týsdagur 12. august 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 149 - 12. august 2003
Nr. 149 - 12. august 2003
9
Bjarni Djurholm,
vinnumálaráðharri,
leggur nú skrivlig
prógv á borðið um, at
Karsten Hansen sigur
ósatt um
tíðarfreistina sum
orsøk til, at
Norðoyatunnilin ikki
hevur fingið pening
játtaðan. - Umsiting
mín er einki minni
enn vanvird av
Fíggjarmálaráðharra
num, sigur Bjarni
Djurholm
NORÐOYATUNNILIN
Heini í Skorini
»Bjarni var ov seinur við
umbøn síni, og tískil lúkaði
hann ikki krøvini at fáa
pening játtaðan«, vóru rám-
andi orðini í seinastu viku
hjá Karsten Hansen, fíggj-
armálaráðharra, í sambandi
við eykajáttanina til Norð-
oyatunnilin, sum enn ikki
fyriliggur.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum,
hevur í aftursvari sent Sosi-
alinum skjøl, sum kunnu
benda á, at Karsten Hansen
ber ósannindi í sambandi
við, at umbønin um eyka-
játtan ikki uppfylti krøvini
við tíðarfreistini.
Norðoyatunnilin
skildur frá øllum
hinum
Fíggjarmálaráðharrin vísti í
seinastu viku á, at av tí at
umbønin kom ov seint og
ikki var útreiðsluneutral,
lúkaði hon ikki tey krøv,
sum ásett vórðu um eyka-
játtan í rundskrivi í januar,
men hesum vísir Bjarni
Djurholm beinleiðis aftur,
ikki við orðum, men við
skjølum, hann í vikuskift-
inum hevur sent Sosialin-
um.
Skjølini vísa, at í umbøn-
ini til eykajáttan fyri mars
eru fýra mál. Hesi eru søla
av Ternuni, avtøka av
Vinnuframagrunninum,
landsvegur í sambandi við
Norðoyatunnilin og setan
av kærunevnd í umsiting av
barsilsskipanini.
Hesi fýra mál vórðu send
Fíggjarmálaráðnum
24.
februar í somu umbøn í
sama skjali, og sambært
Bjarna Djurholm fingu øll
málini pening játtaðan,
uttan Norðoyatunnilin. Tað,
vinnumálaráðharrin
við
hesum vísir á, er, at talan
ikki kann vera um nakra
tíðarfreist, sum ikki er
lúkað.
- Av eini ella aðrari or-
søk, vit ikki kenna til, var
tað bert Norðoyatunnilin,
sum ikki fekk pening játt-
aðan. Øll hini málini í okk-
ara umbøn fingu pening
uttan vegagerðin í sam-
bandi við Norðoyatunnilin,
sigur Bjarni Djurholm.
Talan kann sostatt ikki
verða um, at Vinnumála-
ráðið hevur verið ov seint
við umbønini um eykajátt-
an til tunnilsvegin, tí biðið
varð um eykajáttan til
nevndu trý endamál í senn.
Í prinsippinum er talan ikki
um útreiðsluneutrala um-
bøn, men sæð burtur frá
eykajáttanini til Vinnu-
framagrunnin, so varð talan
stórt sæð talan um út-
reiðsluneutrala umbøn.
Bjarni vísir við hesum á,
at
um
Vinnumálaráðið
veruliga hevði verið ov
seint við umbøn síni og
harvið ikki lúkaði tíðar-
freistina, høvdu hini málini
í somu umbøn sjálvsagt
heldur ikki fingið pening.
- Men tað fingu tey, og
tískil er tað ein beinleiðis
lygn frá Karsten Hansen,
sum hevur sorterað Norð-
oyatunnilin
burtur
frá
hinum málunum, sigur ein
avgjørdur
og
bersøgin
Bjarni Djurholm. Hann
vísir víðari á, at stórt sæð
var talan um útreiðslu-
neutralitet, við tað at gamla
Ternan samstundis varð sett
á sølulistan fyri 350.000
krónur, meðan umbønin til
Norðoyatunnilin
var
á
400.000 krónur.
Umframt
hetta
sigur
Bjarni Djurholm, at í sam-
bandi við fyrispurningin til
eykajáttanina var tætt sam-
starv millum Atla Eiriks-
son, fulltrúða í Vinnumála-
ráðnum, og Atla Leo, full-
trúða í fíggjarmálaráðnum.
