Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. august 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 148 - 9. august 2003 Nr. 148 - 9. august 2003 11 Tann sum ferðast millum vanliga fólkið veit hvat tey hildu um Ólavsøkusangin í ár! Heri Simonsen »Ólavsøkusangurin hevur verið góður síðstu árini, men ikki í ár!«, »Ólavsøku- sangurin í ár varð eitt vón- brot!«, »Næstan eingin av teimum løttu sangunum, ið skapa »stemning« (so sum »Sildavalsurin«, »Í góðum veðri« o.l.) blivu sungnir!« ...hesar vóru nakrar av við- merkinginum frá vanliga fólkinum. Onkur segði enntá: »Ólav- søkusangurin í ár varð so vánaligur, at eg rýmdi!«. Ein fyrimun hevur man so, sum postmaður. Man ferð- ast millum vanliga fólkið, og gerst væl vitandi hvat tey halda um ymisk mál, eisini Ólavsøkusangin 2003. Og skal eg gera eitt skjótt »Gallup«, so vóru 29 av hvørjum 30 persónum, sum umrøddu Ólavsøkusangin misnøgd við sangúrvalið í 2003. Vanliga fólkið hevur sæð uppá Ólavsøkusangin, sum ein góðan sið/tradi- sjón, har vit saman við Frelsunnarherinum og horn- orkestri teirra (á hvørjari Ólavsøka!) syngja »Tíðin rennur« og tjóðsangin, áðr- enn onnur (annar?) tekur yvir. Og vanliga fólkið, sum eg ferðist ímillum meinar eisini, at felags- sangurin gekk best teir tveir sangirnar vit sungu saman við Frelsunnarherinum, sjálvt um hesir eru ein afturvendandi standard- tradisjón á hvørjari Ólav- søku! Vanliga fólkið hevur sæð uppá Ólavsøkusangin, sum eina góða, kenda og fjálga tradisjón! Men nú óttast vanliga fólkið, at Ólavsøkusangurin heldur skal gerast profilering av ókendum sangum, sum tey ikki kenna, tíansheldur duga at syngja! Og so er skjótt, at tey 12.000 gerast 120. So segði vanliga fólk- ið við postmannin seinast í juli og fyrst í august-mánað 2003, og hann bar bara hjartasuffið víðari í bløðini. Og nú gleðast vit um, at Ólavsøkusangurin ár 2000 finst á fløgu, eitt dýrabart minnið um eina (kanska?) farna tíð! Undir orðaskiftinum um løgmansrøðuna fekk spurningurin um útlegging av umsorganini fyri teimum gomlu stóra umrøðu. Hetta er ikki ann- að enn rímuligt, eftirsum talan er um eitt sera stórt og álvarsamt mál. Spurningurin, sum við einum løgnum heitið verður nevndur »eldra- økið«, var umrøddur við atliti at útlegging og økismenning. Tað snýr seg um at flyta umsitingina av eldra- umsorganini út til kommunurnar eins og gjørt var við barnaansingini. Henda flyting eydnaðist eftir øllum at døma væl, og tí eigur tað sama at verða gjørt við hetta, sum nú nevnist eldarøkið, sigur landsstýrið. Ikki allir tingmenn tóku treytaleyst undir við hesi ætlan, og eigur lands- stýrið tí at lurta eftir hesum røddum og hugsa seg væl um, áðrenn endaliga avgerðin verður tikin. Talan er um eitt nógv størri og nógv tyngri øki enn barnaansingin. Nógvar komm- unur eru smáar. Sjálvt um hesar smáu komm- unurnar taka seg saman í felagsskapir ella bein- leiðis leggja saman, so verða hesar eindir í smærra lagi til at umsita eitt so stórt øki. Støðan er jú tann, at spurningurin um uppihald- ið av teimum eldru verður ein tann størsti sam- felagsspurningurin í framtíðini. Sum sam- felagsgongdin er, gerast alt fleiri gomul, sam- stundis sum tað verða alt færri vinnuvirkin fólk at forsyrgja hesum skjótt vaksandi skara av gomlum. Er tað undir hesum umstøðum rætt at leggja hetta mál út og spjaða kreftirnar, kann við góðum grundum verða spurt. Rættast man vera at kanna hetta mál væl og