leygardagur 9. august 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 148 - 9. august 2003
Nr. 148 - 9. august 2003
27
Annað vikuskiftið á
rað er dystur millum
nummar tvey og trý í
Gundadali
UPPTAKT
Jákup Mørk
Eftir mista oddasessin í
farnu viku er einki at ivast
í, at teir í B36 sum skjótast
vilja hava gongd á aftur
stigasavnanina, soleiðis at
tað skal bera til at fylgja við
grannunum, sum nú hava
lagt seg á odda.
Og tað er heldur einki at
ivast í, at B36 skal reisa
seg, um teir skulu hava stig-
ini móti B68. Toftamonn-
um vórðu tað ikki so nógv,
sum roknaðu við undan
kappingarárinum,
men
stigatalvan sýnir, at liðið í
løtuni er á triðja plássinum
í kappingini. Spælið hevur
kanska ikki alla tíðina verið
so framrættað, sum vit áður
hava sæð tað, men verjan
og málverjin hava verið
sum livandi skansar, og i
teimum 11 dystunum, sum
liðið hevur spælt, eru bert
sjey mál farin ígjøgnum.
Eitt bann í part
Og liðini bæði kunnu
sunnudagin fara á vøllin
við nøkrum, sum líkist
sterkastu uppstilling. Hjá
B36 er einasta fráveran
helst Allan Mørkøre, sum
fekk reytt kort seinasta
sunnudag, og tað merkir
allarhelst, at Ion Geolgau
fer at umskipa verjuna hjá
sær nakað. Mest nærliggj-
andi tykist her vera, at
Fróði Clementsen verður
settur inn í miðverjuna, og
at Rúni Elttør fer á vinstra
bakkin, sum hann var ætl-
aður til, meðan Kenneth
Jacobsen so verður fluttur
yvirum.
Hetta er tó sjálvandi
treytað
av,
at
Pól
Thorsteinsson verður førur
fyri at spæla við sunnudag-
in. Landsliðsleikarin hevur
seinastu tíðina drigist við
eina eyma hælsinu, og hesa
vikuna hevur hann als ikki
tikið lut í venjingunum hjá
B36, men einamest hevur
hetta verið gjørt, tí leikarin
skuldi hava møguleika at
hvíla seg.
Hjá toftamonnum var
Fróði Benjaminsen ikki við
seinast, men hann hevur so
sitið sítt leikbann av sær.
Tað merkir uttan iva, at
hann aftur verður við stýr-
isvølin á miðvøllinum, men
hinvegin má B68 so vera
Jóhan Petur Poulsen fyri-
uttan, nú hann hevur leik-
bann.
Hvussu leikætlanin hjá
liðunum báðum verður, bar
ikki til at fáa at vita, men
ivaleyst heldur B68 fast í,
at verjuskipanin skal vera
góð, fyri síðani at dúva upp
á kontra.
B36-B68:
Tey næstbestu
aftur i Havn
HB skal verja
oddasessin, men
Skála skal hinvegin
hava stig her og nú,
skulu teir nærkast
kappingarneytunum í
botnstríðnum
UPPTAKT
Jákup Mørk
Tað er einki at siga til, um
fótbóltshýrurin í HB er í
toppi. Felagið vann seg
seinasta vikuskiftið á aftur
oddasessin í bestu mans-
deildini, og á pappírinum
tykist tað eisini, sum hevur
HB bestu skránna í seinastu
sjey umførunum.
Tí er HB helst í løtuni
fremsti favorittum at vinna
gullmerkini og tilhoyrandi
milliónina, og einki er at
ivast í, at tað er teir, sum
eru favorittarnir á Skála
sunnudagin.
Skála hevur nevnliga alt
árið hildið til í botninum.
Eittans stig í ellivu dystum
er heldur ikki tað, sum skal
til, um nøkur bjarging skal
finnast, og nú er netið av
álvara farið at stramma. Tí
er einki at ivast í, at Skála
má og skal hava stig nú, um
nøkur bjarging skal finnast.
