Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 149 - 12. august 2003 Nr. 149 - 12. august 2003 3 Leygardagin læt listaframsýning upp á Norðoya Kunningar- stovu. Tað er 50 ára gamla, Dagny Trónd- heim úr Klaksvík, sum sýnir fram LISTAFRAMSÝNING Rúna Sivertsen Flestu av verkunum hjá Dagny Tróndheim eru løtu- og hugnamyndir. Tað, sum eyðkennir myndirnar hjá henni er stemningurin, sum hon hevur serstakliga gott hegni at lofta. Frá barni av hevur hon teknað og málað, og hevur fyrr sýnt fram saman við øðrum listakvinnum úr Klaksvík. Eftir ein steðg í nøkur ár, er hon nú rættiliga byrjað av nýggjum, og er hetta hennara fyrsta sjálv- støðuga framsýning. Hugnamyndir Málningarnir eru 20 í tali, flestu teirra akrylmálning- ar, men eisini onkur aplik- erað mynd er at finna mill- um listaverkini. Myndirnar eru fjølbroyttar við bæði summar- og vetrarmyndum umframt uppstillingum. Millum myndirnar eru eisini tvær, sum dóttir Dagny, 22 ára gamla Astrid, hevur málað. Í Klaksvík finnast nógv listafólk, og fleiri teirra sýna javnan fram verk síni. Í løtuni sýnir Magna Auðunson fram í Leika- lund, so tey, ið hava áhuga fyri list, kunnu leita sær til Klaksvíkar at síggja mongu frálíka vøkru myndirnar, Dagny og Magna sýna fram. Báðar framsýningarnar halda fram henda mánaðan út. Fyri at venda aftur til Dagny, kunnu vit siga, at hon gift Gerhardi Trónd- heim og eiga tey 5 børn. Nú húsið er vorðið lættari og reiðrið tømist, ætlar Dagny at gera meiri við mynda- listina. Kvinnurnar gera seg galdandi Tað eru serstakliga kvinn- urnar norðanfyri, sum gera seg galdandi innan listina. Fyri stuttum sýndi Lydia Petersen, sum ikki er heilt ókend listakvinna, fram nakað av sínum verkum á Kunningarstovuni. Og kanska er nakað um tað, sum onkur skemtandi helt fyri ein dagin herfyri - at triðja hvør kona í Klaks- vík er vorðin listakvinna. Í hvussu er og ikki, so gleða vit okkum at síggja, hvat hesar og teir, ið fáast við list, í framtíðini fara at bjóða okkum. Kunngjørt verður ætt og vinum at elskaði maður, pápi, abbi og verfaðir Sofus Andreas Hansen (nevndur Andras) Saltangará andaðist á landssjúkrahúsinum, leygardagin 9. august, 71 ára gamal. Kistan verður í Glyvrar kirkju týsdagin 12. august kl. 18.00. Jarðarferðin verður mikudagin kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Signhild Sólvá, Anna, Arnhild, Petur Chr. og Signar v/ fam. Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum, um mintust meg á 75 ára føðingardegnum. Ein serstøk tøkk til tey, sum gjørdu mær dagin ógloymandi. Heilsan Palli Dalsgaard Dagny listaframsýning Í hesum døgum sýnir Dagny Tróndheim 20 málningar fram á Kunningarstovuni í Klaksvík. Framsýningin, sum er bæði fjølbroytt og áhugaverd, verður opin henda mánaðan út (Mynd: Rúna Sivertsen) Landsstýrismálanevn din yvirmetir seg sjálva og sína upp- gávu, tá hon ger juridiskar niður- støður sum hana, ið gjørd varð í Jógvan S málinum. - Nevndin skal halda seg til at gera politiskar niður- støður og ikki kamuflera tær við jura, heldur ein av arkitektunum handan stýrisskipanarlógina POLITISKT JURA Rúnar Reistrup - Landsstýrismálanevndin skal vegna løgtingið halda eftirlit við um landsstýris- menn útinna sítt starv á lógligan hátt. Men nevndin er politisk, og tað er tískil ikki uppgávan hjá nevndini at gera juridiskar niðurstøð- ur og spæla eitt slag av yvirdómstóli omanfyri bæði løgtingi og landsstýri, soleiðis sum hon hevur gjørt í málinum um veiði- loyvið hjá Jógvan S., sigur løgfrøðingurin Annfinn V. Hansen, sum var við til at smíða stýrisskipanarlógina. Við síni niðurstøðu um, at avgerðin hjá Fiskimála- ráðnum at geva reiðarínum S/pf Nakki, sum eigur Jógvan S., tilsøgn um sam- anlegging av fiskiloyvum, var ólóglig, er landsstýris- málanevndin sambært løg- frøðinginum farin út á djúpt vatn, har