Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. august 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 148 - 9. august 2003 Nr. 148 - 9. august 2003 29 Fyrsta treytin er kort- ini, at hann vinnur sera stóru kappingina um plássið millum stólparnar hjá Partick Thistle, sum í dag fer at spæla í fyrsta um- farinum í landskapp- ingini NÝGGJ AVBJÓÐING Jóannes Hansen Í dag fer fótbólturin av álv- ara á rull í Skotlandi. Har niðri verður roknað við, at tað enn eina ferð fara at vera Glasgow feløgini Celt- ic og Rangers, sum fara at stríðast um meistaraskapin, og flestu eyguni fara viku- skifti eftir vikuskifti at verða vend ímóti dyst- unum, sum hesi bæði feløg- ini fara at vera partur í. Við føroyskum eygum er mest spennandi skotska felagið nú Partick Thistle, sum skal royna at fóta sær í bestu deildini og kanska sleppa upp í part ímillum seks tey fremstu. Jákup Mikkelsen er málverji í felagnum. Hann hevur staðið seg væl í fyrireiking- ardystunum, men tað er eingin trygd fyri, at hann verður fyrsta valið millum stólparnar. – Eg veit væl, at Jákup Mikkelsen er landsliðsmál- verji, og at hann vardi før- oyska málið sera væl, tá ið teir fyri nøkrum árum síð- ani taptu 2-1 í Aberdeen. Men tað hevur einki at siga nú. Tað, sum nú ræður um, er at líta fram eftir fyri at finna út av, hvør er tann betri av okkum báðum júst nú. Eg havi áður kappast við aðrar málverjar í hesum felagnum, og eg haldi, at tað er gott við kapping. Bara eg spæli so væl, sum eg veit, at eg eri førur fyri at gera. Orðini eigur Kenny Arth- ur. Hann hevur verið frem- sti málverjin í Partick Thist- le. At hann varð skaddur, var orsøkin til, at felagið keypti Jákup Mikkelsen. Jákup hevur vart málið all- ar seks ferðirnar, sum felagið hevur fyrireikað seg til nýggja kappingarárið. Teir hava ongantíð tapt, og á ferðini í Írlandi í síðstu viku helt Jákup tætt allar tríggjar ferðirnar. Jákup hevur fyri langari tíð síðani fingið at vita, at hann verður málverji ímóti Livingston í fyrsta umfar- inum í dag, men hann skal spæla upp til sítt besta fyri at halda kappingarneyt- anum burtur. Higartil hevur venjarin, Gerry Collins, verið væl nøgdur við avrikini. Bæði hjá málverjanum og mið- verjuni, sum hann heldur hevur spælt væl, uttan at gera mistøk og við sera stórum fastleika, myndug- leika ella disiplin. Ellivu metrarnir At Jákup Mikkelsen er ein góður fótbóltsspælari er einki nýtt fyri føroyingar. Nú hann hevur verið í Skot- landi í ein mánað, hava teir sjálvandi eisini funnið út av, at Jákup er góður úti á vøllinum, og teir vita eisini, at hann áður hevur verið útispælari í Klaksvík. Tá ið Partick Thistle var í Írlandi, fingu teir í síðsta dystinum, sum var ímóti Crusaders í Belfast, og sum teir vunnu 3-0, tvær ferðir brotsspark. Fasti brots- sparksskjúttin var skaddur, og ein annar helt seg fram- at. Tað gekk væl hjá hon- um, tí hann skoraði báðu ferðirnar. Nú er spurning- urin, hvør skal skjóta brots- spark, um ella tá ið Partick Thistle fer at fáa brotsspark í landskappingini. Venjarin, Gerry Collins, hevur lagt til merkis, at Jákup Mikkelsen er tryggur brotssparksskjútti, og hann útilokar ikki, at tað verður málverjin, sum fer at skjóta. – Tað verður tann av teimum trimum, ið verður fyrstur eftir bóltinum, eftir at dómarin hevur bríkslað, sum fer at skjóta. Men um Jákup Mikkelsen fer at skjóta, so mugu vit tryggja okkum, at hann rennur nóg skjótt aftur í okkara mál, sigur venjarin. Tá ið Jákup Mikkelsen var í Herfølge royndi hann seg nakrar ferðir sum brots- sparksskjútti. Honum eydn- aðist fleiri ferðir at skjóta mál, men onkra ferðina kiksaði tað, og tá var neyð- ugt hjá