Einki er at ivast í, at
uppgávan hjá Skála verður
trupul, og hon gerst neyvan
minni trupul av, at Alex-
ander Jovevic sá reytt á
Toftum fyri viku síðani, og
tí ikki kann vera partur av
hópinum. Hinvegin hevur
Skála aftur fingið Arnhold
Berg og Julian Florescu
aftur, eftir at teir báðir
høvdu leikbann seinast. Tað
hevði Agnar Højgaard eis-
ini, men umstøðurnar hjá
honum at venja fleiri ferðir
um vikuna eru ikki av
teimum bestu, og tí tykist
tað vera so, at hann fyribils
hevur leikt sín seinasta dyst
hetta kappingarárið.
Hjá HB tykist støðan hin-
vegin vera heilt góð við-
víkjandi manningarspurn-
inginum. Karsten From er
sjálvsagt ikki longur í hóp-
inum, men í aðrar mátar eru
at kalla allir mans tøkir.
Kári Nielsen, sum var ein
av fleiri við drúgvum
skaðasteðgum er eisini
byrjaður at venja, og møgu-
leiki er fyri, at hann verður
við í hópinum sunnudagin,
tó at tað neyvan verður
millum teir fyrstu ellivu.
Og trý stig til HB eru
kravið. Tað heldur teir í øll-
um førum tvey stig undan
argastu kappingarneytun-
um, og so munnu teir reyð/-
svørtu leggja vertin á, at ein
sigur her vil gera lagnuna
hjá Skála enn meira trupla.
Støðan, 1. deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur
stig
1 HB
11
7 - 3 - 1 26
13
13
24
2 B36
11
7 - 1 - 3 24
11
13
22
3 B68
11
5 - 5 - 1 13
7
6
20
4 NSÍ
11
5 - 4 - 2 20
10
10
19
5 KÍ
11
5 - 2 - 4 11
16
-5
17
6 EB/Streymur
11
4 - 4 - 3 19
19
0
16
7 GÍ
11
3 - 4 - 4 14
17
-3
13
8 VB
11
2 - 3 - 6 11
20
-9
9
9 FS V
11
2 - 2 - 7 14
25
-11
8
10 Skála
11
1 - 0 - 10 6
20
-14
3
Støðan, 2. deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál
munur
stig
1 ÍF
9
7 - 2 - 0 19
6
13
23
2 Sumba
9
5 - 3 - 1 21
5
16
18
3 TB
9
5 - 1 - 3 21
14
7
16
4 VB
9
5 - 1 - 3 19
12
7
16
5 AB
9
3 - 4 - 2 17
12
5
13
6 KÍ
9
4 - 1 - 4 16
27
-11
13
7 LÍF
9
3 - 1 - 5 11
21
-10
10
8 B36
9
2 - 3 - 4 14
13
1
9
9 B71
9
2 - 1 - 6 13
13
0
7
10 B68
9
0 - 1 - 8 4
32
-28
1
Skála-HB:
Oddasessurin skal haldast
Arnbjørn Danielsen, sum nú er aftur í barndómsfelagnum, skal fyri aðru ferð í ár royna at knógva
fyrrverandi liðfeløgunum úr B36
Tað er toppur móti botni, tá HB vitjar á Skála sunnudagin
Fyri fyrstu ferð fara
heimaáskoðararnir
hjá KÍ at síggja Jacob
Bymar í týdningar-
miklari uppgerð
UPPTAKT
Jóannes Hansen
EB/Streymur verður gestur
í Klaksvík í morgin. Í fjør
vann KÍ 3-1 á heimavølli
ímóti EB/Streymi, men
tann uppgerðin er ivaleyst
nógv meiri kámað í huga-
num á fótbóltsspentu klaks-
víkingunum, enn tann í
fyrraárið, tá ið teir í Sunda-
lagnum í – sum klaksvík-
ingar minnast tað – skan-
daludystinum á norðoya-
stevnu vunnu 4-0.
Gestirnir í Klaksvík í
morgin hava higartil staðið
seg betri, enn teir nakrantíð
áður hava gjørt í bestu
deildini. Teir eru á sætta
plássinum, og um teir fáa
fult í morgin, so fara teir at
lyfta seg upp um KÍ, sum í
løtuni er á fimta plássinum.
– Vit halda okkum hava
nógv at spæla fyri. At tað
síðsta sunnudag eydnaðist
fyri aðru ferð í ár at vinna á
B36, sum var oddalið, sigur
okkum, at vit hava møgu-
leika ímóti øllum hinum
liðunum eisini. Nú hava vit
møguleika at enda oman-
fyri miðstrikuna, og tí
møguleikanum ætla vit at
arbeiða fyri, siga teir í
EB/Streymi.
