leygardagur 9. august 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
– Hetta er ein stór
viðurkenning fyri
meg sum tónleikara,
sigur føroyski violin-
spælarin Øssur Bæk,
sum júst hevur fingið
heiðurslegat úr Peder
Møllers Mindefonds
Legat
TÓNLEIKUR
Stefan í Skorini
Í mai mánaði í ár varð Øss-
ur Bæk heiðraður við
heiðurslegatinum úr Peder
Møllers Mindefonds Legat.
– Eg fekk eitt bræv innum
dyrnar frá einum advokat-
virki fyrr í ár, og eg visti
einki um hetta framman-
undan, sigur Øssur Bæk,
sum farnu vikuna hevur
vant saman við klassiska
tónleikabólkinum Aldubár-
uni. Bólkurin hevur konsert
leygarkvøldið í Norður-
landahúsinum.
Stór viðurkenning
Tí kom tað sera óvart á
Øssur, at júst hann varð
valdur at fáa hetta legatið.
Tað eru danskir tónleikarar,
ið greiða atkvøðu um, hvør
skal fáa hetta heiðurslegat,
og tí er tað samstundis ein
stór viðurkenning fyri ein
og hvønn violinleikara.
– Hetta er ein stór viður-
kenning fyri meg sum
violinleikara, og eg eri sera
glaður um at fáa hetta
legatið, sigur Øssur Bæk.
Í endamálsgreinini hjá
Peder Møller Mindefonds
Legat verður sagt, at heið-
urin verður givin til violin-
istar »som har gjort sig sær-
lig kunstnerisk bemærket«.
Grunnurin er uppkallaður
eftir Peder Møller, sum var
hin fyrsti danski violin
virtuosurin, ið megnaði at
liva av at spæla solo. Hann
frumframførdi m.a. Carl
Nielsens violinkonsert.
Tann fyrsti violinleikarin,
ið fekk heiðurslegatið var
navnframi Wandy Tworek,
sum eisini hevur vitjað í
Føroyum. Eisini hava kend-
ir leikarar so sum Kim Sjø-
gren og Nikolaj Znaider
fingið hetta legatið.
Teir, ið vegna grunnin
gera av, hvør skal hava
legatið, eru violinprofessar-
in við Det Kongelige
Danske Musikkonseratori-
um, Peder Elbæk, bratsch-
professarin Kim Frederik-
sen og fyrrverandi konga-
ligi konsertmeistarin Eiv-
ind Sand Kjeldsen.
Yrkisleikari
Øssur Bæk er 38 ára gamal
og hevur búð í Danmark alt
sítt lív. Hann hevur tó fast
tilknýti til Føroyar og vitjar
her einar tvær ferðir um ár-
ið.
Hann er fastur limur í
Aldubáruni, har hann hevur
spælt síðan bólkurin varð
settur á stovn í 1995. Í løt-
uni er Øssur í føstum starvi
í Jysk Ensemble í Viborg
Amt.
Til konsertina leygar-
kvøldið fer Øssur at spæla
nøkur verk saman við bróð-
ir sínum Rúna Bæk, sum
júst hevur lokið útbúgving
sum violinleikari í New
York. Teir báðir fara at
spæla verk eftir farbróðirin
Kára Bæk.
Øssur Bæk fór at spæla
violin sum átta ára gamal á
Suzuki Instituttinum í Keyp-
mannahavn. Síðan fekk
hann undirvísing frá Bela
Detreköy á Carl Nielsens
Akademinum í Odense og
spældi
samstundis
við
Odense Symfoniorkester.
Hann fór víðari í læru hjá
Viktor Liberman við lærda
tónleikaháskúlan í Utrecht í
Hollandi og fekk solist
diplom í 1990. Í nøkur ár
arbeiddi hann sum fyrsti
violinistur
í
Kongaliga
Kapellinum í Danmark og
var eisini við til at stovna
Kongelige Kapels Kammer-
orkester.
