Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. august 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 148 - 9. august 2003 Nr. 148 - 9. august 2003 19 Patursson í eini yrking. Og einaferð hvørvur menn- iskja? – eg veit ikki? Eina- ferð hvørvur Gud? – nei ongantíð! Ein onnur avlong mynd, ið eisini hongur á Tate- gallarínum í London, eg havi tíverri ikki verið har. Trøini eru sera vøkur, tey grógva og reisa seg við miklari kraft upp í himmal- rúmi, litirnir eru grønir. Hetta er ein summarmynd. Vit merkja vindin, sum ferðast um alt tað endaleysa himmalrúmi og universið. Hesin ósjónligi vindurin, sum øll menniskju og djór anda í seg. Luftin er ljósa- grá, ein sterkur grønur litur er í luftini. Kompositiónin er rættiliga einføld, at lista- manninum dámar trøini og trøini eisini hann, og somu- leiðis luftina. Tað er ikki nakar ivi um tað. Eg dugi ikki at siga meira um hesa myndina, men eg merki at hendan myndin livir í mær... og lívið eg eisin í myndini. Ja! Eg í øllum, alt í mær, skrivar Karstin Hoy- dal einastaðni – hvat eri eg, eg, eg og tú, tú, tú... hvat er í øllum, øllum, øllum... »Eg«'ið er eitt ótømandi hav, so vitanin um tað kennir ongan enda... skrivar Ibn Al Arabi. Altíð, hvat er tað? Altíð, hvat merkir tað? Í allar ævir, hvat merkir tað? spyr tónleikarin Tricky. Ein mynd er av mána- lýsinum. Eg síggi blásvart gráar litir, sum eru tungir og hava ein sera dapran, okkultan og ræðandi dám. Fremst ein bátur og aftan fyri seglbátur og fólk við bryggjuna. Sjógvurin rólig- ur og langt burt hómast býurin. Fremst sæst strond og so mánin. Hendan skín- andi oðimørkin. Eitt sterkt ljós í náttarmyrkrinum. Tað finnast livandi verur á mánanum, sum menniskju ikki kunnu uppfata, stendur í Bagvad Gita. Mánasjúk- an. Mánin hevur stóra ávirkan á havið og eisini psykist á menniskju. Sjálv- andi. Hendan myndin virk- ar ræðandi uppá meg. Vekir ræðslu og myrkur innan í mær og far meg til at spyrja: ræðist eg mína egnu ræðslu og mítt egna myrk- ur? Hví havi eg so nógva ræðslu og so nógv myrkur innan í mær? og helst eisini Turner? At hvíla í ræðsluni og myrkrinum, tað eigur ein at læra seg. Ein onnur mynd avmynd- ar veldiga villa og ræðandi og hóttandi havið. Eitt stórt skip koppar allari angist hjá menniskjanum um druknar, men tá ið tey drukna, hvar fara tey so? niður á havsins botn? Veldigar aldur og skip. Seglskip sum geva seg. Menniskjuni stríðast og somuleiðis havið. Ein- støk menniskju eru í skríggjandi reyðum klæð- um. Havið er svart blátt og tað drepandi brimið er hvítt. Hví er tað tað? Luftin er hvít og ljós og gráblá. Um allir bátarnir søkka ella ikki, tað fáa vit ikki at vita... Sjálvt um seglbátar- nir tala um eina farna gamla tíð, so hevur hendan myndin so mikið av kraft, villskapi og veldi í sær, at hon talar framvegis til mín. Nógvir bátar eru í Føroy- um. Summir liggja við bryggjuna og aðrir eru ó- sjónligir á havsins botni og somuleiðis beinarøðin hjá øllum fiskimonnunum, sum gingu burtur í Føroy- um og aðrastaðni. Men teir eru ikki gloymdir. Gud hevur ikki gloymt teir, sum vágaðu sítt lív úti á havin- um og fleiri mistu tað fyri at halda føðilandinum Før- oyar á flogi. »Kirkjurnar á havsins botni« kallast eitt yrkingarsavn hjá Jóanesi Nielsen. Nú filosoferaði eg útyvir hvat, ið hendan myndin hjá Turner í veru- leikanum snýr seg um. Veldigar náttúrukreftir. VELDIGAR NÁTTÚRU- KREFTIR... og MENN- ISKJAKREFTIR... Kava- stormur. Hannibal og hans- ara herur, sum ferðast ígjøgnum alpurnar. Litklangirnir í hesi myndini hava eina veldiga vakra og sera stórsligna ávirkan á meg, sjálvt um eg tíverri ikki havi sæð hesa mynd í veruleikanum, men bert endurgivna í eini bók. Hon hongur somuleiðis á Tate-gallarínum í Londum. Har havi eg tíverri ikki verið... Alpurnar. Hesi veldigu fjøllini og fremst á mynd- ini, menniskjuni. Og so sólin, sum ein gul kraftfull kúla, ein brennandi eld- kúla, sum gevur okkum ljós! Og so