Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. august 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 148 - 9. august 2003 Nr. 148 - 9. august 2003 9 Tað ljóðar frá sam- gonguni, at einskilj- ing og søla av fyritøk- um er komin langt og skal alt gerast púra frítt og uttan avmark- ingar. Men Jóannes Eidesgaard, Javnaðar- flokkurin, hevur í tinginum loddað dýp- ið,og væntar sær meirluta fyri upp- skoti, ið setir ávísar avmarkingar í sam- band við sølu av Før- oya Fiskavirking POLITIKKUR Dagfinn Olsen Ætlanirnar um einskiljing av størri almennum fyritøk- um og sølu eru komnar langt, tó ikki øll tingfólk taka fult undir við ætlan- unum, sum í ávísum førum verða mettar at fara ov langt og geva ov frítt spæl, ið ikki er vandaleyst, hóast løgmaður hevur sagt, at løgtingið skal takast við upp á ráð í hvørjum ein- støkum føri. Hetta sjónarmið hevur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard í sam- band við Føroya Fiskavirk- ing, sum flokkurin metir verða nakað heilt fyri seg, nakað grundleggjadni í før- oyskum vinnulívi og bú- skapi. – Nú er tað jú ikki lands- stýrið, sum varðir av Før- oya Fiskavirking, men Fram- taksgrunnurin, ið eisini skal selja Føroya Fiskavirk- ing. Fyrrverandi formaður- in, Wilhelm Petersen, eftir- lýsti á sinni eisini klárum útmeldingum frá politiskari síðu um, hvørjar ætlanirnar vóru. Stóð tað t.d. útlend- ingum frítt at keypa, sigur Jóannes Eidesgaard. Útlendingar taka onnur atlit – Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm, setti bólk, ið kom við áliti, sum gav alt púra frítt í sambad við møguliga sølu. Har vóru ongar avmarking- ar yvirhøvur. Bjarni Djur- holm tók undir við hesum sjónarmiði, og av tí at hetta var í tráð við vinnupolitikk landsstýrisins, legði hann ikki álitið fyri tingið, sigur Jóannes Eidesgaard. – Vit eru ikki sand í, at ongar avmarkingar skulu vera, tá tað snýr seg um Føroya Fiskavirking og at útlendingar ótálmaðir kunnu koma inn. Vit eru ikki samd í prinsippinum. Tí útlend- ingar taka onnur atlit og hugsa sjálvsagt um, hvat tænir teirra áhugamálum best. T.d. hevur Eimskip verið nevnt sum møguligur keypari og avleiðingarnar kunnu verða so nógvar. T.d. at vit eisini missa allan flutningin, minnir formað- ur Javnaðarfloksins á. Serstakt við Fiskavirking – Tað er nú einaferð nakað serstakt, tá vit tosa um Før- oya Fislavirkng. Tað er ikki tað sama, sum tá vit siga, at vit loyva útlendskum kapi- tali í føroyska vinnu. Hetta er meira grundleggjandi. Tí vóru vit eisini spent upp, hvat tingfólk, samgongu- limir, søgdu til ótálmaðu ætlanirnar og loddaði eg tí dýpið fyri, hvat fólk hildu um avmarkingar ella púra frítt spæl. Fleiri søgdu seg ganga inn fyri avmarking- um, eisini samgongulimir og t.d. Torbjørn Jacobsen og Poul Michelsen lótu hetta koma fram. – Alt bendir tí á, at eitt uppskot um ávísar avmark- ingar fær meirluta í ting- inum. Í grundini er tað bara ein spurnigur um, hvør skal taka stig til uppskotið, men ger eingin annar tað, so fer Javnaðarflokkurin at taka stigið og væntandi fæst meirluti, sigur Jóannes Eidesgaard. – Støðan nú er í grundini tann, at vit kunnu vakna í morgin og Fiskavirking er selt á útlendskar hendur. Hetta eru virkir ella ein fyritøka, sum hava bart kreppuárini av sær og sum eru saneraði. Hví selja øðr- um fyri saneringsprís? Og so mugu vit ikki gloyma avleiðingarnar, sum slíkt kann fáa fyri útjaðaran, sig- ur Jóannes Eidesgaard. – Vit tosa um grundleggj- andi