leygardagur 9. august 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 148 - 9. august 2003
Nr. 148 - 9. august 2003
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
29. juli fekk
Luisa Sofía ein
lítlabeiggja.
Hann var 54 cm
langur og vigaði
3620 gr.
Foreldrini eru
Gisela og Bogi
Eliasen, Århus.
25. juli fingu Berit Kloster og Terji á Toftini,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3000 gr.
31. juli fingu Marina Haraldsen og Tony Olsen,
Miðvági, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði
3735 gr.
31. juli fingu Rannvá Dam og Høgni Berg, Tórshavn,
ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4000 gr.
31. juli fingu Hansina Haraldsen og Jørmund Olsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3100 gr.
1. august fingu Rúna Skoubo og Hjarnar Krog
Dalsgaard, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long
og vigaði 2950 gr.
2. august fingu Rannvá Vestureið og Sámal Kristian
Jacobsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og
vigaði 3705 gr.
4. august fingu Elin Maria Iversen og Rógvi Róin,
Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði
3100 gr.
4. august fingu Ingun Justinussen og Uni Mohr,
Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði
3350 gr.
4. august fingu Katrin og Allan Mortensen, Argjum,
ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4000 gr.
4. august fingu Kristina og Karl Leonsson, Argjum,
eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3215 gr.
5. august fingu Birna og Terje Vestergaard, Glyvrum,
ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3050 gr.
5. august fingu Hertha Jónsdóttir Simonsen og Rúni
Olsen Ellefsen, Sandavági, eina dóttur. Hon var 52
cm long og vigaði 3310 gr.
6. august fingu Hertha Fríða Thomassen og Hans
Ravnsfjall, Sandavági, ein son. Hann var 54 cm
langur og vigaði 3615 gr.
Andlát
31. juli
Hilda Abrahamsen, Mykines, búsitandi í Havn, 85 ár
4. august
Petra Maria Joensen,fødd Lindberg, Havn, 86 ár
7. august
Gunnvá Reynheim Olsen, Hoyvík, 37 ár
Nøvn í vikuni
Kennir tú onkran …
Kennir tú onkran í familjuni,
á arbeiðsplássinum, í grannalagnum
ella hvar tað skal vera, ið hevur ein
ki d g sum t d.rundan
dag
6. juli var minningardagur teirra deyðu í ferðsluni.
Tíverri er hetta lagnan hjá alt ov mongum og teirra
millum er Høgni á Steig.
Tað er nú gott ár síðani hendan meiningsleysa
vanlukka hendi í Klaksvík og Høgni, hóast alt var gjørt
fyri at bjarga honum, ikki slapp livandi frá tí. Tá man
hugsar um tað, virkar tað so óveruligt, næstan surreal-
istiskt, men vit mugu ásanna, at hann er farin.
Vit minnist hendan morgunin at telefonin ringdi, og
man fekk fortalt, at ein vanlukka var hend og at Høgni
var komin illa til skaða, men man hugsaði als ikki, at
hann ikki fór at klára tað. Hann var komin í góðar
hendur á Sjúkrahúsinum, so tað mátti fara at ganga.
Men sum tíðin fráleið, og vit vinfólk hjá Høgni ringdu
runt til hvønn annan og væntaðu at fáa góð boð, ja so
komu deyðsboðini.
Tað var ikki til at skilja. At hetta livandi unga
menniskja skuldu fara foldum frá.
Høgni var júst blivin liðugur á kokkaskúlanum í
Klaksvík og hevði ætlanir um, at fara niður til Dan-
markar at læra víðari innan hetta yrkið. Fleiri av
vinfólkunum skuldu eisini niður at lesa, so vit høvdu
mangan tosað um, hvussu stuttligt tað fór at vera, at vit
øll fóru at vera á sama stað. Tí var tað undarligt at fara
niður og Høgni ikki var við. Hann manglaði og ger tað
enn. Hann eigur at vera ímillum okkum!
