leygardagur 9. august 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 148 - 9. august 2003
15
15
14
Nr. 148 - 9. august 2003
Serliga einvegis ferða-
seðlar og styttri ferðir
verða raktar harðast
av príshækkanini av
flogferðaseðlum. Men
tað ber til at spara
nakrar krónur á net-
inum
FLOGFERÐSLA
Heri á Rógvi
Fyrr í vikuni kom fram, at
flogfeløgini Maersk Air og
Atlantic
Airways,
sum
røkja flogruturnar til og úr
Føroyum, hava broytt prís-
strukturin á ferðaseðlum á
Føroya rutunum.
Samstundis verða bæði
tilboðsferðir og bonusskip-
anir almannakunngjørdar.
Men tað fjalir kortini ikki
útyvir, at tað í veruleik-
anum er talan um eina prís-
hækkan í flestu førum.
Og tað er serliga tey, sum
keypa apex-, einvegis- ella
weekend-ferðaseðlar, sum
fara at merkja príshækkan-
ina.
Tað sama og meira
Broytingin, sum varð al-
mannakunngjørd í vikuni,
millum flogfeløgini og
ferðaskrivstovur snýr seg
um, hvussu býtið millum
hesi skal vera. Àður hevur
tað verið eitt prosentbýti,
men nú áseta flogfeløgini
ein prís, og tað er so upp-
gávan hjá ferðaskrivstov-
unum at leggja sín vinning
omaná.
Men, hvat ferðaskriv-
stovur og flogfeløg fáa í sín
part, hevur í síðsta enda
ongan týdning fyri brúkar-
an. Hesin skal nevniliga
bert gjalda tann eina prísin
fyri tær tænastur, hann ella
hon keypir.
Vit hava nýtt heimasíð-
una hjá Atlantic Airways,
www.atlantic.fo, sum støði
fyri at gera nakrar prís-
samanberingar.
Við
at
ringja til Atlantic Airways
fekst at vita, at 220 krónur
skuldu
leggjast
afturat
hvørjum keypi hjá hvørjum
persóni. Tað vil siga, at tú
rindar 220 fyri ein einvegis
ferðaseðil og 220 krónur
fyri ein retur. Eftir øllum at
døma eru hesar 220 krónur-
nar tað sama, ið flestu
ferðaskrivstovurnar
taka
fyri ómakin, men hetta
hava vit ikki kannað ná-
greiniliga.
Tá eitt fastgjald verður
ásett fyri allar ferðaseðlar-
nar, so er skjótt at rokna út,
at tað eru tær »bíligaru«
ferðirnar, sum verða harð-
ast raktar, um vit kunnu
siga soleiðis.
Ein weekend ferðaseðil,
sum fyri stuttari tíð síðani
stóð lýstur at kosta 2.460
krónur á heimasíðuni hjá
Atlantsflog, kostar nú við
teimum 220 krónunum
2.595 krónur. Tað vil siga
ein hækking upp á 135
krónur ella 5,5%. Hetta er
væl at merkja í góðum tíð-
um hjá í øllum førum før-
oyska flogfelagnum. Ein
sokallaður apex ferðaseðil
millum Føroyar og Dan-
mark ella hinvegin kostar
nú 3.208 krónur hjá fólki at
keypa. Áður lá prísurin um
3.090 kr.
Nakrir einvegis ferða-
seðlar kosta eisini meira
nú. Eitt nú ein ungdóms
einvegisferðaseðil Føroyar-
Keypmannahavn kostar nú
1.980 kr – til Íslands 1.570.
Hinvegin kann tað betri be-
tala seg keypa ferðaseðlar
aftur og fram. Ein ung-
dómsferðaseðil
millum
danski høvuðsstaðin og
flogvøllin í Vágum kostar
nú 3.605, og hetta er á leið
tað sama sum áður. Ein
vanligur
fult
fleksibul
ferðaseðil kostar sambært
heimasíðuni 5.055 krónur –
aftur og fram. Sostatt er
heldur ikki tann stóra
broytingin at síggja har.
Finst eitt alternativ
Hevur tú ikki hug at gjalda
so nógv fyri »bíligu« ferð-
irnar, so finst eitt alternativ.
