leygardagur 9. august 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 148 - 9. august 2003
Nr. 148 - 9. august 2003
21
- Mær dámdi einki, tá
ið Ove byrjaði at tosa
um at rógva úr Føroy-
um til Danmarkar.
Men eg segði einki, tí
eg visti, at tað nyttaði
einki. Hevði hann
fyrst sett sær fyri at
fremja hetta, gavst
hann ikki, fyrr enn
hann var komin á
mál. Soleiðis var Ove,
sigur 82 ára gamla
mamma Ova, Olevina
Joensen
SAMRØÐA
Vilmund Jacobsen
»Livdi í ódn, doyði í logn«.
Soleiðis skrivar Finnbogi
Ísakson í bók síni »Aftur og
fram« um Ova, tá ið hann
doyði.
Mamma Ova, Olevina
Joensen, heldur, at hesi
orðini um sonin eru rætti-
liga beinrakin.
- Ove var eitt gott menn-
iskja; hann var vitugur og
nærlagdur og hevði stóran
áhuga fyri øllum tí, sum
fyrifórst á havinum. Tíðin,
hann sigldi við fiskiskipi,
skúlaskipi og farmaskipi,
hevði lært hann nógv um
veður, vind og streymviður-
skifti. Hann hevði virðing
fyri náttúrukreftunum og
visti, at skil skuldi til, um
komast skuldi um hav, men
Ove hevði eina sterka sál
og var ongantíð bangin á
sjógv.
Stúrin mamma
Vina, sum mamman van-
liga verður rópt, sigur, at
dreymurin hjá Ova at rógva
úr Føroyum til Danmarkar,
birtist, tá ið hann við segl-
báti einaferð sigldi úr
Ameriku til Australiu.
- Tá setti hann sær fyri at
rógva úr Føroyum til Dan-
markar. Mær dámdi hetta
einki, men eg visti, at tað
nyttaði einki at siga nakað.
Tí, setti Ove sær fyrst
nakað fyri, helmaði hann
ikki í, fyrr enn málið var
rokkið.
Trý fylgjandi summur
royndi hann at fremja hesa
ætlan, árini 1984, 1985 og
1986. Tey bæði fyrru setti
hann upp í Hetlandi, men
triðju ferðina, hann royndi,
eydnaðist honum at fremja
dreymin, hann hevði sett
sær.
- Líka so stúrin, sum eg
var, tá ið Ove byrjaði at
tosa um sína ætlan, líka so
spent vóru vit øll, tá ið Ove
nærkaðist danska megin-
landinum.
Vina sigur, at á seinastu
ferðini hjá Ova millum
londini frætti hon ofta frá
Birgiri Andreasen, sum
hevði gott samskifti við
Ova á allari ferðini.
- Men so vóru dagar, har
vit einki frættu, og tá birtist
óttin aftur í brósti.
Hon sigur, at ringast var,
tá ið Ove fór undir at gera
seinastu royndina.
- Hann ætlaði at gevast,
tá ið onnur royndin mis-
eydnaðist.
Men eg haldi, at fólk
høvdu hug at arga hann og
minna hann á, at hann nú
kortini ikki megnaði at gera
dreymin til veruleika. Tá
setti hann - sær sjálvum so
líkt - sær fyri, at hann
skuldi royna einaferð aftrat,
sigur Vina.
Stór gleði…
Tað var ein gleðisdagur í
heiminum á Bátatúgvuni í
Nólsoy, tá ið Ove legði at í
Thyborøn.
- Vit vóru ógvuliga glað
hansara vegna. Nú ivaðust
vit ikki longur í, at Ove fór
at megna at fremja verk sítt,
og vit fóru øll at fyrireika
okkum til Danmarkartúrin
at taka ímóti Ova á Longu-
linju. Maður mín, Vilhjálm-
ur, sum var sjúkur, kundi
ikki koma við til Danmark-
ar. Men annars fór vit øll
avstað saman við fleiri øðr-
um í familjuni.
Vina sigur, at tað var ein
stór løta hjá henni og børn-
unum, tá ið Ove nærkaðist
Longulinju – helst ein tann
størsta løtan í lívinum.