Øssur Bæk fegin um heiðurslegat
Øssur Bæk hevur fyri
stuttum fingið heiðurslegat
úr Peder Møllers Mindefonds
Legat. Hann er í løtuni í
Føroyum og skal spæla við
Aldubáruni í kvøld
Mynd: Maria Olsen
Glaður tónleikur,
sum vísir nógvar
ymsar kenslur og
hugløg. Soleiðis lýsir
Guðrun Sólja Jacob-
sen sjálv ta nýggju
fløguna, sum verður
at fáa mánadagin
FLØGUÚTGÁVA
Stefan í Skorini
Mánadagin verður fyrsta
fløguútgávan hjá Guðruni
Sólju Jacobsen send á gøt-
una, og tað eru nógv, sum
bíða í spenningi eftir júst
hesi fløguni.
Høvuðspersónurin dylur
ikki fyri, at henda fløgan er
sera persónlig, tí at tekstir-
nir lýsa ógvuliga væl tær
kenslur og tankar, sum hon
sjálv gongur runt við,
stendur at lesa á heimasíðu
hennara.
Sum lagið »Lonely Wat-
ers«, ið snýr seg um at
skoða út á hav og leingjast
eftir einum, sum stendur á
hinari síðuni av havinum.
Ella lagið »One In A Mill-
ion«, sum snýr seg um at
taka teir møguleikar, ið
standa einum í boði, tí
kanska vísa teir seg aldrin
aftur.
Guðrun Sólja Jacobsen
hevur havt tætt samstarv
við framleiðarar og sang-
skrivarar undir framleiðsl-
uni av hesi fløguni. Teir eru
Joakin Pedersen, kapell-
meistari í Stjerne for en
aften og Jesper Winge
Leisner, og hon hevur giv-
ið teimum fleiri hugskot til
tekstirnar.
Quiet Storm
Mánadagin verður útgávan
hjá Guðruni at fáa til
keyps. Fløgan hevur ellivu
nýggj løg, sum eru útvald
ella skriva til Guðruna. Tó
er tað seinasta lagið »Prom-
ise Me«, sum hon vann
Stjerne for en aftan við.
Lagið er spælt inn av
nýggjum.
Fløgan
hevur
fingið
heitið Quiet Storm, og
Guðrun er avbera væl nøgv
við fløguna.
– Eg eri sera, sera væl
nøgd við úrslitið, sigur
Guðrun, sum vísir á ta fyr-
stu stakfløguna, ið nevnist
»You´re Mine«. Hetta lag-
ið ber brá av country tón-
leiki, sum Guðruni eisini
dámar væl.
Síðan
Guðrun
vann
Stjerne for en aften fyrst í
apríl, hevur hon verið á
palli umleið hálvthundrað
ferðir, og hon hevur eisini
verið í upptøkuhølunum
við ókendum tónleikarum.
Hetta hevur verið ein
kollvelting í lívi hennara,
men Guðrun trívist væl í
hesum umhvørvinum. Tað
tekur sína tíð at venja seg
við alt hetta nýggja, men
hon nýtur eftir øllum at
døma hvørja løtu.
Guðrun Sólja Jacobsen
hevði føðingardag tann 11.
juli, tá hon gjørdist 21 ára
gomul.
Stilli áðrenn stormin
Guðrun Sólja Jacobsen á
palli í Forum, tá hon vann
Stjerne for en aften.
Mánadagin verður fløgan
»Quiet Storm« at fáa í
sølubúðunum
24
Nr. 148 - 9. august 2003
Nr. 148 • leygardagur • 9. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Karsten From nýggjur
NSÍ-spælari
Fríggjanáttina sendi NSÍ soljóðandi
tíðindaskriv til føroysku fjølmiðlarnar
NSÍ hevur gjørt avtalu við 23 ára gamla danska spæl-
aran, Karsten From, og er avtalan galdandi fyri restina
av hesum kappingarárinum.
Frammanundan hevur hann síðani fyrst í februar
spælt 16 dystir við HB og skotið 9 mál í lands- og
steypakapping.
Áðrenn hann kom til Føroya, var Karsten From full-
tíðarspælari í danska superligufelagnum, FC Midt-
jylland, har hann var í tvey ár og spældi tíggju dystir á
besta liðnum.
NSÍ fegnast um avtaluna við Karsten From, tí við
honum er 1. deildarhópurin vorðin enn breiðari og
sterkari, nú farast skal undir endaspurtin í landskapp-
ingini.