Og hetta skal eftir okkara
tykki metast sum eitt
alternativ – ikki besta
loysnin fyri øll.
Á alnetinum finnast hóp-
in av støðum, har tað ber til
at keypa flogferðaseðlar.
Vit royndu eina skipan, ið
finst á www.travellink.com.
Hesir senda ferðaseðlar til
øll lond í Norðlondum –
eisini Føroyar. Tað finnast
fleiri aðrar síður, men vit
hava roynt okkum við hes-
ari fyribils.
Vit skrivaðu inn á skipan-
ina, sum er ógvuliga løtt at
hava við at gera, at ferðast
skuldi úr Føroyum (FAE)
til Kastrup (CPH). Vit
royndu dagarnar 8. novemb-
er til 28. november og frá 7.
november til 10. november,
t.e. ein weekend ferðaseðil.
Í skrivandi stund eru eingi
tilboð galdandi fyri hesar
ferðadagar. Til longru ferð-
ina – frá 8. til 28. november
– kundi tú keypa ein Apex
ferðaseðil fyri 3.067 kr.
Afturat koma tjúgu krónur
fyri at senda ferðaseðilin,
men hesin kostnaðurin er
tann sami um so er, at tú
keypir fleiri ferðaseðlar.
Tað vil so siga, at ber til at
spara 118 krónur fyri ein
Apex ferðaseðil við at fara
á netið. Tilsvarandi ber til
at spara 76 krónur fyri ein
vikuskiftisferðaseðil 7. til
10. november.
Hetta er so ein alternativ-
ur prísur, men hetta fjalir
framvegis ikki útyvir, at
prísurin á teimum bíligum
ferðunum er hækkaður.
Broytingar í flogferðaseðlaprísum:
Bíligu ferðirnar vorðnar dýrari
TÍÐINDASKRIV
Søgu- & Samfelagsdeildin,
Fróðskaparsetur Føroya
Fróðskaparsetur Føroya
skipar aftur í heyst fyri
undirvísing í grundskeiði
í lóg. Skeiðið fevnir um
ein almennan part og ein
serligan part.
Tann almenni parturin
verður settur saman av
pørtum sum: at finna lóg,
at skipa lóg, at smíða lóg,
at tulka lóg og tann ser-
ligi parturin verður settur
saman av brotum úr gald-
andi stjórnar- og fyrisit-
ingarlógum, serliga stýris-
skipanarlógini, heima-
stýrisskipanini, ríkisgrund-
lógini, fyrisitingarlógini
og innlitarlógini.
Skeiðið er ætlað les-
andi á setrinum, fólki við
aðrari hægri útbúgving
enn í løgfrøði, fólkið við
fyrisitingarligum roynd-
um, ið hava tørv á eftirút-
búgving,
men
onnur
kunna eisini, um pláss
verður, innskriva seg.
Fyritreytin er tá ein mið-
námsútbúgving ella sam-
svarandi. Bert ein flokk-
ur verður.
Eitt líknandi skeið hev-
ur verið áður. Tað var
sera væl umtókt. Skeiðið
kann nýtast sum partur
prógvi í stjórnmálafrøði.
Undirvísingin verður
tvær ferðirnar tveir tímar
um vikuna, týskvøld og
hóskvøld kl. 16-18 í
Ovastovu
í
Nóatúni.
Undirvísingin byrjar 2.
september og verður til
27. november.
Lærarar verða løgfrøð-
ingarnir Kári á Rógvi,
Jonhard Klettheyggj og
Jógvan Elias Winther
Poulsen.
Lýst verður við hesum
fyrsta dagin.
Umsóknarbløð fáast á
Søgu- & Samfelagsdeild-
ini. J. C. Svabosgøtu 7,
100 Tórshavn, Tlf. 352580.
Umsóknarfreistin er sett
til 24. august 2003.
Inni á skipanini hjá Travellink ber til at keypa ferðaseðlar til og úr Føroyum fyri ein bíligari
penga enn frá ferðaskrivstovum. Men skipanin er ikki líka góð til øll endamál.
Hóast tilboð og
bonusskipanir koma
fyri dagin, so hava
flogfeløgini, sum
flúgva til Føroya,
hækkað
ferðaseðlaprísin
Grundskeið
í lóg
C
M
Y
K
14