Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. august 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 148 - 9. august 2003 Nr. 148 - 9. august 2003 7 Maersk Air bjóðar kundum sínum, sum ferðast úr Føroyum, eina heilt nýggja bonusskipan, sum ikki er kend nakra aðrastaðni í heiminum. Tað merkir tó ikki, at verandi EuroBonus skipnain verður avtikin. Heldur at ein kemur afturat FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Ferðafólk, sum ferðast við Maersk Air millum Vágar og Danmark, fáa nú møgu- leika fyri at royna eina heilt nýggja bonuskipan, sum ikki finst aðrastaðni í heim- inum. Skipanin gevur møguleika til einahvørja bonusvøru longu frá fyrsta túri, flogið verður úr Føroy- um. Skipanin er bara gald- andi fyri ferðafólk, sum skriva seg inn í Vágum. Skipanin gongur út uppá, at fólk, sum ferðast úr Før- oyum fá eitt merki sett á eitt kort, sum tey so kunnu brúka beinanveg ella goyma til seinni brúk, tá tey hava savnað fleiri bonus- merki. 100 stig verða givin fyri hvørja innskriving, og tá ein hevur savnað 500 stig, geva tey rætt til ein ferðaseðil á rutunetinum hjá Maersk Air út í Europa. Skipanin er persónlig, so- leiðis at skilja, at ikki ber til hjá fleiri fólkum í sama húski at savna bonusstig og so leggja saman, so ein kann fara ein túr til Paris ella Athen. Skipanin líkist eitt sindur EuroBonus skipanini, har tó er galdandi, at tú kanst lata stigini til onnur. Kasper Gjedsted, sølu- maður há Maersk Air, sum saman við Tommy Djur- huus, leiðara á Maersk Air skrivstovuni í Havn, legði skipanina fram, sigur at talan er um heilt nýggja skipan, sum onga aðra- staðni er roynd fyrr yvir- høvur. Og vísir hon eg at rigga væl í Føroyum, er ikki óvist, at hann eisini fer at verða nýtt á øðrum rut- um hjá felagnum eisini, sigur hann. Ein faldari, sum lýsir skipanin, verður borin í hvørt hús í landinum kom- andi dagarnar, og har ber so til at lesa nærri um skipan- ina. Vanliga plaga ymsar treytir at liggja við slíkum skipanum. Men her er bara tann treyt galdandi, sigur Kasper Gjedsted, at ferðast skal við Maersk Air úr Før- oyum. Hóast ein brúkar hesa nýggju Maersk Air Bonus skipanina, er kortini eisini møguligt at nýta Euro- Bonus. Bonuskortini, sum eru fest á faldaran, sum nú verður borin út, verða eisini at fáa á ferðaskrivstovun- um, sum selja ferðaseðlar fyri Maersk Air. Men skal ein hava vinningar útflýggj- aðar, kann tað bara gerast á skrivstovuni hjá Maersk Air í Havn. Atløguviðurskiftini eru meira at kalla vánalig, har Strand- faraskipið Súlan leggur at í Sørvági. Borgarstjórin metir tað sum lands- uppgávu at halda samferðsluhavnir SAMFERÐSLA Edvard Joensen Sørvági: Ferðafólkini, sum ferðast til og úr Mykinesi láta einki at viðurskiftunum, har Súlan leggur at á havnarlagnum í Sørvági. Borgarstjórin í Sørvági metir økið at vera landsmál, og landsverk- frøðingurin sigur, at til teirra er eingin áheitan komin yvirhøvur um at gera nakað við økið. Fólk, sum ferðast við Súluni kunnu koma út fyri at skula klintrast upp eftir bryggjusíðuni gjøgnum hálar, slíggjutar bilringar, um tey eru so óheppin, at fjøra er, tá tey skulu í land í Sørvági. Grundin er, at ongastaðni er komandi at einum lágum bryggjukanti við Súluni. Har, Súlan fyrr plagdi at fara í slíkum lík- indum, er ikki atkomandi nú, tí økið, sum er við sláturvirkið hjá Sørvágs Laksi, nú er stongt vegna smittuvanda. Og inn í báta- hylin sleppur Súlan ikki. Heldur ikki á sjálvum