leygardagur 9. august 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 148 - 9. august 2003
Nr. 148 - 9. august 2003
17
UTTAN ÚR HEIMI
Velja útlendskar havnir
Eftirlitið við vørum, sum verða fluttar til Danmarkar,
er vorðið so umfatandi og tíðarkrevjandi, at fleiri
danskir innflytarar hava valt at nýta havnir í útland-
inum heldur enn tær donsku.
Tað eru serliga fiskur og fiskaúrdráttir úr londum
uttan fyri ES, sum donsku innflytararnir velja at taka
í land í útlendskum havnum. Tað kemur fram í einari
kanning, sum felagið hjá donsku fiska- og matvøru-
fyritøkunum hevur gjørt, og sum umfatar 32 fyri-
tøkur.
Kanningin vísir, at 15 av teimum 32 fyritøkunum
nýta tær útlendsku havnirnar, tá tær innflyta fisk og
fiskavørur úr londum uttan fyri ES, og 12 aðrar
fyritøkur siga, at tær umhugsa at gera tað sama.
Kanningin vísir eisini, at donsku innflytararnir nýta
serliga havnina í Hamburg.
Eingin kanning enn
Nógv bendir á, at tann ætlaða kanningin av van-
lukkuni við ferjuni "Scandinavian Star" verður útsett.
Roknað hevur verið við, at kanningin skuldi byrja
í ár, men sambært norska blaðnum Aftenposten fer
danski ríkisadvokaturin neyvan at taka avgerð um at
seta kanningina í verk fyrr enn næsta ár. Hetta kemst
av, at danska stjórnin nýliga gjørdi av, at danska
skattavaldið skal upp í kanningina. Endamálið við
hesum er at vita, um teir, sum veruliga áttu ferjuna,
eru drignir til svars.
Hjá ríkisadvokatinum verður sagt, at skattavaldi
verður neyvan klárt við sínari kanning fyrr enn
einaferð í heyst, og tí kann tann ríkisadvokaturin
neyvan taka ta endaligu avgerðina fyrr enn einaferð
aftan á ársskiftið, skrivar Aftenposten.
Vandamikil bakteria
Heita veðrið seinastu árini hevur havt við sær, at ein
vandamikil tropisk bakteria er farin at gera vart við
fram við svensku vesturstrondini, og kanningar vísa,
at bakterian tekur seg longur og longur norður.
Bakterian eitur "vibrio vulnificus" og er av somu
bakteriuætt sum eitt nú kolera, og vanliga heldur hon
til í teimum tropisku økjunum, men tað lýggja veðrið
norðanfyri tey seinnu árini hevur gjørt, at bakterian
eftir øllum at døma eisini klárar seg her norðuri.
Sviar varnaðust bakteriuna fyrstu ferð í 1994. Tá
varð hon funnin har suðuri við svensku vestur-
strondina, men seinastu árini er hon ko longur og
longur norður.
Á sjúkrahúsinum í Malmø verður sagt, at fimta
hvørt fólk, sum kemur í samband við bakteriuna, fær
blóðeitran. Svensku myndugleikarnir siga, at
seinastu árini er í meðal eitt fólk deytt um árið av
bakteriuni.
Ætlaðu at ræna Taylor
Keldur í uppreistrarherinum í Liberia hava avdúkað,
at eitt bretskt-amerikanskt felag hevur boðið sær til
at senda leiguhermenn til landið at ræna liberiska
forsetan, Charles Taylor. Sambært keldunum skuldu
leiguhermenninir lata krígsbrotsmannadómstólinum
hjá ST fáa Taylor, sum er skuldsettur fyri krígsbrot-
sverk.
Ein talsmaður hjá bretsk-amerikanska felagnum
Northbridge Services Group váttar fyri bretska
blaðnum The Independent, at felagið hevur havt
samband við liberisku uppreistrarrørsluna LURD.
Sambært talsmanninum var felagið til reiðar at senda
2.000 leiguhermenn til Liberia at taka Taylor.
Sambært The Independent snýr málið seg ikki bert
um ætlanina at ræna Charles Taylor. Blaðið veit at
siga, at bæði bretsku myndugleikarnir og ameri-
kanska FBI eru farin undir at kanna, um felagsskap-
urin kann hava sent LURD vápn. Er tað so, er hetta
brot á eina ST-samtykt, sum bannar øllum vápna-
flutningi til Liberia.
