Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 149 - 12. august 2003 Nr. 149 - 12. august 2003 7 Sunnudagin fingu tveir sandavágs- dreingir ein sjáld- saman fisk á sandin- um í Miðvági. Talan er helst um fisk, sum á donskum verður nevndur »Makrel- gedde« og vanliga livir í tropiskum og subtropiskum sjógvi SJÁLDSAMUR FISKUR Edvard Joensen Miðvági: Tveir samda- vágsdreingir gjørdu ein sjáldsaman fong á sandin- um í Miðvági sunnudagin. Teir fingu ein fisk, sum helst er tann, ið á donskum verður nevndur »Makrel- gedde«, og vanliga livir í nógv heitari sjógvi enn okkara. Teir báðir smádreingirnir, Hørdur Johansen og Hans Otto Samuelsen, mundu halda botndystin í fyrstu deild millum FS Vágar og VB vera í so keðiligan og fóru í staðin ein túr oman á sandin at vita, um ikki okk- urt meira áhugavert mundi vera har at finna. Og tað var tað. Teir komu aftur við einum sjáldsom- um fiski, teir høvdu fangað í fjøruni. Fiskurin var mjáur og blankur og eyðkendur av kjaftinum, við sínum spíska nevi framúr. Hesin silvur- blanki fiskurin var umleið 30-35 centimetrar til longd- ar. Lítið lív var í honum, tá teir fangaðu hann, og tað var skjótt, at hann doyði, hóast teir vóru rímiliga kvikir at fáa hann í eina spann, sum teir lótu sjógv í. Hørdur og Hans Otto vóru sera spentir og hildu seg hava fangað ein svørð- fisk. Og hóast tað ivaleyst ikki er so frægur fongur, teir hava fingið, er eftir øllum at døma kortini talan um sjáldsaman fisk, sum livir í umleið somu høvum, sum svøðfiskurin ger. Helst er her talan um ein fisk, sum á donskum veðru nevndur »Makrelgedde« og livir í tropiskum og sub- tropiskum sjógvi. Um hendan fiskin verður í donskum fiskabókum sagt, at hann á latíni verður nevndur »Scomberésox sãurus« og verður 30 til 45 centimetrar til longdar. Fiskurin livir í tropiskum og subtropiskum sjógvi, og er á ávísum árstíðum at síggja í torvum fram við bretsku strondunum. Onkur hendingur er fingin í Norð- sjónum og eisini so eysta- laga sum í Oyrasundi er hann sæddur. So talan er um heldur sjáldsaman gest á okkara leiðum, sum teir báðir Hørdur og Hans Otto fingu í Miðvági hendan dagin. Roynt varð, áðrenn blað- ið fór til prentingar, at fáa nærri at vita um fiskin av Fiskirannsóknarstovuni. Men har var eingin í húsin- um, sum kundi siga nakað um hann. Sjáldsamur fiskur fingin í Miðvági Hørdur Johansen og Hans Otto Samuelsen úr Sandavági fangaðu seinnapartin sunnudagin ein sjáldsaman fisk á sandinum í Miðvági Mynd: Edvard Joensen Talan er helst um fiskin, sum á donskum verður nevndur »Makrelgedde«. Fiskurin er umleið 30-35 centimetrar til longdar. Útoyggjafelagið leggur seinastu hond á fyrireikingarnir til heystið 2003, sigur felagið í tíðindaskrivi, sum sent er út um dagarnar ÚTOYGGJAR Edvard Joensen Útoyggjafelagið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til heystið 2003. Felagið hevur fingið nakað av peningi at arbeiða við, og hol er tískil sett á fleiri mál, sum hava ligið á láni. Mál sum oljumálið - oljuflutningur til útoyggj- arnar - framleiðsluhúsini og økt tyrluflúgving, eru mál, sum liggja fyrst fyri, sigur Olga Biksopstøð, skrivari hjá Útoyggjafelagnum. Útoyggjafelagið fegnast um tíðindini um, at nú fer okkurt at henda í útoyggja- málum, sigur felagið í tíð- indaskrivinum, sum sent er um dagarnar. Felagið sigur í tíðinda- skrivinum, at tað er av størsta týdningi, at ymsu aðalráðini hjá landstýrinum samstarva, so tey eru til- vitað um, hvat hendir á út- oyggj, tá lógir reglur ella fyriskipanir skulu setast í gildi. Útoyggjafelagið vónar, at peningur fer at verða nýttur soleiðis, at tænastustøðið, sum er nógv lægri á út- oyggj, enn tað er aðrastaðni í landinum, kann hækka og koma á hædd við tað, onnur hava. Ætlanin er at seta ein bólk at arbeiða við málum, sum skulu vera útoyggjum at frama. Og tað er neyð- ugt, heldur Útoyggjafelag- ið. Tí útoyggjum tørvar veruliga