Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 149 - 12. august 2003 Nr. 149 - 12. august 2003 5 Leygardagin 23. august fyllir Dagstovnurin í Hoyvík 20 ár. Hetta verður hátíðarhildið við ymiskum tiltøkum á sjálvum stovninum FØÐINGARDAGUR Ingrid Bjarnastein Hoyvík: Sólin bakaði niður í Hoyvík, tá Sosialurin kom framvið ein morgun uppi í Dagstovninum. Bæði børn og starvsfólk hugnaðu sær uttanfyri. Nøkur børn spældu í sandinum, onkur súkklaði, onkur triðji var í reiggjunum og so var tað onkur sum gekk og rann við ein- um flugu- smekkara og royndi at kroysta eina veps ella báðar tvær. B ø r n i n i byrja nú so smátt at koma aftur úr summar- frítíðini, og s t ov n u r i n byrjar so smátt at fyllast, og um smáar tvær vikur, verður ein stórur dagur. Tá fyllir dagstovnurin í Hoyvík nevniliga 20 ár, og tá verð- ur dagurin hátíðarhildin við ymiskum tiltøkum á stovn- inum og veitslu fyri starvs- fólkinum seinni. – Seinnapartin fara vit at hava opið hús, har vit fara at hava eina myndafram- sýning. Vit vóna at síggja so nógv gomul børn, sum møguligt, sigur Ingun Pedersen, leiðari á Dag- stovninum í Hoyvík. Trívast væl Ein café verður eisini sett upp í tí stóru stovuni, og børn, sum hava gingið á Dagstovninum fara at undirhalda við tónleiki. Ingun Pedersen hevur ar- beitt á Dagstovninum í Hoyvík øll 20 árini, og seinastu árini hevur hon eisini verið leiðari. – Tað eru nógv tey somu fólkini, sum hava verið her øll árini, og vit trívast eisini ótrúliga væl. Stovnurin er í sær sjálvum ikki broyttur nógv øll árini, og barnatalið er tað sama, sum tað var tá vit byrjaðu, greiðir Ingun frá. Dagstovnurin í Hoyvík hevur pláss fyri 72 børnum. 30 vøggustovubørnum og 42 barnagarðsbørnum. Dagstovnurin í Hoyvík rundar tey 20 Stolin bilur STULDUR Ingrid Bjarnastein Um vikuskiftið varð ein bilur stolin av Bilasøluni hjá Wenzil. Løgreglan steðgaði bilinum aftur í Kaldbaksbotni, og tað vísti seg, at ein 17 ára gamal drongur hevði tikið bilin. Hann verður ákærdur fyri stuldur og fyri at hava koyrt uttan at hava nakað koyrikort. Annars letur løgreglan væl at vikuskiftinum. Ovastevna hevur verið um vikuskiftið, og har hevur verið rættiliga friðarligt, tá hugsað verður um tey mongu fólkini, sum hava vitjað í Nólsoy. Ein árabátur varð tó tikin av Skála- trøð, men hann var eisini funnin aftur har niðri, bara á einum øðrum stað. Somuleiðis hevði onkur roynt at sloppið sær avstað við einum glastrevjabáti. Hurðin var brotin og eisini ein rútur. Startlásið varð eisini brotið, men tað hevur ikki eydnast gern- ingsmanninum at sleppa avstað við bátinum. Ein hevði fingið nevan frammaná úti í Nólsoy, og har hevur løgreglan fingið upp- lýst, hvør hin parturin var. Kvinnur til hendurs ÓFRIÐUR Ingrid Bjarnastein Náttina til sunnudagin fekk løgreglan í Havn boð um, at tvær kvinnur vóru farnar til hendurs uttanfyri ein náttklubba í Havnini. Tær báðar kunnu vænta at verða skuldsettar fyri brot á politiviðtøkuna. Politiið var annars úti eini 15 ferðir fyri at vakja fullar avdotnar menn, og teir vóru í flestu førunum vaktir og sendir til hús, men tveir av teimum endaðu í brummuni at sova rúsin av sær. Tríggjar ferðir var politiið til húsaófrið, og tað einu ferðina tóku teir ein mann við aftur á støðina, sum hevði brot- ið nakað av innbúgvi. Herverk á nummarplátur HERVERK Ingrid Bjarnastein Um vikuskiftið hevur umfatandi herverk verið gjørt á nummarplátur í eysturbýnum í Havn. Á tveimum bilum vóru nummarpláturnar tiknar av, boygdar og oyðilagdar, og á fleiri øðrum bilum hevði onkur gjørt seg inn á tær. Løgreglan sigur, at tað er sannlíkt, at tað eru somu persónar, sum