Í Statoil hildu tey, at
bara gass var at finna
í Ellida-økinum í út-
nyrðing úr Trónd-
heimi, men nú er líkt
til, at talan er heldur
um eina risastóra
oljuleið
OLJUVINNA
Árni Joensen
Í Statoil vilja tey einki siga
um úrslitið hjá boriskipin-
um "West Navigator", sum
hevur borað fyri felagið í
Ellida-økinum, men væl-
vitandi keldur siga fyri
blaðnum Aftenposten, at
felagið hevur funnið eina
oljukeldu, sum kann vísa
seg at vera ein av teimum
heilt stóru.
"West Navigator" fór
undir boringina tann 20.
juni, og boringin verður
ikki liðug fyrr enn um einar
fjúrtan dagar. Undan leit-
ingini vildu jarðfrøðingar-
nir vera við, at millum 200
og 300 milliardir rúmme-
trar av gassi vóru í økinum,
men nú tað vísir seg at vera
olja heldur enn gass, verður
hildið, at talan er um mill-
um 200 og 300 milliardir
rúmmetrar av olju umframt
væl av gassi.
Ellida-økið er á 1200
metra dýpi í útnyrðing úr
Tróndheimi.
Statoil
er
operatørur á økinum og
eigur 30 prosent av leiting-
arloyvinum. Hini feløgini,
sum eru uppií, eru Cono-
coPhilips við 10 prosent-
um, Norske Shell, BP og
Petoro, sum eiga 20 prosent
í part.
Nýggja fundið hjá Statoil
kemur uttan iva norsku
myndugleikunum væl við,
tí herfyri kunngjørdi olju-
málaráðið í Oslo, at fram-
tíðarvánirnar í oljuvinnuni
eru ikki so bjartar longur.
Tað er nú heldur ikki so
løgið, tí tað eru nú meiri
enn tíggju ár, síðani nakað
munandi fund var á norsk-
um øki.
Italskir veðurlags-
granskarar halda seg
nú vita orsøkina til
tann nógva hitan og
turkin í Evropa. Frá-
greiðingin er, at
veðurlagið í Sahara-
oyðimørkini er komið
norður um Mið-
jarðarhavið
VEÐUR
Árni Joensen
Italsku granskararnir eru
komnir eftir, at tann nógvi
hitin og turkurin í Evropa í
seinastuni stavar frá Sahara
-oyðimørkini, og teir siga
tað ikki vera óhugsandi, at
hitin og turkurin fara at
standa við langt út í sep-
tember.
- Tað tykist, sum at oyði-
markarveðrið hevur flutt
seg norður til okkara, sigur
Giampero
Maracchi
á
veðurstovninum í Firenze
við blaðið la Republica.
Italsku granskararnir vísa
á, at sunnan fyri Sahara
hevur tað regnað munandi
meiri í summar enn vanligt.
Giampero Maracchi sigur,
at tað tykist, sum at ekvator
hevur flutt seg 20 stig
norðureftir.
Úrslitið
er
áhaldandi hátrýst yvir Mið-
jarðarhavinum, og tað hev-
ur havt oyðimarkarhita við
sær. Í Rom vóru 37,4 hita-
stig fyrrapartin hósdagin,
og í Bordeaux í Fraklandi
vóru 37 stig. Bæði í Eystur-
ríki, Rumenia, Ungarn og
Kekkia hava veðurmennin-
ir mált methita í seinastuni.
Norski veðurfrøðingurin
Kristin Gislefoss sigur, at
metingarnar hjá italsku
veðurgranskarunum
eru
helst rættar.
- Vit síggja, at umleið 30
stig norðan fyri ekvator er
eitt breitt hátrýstøki kring
alla Jørðina. Stundum flytir
hetta øki seg longur norður,
og so fáa vit heita luft úr
Sahara norður til londini
norðan fyri Miðjarðarhav-
ið. Tað er væl hugsandi, at
hetta hátrýstøki hevur flutt
seg uppaftur longur norður
í ár, sigur Kristin Gislafoss
við blaðið Dagsavisen.