- Men har var ein so stór
mannfjøld og tók ímóti, at
vit sluppu næstan ikki
framat. Tað var ikki meira
enn, at eg slapp at heilsa
uppá sonin, sigur hon.
Hon sigur, at Ove var
ógvuliga glaður, tá ið hann
legði at landi undir kendu
havfrúnni, steig í land og
kysti hana, sum hann hevði
sagt, at hann vildi gera.
- Ove var upptikin alla
tíðina hesa stóru løtu, og
tað var ógvuliga torført at
sleppa framat honum. Tað
var ikki, fyrr enn á einum
hotelli, at vit veruliga
sluppu heilsa uppá hann,
sigur Vina.
Doyði í logn
Eftir at Ove Joensen hevði
fullført sína ætlan, var
næstan ongantíð friður um
hansara persón. Hann ferð-
aðist fyrst í Danmark og
síðan í Føroyum. Øll vildu
hitta Ova og síggja snotu-
liga bátin, Dianu Victoriu.
- Saman við gleðini um,
at Ove hevði nátt tí máli,
hann hevði sett sær, var
eisini óttin um, hvat hetta
nú kundi føra til, sigur
Vina.
Ove druknaði á Skála-
fjørðinum, 26. november
1987 – á sjálvum føðingar-
degnum hjá yngsta beiggj-
anum, Villy, sum druknaði í
Havn trý ár frammanundan.
- Ove ringdi hetta kvøld-
ið og segði, at hann ætlaði
sær út til Nólsoyar við
Dianu
Victoriu.
Bað
beiggja sín koma inn ímóti
sær við báti. Beiggin var
ikki inni, men fór avstað so
skjótt, tað bar honum til.
Vina sigur, at tá ið teir
komu inn á Skálafjørðin,
funnu teir ongan bát. Teir
løgdu at landi á Strondum
fyri at spyrja eftir Ova, men
eingin visti um hann at
siga.
- Hetta kvøldið, hann fór
umborð á Dianu Victoriu,
var frost og hált. Vit rokna
tí við, at hann er gliðin í
bátinum, og í fallinum hev-
ur hann sligið andlitið í og
er vorðin vitleysur. Tað sást
á andlitinum á Ova, tá ið
hann seinni var funnin, at
hann hevði sligið seg í. Ove
var annars ein góður svimj-
ari, sigur hon.
Vina sigur, at tað var
undarligt og ógvuliga tungt
at missa Ova eitt góðveð-
urskvøld á Skálafjørðinum,
tá ið hann annars hevði lagt
so nógv fyri í sínari tíð á
havinum.
- Í dag fegnist eg um, at
ein minnissteinur er reistur
í bygdini yvir Ova, og vit
fegnast øll um, at stevnan,
sum nú hevur 10 ár á baki,
hevur eydnast so væl.
Olevina Joensen sigur, at
tað hevði glett hana nógv,
nú hon er vorðin 82 ára
gomul, um svimjihylurin,
sum bygdur verður til
børnini í Nólsoy, hevði
staðið liðugur um ikki alt
ov mong ár.
Mamma Ova, Olevina Joensen:
Ove var ongantíð bangin
Olevina Joensen avdúkar minnissteinin, sum er reistur í Nólsoy
Mynd: Poul Hansen
Stevnan í ár er tann 10. í
røðini
Tórur Hansen verður
yngsti luttakari
nakrantíð, sum fer at
royna at fremja
roysnið at svimja úr
Havn til Nólsoyar.
Saman við øðrum
svimjarum, leypir
hann á bláman í Havn
í dag
STUÐULSSVIMJING
Vilmund Jacobsen
Í fleiri ár hevur verið
skipað fyri stuðulssvimjing
um Nólsoyarfjørð á ova-
stevnu. Flestu árini hevur
verið svomið leygardag, tá
ið stevnutiltøkini eru í
hæddini, men okkurt árið
hevur verið neyðugt at lagt
dagin øðrvísi, tí streymur
ella veður ikki vóru til
vildar sjálvan stevnudagin.
Svimjingin um Nóls-
oyarfjørð er ein fastur og
afturvendandi táttur, sum
setir sín serstaka dám á
ovastevnuna.