Sorin Anghel hevur havt
smávegir trupulleikar í vik-
uni, men tað verður heilt
víst roknað við, at hann
verður í álopinum í morgin.
Allir hinir spælararnir eru
tøkir, eisini Marni Djur-
huus, sum var leikbannað-
ur, tá ið B36 var á Mølini.
Grind og Noreg
Ein tann uppgerðin, sum
klaksvíkingar hava verið
best nøgdir við í ár, var
tann, tá ið teir í triðja um-
farinum vunnu 1-0 á Møl-
ini á Eiði. Fyri KÍ kendist
tað sum stórt vónbrot, at
teir ikki megnaðu at vinna í
Vági. Harvið má roknast
við, at møguleikin fyri at
vera við í stríðnum um
gullið og Europa Cup
plássini næsta ár er burtur.
Í gjár nýttu nógvir norð-
oyingar tíðina til at taka
grind upp. Samstundis varð
dúgliga prátað um Europa
Cup ferðina hjá KÍ til
Noregs í næstu viku. Farið
verður týskvøldið, dysturin
í Molde verður hóskvøldið,
og teir koma aftur fríggja-
morgunin.
Innímillum grindina og
ferðina til Noregs skulu teir
í Klaksvík savna hugsanir-
nar
um
stríðið
ímóti
EB/Streymi í morgin. Tá
fer nýggi álopsspælarin,
Jacob Bymar, at spæla fyri
fyrstu ferð í Klaksvík.
Hann hevur verið við í
venjingardysti í Leirvík, í
ólavsøkudysti ímóti HB og
í landskappingardysti í
Vági, og nú skal hann altso
royna seg í landskappingar-
dysti á heimavølli.
Allir spælararnir, sum
vóru við í Vági, eru tøkir. Í
hesi vikuni hevur Allan
Joensen, sum leingi hevur
verið skaðaplágaður, og
sum hevur vant millum lítið
og einki í tveir mánaðir,
aftur verið á vøllinum.
Runavíkingar hava
styrkt um álopspart-
in, og ætla sær iva-
leyst øll stigini. Men
gøtumenn eru loksins
fullmannaðir, og teir
plaga ikki at geva seg
yvir í Runavík
UPPTAKT
Jákup Mørk
Stóra samrøðuevni í Fót-
bóltsføroyum fríggjadagin
var uttan iva sáttmálin, sum
NSÍ hevur gjørt við Karsten
From.
Fleiri vóru av teirri
áskoðan, at leikarin ikki
kann fáa spæliloyvið longu
nú, men sum tað framgong-
ur aðra staðni í blaðnum, so
verður tað helst so, at hann
verður í álopinum hjá NSÍ
sunnudagin.
Runavíkingar eru tó nak-
að skerdir undan dystinum.
Jónstein Petersen, sum hev-
ur átt fastan sess á vinstra
miðvallarborði fekk sítt
triðja gula kort í Gundadali
fyri viku síðani, og tí verð-
ur hann ikki við á liðnum.
Eisini hevur Ian Højgaard
drigist við ein eyman lær-
krika, men tá vit seinast
frættu var kortini væntandi,
at hann skuldi vera við
sunnudagin.
Og einki er at ivast í, at
Runavíkingar nú fara eftir
øllum. Tapið fyri HB
merkti, at teir nú eru fýra
stig aftan fyri oddin, og tí
eru neyvan ráð til nakað
mistak í seinasu sjey dyst-
unum, um endastøðan skal
gerast eitt pláss betri, enn
hon var í fjør.
Men tá tað eru gøtu-
menn, sum vitja við Løkin,
so er einki givið. Heldur
ikki hóast GÍ higartil í ár
ikki hevur staðið seg ser-
liga væl.
Ein stóran part av frá-
greiðingini fyri hetta eiga
eisini allir skaðarnir, ið
mest sum hava rapað oman
yvir liðið í ár, men nú tykist
loksins ein endi vera komin
á hesum. Soleiðis er tað
bert Krzystof Popczynski,
sum tykist ivasamur undan
vikuskiftinum, og hartil
hevur liðið nú aftur Bartal
Eliasen og Henning Jarn-
skor við, eftir at teir báðir
annars vóru leikbannaðir
seinasta sunnudag.