streymandi lív- gevandi ljósið og so sam- anspæli millum ljósið og grøn bláar skuggarnar, sum eru djúpir. Turner hevur her fangað nakað øgiliga sterkt. Hann hevur oyst út tí veld- igu óendaligu náttúruni og smurt oljumáling á lørifti, sum er tornað. Turner er sum menniskja langt síðan »deyður« men málningurin talar framvegis... Men náttúran er nógv veldigari enn málningurin... Men málningurin er sprettur úr náttúruni. Málningurin er eisini vorðin tigandi náttúra og oljumálingin, sum eina- ferð var vát er torna... Turner, sum listamaður, er ein beinagrind í eini kistu í einum kirkjugarði. Tað vera vit øll, um vit vilja tað ella ikki... Men sálin hvar fer hon? Tað veit bert Gud og Satan og helst eisini menniskja, ella ger tað? Hendan myndin er full av eyðmjúkum kærleika til náttúruna og menniskja og øvugt... Náttúran er ein óendaliga ævinlig kelda, eitt veldigt livandi listaverk, skapt av Gudi, hvør tað so enn er. Hann er ikki persónur, men ein veldig vulkan av øllum dimensjónum sum hugsast kann. Turner var eitt ríkt menn- iskja. Ein ríkur listamaður, sum túsundtals menniskju, Ein onnur avlong mynd, ið eisini hongur á Tate-gallarínum í London, eg havi tíverri ikki verið har Alt brennur, men eldurin er eisini ljós og alt speglast niður í havið fleiri Harrans ár aftaná, at hann fór frá foldum, fáa gleði av og sterk upplivilsi úr hansara ríku listakeldu, amen. Meira dugi eg ikki at seta orð á í hesi myndini. Tí hendan myndin talar líka- sum meiri enn orð megna at siga. Tann tornaða oljumál- ingin brúkar jú ikki orð, men eina ósjónliga megi, sum talar um veldiga náttúru. Sól, ljós og skugg- ar. Litir í skína bæði í ljósi og myrkri og so alpurnar. Hesi veldigu fjøllini í standa enn... eins og fjøllini í Føroyum. Ein onnur mynd – hvat er ein mynd og nær er ein mynd? Vit síggja sólina, eitt kraftigt ljós og so ein bjartan ljósan himmal og so gamlar bygningar, sum menniskju í sveittabrotið hava bygt. Vit síggja eisini eina á og sólin speglast nið- ur í ánna sum er still og so reisa trøini seg við áar- bakkan. Trøini eru full av kærleika og so menniskjuni við áarbakkan. Summi hyggja niður í ánnað. Tey eru still á myndini. Tey røra seg ikki, men Turner rørdi seg við penslinum, tá ið hann málaði, og livandi menniskju røra seg inntil tey doyggja. Sum áður, eru litklangirnir, í hesi mynd- ini, einastandandi vakrir og ljósið er bæði vakurt kraft- igt og lívgevandi og skugg- arnir djúpir og myrkir, men eisini vakrir. Hendan myndin fortelur um eina tíð, sum er farin – ella er hon tað? Hetta er søga, men tað er somikið av anda og sál og eyðmjúkum við- kvomum kenslum í hesi myndini, at hon framvegis talar til mín. Og so er hon tekniskt sera virtoust mál- að. Málingin var vát, tá ið Turner málaði hana, men hon er nú tornað. Og so er tað sólin sum skínur so bjart í hesi myndini. Tað ger hon framvegis... og heilt erligt, eg kenni meg vísan í, at sálin hjá Turner skínur bjart har hann er nú... Tað veit eg ikki, tað veit bert Gud – og hvør er tað? Á Tate-gallarínum hong- ur eisini ein onnur mynd. Eg síggi ein grønan summ- ar skóg - hví eru trøini og grasið grønt um summarið? Eg síggi eina sera róliga á. Ein kvinna situr við áar- bakkan. Trøini eru við- kvom tigandi. Men nógv hægri enn fólkini, sera vak- urt ytst í vinstra horni, sæst eitt træ reisa seg himmal- høgt. Langt burtur er ein stór brúgv. Og so lands- lagið, tað er ein øðilig rúm kensla í hesi myndini. Listamaðurin sær øgiliga langt, og so er tað ljósa fløðandi, lívgevandi, enda- leysa himmalrúmið og kon- trastin ímillum ljósabláu himmalrúmdina og djúpu grøn svartu litirnar á trøun- um og skógunum, sum hevur ein myrkan skugga- kendan djúpan litklang, sum ikki er ræðandi, men harmoniskur og vakur – hví kunnu myrkur og skuggar ikki vera vøkur? Sjálvandi kunnu tey tað. Hendan myndin virkar eisini sera sterkt uppá meg. Á ein mildan og eyðmjúkan hátt. Men eg dugi ikki at seta orð