ítøkiligar loysnir og verulig framstig, um liviligt skal vera á útoyggj í Føroyum. Útoyggjafelagið hevur nú umleið 200 limir, siga tey í tíðindaskrivinum. Hvør bygd hevur valt ein persón at umboða bygdina í um- boðsráðnum. Umframt um- boðsráðið er vald ein starvsnevnd við trimum persónum. Tey eru Óla Jákup í Dímun, sum er for- maður, Esbern í Eyðans- stovu í Mykinesi og Olga Biskopstø í Klaksvík, sum er skrivari hjá Útoyggjafel- agnum. Eitt av ítøkiligastu úrslit- um felagsins er felagsblað- ið Glóðin, sum viðger mál, ið hava við útoyggja og til- veruna har at gera. Næsta blaðið, sum kemur út í september mánað, fer mill- um annað at lýsa arbeiðs- ætlanina hjá Útoyggjafel- agnum, sigur felagið í tíð- indaskrivinum. Fyrireika heystið á útoyggj Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi mannar saman við Óla Jákupi í Dímun og Olgu Biskopsstøð starvsnevndina í Útoyggjafelagnum Mynd: Edvard Joensen Óttast yvirgang í London Bretska løgreglan ber ótta fyri, at sjálvmorðsbumbu- menn fara at gera um seg í London, og løgreglumenn- inir í býnum hava tí fingið boð um at skjóta, fáa teir illgruna um, at fólk kunnu hava eina bumbu uppi á sær. Løgregluovastin í London, John Stevens, gav í síðstu viku øllum løgreglumonnunum í býnum boð um at vera á varðhaldi. Orsøkin var sambært blaðnum The Sunday Telegraph, at fregnartænastan hevði fingið frænir av, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda hevði lagt ætlanir um at søkja at almennum bygning- um í bretska høvuðsstaðnum. Ein kelda í løgregluni sigur fyri blaðnum, at eftir boðunum frá John Stenens hava fleiri hundrað løg- reglumenn í London fingið heimild til at skjóta við skørpum, halda teir seg hava illgruna um, at fólk hava spreingievni uppi á sær ella í bilinum. Løgreglan til árar Seinastu umleið tríati árini hava løgreglumenninir í italska býnum Venezia nýtt motorbátar, tá teir hava verið á eftirlitsferð kring býin, men nú hava teir fingið boð um at seta seg við árarnar ístaðin fyri. Boðini eru komin frá løgregluovastanum í býnum, og endamálið sigst vera at verja umhvørvið. Annars hava fólk í Venezia ikki sæð løgreglumenn rógva síð- ani 1970, tá løgreglan settist við árarnar til heiðurs fyri etiopiska keisaran Haile Selassie, sum var í Venezia og vitjaði. Blaðið Corriere della Sera skrivar, at løgreglumenn- inir hava góðtikið boðini frá ovastanum. Tann fyrsti árabáturin hjá løgregluni er klárur, skrivar blaðið, men tað er ikki greitt, nær hann skal á ta fyrstu eftirlits- ferðina. Aputrot í USA Amerikanskir granskarar kæra seg nú um, at teir hava ov fáar apur til at gera neyðugar kanningar við heili- vági. Talan er um rhesuapur, sum verða nýttar til at kanna, hvussu nýggjur heilivágur ávirkar tær, og um heilivág- urin kann nýtast til fólk. Men í seinastuni eru gransk- arar farnir at nýta so nógvar apur til AIDS-kanningar og til kanningar í sambandi við lívfrøðilig hópoyðing- arvápn, at tað stendur á hjá øðrum granskarum at fáa nógv nógvar apur til sínar kanningar. Tað hevur eisini havt við sær, at eftirspurningurin er stórur, og tað hevur aftur elvt til, at apurnar eru vorðnar rættiliga dýrar. Tað hendir meiri enn so, at ein rhesuapa fer fyri einar 70.000 krónur, skrivar AP. Tey, sum standa fyri AIDS-kanningunum í USA, siga, at aputrotið fer at seinka teimum neyðugu kann- ingunum. Ruth Ruprecht, granskari, sigur, at hon hevur bílagt 86 apur til AIDS-kanningar, men at hon noyðist at søkja um eykajáttan fyri at fáa pengar til at keypa apurnar, nú tær eru vorðnar so dýrar. Ikki bara Fríðrikur Donsku fjølmiðlarnir hava seinastu vikuna skrivað eina síðu fyri og aðra eftir um Fríðrik krúnprins og unnustu hansara, ta avstralsku Mary Donaldson, nú alt bendir á, at tey bæði skjótt verða trúlovað. Men tað er ikki bara í Danmark, at trúnarvingin ætlandi verður trúlovaður um stutta tíð. Svenskir fjøl- miðlar eru nú farnir at