Høgni hevði mong vinfólk og vit ið kendu hann, vita
hvussu eitt erligt menniskja hann var. Har bleiv onki
pakka inn. Hann segði tingini beint út og hetta er
nakað, ið mangan skapaði látur, tí til tíðir kundi tað
tykjast eitt sindur ógvisligt, men soleiðis var hann.
Tad var altíð gott at koma inn til Høgna. Har hevur
man sæð nógvar filmar og hoyrt nógvan tónleik og
mangt er blivið tosað um, bæði seriøst og óseriøst og
tað er sjálvsagt nakað man saknar.
Eisini man tað vera hart fyri tykkum Berghild og
Boga, Rannvá og Gunnar at venja tykkum við friðin, tí
Høgni dámdi væl at hava fólk inni.
Nú eitt ár er fari framvið, er sorgin og saknurin ikki
minnið. Tað er enn líka meiningsleyst, men lívið
gongur sína leið. Vit eru noydd til at liva við tí. Okkara
tankar ganga til tykkum foreldur, systkjin, dóttir og
gentu sum hava mist tað dýrabarasta. Má Harrin
styrkja tykkum.
Hóast Høgni ikki er ímillum okkum meir, so gevur
hann okkum gleði. Vit vinfólk sita mangan og práta
um Høgna, minnast afur á løtur vit høvdu saman og
gleðast yvir tær løtur, hóast tær tíverri blivu alt ov fáar.
Æra verði minnið um Høgna á Steig! Tú vart eitt so
fantastiskt menniskja!
Tínir vinir
Minningarorð um
Høgna á Steig
Fanny Nielsen
50 ár
Hósdagin 7. august fylti
Fanny Nielsen í Trongis-
vági 50 ár. Fanny er ættað
úr Fámjin, foreldrini vóru
Jona og Niels Pauli Niel-
sen.
Fanny hevur fyrr arbeitt í
handli á Tvøroyri. Seinastu
13 árini hevur hon arbeitt á
dagstovninum "Mýrifípan"
í Trongisvági, samstundis
sum hon hevur annað
vaskiarbeið. Hon er sera
røsk og arbeiðssom, hvørt
summar hoyggjar hon í
Hovi.
Saman við Delmar Joen-
sen úr Hovi eigur Fanny 3
børn: Maud, sum býr í
Danmark, Anju, sum býr í
Froðba, og Aron, sum býr
heima. Tey eiga eisini tvey
ommu- og abbabørn, drong
og gentu.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Elisabeth
Høgnesen 90 ár
Í dag, leygardagin 9. au-
gust,
fyllir
Elisabeth
Høgnesen í Leirvík 90 ár.
Elisabeth er fødd á Mýruni
í Leirvík. Hon giftist við
Karl
Høgnesen
(1900-
1979), eisini úr Leirvík, tey
fingu fimm børn.
Elisabeth arbeiddi í skúl-
anum og á flakavirkinum
Frost í Leirvík fram til
1983.
Hon eigur 10 ommubørn
og 8 langommubørn.
90 ára føðingardagurin
verður hildin í heiminum í
Leirvík.
Hjørdis og Edvard
Vilhelmsen
gullbrúdleyp
Mánadagin
11.
august
kunnu hjúnini Hjørdis og
Edvard Vilhelmsen í Havn
halda gullbrúdleyp.
Hjørdis er fødd 23. sep-
tember 1927. Foreldrini
vóru Bergitta, f. Juul, úr
Funningi og Jóhan Berg úr
Elduvík. Hjørdis er eina-
barn. Familjan búði í Søld-
arfirði, til tey seinni fluttu
til Havnar. Hjørdis byrjaði
sum ung at arbeiða á Tele-
fonverk Føroya Løgtings
sum ørindagenta og seinni
sum telefondama. Hon ar-
beiddi har í 49 ár, til hon
fór frá fyri aldur.
Edvard er føddur og
uppvaksin í Havn. Hann er
yngstur av 9 systkjum, for-
eldrini vóru Nicolina, f.
Joensen, úr Skopun, og
Christian Vilhelmsen úr
Havn. Edvard hevur arbeitt
sum múrari í mong ár, tey
seinnu nógvu árini hjá
Peturi Simonsen, múrara-
meistara, í Havn.