viðurskifti og um hjartað í føroyskum vinnu- lívið. Puntkið, ið alt melur um og um okkara fiskitil- feingi, so her má farast var- liga fram og heilt vanda- leyst er ikki ótálmað at lata alt fara á útlendskar hend- ur, metir Jóannes Eides- gaard, sum fegnast um, at tað sær út til, at meirluti fæst í tinginum fyri upp- skoti, ið setir ávísar av- markingar hesum viðvíkj- andi. – Enn torur hann tó ikki at seta tøl á ella koma nærri inn á, hvat slíkt uppskot kemur at ljóða uppá við- víkjandi prosentpørtum í eigaraviðurskiftum, men at tingfólk ikki vilja lata alt fara ótálmað av føroyskum hondum er hann fegin um og so kunnu smálutirnir í uppskotinum koma seinni, tá tingið kemur saman aftur í heyst. Í samband við kór- stevnu í írska býnum Waterford 7. til 10. august, er kórið, Sólarmagn á kórferð í Írlandi KÓR Dagfinn Olsen Fróði Sandoy er kórleið- ari, og kórsangararnir, sum eru 24 í tali, hava heimstað ella tilknýti til Kirkjubøar kommunu. Tó eru eisini tveir sangara úr Fuglafirði við á ferðini. Farið varð úr Føroyum umvegis London hósdagin, og ferðin varðar í eina viku. Kórið syngur bæði ný- tímans og eldri meira klassiskan kórtónleik. Av føroyska tilfarinum kunnu nevnast verk eftir Bjarna Restorff, Paula í Sanda- gerði, Sunnleif Rasmus- sen og Kára Bæk. Eisini sálmar, millum annað eftir Kingo, og okkurt kvæði eru á skránni. Umframt føroysk verk, syngur kórið eisini norskan, íslendskan, franskan og russiskan (Rachmaninov) tónleik. Sólarmagn á kórstevnu í Waterord Javnaðarflokkurin: Høvuðsvinnan ikki á útlendskar hendur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, fegnast um, at tað tykist vera meiriluti í løgtinginum fyri einum uppskoti, ið ikki gevur útlendingum ótálmaðar møguleikar í samband við keyp av Føroya Fiskavirking Mugu bíða eina viku Í blaðnum í gjár skriv- aðu vit, at tónleika- bólkurin Frændur skuldi á pall í gjár og í dag. Hetta er tó ikki heilt rætt. Tey, ið vilja hoyra Frændur, mugu bíða til næsta viku- skifti, men tá verða høvini eisini tvey. Fríggjakvøldið spæla teir á Platform. At- gongumerki til hetta tiltaki kunnu keypast í forsølu í Kunningar- stovuni í Havn. Leyg- arkvøldið verða teir so í Fuglafirði í Mentan- arhúsinum. Og í sam- bandi við henda dansin koyra bussar úr Havn, av Strondum, Toftum, úr Sørvági og Vest- manna og heimaftur tá dansurin er liðugur. Byrjað verður klokkan 23.30 og dansurin end- ar klokkan 3.45. -ingrid Mary Donaldson úr Tasmania hevur fingið blástemplið frá Drotning Margrethu. – Hon verður ein góð svigardóttir, sigur hennara kongaliga hátign sambært danska blaðnum BT. Nógvar gitingar eru nú um nær trúlov- ingin verður KONGALIGT Ingrid Bjarnastein Nú hevur krúnprinsurin funnið sína einastu einu. Frederik og Mary Donald- son hava hildið saman sam- bært donskum fjølmiðlum í yvir trý ár, og nú vænta danir eina kongaliga trúlov- ing. Mary Donaldson úr Tas- mania hevur eisini fingið blástemplið frá Drotning Margrethu. Sjálvt um henn- ara kongaliga hátign ikki er so tíðindafróð tá tað kemur til unnustuna hjá soninum, so sigur hon sambært danska blaðnum BT, at Mary uttan iva er ein góð svigardóttir. Gitingar Donsku fjølmiðlarnir gera nógv burturúr gitingunum um, nær ein kongalig trúloving verður á skránni. Ein trúloving kann ikki verða almenn fyrr enn Margretha Drotning hevur kunnað stjórnina og for- sætisráðharran um trúlov- ingarætlarnir, og skal hetta gerast á einum ríkisráði. Og mest upplagdi dagurin til eitt ríkisráð er tann 8. ok- tober, so tað er tann fyrsti dagurin, gitt verður. BT skrivar annars nógv um kongaliga parið, og veit at siga, at fyrstu ferð Frederik og Mary hittust var í september 2000 í Sydney í Avstraliu. Fyrstu ferð Mary var á vitjan í Danmark var á nýttárinum 2001/2002. 