skriva, at Victoria krúnprinsessa verður trúlovað unnusta sínum, Daniel Westling, innan eitt ár er farið. Orsøkin til skrivingina er, at tey bæði herfyri vóru í brúdleypi hjá einari vinkonu krúnprins- essunnar, og tá trúnarvingar alment vísa seg saman við sínum unnusta, plagar tað at vera tekin um, at kongs- húsið hevur givið sítt samtykki. Ein, sum kennir Victoriu og Daniel Westling væl, sigur við Aftonbladet, at tey verða trúlovað innan eitt ár. Í Danmark vænta tey kongakønu, at har verður trúnarvingin trúlovaður longu í heyst. Um fimm vikur verður fólkaatkvøða í Svøríki um evruna, men enn bendir alt á, at sviar fara at siga nei. Forsætisráðharr- in hvessir nú sítt stríð fyri evruni SVØRÍKI Árni Joensen: -Tað nyttar einki at skifta orð við Leif Pagrotsky, segði Gøran Persson, for- sætisráðharri, um viku- skiftið. Leif Pagrotsky er vinnumálaráðharri í stjórn- ini hjá Persson og hart ímóti at seta evruna í gildi í staðin fyri krónuna. Orðini hjá forsætisráð- harranum eru eitt týðiligt tekin um, at stríðið upp undir fólkaatkvøðiuna er harðnað, og tey, sum eru ímóti evruni, løgdu alt fyri eitt eftir Gøran Persson. Tey fýltust á, at forsætisráð- harrin leggur eftir sínum egnu ráðharrum, uttan at teir fáa høvi at verja seg. Tríggir av ráðharrunum í stjórnini hava alment boðað frá, at teir eru ímóti felags evropeiska gjaldoyranum. Umframt vinnumálaráð- harran eru tað Margareta Winberg, varaforsætisráð- harri og Marita Ulvskig, mentamálaráðharri. Men tað eru ikki bara ráðharrarnir, sum standa fyri skotum forsætisráð- harrans. Eisini samstarvs- flokkarnir hjá stjórnini, Vinstriflokkurin og Um- hvørvisflokkurin, fáa av at vita frá Gøran Persson, sum leggur teir báðar flokkarnar undir at royna at fáa Svø- ríki úr ES. Í seinastuni hevur Gøran Persson kunnað ugga seg við, at alt fleiri av hansara sosialdemokratisku floks- limum taka undir við evruni. Herfyri søgdu bara 29 prosent prosent av sosialdemokratisku veljar- unum ja til evruna. Nú siga 35 prosent ja. Men fram- vegis siga 43 prosent av sosialdemokratunum nei, og veljarakanningarnar, sum umfata allar veljarar, vísa, at tað verður tungur róður hjá Gøran Persson tær næstu vikurnar. Fyri fýra mánaðum síðani gjørdu fimm grindahvalir landgongd í Florida Keys í USA. Síðani hava djóra- læknar og onnur havt eftir- lit við hvalunum, og sunnu- dagin vórðu teir sleptir leysir. Men fyrst fingu teir hvør sín fylgisveinasend- ara, so vísindafólkini kunnu fylgja við teimum. Kendi amerikanski lærdi háskúlin Harward er í ferð við at leggja Núrnberg- rættarmálini aftan á seinna heimsbardaga út á alnótina RÆTTARMÁL Árni Joensen: Fleiri bøkur eru skrivaðar um krígsbrotsmannadóm- stólin og rættarmálini í Núrnberg aftan á seinna heimsbardaga, og nú verða øll skjølini frá málunum løgd út á alnótina. Á Har- ward University hava tey sett sær fyri, at almenning- urin skal fáa atgongd til 82.000 skjøl frá rættarmál- unum, samstundis sum fólk fáa høvi at fylgja gongdini í teimum einstøku málunum. Upprunaskjølini vórðu skrivað á tunt pappír, og yvirhøvur eru tey í vánalig- um standi. Tað hevur eisini havt við sær, at eingin hev- ur havt atgongd til skjølini í mong ár. Deborah Lipstadt, professari, heldur, at tað kann hava stóran týdning at almannakunngera skjølini og rættarmálini. Eitt nú hel- dur hon, at hetta kann teppa tey, sum framvegis halda uppá, at tosið um nazistisku jødeatýningina er íspunnið. Tað fer at kosta Harward University einar tíggju milliónir dollarar at fullføra verkætlanina, og stovnurin er nú í ferð við at savna pening til endamálið. Tær fyrstu 7.000 síðurnar eru longu komnar á alnótina. Tær eru um rættarmálini ímóti læknum og vísinda- monnum, teirra millum persónliga læknanum hjá Adolfi Hitler, Karl Brandt. Kroystur Gøran Persson leggur eftir sínum egnu Merktu hvalirnar Núrnberg-rættarmálini koma nú á alnótina UTTAN ÚR HEIMI C M Y K 7 6