Hjørdis og Edvard dáma
sera væl havaarbeiði og at
ganga túrar saman.
Tey eiga fýra børn, tey
eru: Sunrid, Kári, Jóhan og
Sóleyð. Øll børnini búgva í
Havn uttan Sóleyð, sum býr
í Ebeltoft í Danmark.
Ommu- og abbabørnini eru
10 í tali.
Dagurin verður hildin
uppi Millum Gilja 1, Hoy-
vík, hjá soninum Jóhan, har
opið hús verður frá kl 19.
Dagurin
9. august. Romanus, deyður í umleið 250. Halgisøgurnar
eru ikki á einum máli, um hann var ein umvendur róm-
verskur hermaður ella ein kristin prestur. Hálshøgdur varð
hann í hvussu so er fyri trúar sakir.
10. august. Laurentius. Lavrasmessa. Laurentius var ein
av teimum best kendu halgimonnum í Norðurlondum.
Hann var prestur og skattmeistari hjá pávanum Sixtusi II.
Í árinum 258 varð hann tikin og so illa píndur, at hann
doyði.
Navnið er latín og merkir hin lavrberjakrýndi.
11. august. Hermann. Einki kent halgimansnavn, men er
komið upp í álmannakkan í staðin fyri Tiburtius.
Navnið er týkst og merkir hermaður.
Í dag, 9. august, fylla tví-
burarnir Aslaug av Rana í
Trongisvági
og
Erland
Jensen í Hvalba 75 ár.
Tey eru fødd og uppvaks-
in í Hvalba. Foreldrini vóru
Magdalena, f. Jespersen, og
Jenis
Jensen,
vanliga
nevndur Jenis hjá Drikku, í
Hvalba.
Aslaug giftist við Dánjal
av Rana í Trongisvági.
Dánjal er fyrrverandi fak-
felagsmaður og býráðslim-
ur. Hann var borgarstjóri á
Tvøroyri frá 1985-93. As-
laug og Dánjal eiga børn-
ini: Petur Karl, sum er
bóndi í Trongisvági, Jenis,
sum er lækni og løgtings-
maður og býr í Havn,
Bjørg, sum er ljósmóðir og
býr í Trongisvági, og
Varna, sum er økonoma á
Ellis- og Røktarheiminum í
Runavík.
Sum ung arbeiddi Aslaug
í handli á Tvøroyri , annars
hevur hon verið heima-
arbeiðandi húsmóðir. Fyri
umleið 15 árum síðan bleiv
hon lutvíst lammað, men
hon er komin væl fyri seg
aftur. Aslaug og Dánjal
eiga seks ommu- og abba-
børn, fimm dreingir og eina
gentu.
Erland er bóndi í Tofta-
dali í Hvalba, hann yvirtók
garðin eftir Vilhelm Sejer
Hansen. Erland giftist við
Gunhild, f. Ziskasen, av
Hamri í Hvalba. Tey fingu
dóttrina Miriam, sum býr í
Hvalba. Gunhild doyði
síðst í 70-unum.
Erland er kendur fyri at
vera ein dugnaligur og røk-
in bóndi.
Tvíburar fylla 75
Aslaug av Rana og Erland Jensen 75 ár
Durita Restorff
sjúkrarøktar-
frøðingur
28. mai 2003 fekk Durita
Restorff úr Havn prógv sum
sjúkrarøktarfrøðingur
á
Ríkissjúkrahúsinum í Keyp-
mannahavn.
Kelda: VØKA 2-2003
Oddbjørg
Johansen prógv
7. mars 2003 fekk Oddbjørg
Johansen í Havn prógv í
kognitivari terapi í Risskov.
Kelda: VØKA 2-2003
Jóhanna
Andreasen prógv
4. apríl 2003 fekk Jóhanna
Andreasen í Havn prógv í
kognitivari terapi í Risskov.
Kelda: VØKA 2-2003
C
M
Y
K
13
12