Statoil hevur kanska funnið
risastóra oljuleið
Veðurlagið í Sahara hevur
flutt seg longur norður
Tann nógvi hitin og turkurin hava elvt til skógareldar nógvastaðni í Suðurevropa. Her roynir ein
portugisisk tyrla at sløkkja ein skógareld
Mynd: Reuters
Havið, sólin, býurin, skipini,
menniskjað og Turner
Ein av klassikarunum, innan listaheimin, er bretin
Turner (1775-1851). Myndir hansara ávirka fólk í
stóran mun enn tann dag í dag, sjálvt um hann doyði
longu í 1851 – doyr eitt menniskja?
Hvítt brim, ein trækaj, og vit hóma bátar langt burtur og so óendaliga luftin, kraftfull skíggj, myrk dramatisk og grá
LIST
Øssur Johannesen
Butternere Lake eitur ein
mynd. Eg síggi – og eisini
tú? – ein myrkan sjógv, ein
einsamallan bát, tvey fólk
eru í bátinum og eitt myrkt
fjall reisur seg omanfyri
sjógvin, sum er stillur. Hesi
tvey fólkini njóta friðin í
bátinum. Aftanfyri hómast
enn størri fjøll. Tey siga
einki, men liva í tøgn. Hetta
er ein myrk mynd, men aft-
an fyri er eitt sterkt intenst
kosmiskt ljós, sum hesi
fólkini í lítla bátinum
síggja. Á luftini er svart og
grátt skíggj ella fleiri. Á
fløtuni skínur gult ljós.
Hendan myndin er ein
samansjóðan av skuggum
og ljósið. Nógv svart. Hvat
er svart og hvat er grátt?
Hvat er ein litur, og hvat er
eitt hav, og hvat er ein
mynd? Litirnir eru fáir,
men klangirnir í litunum
eru vakrir. Myrkir og eisini
hóttandi, men í hesum
hóttanum er ein friður. Men
tú merkir veldigar náttúru-
kreftir og skugganir eru
tungir, men eisini vakrir og
hvør sigur, at ein skuggi
ikki kann vera vakur?
Hendan myndin sigur einki,
eingi orð, men tagar í tøgn
– hvat er tøgn?
At hesin listarmaður hev-
ur eina djúpa sera álvar-
sama sál og kenslur og
tankar, tað merki eg alt fyri
eitt, tá ið eg síggi hesa
myndina. Men eg ræðist
hesa myndina, tá ið eg síggi
hana – hví tað veit eg ikki –
og eg havi als ikki sæð hana
í veruleikanum á Tate í
London, men hon er bert
endurgivin í eini bók, og
kortini talar hon til mín á
sama hátt, sum dramatiska
náttúran í Føroyum. Talar
til mín. Eg dugi ikki ordi-
liga at seta orð á, hvat tað
er, sum hendan myndin
vekir innan í mær. Hendan
myndin virkar ótømandi
uppá meg.
Eg síggi eina aðra mynd.
Seglbátar. Fólk rógva og
havið er í ógvusligari
rørslu. Hvítt brim, ein træ-
kaj, og vit hóma bátar langt
burtur og so óendaliga luft-
in, kraftfull skíggj, myrk
dramatisk og grá og mið-
skeiðis ein ljósabláur flati,
sum ein ljós vón, sum opn-
ar seg á himni meðan sjó-
menninir stríðast. Lista-
maðurin
hevur
fanga
stemningin – men hvat er
stemningur? Turner er langt
síðani »deyður«. Havið er
rundan um okkum enn, og
myndin talar til okkum enn.
Sæð við tekniskum eygum,
er myndin ótrúliga virtuos.
Ikki uppá ein tóman yvir-
fladiskan ella grunnan hátt,
men á ein nærlagdan máta,
sum hann dugir at tekna.
Hendan myndin fortelur
okkum um stríðið hjá
menniskjanum her á fold,
sum tað var tá og framvegis
er tað. Menniskja er undir-
givið náttúruni, ella er tað
øvugt? Menniskja er eisini
ein náttúra innaní – men
hvat er náttúra? og hvat er
menniskja?
Sum Ova syngur um í
fløguni »maður – glotti«:
Tað er upp til hvønn ein-
stakan at finna útav. Tað er
m.a. tað, vit fáa eitt lív til at
læra av øllum. Einaferð
hvørvur havið, skrivar Rói
C
M
Y
K
17
16