Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. august 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LISTASTEVNA Tekstur: Rúnar Reistrup Myndir: Maria Olsen Hósdagin læt framsýningin av klædnasniðum hjá Elisu Heine- sen upp í Müllers Pakkhúsi í Havn. Nógv fólk vóru komin í Pakkhúsið hendan seinnapartin fyri at síggja hvat 29 ára gamli føroyski sniðgevin, sum býr og arbeiðir í London, hevði at sýna fram. Eftir framsýningina vórðu klæðini hongd upp, soleiðis at fólk fáa høvi at síggja tey nærri komandi dagarnar. Framsýningin er opin hvønn dag millum kl. 14 og 18 heilt til Listastevnan endar 17. august. Atgongumerki til framsýning- ina kosta 40 krónur. Klæðir í Pakkhúsinum Í hesum døgum hýsir Müllers Pakkhús einari klædnaframsýning Skráin fyri evnisdagin um parkinsonsjúku 20. august 2003 Hotel Hafnia Erik Dupont, yvirlækni og serlækni í parkinson og Vivi Dupont, sjúkrasystur við servitan um parkinson, standa fyri degnum. Kl. 09.00 Skráseting, kaffi og morgunbreyð Kl. 09.30 Vælkomin Kl. 09.40 Hvat er Parkinsonsjúka - um sjúkuna, eyð- kennir, gongd. Hvussu upplivir sjúklingurin sjúkuna Kl. 10.30 Steðgur Kl. 10.50 Medisinsk viðgerð Hvussu fært tú mest gagn av heilivágnum ? Spurningar og orðaskifti Kl. 12.00 Ábit Kl. 13.00 Rørslutrupulleikar: Góð hugskot at nýta í gerandisdegnum. Spurningar og orðaskifti Kl. 14.00 Steðgur Kl. 14.30 Trupulleikar at svølgja, kostur, trupulleikar við maganum. Spurningar og orðaskifti Kl. 15.15 Steðgur Kl. 15.30 Skurðviðgerð av Parkinsonsjúku. Hvussu, - hvør kan skurðviðgerast og hvør kann ikki Kl. 16.30 Liðugt Kl. 17.30 Døgurði TÍÐINDASKRIV Nevndin fyri parkinsonfelagið Í samband við „Ár teirr brekaðu", skipar Parkin- sonfelagið fyri evnisdegi mikudagin 20. august. Felagið hevur fingið navnframa yvirlæknan, Erik Dupont, sum er ser- lækni í parkinsonsjúku, at koma henda vegin. Saman við honum er Vivi Dupont, sjúkrarøktarfrøðingur, sum hevur specialisera seg innan parkinsonsjúkuna. Erik Dupont hevur verið yvirlækni á neurologiskari deild á Århus kommune- hospital síðan 1980. Vivi Dupont starvast sum ráðgevi hjá danska parkin- sonfelagnum. Endamálið við evnisdeg- num er at virka fyri, at sjúklingar kunnu fáa betri liviumstøður og røktar- starvsfólk størri vitan um sjúkuna. Tað er av sera stórum týdningi at eisini avvarð- andi fáa henda kunnleika og felagið vónar stóra und- irtøku. Tey trý sjúkrahúsini og øll ellis- og røktarheim, hava fingið tilboð um at luttaka á evnisdegnum. Til- melding fer fram hjá Hilde- bjørg Weihe, á telefon: 31 38 97. Parkinsonfelagið hevur umleið 140 limir. Bert ein neurologur er til hesar 140 limir, sum búgva bæði á meginøkinum og úti um landið annars. Dagurin verður skipaður soleiðis, at til tey ymsu evnini verður høvi at seta spurningar og skifta orð. Stórur tørvur er á servitan um hesa sjúkuna, og sein- astu árini hevur verið granskað nógv í viðgerðar- háttum og møguleikum. Drúgvar royndir Fyrilestrahaldararnir hava bæði hollan førleika og drúgvar royndir. Erik Du- pont hevur m.a. verið limur í "Dansk parkinsonfor- eningens Forskiningsråd" síðan 1985, limur í "Medi- cal Advisory Board of European parkinson´s Disease Assosiation" frá 1997, formaður fyri Dansk Selskab for bevægelsesfor- styrrelser og limur í "Movement Disorder Society" síðan 1993. Harumframt hevur Erik Dupont skrivað eina røð av greinum í smárit og tíðarrit. Hann hevur nýtt nógva tíð at granska, og fekk Filten- borg-Prisen í 1998, sum er 100.000 kr. Vivi Dupont hevur m.a. starvast á neurokirurgiskari deild í Århus, sum deildar- sjúkrarøktarfrøðingur í Bagdad, og verið vicefor- standari á sjúkrahúsi í Saudiarabien. Hon undirvísir um sjúk- una og hevur skrivað eina røð av greinum í smárit og tíðarrit. Harumframt hevur hon tikið lut í nógvum ráð- stevnum á altjóða støði. Stórur evnisdagur um parkinsonsjúkuna 22 Nr. 148 - 9. august 2003 Nr. 148 - 9. august 2003 23 C M Y K 23 22