Og
skulu
gøtumenn
røkka europeisku pláss-
unum, sum teir hava gjørt á
hvørjum ári, síðani føroysk
feløg fingu hendan møgu-
leika, so skulu stig á kont-
ina. Helst trý hvørja ferð. Tí
sum stigatalvan sær út í løt-
uni, er tað ikki nóg mikið
við eini taptari finalu móti
B36, og um árstalsfelagið
ikki verður meistari, so
verður tað fyri steypasigur-
in, at teir fara út í Europa.
Ein av útlending-
unum hjá VB verð-
ur uttanfyri, og hjá
FS Vágum eru fleiri
spælarar ivasamir
undan tí, sum báðir
partar síggja sum
lyklauppgerð
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Teir eru samdir um tað í
Vági og í Vágum. Tann
teirra, sum megnar at
vinna innanhýsis upp-
gerðina í Miðvági í
morgin, fer eftir átjan
umfør at hava góðan
møguleika fyri at sleppa
undan níggjunda pláss-
inum og harvið longdum
leikári og hóttanini av
niðurflyting.
Hjá vágbingum eru all-
ir spælararnir tøkir. Eis-
ini danski álopsmaðurin,
Brian Andresen, sum or-
saka av skaði ikki var
førur fyri at spæla ímóti
KÍ. Eingin ivi er um, at
hann verður ímillum teir
fyrstu ellivu í morgin. At
hann verður við, ber við
sær, at onkur annar av út-
lendsku VB spælarunum
verður uttanfyri. Áset-
ingarnar siga, at há-
markstalið fyri útlend-
ingar er fýra. Einki forð-
ar fyri, at ein fimti út-
lendingur verður á VB
beinkinum, og at hann
verður skiftur inn fyri ein
annan útlending.
– Tað hevur altíð verið
torført hjá okkum at
spæla í Vágum. Síðsta
sunnudag fluttu vit eitt
pláss upp, og vit høvdu
verið stak væl nøgdir, um
tað sunnudagin hevði
eydnast hjá okkum at
varðveitt plássið, siga
teir í Vági. Tað vil við
øðrum orðum siga, at teir
høvdu verið nøgdir við
eitt stig í morgin.
Fleiri ivasamir
Vágamenn vunnu í triðja
umfarinum 3-2 í Vági.
Tað átti at givið ábend-
ingar um, at møguleikar-
nir fyri trimum stigum í
morgin eru góðir. Sjálv-
andi síggja teir í FSV sær
møguleika at vinna í
morgin, men teir vísa
samstundis á, at VB liðið
er rættuliga nógv broytt
og styrkt, síðani FSV 29.
mai var í Vági.
Sjúrður Ellefsen var
ikki við ímóti GÍ, og
hann verður heldur ikki
við í morgin. Jens Erik
Rasmussen noyddist at
taka seg aftur eftir eitt
korter í Gøtu, og tað var í
gjár rættuliga ivasamt,
um hann verður førur
fyri at spæla í morgin.
Birgir Joensen loysti Jens
Erik av, og tað var vorðið
sum avloysari. Birgir
hevur ikki fingið nógvar
møguleikar í ár. Tá ið
hann
endiliga
fekk
møguleikan at spæla
mesta partin av tíðini,
skoraði hann annað mál-
ið og legði upp til hitt í
javnleikinum í Gøtu.
Kim Poulsen hevur ikki
vant saman við hinum í
vikuni, og tá ið vit tosaðu
vestur í Vágar, var tað
óvist, um Albert Ari
Thomassen verður førur
fyri at spæla. Hann lá
sjúkur í gjár.
FSV-VB:
Spæla fyri at
sleppa undan
svarta Peri
EB/Streymur-KÍ:
EB/S miðjar eftir
fimta plássinum
Ein tann uppgerðin, sum klaksvíkingar hava verið best nøgdir við í ár, var tann, tá ið teir í
triðja umfarinum vunnu 1-0 á Mølini á Eiði
NSÍ-GÍ:
Grannauppgerð við Løkin
Tað eru ikki ráð til mistøk av nøkrum slag
hjá hvørki NSÍ ella GÍ
C
M
Y
K
27
26