14. februar, ella Valentin- es Day, 2002, váttar danska Kongahúsið fyrstu ferð alment, romansuna millum Frederik og Mary. Juni sama ár hevði Frede- rik Mary við til eina sam- komu alment fyrstu ferð, og var tað til barnadópin hjá vininum Peter Heering, sum hevði barnadóp. Nú bíðar alt kongaríkið eftir trúlovingini og brúd- leypinum. Men nær tað verður veit ongin enn at siga við vissu. Kelda: B T Hóskvøldið legði ein grind beinini í Hvannasundi GRIND Ingrid Bjarnastein Hvannasund: Í skýmingini hóskvøldið legði ein grind beinini í Hvannasundi. Grindin taldi góðar 150 hval. Vakthavandi á politi- støðini við Sandin í Klaks- vík sigur, at tað gekk væl við drápinum, sjálvt um ikki so nógvir bátar vóru við. Seðlarnir komu út klokk- an 10 fríggjamorgunin og grindin verður býtt út til øll í Norðoyggjum. Hvussu stórur hvør parturin gjørdist, visti vakthavandi ikki at siga, men hann ivaðist ikki í, at nóg mikið skuldi verið til øll. Tónleikabólkurin Gestir skal seinna- partin í dag kappast í Starfighters kapping- ini á Skanderborg festivalinum niðri í Jútlandi. – Teir hava góðan møguleika at vinna, sigur Jón Tyril úr Grót KAPPING Ingrid Bjarnastein Gestir gjørdust Prix Før- oyar vinnarar í ár. Ein av vinningunum var luttøka í Starfighters kappingini, sum er ein partur av Skand- erborg festivalinum, sum verður hildin niðri í Jút- landi í hesum døgum. Og í seinnapartin í dag, leygardag, skulu eysturoy- ingarnir í eldin. Teir skulu spæla klokkan 17, og eru teir tann seinasti bólkurin, sum er á skránni. Fleiri av teimum í Grót eru við bólkinum á festival- inum og fylgja við gongd- ini. – Eg haldi, at Gestir hava góðan møguleika at vinna. Sólarn hevði verið og lurt- að eftir onkrum av hinum bólkunum í gjár, og teir vóru ikki so imponerandi. Men á pappírunum eru teir góðir, so vit fáa at síggja, sigur Jón Tyril úr Grót. Upplýst verður úr Skand- erborg, at umstøðurnar eru góðar. – Festivalurin er ógvuliga vakur. Tað er ikki uttan grund, at hann verður kall- aður »Danmarks smukk- este festival«. Spælium- støðurnar síggja eisini út til at vera góðar, greiðir Jón frá. Teir í Gestum eru eisini væl fyri. Fríggjadagin vóru teir koyrdir til Århus ein túr, har teir fingu møgu- leika at shoppa eitt sindur áðrenn stóru kappingina leygardagin. Gestir kappast í dag Mary er góðkend Prestur við nýggjari bók ÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Gerhard Hansen, prestur, búsitandi í Middelfart í Danmark, hevur givið út nýggja bók. Bókin hevur fing- ið heitið »Liturgisk Andagtsbog - kristen meditation-bibel-læs- ning og salmesang«. Bókin verður útgivin undir føroyskum ISBN nummarið, sjálvt um hon verður mest seld í Danmark, og tað er Bókamiðsølan, sum gevur bókina út. Bókin er at fáa í føroysku bókasølunum og verður væntandi at fáa á føroyskum í heyst. Grind til Norðoyggjar Presturin, Gerhard Hansen, hevur givið út nýggja bók Gestir skulu í dag, leygardag, kappast í Starfighters kappingini niðri á Skanderborg festivalinum á Jútlandi Mary Donaldson úr Tasmania er vorðin til ta einastu einu hjá Krúnprinsinum. Hon hevur eisini fingið blástemplið frá Drotning Margrethu Mynd: Reuters C M Y K 9 8