hava gjørt seg inn á bilarnar, og teir vilja fegnir frætta frá fólki, ið møguliga hevur onkrar upplýsingar. Dagstovnurin í Hoyvík fyllir tann 23. august 20 ár Mynd: Álvur RÁÐSTEVNA Stefan í Skorini Síðst í hesum mánaðinum verður norðurlendsk ráð- stevna í Føroyum fyri fak- feløg hjá alment og komm- unalt settum starvsfólkum. Tað er Nordisk Tjeneste- mands Råd, NTR, ið skipar fyri ráðstevnuni. Starvsmannafelagið fekk limaskap í hesum felags- skapinum í fjør, og nú verð- ur ráðstevnan hildin í Før- oyum. Tað er bara Grøn- land av Norðurlondunum, sum ikki er limur í hesum felagsskapinum. Ráðstevnan verður 28. til 31. august á Hotel Hafnia. Talan er ikki um eina al- menna ráðstevnu, og mill- um sjeyti og sjeytifimm fólk luttaka á stevnuni. Tað er annars tað danska fakfelagið, ið er vertur, men tað hevur valt at halda ráðstevnuna í Føroyum. Á hesi stevnuni verður støðan hjá alment og kommunalt settum starvs- fólki viðgjørd, og spurt verður hvørjar avbjóðingar standa fyri framman. Ráðstevna fyri alment sett starvsfólk Arbeitt verður í løtuni við at orða ein nýggjan loftferðslu- politikk. Hugt verður gjølla eftir ásetingun- um hjá ES í loft- ferðslupakkanum, sum merkja munandi fríari kapping. Sjálvur er Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í loftferðslumálum, sannførdur um, at fleiri flogfeløg á Føroya rutunum vilja vera øllum til gagns LOFTFERÐSLA Heri á Rógvi Í Vinnumálaráðnum í Tinganesi arbeiða tey í hesum døgum við at orða ein nýggjan loftferðslu- politikk. Hetta er ætlað sum ein endurskoðan av verandi politikki á loftferðsluøkin- um. Men greitt er longu nú, at hesin nýggi loftferðslu- politikkurin mest sannlíkt fer at merkja munandi broytingar á loftvegis ferðasambandinum til og úr Føroyum. ES Eitt, sum hyggjast skal væl eftir í sambandi við nýggja loftferðslupolitikkin, er støðan hjá ES. Bjarni Dju- rholm, landsstýrismaður í loftferðslumálum, sigur, at ES hevur ein loftferðslu- pakka, ið vit eiga at hyggja væl eftir. Hesin pakkin ásetir nakrar týðandi dereguleringar (endurjavn- ingar) á loftferðsluøkinum. – Ein tílíkur politikkur vil kanska ikki merkja púra fría kapping - men tað vil munandi fríari kapping, enn tað er í dag, sigur Bjarni Djurholm. Ásetingarnar á loft- ferðsluøkinum í Føroyum geva bert Maersk-Air og Atlantic Airways loyva at røkja flest allar ruturnar til og úr Føroyum. Og í sam- bandi við nýggja loft- ferðslupolitikkin heldur Bjarni Djurholm eisini, at tað er pláss fyri fleiri flog- feløgum. Tað vildi bert viðført fyrimunir fyri øll, um ein operatørur afturat kom á føroyska marknaðin, sigur Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin sigur tó, at tað er nógv at hugsa um, tá ein tílíkur politikkur skal orðast. Ætlanin er eisini, at umboð úr vinnuni vera við í einum arbeiðs- bólki, sum skal arbeiða við nýggja politikkinum á loft- ferðsluøkinum. – Atlantic Airways er or- søkin til, at vit hava fingið kapping á økinum, og tað er ikki meiningin, at felagið bara skal hvørva. Men sjálvandi skulu vit fyrst og fremst arbeiða brúkara- og samfelagssjónarmiðunum sum politikarar, sigur Bjarni Djurholm, sum kundi hugsað sær, at ver- andi flogfeløg í Føroyum fingu tíð at umstilla seg til møguligar broytingar, tá hesar einaferð skulu setast í verk, soleiðis at øll eru á líka fóti at skapa sær eina framtíð í javnbjóðis kapp- ing. Einskilja Samstundis sum Bjarni Djurholm arbeiðir við nýggjum loftferðslupolit- ikki, so verður eisini arbeitt við at einskilja(privatisera) Atlantsflog. Hesar báðar prosessirnar koyra paralelt, men eg havi boðað løgmanni frá, at tann besta loysnin er, um vit bíða