Bæði føroysku og al-
tjóða kappingarregl-
urnar innihalda fleiri
ivamál viðvíkjandi
leikaraskiftum og
møguleika at flyta
spæliloyvi
LEIKARASKIFTI
Jákup Mørk
NSÍ og Karsten From hava
givið hvørjum øðrum hond-
ina.
Somikið varð staðfest
hóskvøldið, tá runavíkingar
boðaðu frá, at teir nú høvdu
tryggjað sær danska álops-
leikaran, sum í hesi vikuni
varð loystur úr sáttmála sín-
um við HB, eftir at tað stóð
púra greitt, at samstarvs-
trupulleikarnir
partanna
millum vóru ov stórir til, at
samstarvið kundi halda
fram.
Áhuga- ella
yrkisleikari
Í hósdagsútgávu skrivaðu
vit, at tað alt fyri eitt
hoyrdist, at fleiri føroysk
feløg tóktust sýna áhuga
fyri leikaranum, men at tað
ivaleyst var so, at áhugin
fyri at knýta hann at hóp-
inum varð avmarkaður av,
at leikarin ikki kundi leika
fyri nýggja felagið fyrr enn
í fjórð seinasta umfarinum.
Hetta grundaðu vit á, at
føroysku reglurnar fyri
leikaraskifti siga, at tað
skal ganga ein mánaður frá
seinasta dystinum fyri fyrr-
verandi felagið til fyrsta
dystin fyri nýggja felagið.
Hetta eru reglurnar, sum
eru galdandi, tá áhugaleik-
ari skiftir felag, og hóast
Karsten From hevði sátt-
mála við HB, so var hesin
ikki góðkendur av FSF. Ein
treyt, sum skal vera lokin,
fyri at leikarin skal kunna
roknast sum sáttmálaleikari
sambært galdandi reglun-
um.
Fleiri hol
Tað kann sjálvandi hugsast,
at NSÍ gongur undir hesa
reglu í hesum førinum, men
tað er lítið sannlíkt, at teir
bara fara at sita hendur í
favn og bíða, tá teir kortini
hava leikaran í hópinum.
Runavíkingar hava tó ein
formann, sum vanliga ber
orð fyri at gera sítt heima-
arbeiði til lítar, og tað hevur
hann eftir øllum at døma
eisini gjørt hesaferð.
Tað er nevnliga so, at
hóast reglurnar fyri áhuga-
leikarar seta mánaðarlongu
forðingina, so eru tað ymsir
hættir, sum kunnu nýtast,
til tess at benda hesar
reglur.
Ein
møguleiki,
sum
kundi verið aktuellur – og
eisini sera prinsipiellur –
vildi verið, um NSÍ bara
gjørdi bart og gjørdi sátt-
mála við leikaran. Spurn-
ingurin vildi tá verið, hvørt
leikloyvið tá fylgdi reglun-
um hjá áhuga- ella yrkis-
leikarum. Tað vildi tá verið
ein spurningur, sum kapp-
ingarnevndin – og møgu-
liga seinni dómsnevndin –
skuldu tikið støðu til, og
hetta vildi neyvan verið
gjørt, fyrr enn málið fyrilá.
Tað hevur í øllum førum
ikki verð siðvenja, at
nevndin hevur tikið nýggjar
prinsipiellar støður, fyrr
enn málið fyrilliggur, og tí
kundi NSÍ við hesum
risikerað, at teir teir stóðu
við einum leikara, sum enn
mátti bíða tríggjar dystir,
áðrenn hann kundi sleppa í
eldin.
Ein annar møguleiki – og
eftir øllum at døma er hesin
nýttur – er at HB gevur NSÍ
eina hjálpandi hond í
málinum. Tá felagið kortini
hevur gjørt av, at leikarin
ikki verður í hópinum long-
ur, og fleiri av sambiðlun-
um í oddinum tóktust liggja
framvið eftir honum, er tað
kanska eins gott fyri HB, at
leikarin fer til eitt av lið-
unum, sum HB hevur leikt
báðar dystirnar í ár ímóti.