havnarlagnum er nakað sum helst gjørt fyri ferða- fólkini. Einki bíðirum ella uppmerking, sum sigur frá ferðaætlan ella øðrum, er at finna yvirhøvur. Ferðaseðl- ar skulu keypast á flogvøll- inum, men einki er, sum sigur fremmandafólki tað. WC er einki, so tey, sum rættiliga sprongd ganga og halda fyri á bryggjuni, møta av og á einum frels- andi eingli í skapi av havn- arfútanum, sum plagar at lata slík ólukkudýr sleppa at lætta sína trongd á havn- arskrivstovuni. Eivin Jacobsen, borgar- stjóri í Sørvági, er væl vit- andi um trupulleikan, men sigur, at Sørvágs Kommuna metir tað ikki sum komm- unalt mál at halda sam- ferðsluhavn. Tað er eitt landsmál, sum Sørvágs Kommuna als ikki hevur tosað um, sigur hann. Hann sigur, at ein møgu- leiki kundi verið at gjørt eitthvørt við bátahylin. Men har er so aftur tann trupulleiki, at tað tykist torført at fáa at vita, hvat fyri far verður brúkt til Mykinesleiðina. – Tosað hevur fyrr verið um ein bát av heilt øðrum dimensiónum enn Súlan, og kommunan hevur ikki hug at gera nakra íløgu til eitt skip, vit ikki kenna, sigur Eivin Jacobsen. Fyri Vinnumálaráðið um- sitir Landsverkfrøðingurin økið, men har er eingin áheitan yvirhøvur komin um at gera nakað við Sør- vágs Havn, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðing- ur. Strandfaraskip Landsins hava fyrr røkt siglingina, sum nú er boðin út til privat felag at reka. Men framveg- is hevur Strandferðslan ábyrgdina av trygd og væl- ferð hjá ferðafólkunum. Tað eydnaðist ikki at fáa nakra viðmerking frá rætta viðkomandi á Strandfara- skipum Landsins, áðrenn blaðið fór til prentingar. Maersk Air gjarar út Trupult hjá Súluni í Sørvági Faldarin, sum lýsir nýggju Maersk Air Bonus skipanina, verður í komandi døgunum borin í hvørt hús í landinum. Skipanin er bert galdandi fyri ferðaseðlar úr Vágum til Danmarkar Tað er rættiliga trupult at ferðast við Súluni umvegis Sørvágs havn Mynd: Edvard Joensen Hús í Vágum verða seld fyri alsamt hægri prísir í eini tíð, har stígur og niðurgongd hava rakt húsa- marknaðin í restini av landinum. Tunnilin til oynna verður mett- ur at vera orsøkin til gongdina, og hann hevur eisini sett stóra ferð á eftirspurningin eftir grundstykkjum vestaru megin Vest- mannasund HÚSAPRÍSIR Rúnar Reistrup Alt meðan sethúsaprísirnir í restini av Føroyum standa í stað ella minka, hava set- húsaprísirnir í Vágum framhaldandi beina kós uppeftir. Eini miðal sethús í Vágum kosta í dag umleið 740.000 krónur. Fyri einum ári síðan kostaðu tey um- leið 620.000 krónur. Ì sama tíðarskeiði, sum sethúsaprísirnir í Vágum soleiðis eru hækkaðir við 120.000 krónum, er miðal- prísurin fyri eini sethús í Havn lækkaður við umleið 100.000 krónum, vísa set- húsahagtøl, sum Føroya Sparikassi hevur latið gjørt. Sambært sethúsahag-tøl- um Sparikassans, sum byggja á allar vanligar set- húsasølur í landinum, er tað bert í Havn, at verulig aft- urgongd merkist í sethúsa- prísunum. Á smærri bygd- unum verða sethús seld fyri nakað tað sama sum í fjør, og á størri bygdum eru prís- irnir kanska eitt vet hægri enn sama tíðarskeið í fjør. Fyrstu seks mánaðirnar í ár skiftu samanlagt 46 sethús eigara. Í fjør vórðu 42 hús seld og keypt fyrra hálv- árið. Vágarnar undantak Stjórin í Føroya Sparikassa, Bjarni Olsen, kundi fyrr í vikuni við hagtølunum sum grundarlag staðfesta, at stígur var komin í sethúsa- prísirnar í Føroyum. Hann spáddi, at prísirnir ikki fara at hækka komandi tíðina, heldur