Tað er stuttligt at vera í
bygdini, tá ið svimjararnir
út á seinnapartin – ein fyri
og annar eftir – koma í
land, ymsastaðni fram við
fjøruni. Bátur fylgir hvørj-
um svimjara, og í fjøruni í
Nólsoy standa fólk og
hjálpa teimum uppá land.
Vanliga eru svimjararnir
útlúgvaðir, tá ið málið er
rokkið, og uppi á klettinum
fáa teir beinanvegin okkurt
at bíta í og okkurt at leska
sær við.
Tórur yngstur
Í dag er aftur ovastevna, og
í dag verður so aftur stuð-
ulssvimjing.
Millum
svimjararnar,
sum leypa á bláman í Havn
í dag, verður 12 ára gamli,
Tórur Hansen.
Mamman eitur Guðrið og
pápin, Hans Michael. Tey
búgva í Havn. Tórur er
hálvur nólsoyingur í faðir-
ætt. Hans Michael er sonur
Gabriel og Jolinu, sum í
mong ár hava havt handil í
Nólsoy. Í høvuðsstaðnum
gongur Hans Michael í
fótasporunum hjá pápan-
um; hann selir bæði mat-
vørur og køkar.
Tórur eigur systkini, Vár,
sum er 2 ár og Teit, sum er
5. Teitur er ógvuliga spent-
ur, nú stóribeiggi fer at
royna at fremja hetta roysn-
ið, og tey siga, at hann
reypar óført…
Men tað er ikki bara
Teitur, sum er spentur. Tað
eru
Guðrið
og
Hans
Michael so sanniliga eisini.
Og hvør veit: Gongur alt,
sum ætlað hjá Tóri, er ikki
óhugsandi, at bæði abbin
og omman í Nólsoy standa
fyri honum, tá ið hann
kemur til lands.
Tórur svimur annars hjá
Havnar Svimjifelag, og
hann hevur vunnið onkur
heiðursmerki. Í sínari tíð
vann mamman, Guðrið,
eisini onkur heiðursmerki í
svimjing.
- Jú, vit eru bæði ógvu-
liga spent, og vit halda, at
tað hevði verið stuttligt, um
Tórur, sum yngstur luttak-
ari nakrantíð, hevði megn-
að at svomið um fjørðin.
Hinvegin er hetta eitt upp-
livilsi í sjálvum sær, og vit
gerast heldur ikki vón-
svikin, um tað ikki eydnast
honum
at
svimja
um
fjørðin.
Hans Michael vísir á, at
gjøgnum árini hava fleiri
svimjarar "lagt árarnar inn"
á hálvari leið, tí krampi ella
sjóverkur hava gjørt um
seg.
- Nú vóna vit, at veðrið
verður til vildar, og at Tórur
ikki fær krampa á longu og
krevjandi leiðini.
Róðin var 13
Tórur er ikki vanur at
svimja í froskmannabúna.
Hetta royndi hann fyrstu
ferð í hesi vikuni. Tað vísti
seg, at drongurin er so
lættur og flýtur so væl í
búnanum, at torført verður
hjá
honum
at
svimja
bringusvimjing, um blýggj
ikki verður hongt uppí bún-
an, sum ger, at hann liggur
tyngri í sjónum.
- Nú fáa vit at síggja,
hvussu hetta fer at laga seg,
men vit fara at royna at
finna út av, hvussu vit loysa
málið, sigur Hans Michael
Hansen.
Bæði pápin og mamman
vænta, at Tórur fer at vinna
um fjørðin – og tað ger
Teitur so sanniliga eisini.
Yngsti svimjari, sum
svomið hevur um Nóls-
oyarfjørð, er ivaleyst Róðin
Simonsen, sonur Erlend og
Joan Simonsen.
Róðin var bert 13 ára
gamal, tá ið hann framdi
hetta bragdið.
Erlendur hevur verið
primus-motor aftan fyri
hetta tiltak. Jákup av Skarði
er hansara høgra hond.
12 ára gamal
fer at svimja
um Nólsoyarfjørð
5-ára gamli, Teitur, er ógvuliga spendur, um stóribeiggi,
Tórur, fer at megna at svimja um Nólsoyarfjørð í dag.
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
21
20