virðiliga og ikki at loypa framav. Tískil er 1.januar 2005 í so tíð- liga at fremja eina so stóra broyting. Síðan er tað spurningurin um útlegging av eldraøkinum sum liður í økismenning. Spurn- ingurin er, um ikki hetta er ein óheppin saman- blanding av viðurskiftum, um ikki eiga at verða blandað saman. Tað virkar, sum ein manglar nakað at hava alt tosið um økismenningina í, og so verða hesi viðurskifti blandað saman. Hetta mátti verið ein ov álvarsamur spurningur at nýta í taktiskum spæli, soleiðis sum gjørt varð undir orðaskiftinum um løgmansrøðuna. Okk- ara gomlu, sum við tógvi stríð hava byggt hetta samfelagið upp hava annað og betri uppiborðið. DAGSINS MEINING Sosialurin Óheppin samanblanding VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ólavsøkusangurin Svenning Borg, Vágur Victoria kann ikki eita Vict- oria, men skal eita Viktoria. Tann heilaga klanin hev- ur talað, persónliga frælsi er tikið frá føroyinginum og verður nú umsitið av einum almennum stovni, sum í mínum hugaheimi hevur steriliserað føroyska málið, og eigur tí føroya løgting at taka føroysku navnalóg- gávuna upp til nýggja við- gerð, og at fáa staðfest, hvør í eigur navni hjá barn- inum, foreldrini ella sterili stovnur landsins, tað er tað, sum tað snýr seg um, við c elle uttan c, persónliga frælsi er vekk, yvirfor- myndaríi tekur yvir, og so heldur alt áfram. Foreldrini eiga navni hjá barninum, og má og skal tað vera teirra avgerð,um navni skal stavast við c ella ikki, tað haldi eg, at flestu føroyingar eru samdir um, nøvn sum eru brúkt í yvir hundrað ár, mugu og skulu kunnu brúkast framyvir, annað eigur ikki at koma uppá tal. Tí í hjørtum okkara býr frælsi... Tað verður helst trongligt, tá heims- kendi rithøvundurin Fay Weldon, ið m.a. skrivaði »Upstairs, downstairs«, fer at signera bøkur í Bóka- søluni TÍÐINDASKRIV frá SMS Hon kom nú bara væl und- an, tá hugsað verður um, at hon varð fødd í Onglandi, hóast ætlanin var, at hon skuldi verða fødd í Ný Sæ- landi, at hon varð doypt Franklin Birkenshaw, tí mamman trúði upp á numerologi, at foreldrini vórðu skild tá hon var fimm, og hon vaks upp í teirri trúgv, at heimurin var mannaður við kvinnum. Hon varð loksins útbúgvin innan fíggjar- og sálarfrøði. Fyrst í tjúgunum var hon í heilt stutta tíð gift við ein- um nógv eldri manni. Óvist er, um fyrsti sonurin er son- ur henda mann, ella um hann var gitin framman- undan. Men hon aldi sonin einsamøll. Hon arbeiddi fyrifallandi arbeiði á Daily Mirror og í uttanríkisráð- num og fór síðani at ar- beiða við reklamu. Í 1962 varð hon gift við Mr. Wel- don og fekk tríggjar synir aftrat. Tað var tá, hon segði við seg sjálva: »Eg eri tretivu, røkki ikki til, eri kedd av tí og óvitandi – og eg veit tað!« So til psykoanalysu. Og so at skriva – fyrsta bókin, »The Fat Woman's Joke«, kom í 1967, men tá hevði hon longu skrivað um hálvthundrað hoyrispøl og sjónleikir til sjónvarp. Tað kendasta var helst »Up- stairs, downstairs«! Næstu 30 árini skrivaði hon. Eina rúgvu. Hon er týdd til eitt ótal av tungu- málum, eisini føroyskt, tað syrgdi júst Bókasølan fyri við bókini »Joanna og klovn- ingar hennara«. Hon skildist frá Weldon, men ber framvegis hansara navn, hóast hon nú er gift við Nick Fox, ið er yrkjari. Fay Weldon verður í Føroy- um í sambandi við Lista- stevnuna í Norðurlanda- húsinum. Men sjálvsagt skal hon eisini vitja í Bóka- søluni í SMS. Kári roknar við kaosi, tí