øvugt. Sparikassa- stjórin metti búskapar- gongdina í føroyska samfe- lagnum, lágu fiskaprísirnar og alivinnukreppuna vera høvuðsorsøkirnar til gongdina á sethúsamarkn- aðinum. Hendan staðfestingin av stígi á húsamarknaðinum er beinrakin fyri nærum allar Føroyar, men kommunur- nar í Vágum eru eitt undan- tak. Tunnilin ger munin Rósa Samuelsen, borgar- stjóri í Sandavági, er ikki í iva um, at undirsjóvartunn- ilin er beinleiðis orsøkin til at sethúsaprísirnir fram- haldandi hækka í Vágum, alt meðan prísirnir standa í stað og lækka í restini av landinum. - Tilflytingin higar byrj- aði rættiliga, tá arbeiðið at gera tunnilin var um at koma á mál og hevur hildið fram til nú. Harumframt er eisini stórur eftirspurningur á summarhúsum, og tað hevur helst alt verið við til at hækka prísirnar, sigur borgarstjórin. Undirsjóvartunnilin varð skotin ígjøgnum í januar 2002. Uppgerð Føroya Sparikassa vísir, at fyrra hálvár av 2001 kostaðu eini vanlig sethús í Vágum um- leið 500.000 krónur í mið- al. Fyrra hálvár árið eftir, tá skotið varð ígjøgnum og arbeiðið at asfaltera tunn- ilin byrjaði, fór prísurin fyri eini sethús í oynni upp á umleið 620.000 krónur. Innan bara tvey ár, frá fyrra hálvári 2001 til fyrra hálv- ári 2003, eru húsaprísirnir í Vágum hækkaðir nærum 50 prosent. Vilja byggja Men undirsjóvartunnilin hevur ikki bert skrúvað eftirspurningin á gomlum sethúsum upp. Eisini grundstykkini fóru knapp- liga at ganga sum heitt breyð. Til fyri tveimum árum síðan var vanligt at eitt ella tvey grundstykkir vórðu seld um árið í Sandavági. Nú er støðan ein heilt onnur, bæði í Sandavági og í hinum kommununum í oynni, sum allar hava uppliva nøku- lunda somu gongd. - Vit hava gjørt eina nýggja útstykking við 23 grundstykkjum, og tey eru øll seld. Fýra hús standa har nú, og restin verður bygt innan stutta tíð, sigur Rósa Samuelsen, borgar- stjóri. Í løtuni standa fólk á bíðilista til onnur 15 grundstykkir í Sandavági. Enn er einki útstykkjað, men tað verður allarhelst seinni. Fólkatalið veksur Fólkatalið í Sandavágs kommunu er eisini vaksið seinnu árini. Sambært kommunuskrivaranum í Sandavágs kommunu, Al- bert Thomassen, búgva góð 30 fólk fleiri í Sandavági í dag í mun til fyri tveimum árum síðan. Nú er vøkstur- in um at hasa av, men kom- andi tvey árini verða hús bygd á nýggju grundstykkj- unum og tað fer eftir met- ingum hjá kommunuskriv- aranum at hava við sær, at samlaða fólkatalið í komm- ununi fer at koma upp á umleið 750 fólk. Við ársbyrjan 2001 búðu 684 fólk í Sandavágs komm- unu. Ung venda aftur Tað eru fyri tað mesta ung fólk úr oynni, sum hava keypt grundstykkini í Sandavági, meðan tey eru í útlegd, eitt nú í útbúgving- arørindum uttanlands. Sambært Albert Thomas- sen, kommunuskrivara, høvdu nógv av hesum fólk- um helst flutt til Havnar um so var, at tunnilin ikki var komin, tí tað er í Havn at flestu teirra, ið hava út- búgvið seg uttanlands, finna sær arbeiði. Sambært borgarstjóran- um Rósu Samuelsen er barnaansingarpláss ein av høvuðsfortreytunum fyri at fáa ung fólk í útlegd at venda aftur í oynna, og júst barnaansing hevur komm- unan gjørt stórar íløgur í seinnu árini, soleiðis at pláss nú er fyri børnunum hjá øllum, ið velja at flyta heim ella út til Sandavágs. Populert at búgva í Vágum Eisini í Gásadali, har ein annar tunnil hevur gjørt atgongdina til meginøkið nógv lættari, er eftirspurningurin eftir húsum vaksin. Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6