á tað. Máling og orð eru ikki tað sama. Máling er litir, og orð hevur ikki litir. Ella jú, orð kunnu hava litir, og litir kunnu skapa orð og list, tónleik. Ein vatnlitað mynd, sum Turner málaði er av sjóvar- málanum. Vit drekka vatn hvønn dag, og vatnið er fult av andasálum. Sjálvandi er tað vatnið lív og vit eru eisini lív. Máling og orð kunnu skapa lív. Hendan myndin er sera eyðmjúk og viðkvom. Langt burtur reisa bygningarnir í býnum seg í bláligum litum. Fremst er vatnið, sera mjúkt og kensluborið. Hev- ur ein fløðandi og róligan klang. Og so luftin ljósagul og eitt sindur reyð, men hetta re ikki reytt, sum loypur á, men stilt reytt og so nøkur skitsukend brúnlig strok, sum kunnu ímynda eina kaj. Tað er ein sterk rúm kensla í hesi myndini, og hon hevur skitsurnar frískleika yvir sær. Eg blívi í góðum lag og upplyftur andaliga av hesi myndini. Vatnlitamyndir eru meira viðbreknar og mildar enn oljumálningar. Nær er ein mynd liðug? Aldri! Ein mynd skal vera ein ótøm- andi kelda, hava sál, tankar, kenslur og upplivingar, sum tala til ein. Tað er so upp til ein sjálvan at síggja ella ikki. Eingi eygu síggja líka, Marius Olsen. Ein onnur mynd, av- myndar, ella er, tvey veldig og gomul trø, sum aftanfyri bláligt hav og so bátarnir. Trøini kasta kraftigan skugga og langt burturi er ein mildur klangur í lív- gevandi summarluftini. Og so róligu bakkarnir og tvey fólk fremst, ið samskifta og njóta vakra summarveðrið. Tú merkir hitan av sólini. Og so sandurin, sum skínur kraftiga. Hetta er ein kraft- full dynamisk mynd, men samstundis eisini friðsæl og harmonisk. Tekniskt sæð, sera virtuos. Tað hendir øgiliga nógv í hesi myndini og litirnir eru sjálvlýsandi og hava inniligan klang. Hann málar ikki bara litirnar. Hann hevur upp- livað teir og lært teir at kenna. Litirnir hava eisini lært Turner at kenna. Turner hevur uppliva litnirnar og øvugt. Litirnir hava anda- liga sál og teir hvørva aldri. Turner hevði eina sterka kenslu av, hvat hann vildi við listini og listin hevði sjálvandi eisnii eina sterka kenslu av, hvat hon vildi við Turner. Náttúran, havið, sólin, menniskjað og býurin og skipini ganga saman í eina fullkomna upprunaliga heild, sum eru í fleiri di- mensjónum, bæði uttanfyri og innaní listamanninum. Listaverkini hjá Turner tala framvegis til okkum í tøgnini. Tornaða oljumál- ingin sigur einki. Hon brúkar ikki orð, men um tú ert opin, árvakin, kenslu- borin og dugir at síggja eins og Turner, sum allir ektaðir listamenn eru tað, so fært tú nógv burturúr listini hjá Turner. Hygg sjálvur. At leita eftir upplivingum. At leita og læra sálina, hjarta, tankarnar, lívsroyndirnar, menniskja, náttúruna, Gud, skapanina, ja alt. At søkja tað, er ta listin og lívið? Listin er lív og lívið skapar listina. Tað er tað, alt snýr seg um, men listin hevur ongan enda. Tað er enda- leys granskan í øllum, sum er. Hvat var? er? og verður? Turner hevur eisini málað eina velduga mynd, har í veldigur eldur er í. Alt brennur, men eldurin er eis- ini ljós og alt speglast niður í havið. Skipini fremst og menniskjuni við bryggjur- nar, sum hugtakandi eyg- leiða oyðandi eldin. Helviti er eldur. Eg havi verið har í áravís. Helviti er eisini líðing. Og so mót- setningurin vatni, ið kann sløkkja eldin og brúgvin. Hetta er eitt veldigt pano- rama av oyðandi eldinum, sum bæði ræðir og hug- tekur. Thames áin og bátar- nir, býurin, luftin, skýggini, litirnir. Myndin skapt av eygleiðing, eygum, kensl- um og listasál. Turner var veldigur. Tíðarleysur listamaður. C M Y K 19 18 J^boph>fo?lkrp Sfqdbs^q≠ojbfo^ 'Cboø^^sdg∞iaborfhhfÒolhk^øf)pboifd^oobdirobord^ia^kaf+ JfkkfpqqfiJ^boph>fo?lkrphloq)k≠pqrcboøqvdrjcboø^pqldp^ji^pqfdqfikˆds^oÁerd^sboa^ormmifsfkd^o)elqbidfpqfkd^oldãldcboø^pbøi^o+ SføJ^boph>fo?lkrpph^iqq¸_boqcboø^pq2cboøfo¸oSÁdrj)cvof^qcÁ^bfkˆhbvmfpcboø^pbøfiqfiA^kj^oh^obii^lhhroq^kk^øÁerd^sboqcboø^jÁi)ÁorqrkbqfkrjegÁJ^boph>fo ⁄hbvmfpqfiA^kj^oh^o'