Fay er so væl umtókt í Føroyum, at samanlagt seinastu árini er hon millum allarbest um- tóktu høvundarnar, og les- araskarðin í Føroyum veks- ur sera skjótt. Fay fer at vitja og signera bøkur í Bókasøluni mána- dagin 11. august kl. 16. Fay Weldon í Bókasøluni VIÐMERKINGAR Helgi Abrahamsen Umboð fyri samgongu- flokkarnar hava í fjølmiðl- unum í summar pástaðið nakrar ferðir, at Danmark hevur spart nógvan pening fyri NATO-støðirnar í Før- oyum. Ført hevur verið fram, at meðan onnur lond gjalda 3 prosent av brutto- tjóðarúrtøkuni í árligum limagjaldi til NATO, so sleppur Danmark við ein- um lægri gjaldi. Og her siga teir seg hava funnið rótina til blokk- stuðulin, tí upphæddin sum Danmark sparir hjá NATO, skal vera umleið líka stór, sum samlaði blokkstuðli- num til Føroya og Grøn- lands. Onkur hevur í hesum sambandi mælt til, at ein fíggjarlig uppgerð verður gjørd av hesum viðurskift- unum. Henda niðurstøðan minn- ir ikki sørt um eina kanning sum einaferð vísti, at færri børn vórðu fødd í einum landi, eftir at talið av stork- um í sama landi var mink- að. Niðurstøðan kundi tí bara vera, at tað var stork- urin, sum kom við børn- unum. Tað at tvey tøl samsvara í eini kanning, nýtist ikki at merkja tað sama sum, at tey hava nakað sum helst við hvørt annað at gera. Hvat vilja tey við hesum ? Eg kann ikki lata vera við at spyrja, hvør ætlanin er við allari hesari skriving- ini? Um tað nú vísir seg, at vit sambært eini fíggjarlig- ari uppgerð hava fingið ov lítið í blokkstuðli, fer landsstýrið so at krevja at blokkstuðulin (sum teir sjálvir lækkaðu í farna val- skeiði) verður hækkaður aftur? Ella hvat um vit hava fingið ov nógv? Fer lands- stýrið so at senda pengar aftur til Danmarkar, ella er ætlanin kanska at minka blokkstuðulin uppaftur meira, nú trupult verður at fáa fíggjarlógina fyri 2004 at hanga saman ? Nei endamálið er hvørki at hækka ella lækka blokk- stuðulin. Endamálið er at seta kílar í ríkisfelagsskap- in, uttan at vilja nakað sum helst. Gamal brølari Hetta við NATO-pengunum var annars tann fyrsti stóri brølarin, sum landsstýrið gjørdi undir fullveldis- samráðingunum, sum vóru í Keypmannahavn í 2000. Eina viku undan fyrsta samráðingarfundinum, al- mannakunngjørdi lands- stýrið á tíðindafundi hetta roknistykkið, sum nú verð- ur drigið fram aftur. Við hesum royndi landsstýrið at trýsta stjórnina til at geva teimum eina langa skiftis- tíð. Men júst henda provoka- tiónin fekk Nyrup-stjórnina til at gera eitt líka so høpis- leyst roknistykki yvir út- reiðslur, sum danska stjórn- in segði seg hava havt av føroyingum í Danmark. Harvið var støðið undir samráðingunum lagt, og úr- slitið kundi ikki gerast øðr- vísi enn tað bleiv. Ætlaðu sjálvir at gerast limir í NATO Ein partur av fullveldis- ætlanini hjá landsstýrinum í farna valskeiði, var júst at innlima Føroyar í »Partner- ship for Peace«, sum er ein undirdeild hjá NATO. Høgni Hoydal, sum er meistari í at venda ting- unum á høvdið segði tá, at hetta var neyðugt fyri at tryggja okkara grannum, at vit ikki blivu ein hóttan fyri heimsfriðin. Flestu limirnir í »Partner- ship for Peace« eru gamlir limir í Warsawa-samgong- uni, sum hava havt ynski um at gerast limir í NATO, eftir at múrurin fall. Men fyri ikki at flyta beinleiðis frá Warsawa – samgonguni og yvir í NATO, so hava hesi verið fyribils »parker- aði« í »Partnership for Peace«. Men málið er alla tíðina, at londini seinni