ein arbeiðsrætt, men fakfel-
øgini skúgvaðu álitið til
viks.
Skerjir ikki
verkfalsrættin
Hann er als ikki samdur í
Ingeborg Vinther, sum fyri
viku síðan førdi fram, at
demokratisk rættindi verða
tikin frá arbeiðarafeløgun-
um, um ein fastur gerðar-
rættur verður settur á stovn
í Føroyum.
– Fasti gerðarrætturin
skerjir ikki nakran verkfals-
rætt, tí rætturin tekur bert
støður til trætur, sum eru
millum partarnar, so leingi
sáttmáli er. Um sáttmála-
skeiðið er gingið út, kann
fasti gerðarrætturin einki
gera, og tá kunnu fakfeløg-
ini leggja arbeiðið niður,
um tey ynskja tað, greiðir
Jógvan Vágsheyg frá.
Hóast fastur gerðarrættur
verður settur á stovn, so
varðveita fakfeløgini verk-
falsrættin, tá sáttmálaskeið-
ið er lokið. Skal verkfals-
rætturin
skerjast,
tá
sáttmálaskeiðið er lokið,
krevst ein høvuðsavtala
millum partarnar
Á
føroyska
arbeiðs-
marknaðinum í dag eru fáar
høvuðsavtalur. Føroya Lær-
arafelag er eitt felag, sum
hevur eina høvuðsavtalu. Í
høvuðsavtaluni liggur, at
felagið hevur ikki loyvi til
at fara í verkfall, sjálvt um
sáttmálaskeiðið er lokið.
Fyrrverandi formaðurin í
Føroya Arbeiðsgevarafelag
heldur eisini, at tað eisini er
ein røtt leið at royna at fáa
allar partarnar á føroyska
arbeiðsmarknaðinum
at
skriva undir eina høvuðs-
avtalu. Hann heldur, tað
kundi verið til at fingið enn
betri skipað viðurskifti á
føroyska arbeiðsmarknað-
inum.
Lóggeving er loysnin
Jógvan Vágsheyg er saman
við bæði Jan Mortensen og
Bjarna Djurholm samdur í,
at neyðugt er at lóggeva
fyri fasta gerðarrættinum.
Hann heldur, at um vit
skulu hava skipað viður-
skifti á føroyska arbeiðs-
marknaðinum, so er neyð-
ugt við einum rætti, ið kann
taka skjótar og greiðar av-
gerðir.
– Í øllum okkara granna-
londum hava tey ein fastan
gerðarrætt, og tí skulu vit
sjálvsagt eisini hava ein.
Tað er einki uppbyggjandi
við at hava verkføll, sum
altíð kosta nógv, og tí meti
eg avgjørt, at tað er neyð-
ugt, at fasti gerðarrætturin
verður niðurfestur við lóg,
sigur ein avgjørdur Jógvan
Vágsheyg.
Hann nevnir í sama við-
fangi Danmark sum dømi.
Tá, hann sat sum formaður
í Føroya Arbeiðsgevara-
felag, vóru tað donsku
fakfeløgini, ið høvdu størst
gagn av fasta gerðar-
rættinum, og hóast hann
ikki er greiður yvir, hvussu
støðan er í dag, so átti tað
at verið eitt tekin til
føroysku fakfeløgini um, at
fasti gerðarrætturin eisini
kann verða ein ágóði fyri
tey.
Fyrrverandi formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag:
-Fasti gerðarrætturin skerjir ikki
verkfalsrættin
Jógvan Vágsheyg, fyrrverandi formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag er ikki samdur við Ingeborg
Vinther í, at verkfalsrætturin verður skerdur við einum føstum gerðarrætti. Vit eiga at fylgja
okkara grannalondum, og seta ein fastan gerðarrætt á stovn, heldur Jógvan Vágsheyg
Ellindur Egilstrøð, Gallup-Føroyar:
-Fólk mugu sleppa at siga sína hugsan
C
M
Y
K
5
4