Hartil skal eisini havast í
huga, at NSÍ framvegis
eigur dystir á móti øllum
hinum oddaliðunum, tá HB
ikki verður roknað við, og
tí kann hugsast, at HB
eisini kemur at fáa nyttu
burtur úr máltevi leikarans,
hóast hann spælir við
øðrum felag.
Tað kann av mongum –
og
ivaleyst
eisini
av
nevndarlimum í FSF –
metast sum ómoralskt, um
hendan
seinna
loysnin
verður roynd. Tað inniber
nevnliga, at HB fríggja-
morgunin letur inn sáttmála
við Karsten From til góð-
kenningar, og at felagið so
minuttir eftir hetta av-
hendar leikaran til NSÍ.
Ómoralskt, tí hetta líkist
einum »smartum« hátti at
benda lógarreglurnar, men í
øllum førum er tað ikki
nøkur juridisk forðing fyri,
at hetta verður gjørt. Og so
leingi hetta fylgir reglunum
hjá FSF, so skuldi leik-
loyvið verið í tryggum
hondum.
Møguligt eftirspæl
Um so er, at tað verður
hendan seinna loysnin, sum
verður nýtt, so er málið tó
ikki leyst og liðugt av teirri
orsøk.
Tað er nevnliga so, at
hóast FIFA fyri einum ári
síðani setti altjóða transfer-
reglur í gildi, so eru fram-
vegis ivamál á summum
økjum. Eitt nú við regluni,
sum sigur, at leikari bert
kann spæla við tveimum
liðum í einum ári. Her er
enn ikki staðfest – tí einki
slíkt mál er roynt enn –
hvørt talan her um eitt og
sama kappingarár, ella um
talan er um álmanakkaár.
Enn meira fløkt gerst
málið,
tí
føroyska
og
danska kappingarárið ikki
fylgjast. Verður roknað eftir
kalendaraárinum, so hevur
Karsten From havt sáttmála
FC Midtjylland, HB og NSÍ
í einum ári. Hetta sjálvandi
treytað av, at tað verður
loysnin, sum verður nýtt.
Hinvegin er kappingarárið,
har hann hevði sáttmála við
FCM lokið, so tað skal
kanska ikki roknast við her.
Sami trupulleiki ger seg
eisini galdandi, um Karsten
eftir føroyska kappingar-
árið skuldi fingið møgu-
leika at gjørt nýggjan sátt-
mála við danskt felag. Hev-
ur leikarin tá loyvi til hetta.
Kanska eftir 1. januar, tí vit
tá fara í nýtt ár og føroyska
kappingarárið tá er lokið,
ella kanska ikki, tí tveir av
sáttmálunum hava verið í
gildið, meðan danska kapp-
ingarárið, sum ikki endar
fyrr enn ímóti sumri 2004,
hevur verið ígongd.
Tað
tykjast
tó
vera
ábendingar um, at eingi av
landasambondunum vilja
taka nakra greiða støðu í
hesum máli. Á fundum hjá
FIFA hava londini eisini
biðið um at fáa greiðar
reglur at ganga eftir í hes-
um, uttan at hetta tó hevur
givið úrslit. Tí tykist støðan
í flestum førum vera, at eitt
nú DBU bert ansar eftir,
hvørjar sáttmálar leikarin
hevur havt innan egin
landamørk, og um so er, so
gevur hetta ikki Karsten
From nakrar trupulleikar
yvirhøvur.
Sostatt eru enn hópur av
ósvaraðum
spurningum
viðvíkjandi leikaraskiftum
sum hesum, men hvussu er
og ikki, so man tað hóast alt
vera lítil ivi um, at Karsten
From verður við frá fyrsta
bríksli, tá gøtumenn vitja
við Løkin í Runavík sunnu-
dagin.
Nógvir ivaspurningar
Karsten From er nú NSÍ, leikari. Og ivaleyst er tað so, at Jákup Mortensen, sum her stendur uttast til høgru, hevur gjørt
heimaarbeiðið til lítar. Hinir á myndini eru Ian Højgaard, ítróttarstjóri í NSÍ og so sjálvandi Karsten From
Mynd: www.nsi.fo
C
M
Y
K
25
24