skulu gerast fullgildugir limir í NATO. Vit mugu eisini gjalda limagjald Um vit hugsa okkum, at Føroyar sum fullveldi høvdu blivið limir í »Partner- ship for Peace« – og seinni NATO, so kundi tað lætt- liga hent at vit (eins og onn- ur Natolond) eisini sluppu at gjalda tey 3 prosentini av bruttotjóðarúrtøkuni í limagjaldi. Tað vil siga, at um Føroyar við hesum fortreytum høvdu verið fullveldi, og limur í NATO í 2002, so skuldu vit hetta ár- ið rindað heilar 312 mió. krónur (ella líka nógv sum nýggja Suðuroyarskipið kostar) í limagjaldi fyri eitt ár. Hví skrivar eingin um tað? Hví verður bara skriv- að um, hvussu nógv Dan- mark eigur at gjalda? Hví nevnir eingin, at vit sum partur av ríkisfelagsskap- inum eru við í NATO, uttan at gjalda eitt oyra í lima- gjaldi (meðan allir okkara grannar kunnu sova trygt hvørja einastu nátt)? Síggja ikki útreiðslusíðuna Eg skal ikki útiloka møgu- leikan fyri, at Føroyar møguliga kundu fingið eina seravtalu við NATO um limagjaldið. Men so leingi sum eingin avtala er gjørd, er hetta avgjørt eing- in sjálvfylgja. Men í huga- heiminum hjá landsstýr- inum er hetta eftir øllum at døma meira enn sjálvfylgja. Í frágreiðing løgmans um uttanlandsmál 2000-2001 segði løgmaður millum annað: »Tískil hevur tað ongan eyka kostnað við sær fyri NATO, um einar sjálv- støðugar Føroyar gerast limaland.« Her síggja vit, at meðan nógv hóvasták verður gjørt burturúr, at Danmark møgu- liga hevur goldið ov lítið í limagjaldi, so tosaði undan- farna landsstýri um, hvussu nógv føroyskur limaskapur vildi kosta fyri NATO. Ikki eitt orð um, hvat limaskap- urin vildi kostað fyri Føroy- ar. Grannarnir sova trygt, men... Grannarnir kunnu allir sova trygt hvørja einastu nátt, tí so leingi sum Føroyar eru partur av ríkisfelagsskap- inum og harvið NATO, so eru vit (í øllum førum fyri- bils) eingin hóttan fyri heimsfriðin. Føroyingar kunnu eisini sova trygt um náttina, tí hó- ast eingin króna verður játtað til verjuútreiðslur á løgtingsfíggjarlógini, so hava vit gjøgnum ríkis- felagsskapin og NATO kortini eina verju. Teir einastu sum ikki fáa sovið um náttina eru før- oyskir fullveldismenn, sum liggja í andvekri, tí teir iv- ast í, um Danmark møgu- liga hevur spart nøkur oyru av ríkisfelagsskapinum. – Og tað má ikki henda. Eru Føroyar ein hóttan móti heimsfirðinum? Stressless Fólkaflokkurin er við at fáa stress, alt gjørdi línuskipið Jógvan S. Anfinn og Jørgin hava einki gjørt, alíkavæl leikar alt púra ørt. Embætismenn hava loyvið givið, skjalið sjálvt er niðurgrivið, Heini leikar í og er óður, kanska verður tað seinasti róður. Endurgjald einki kann nakar fáa, fullveldið verður burtur máað. Karstin situr so fast á lokið, bíðar hann eftir fíggjarlógarrokið. Lisbeth hon er slett ikki býtt, í løgmansrøðu fann hon einki nýtt. Sannleikar gamlar í fjølmiðlum bera, samdir eru um einki at gera. Jenis og Kári teir fóru at goyggja, nú meðan onnur fáast við at hoyggja. Terrin er góður men tó skal valdast, løgtingsins vilji skal sjálvandi haldast. Tobbi tevjar í luftini blóð, Kristina Háfoss hon er eisini óð. Stumann Hansen í pípuna stappar, grivnir eru grýtulappar. Útróðrarmenninir allir og Essa, lata seg sjálvandi ikki stressa, men tann sum fæst við stórpolitik, Guð viti um tað fæst á honum skikk. Gott summar. s. Oddfríður Marni Rasmussen Formaður í LISA, Listafólkasamband Føroya Tá ið Listastevna Føroya var í fjør, varð javnan spurt: »Hvat segði Dimman um hetta ella hatta tiltakið?