við einari endaligari einskiljing til hesin nýggi politikkurin er orðaður og semja er fingin um hann. Hetta er tað besta fyri allar partar – eisini møguligar keyparar, sum sostatt vit, hvat teir fara inn í, sigur Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin kall- ar tað yvirtulking, tá blað- maðurin roynir at fáa prátið at snúgva seg um, at Atlan- tic Airways hevur eina ser- støðu, og landsstýrismaður- in roynir at verja sínar ognir. Tað er nógv, sum skal vigast upp ímóti hvørjum øðrum í hesum málinum, sigur Bjarni Djurholm. Hann vísir eisini staðiliga aftur, at landsstýrið berur ótta fyri, at sterka Maersk- Air konsernin kann skumpa lutfalsliga veikari Atlants- flog av marknaðinum. - So spennandi er tann føroyski marknaðurin ikki, at teir fara at nýta nógvar milliónir upp á at eiga hann einsamallir, sigur Bjarni Djurholm. Á tveimum hesum Eins og við øðrum al- mennum fyritøkum er Bjarni Djurholm í einari heilt serligari støðu, tá tað snýr seg um Atlantic Air- ways. Tað er landsstýrið, ið eigur Atlantic Airways. Landsstýrið verður umboð- að av Bjarna Djurholm. Og hesin sami Bjarni finna vit aftur, tá leitað verður eftir føroyska myndugleikanum á økinum. Tað er Trafik- ministeriet í Danmark, sum ásetir ferðaseðlaprísirnar endaliga, men áðrenn hava teir verið ein túr forbí hjá Bjarna Djurholm til hoyr- ingar. Landsstýrið er sjálvsagt eisini fullgreiður yvir sína serstøðu. Í nýggja loft- ferðslupolitikkinum verður eisini hugt at, hvussu áset- ingarmyndugleikin hjá landsstýrismanninum kann passa betri saman við starv- ið sum eigari av Atlantic Airways. Men tvístøða er so ella so framvegis gald- andi til Atlantic Airways verður einskilt, og tað er í løtuni ógvuliga torført at siga um ella nær, hetta fer at henda. Lesið meira um flog- ferðslu í Sosialinum í morgin. Nýggjur loftferðslupolitikkur verður orðaður: Fríari kapping í væntu Pláss er fyri einum operatørum aftur teimum verandi á flogvøllinum í Vágum, heldur Bjarni Djurholm Samiska høvuðs- navnið á Listastevn- uni borðreiðir við tónleikaligum íblástri úr øllum heiminum LISTASTEVNA Heri á Rógvi Eitt sindur seinkað kom Mari Boine til Føroya um middagsleitið mánadagin. Mánakvøldið, t.e. efir at blaðið er farið til prenting- ar, hevur hon konsert í Norðurlandahúsinum. Songkvinnan úr Sáma- landi er høvuðsnavnið á Listastevnuni í ár, og tað er ikki uttan orsøk. Hon vann nevniliga tónleikavirðisløn- ina hjá Norðurlandaráðnum í ár – eitt ár eftir, at Sunn- leif Rasmussen fekk virðis- lønina. - Mín tónleikur er eitt slag av verðinstónleiki: Ein blandingur av nógvum tón- leikastílum, rokk, popp og øðrum, og so nýti eg mill- um latín amerikanskar tón- leikarar, sigur Mari Boine í øllum hurlivasanum í Norðurlandahúsinum mánadagin. Hon hevur verið virkin sum songkvinna í 22 ár, og hon hevur givið sjey egnar útgávur umframt at hava verið við í fleiri øðrum. – So tú kanst gott kalla meg ein veteran, sigur Mari Boine. Undan Føroya ferðini hevur spælt í Finnmørkini, og annars hevur Mari Boine verið á konsertferð fyrr í ár í millum annað Týsklandi og Spania, har hon eisini er væl móttikin. Mari, sum syngur mest á sámiskum máli, er eitt sindur bilsin av, at hon er høvuðsnavn á Listastevn- uni, men svarar sannfør- andi ja, tá spurt verður, um hon kann liva upp til hetta. Hetta er fyrstu ferð, at Mari Boine vitjar í Føroy- um, men steðgurin verður ikki drúgvur. Verðinstónleikur í Norðurlandahúsinum Mari Boine, sum vann tónleikavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum, ætlar sær at liva upp til heitið sum høvuðsnavn á Listastevnuni. Mynd: Heri á Rógvi C M Y K 5 4