jura og politikkur verða blandað saman. - Niðurstøðan hjá lands- stýrismálanevndini er polit- isk, men verður kamuflerað við jura. Tað er villleiðandi, tí harvið leggur nevndin tað út sum at hennara avgerð er endalig og tann einasta rætta. Tað letur í hesum førinum til, at landsstýris- málanevndin sær seg sjálva meira sum ein dómstól heldur enn sum ta politiska nevnd, hon í veruleikanum er. Ikki døma Leikluturin sum dómstólur var ongantíð ætlaður lands- stýrismálanevndini, sum upprunaliga var hugsað inn í stýrisskipanarlógina sum ein møguleiki hjá løgting- inum at hava eftirlit við arbeiði landsstýrismanna. - Landsstýrismenninir fingu stórt vald við stýris- skipanarlógini, og tí varð hildið, at tað var rætt at hava eina løgtingsnevnd, sum áhaldandi kundi halda eyga við, um alt fór rætt fram í almennu umsiting- ini, sigur Annfinn V. Han- sen. Men eitt er at halda eyga við og meta um, eitt annað er at døma. Og tað skuldi nevndin ikki. Í Stýrisskip- anarlógini stendur um Landsstýrismálanevndina, at »Hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformað- urin setur ein kanningar- stjóra sum ikki hevur dómsmyndugleika«. Tað liggur soleiðis í orð- ingini, at landsstýrismála- nevndin skal halda seg til eftirlitsskylduna og lata ar- beiðið at gera juridiskar niðurstøður í hendurnar á uttanveltaðum løgfrøðing- um. Harvið er ikki sagt, at nevndin ikki kann gera metingar og niðurstøður, men tær skulu vera av polit- iskum heldur enn jurid- iskum slag. - Eitt mál skal vera ógvu- liga greitt lýst, áðrenn ein politisk eftirlitsnevnd brúk- ar eitt orð sum »ólógligt« í niðurstøðu síni. Tá eitt nú løgtingsins umboðsmaður ger sínar niðurstøður, er málburðurin ofta ikki so kontantur. Hann brúkar heldur »átaluvert« ella »illgrunasamt«, og lands- stýrismálanevndin átti at orðað sínar niðurstøður eftir nøkulunda sama leisti, sigur Annfinn V. Hansen. Skeivt frá byrjan Løgfrøðingurin heldur, at landsstýrismálanevndin heilt frá byrjan gjørdi skeivt í málinum um tilsøgnina um fiskiloyvið hjá Jógvan S. - Landsstýrismálanevnd- in skuldi ikki havt tikið eitt einsamalt mál upp soleiðis, sum hon hevur gjørt, men átti heldur at tikið sjálvan umsitingarháttin upp til viðgerðar. Tí um tað er rætt, sum Fikimálaráðið sigur, at 32 onnur loyvi vóru givin eftir somu mannagongd, so er tað ikki uppgávan hjá landsstýrismálanevndini at taka eitt mál burturúr rúgv- uni og kanna tað, men at kanna um vanligi umsiting- arhátturin er í tráð við lóg- ina og politiska viljan. Landsstýrismálanevndin gjørdi beint øvugt. Í við- gerðini av Jógvan S. málin- um helt nevndin seg bein- leiðis frá at viðgera og meta um vanliga umsitingarhátt- in í sambandi við saman- legging av veiðiloyvum. Drigið borgara uppí spælið At landsstýrismálanevndin valdi at taka eitt einsamalt mál upp og viðgera tað heldur enn umsitingarhátt- in, hevur sambært Annfinni V. Hansen havt tað óhepnu fylgju, at ein einstakur borgari er drigin uppí polit- iska spælið og hevur fingið negativa serviðgerð. Í umbidnu frágreiðing síni til Fiskimálaráðið um Jógvan S málið, skrivar Halgir Winther Poulsen, advokatur, at "Hevði landsstýrismálanevndin havt nýtt møguleikarnar í starvsskipan sínari um at málið átti at verið lagt fyri rættin ella víst málinum til løgtingsins umboðsmann [...] hevði verið sloppið undan, at eitt mál millum umsitingina og ávísan borgara gjørdist partur av politiskum ósemjum við harav fylgjandi undangraving av rættartrygd borgarans". Landsstýrismálanevndin yvirmetir seg sjálva Landsstýrismálanevndin er ikki nakar dómstólur, men tað hevur nevndin eftir øllum at døma gloymt í sambandi við Jógvan S málið. C M Y K 3 2 www.smyril-line.fo Jón Rói fl ytur við J. Broncksgøta 35 P. O. Box 370 FO-110 Tórshavn tlf 34 59 60 fax 34 59 52 T-postur: cargo@smyril-line.fo