«. Í fjør hevði Dimman ein positivan hugburð til tað, sum fór fram á Listastevn- uni, og var hon einasta blaðið, sum megnaði tað. Í ár leggur Dimman út við at ummæla sýningar, sum ikki eru framførdar enn. Leiðar- in í Dimmuni frá 6. august, er ein long niðurgeran av føroyskum listafólki, og sum formaður í LISA (Listafólkasamband Før- oya), er tað bæði harmiligt og ikki minst ein stór skomm, at eitt føroysk blað (sjálvt um tað er eitt óheft sambandsblað) skal skriva so niðurlátandi um føroysk listafólk. Tað vil ikki siga, at allir blaðmenninir ella kvinnurnar har, skriva niðurlátandi um føroysk listafólk, nei, tað er hann, sum hevur ábyrgdina av hvørja kós blaðið skal hava. Orðførarin á leiðaranum, meinar fyri tað fyrsta, at til- tøkini á Listastevnu Føroya 2003, eru alt ov dýr, og at tey føroysku listafólkini áttu at verið nógv ódýrari enn hini. Tað er at gera stór- an missmun. Tey, sum eru við á Listastevnu Føroya, eru yrkislistafólk og eiga eisini at verða vird sum tað. Tey fáa somu løn sum tey, ið koma við flúgvara ella við skipi aðrastaðnis frá. Fyri at fáa tað niður á eitt støði, sum er skiljandi, so vil hetta siga tað sama sum, at ein fótbóltsdystur eigur at vera dýrari, tí at tveir ella tríggir av leikarunum, eru frá Pólandi ella onkustað- nis úr Afrika, og atgongu- merkini til fótbóltsdystir eru anntá leys av MVG- num. Tað eru atgongumerk- ini til listalig tiltøk ikki. Aldubáran verður nevnd í leiðaranum. Longri frammi í sama blaði, er grein, sum Beate L. Samuelsen hevur skrivað um Aldubáruna. Har stendur at lesa, at fleiri útlendskir tónleikarar eru við Aldubáruni á hesum sinni. Tónleikararnir eru úr Íslandi og Danmark. Hvussu skulu vit eftir leið- araskribentinum á Dimmu gera við atgongumerkini til konsertina hjá Aldubáruni? Gjalda hálvan prís? Sig mær lesur blaðstjórin ikki sítt egna blað. Eitt annað dømi, sum verður drigið fram, er Le Cirque Invisible, har dóttur Charles Chaplin, Victoria Chaplin er við. Hon verður ummælt, ella nærum frá- mælt áðrenn sýningin hev- ur verið, bara tí, at hon er dóttir navnframa komikar- an Charles Chaplin. Og nú sýningin HEVUR verið, vórðu øll atgongumerkini útseld – atgongumerki, sum í Norra kostaðu yvir 500 krónur, og, sum á Lista- stevnu Føroya kostaðu 125 krónur fyri børn og 225 krónur fyri tilkomin og at sær komin. Eisini verður nevnt, at fyrr hevði Norðurlandahús- ið tann príspolitik, at onki skuldi kosta meir enn 30 ella 50 krónur. Minnist meg rætt, so var hesin prís- politikkur við til, at onnur støð í Havnini, vórðu noydd at seta sínar prísir niður. Tá varð sera stór ónøgd um hetta. Fólk vita nú, at á hvørj- um ári, er ein Listastevna. Á sama hátt sum tey spara saman til jóla, til aðrar stevnur, so sum Ólavsøku, ella um tey velja at fara niður til Keypmannahavnar at lurta eftir Rolling Stones í Parkini, og gjalda flog- ferðaseðil, kamar á Hotelli v.m., ber eisini til at spara saman til Listastevnuna. Um ein so vælskipað og stór stevna, sum Lista- stevna Føroya skal virða tey, sum geva stevnuni skap og innihald, so mugu hesi fáa løn fyri teirra arbeiði, um so tey eru úr París ella úr Kvívík. Vónandi letur lesarin seg ikki yvirtala av sovorðnum frámælaríið, men letur seg heldur stýrast av egnum hugi at síggja okkurt av teimum mongu tiltøkunum, sum eru á Listastevnu Føroya 2003. Leiðarin á Dimmu onkisvirður føroysk listafólk C M Y K 11 10