honum at renna skjótt aftur í egið mál. Á heimasíðuni hjá felag- num verður spælt við møguleikan, at báðir mál- verjarnir fara at umboða Partick Thistle, tá ið Skot- land og Føroyar fara at spæla á Hampden Park í Glasgow 6. september. Kenny Arthur hevur verið í nánd av skotska landslið- num, og eina ferð hevur hann verið á beinkinum. Tað var, tá ið Skotland síðst spældi ímóti Litava. Mál- verjin sigur seg ikki hugsa nakað sum helst um altjóða fótbólt í løtuni. Fyrsta treytin hjá honum, um hann nakrantíð aftur skal røkka so langt, er at vinna plássið millum stólparnar aftur. Í dag fer Jákup Mikkel- sen í fyrstu týdningarmiklu royndina fyri at sannføra um, at hann er rætti maður- in millum stólparnar hjá Partick Thistle. Í mun til so nógv onnur umfør, so geva hagtølini fyri hetta vikuskiftið at kalla ongan ábending um, nakra greiða søguliga yvir- vág á vøllinum. Bert í dyst- inum millum Skála og HB hevur talan verið um ein- vegis stigageving, men tey tølini byggja so bara á upp- gerðina frá í fjør. Í aðrar mátar kann bara staðfestast, at tað vanliga er sera tætt, tá gøtumenn vitja við Løkin, og tó at ein yvirvág er at hóma í hinum trimum dyst- unum, so er hendan ikki á nakran hátt ovurhonds stór. Talvan sýnir, hvussu tað hevur tørnað út, tá mót- støðuliðini sunnudagin hava tørnað saman í tilsvarandi uppgerðunum seinastu 10 árini. -jm Soleiðis plagar at ganga Noreg og Rumenia verða mótstøðulið- ini hjá Føroyum í komandi EM- undankappingini í manshondbólti HONDBÓLTUR www.sportal.fo Í Hondbóltssambandi Før- oya eru tey væl nøgd um, at Føroyar til komandi undankapping skulu spæla móti Noreg og Rumenia. Ikki minst er tað Nor- eg, sum skapar gleði, tí fíggjarligi kann hetta gerast ein sannur gloypi- biti hjá HSF. Allir teir norsku landsdystirnir verða vanliga sendir beinleiðis í norska sjón- varpinum, og tí kann hetta leggja nakað av pengum eftir sær, og har- til er tað avmarkað, hvussu stórar ferðaút- reiðslurnar her eru. Ítróttarliga er tó eingin ivi um, at talan er um tvey sera sterk lið. Í tíðindaskrivi sigur Lars Nedergaard, lands- liðsvenjari, at Noreg iva- leyst er sterkasta av teim- um liðum, sum ikki komu beinleiðis til play- off dystirnar í undan- kappingini, og hann ivast ikki í, at hetta er besta lið, sum nakran tíð hevur leikt í Føroyum, tá teir koma. Rumenia er ikki eins sterkt, sum tá liðið fyri fáum árum síðani veru- liga varð roknað upp í heimselituna, men hin- vegin er heldur einki at ivast í, at eisini teir hava eitt landslið, sum er nak- að sterkari enn okkara. Føroyar leiktu annars tveir dystir móti Rumen- ia í 2000, og í báðum før- um var talan um greið tap. Lutakastið hevur verið í dag, og nú verður tað so ein samráðingarspurn- ingur, hvussu dystirnir verða leiktir, og um tað t.d. verður møguleiki fyri, at Føroyar kunnu fáa báðar dystirnar av- greiddar heima móti onkrum av mótstøðulið- unum. Hørð mótstøða Jákup møguligur brotssparksskjútti Í dag fer Jákup Mikkelsen í fyrstu týdningarmiklu royndina fyri at sannføra um, at hann er rætti maðurin millum stólparnar hjá Partick Thistle Savnsmynd Til sølu Lastbilar Volvo F10 6x2 v/ kassa Scania 142H 6x2 dumparalast/sleipari MAN 26.361 6x6 skiftilast/-krana Gravimaskinur Brøyt x30 og tilhoyrandi frontlesari Pel-Job LS2000 3,6T Persónbilar Ford Escort, árg. 1984 Mitsubishi Galant 1.8TD árg. 1990 Mitsubishi Shogun 2,5TD árg. 1989 Leguvognar Schmitz niðurbygdur Schmitz hurðar vinstru síðu Tlf. 212104 - 332104 Mini gravmaskina Alt arbeiði við mini gravmaskinu verður gjørt. Ring og avtala prís. á tlf. 212631 ella 441631 Lesið -tað loysir seg -har tað hendir www.sosialurin.fo C M Y K 29 28