Rundskrivið umfataði
ikki mars mánað
Karsten Hansen sipaði í
seinastu viku eisini til
áðurnevnda rundskriv, sum
varð sent øllum stýrunum,
har víst varð á treytirnar
fyri eykajáttan. Men sam-
bært Bjarna Djurholm um-
fataði hetta rundskriv bert
august og oktober mánað,
og ikki mars, tá umbøn
Vinnumálaráðsins um m.a.
pening til Norðoyatunnilin
varð viðgjørd í Fíggjar-
málaráðnum.
- Tískil hongur einki
saman hjá Karsten Hansen,
og tað tykist, sum hann bert
heldur á við ákærandi lygn-
um móti mær og míni um-
siting, slær Bjarni Djur-
holm fast.
Umsitingin vanvird
Sambært Bjarna Djurholm
kann hann ikki lata fara
aftur við borðinum, at um-
siting hansara verður niður-
gjørd og ákærd fyri vána-
ligt arbeiðslag.
- Sum landssýrismaður
ætli eg mær ikki at lata slík-
ar høpisleysar ákæringar
standa ósvaraðar, tí hetta
umfatar alt arbeiðsfólk
okkara í umsitingini, eisini
P/F Norðoyatunnilin og
landsverkfrøðingin, sigur
landsstýrismaðurin
í
Vinnumálum.
Sum aftursvar til skuld-
setingar Karstens um, at
umbønin til pening til
Norðoyatunnilin kom ov
seint, hevur Bjarni Djur-
holm á henda hátt skjal-
prógva, at í øllum førum
varð umbønin um pening til
fýra mál send sama dag, og
at bert peningur til Norð-
oyatunnilin varð hildin
aftur.
Bjarni Djurholm:
Karsten vanvirðir umsiting mína
Bjarni Djurholm leggur nú skjøl á borðið, har víst verður á, at søkt varð um pening til fýra mál
sama dag, og at bert peningur til Norðoyatunnilin ikki varð játtaður
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, verður av Bjarna
Djurholm ákærdur fyri at bera ósannindi viðvíkjandi
eykajáttan til Norðoyartunnilin, og leggur Bjarni í dag skjøl á
borðið sum prógv fyri hesum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í gjár, mánadagin 11.
august, fylti Andrea á
Regni á Toftum 85 ár.
Føðingardagin helt hon
seinnapartin sunnudagin á
Eysturoyar Røktarheimi,
har hon hevur verið tey
seinastu árini. Eftir eitt
strik lammaðist hon, og tað
ber illa til at siga nakað,
men Andrea er púra klár,
hon fylgir væl við, og sjálv-
andi kendi hon tey, sum
sunnudagin vóru inni á
gólvinum og heilsaðu uppá.
Andrea giftist 9. juni í
1940 við Johan Olsen ella
Hanni uppi á Regni, sum
hann varð nevndur á Toft-
um. Tey fingu sær seinni á
Regni
sum
eftirnavn.
Hanni, sum var óførur út-
róðrarmaður, var eisini á
Røktarheiminum í nøkur
ár, áðrenn hann doyði 26.
oktober í 1997. Tá var hann
81 ára gamal.
Andrea muni hava nóg
mikið at takast við heima
við hús. Hon og Hanni
fingu tíggju børn: Elisa-
beth, Páll, Dina, Guttorm,
Herborg, Árna, Jonhard,
Elsa Maria, Jóna og Jógvan
Martin. Elisabeth býr í
Runavík, Páll í Saltnesi,
Dina í Fuglafirði, Guttorm
í Gøtu, Herborg og Jóna í
Havn, Árna býr niðri, Elsa
Maria í Noregi, og Jonhard
og Jógvan Martin búgva á
Toftum.
Foreldrini hjá Hanna
vóru Elisabeth og Guttorm
Olsen. Hon var ættað úr
Túni á Toftum og doyði
longu í 1929, meðan Gutt-
orm livdi til 30. januar í
1961. Hann varð 81 ára
gamal og búði alla tíðina
inni hjá Andreu og Hanna,
sum hevði yvirtikið barna-
heimið.
Tað hevur altíð verið
nógv
samband
millum
Svínoy og Toftir. Upp
ígjøgnum tíðirnar hava ikki
so fáar giftir verið millum
hesi bæði plássini, og ein
av hesum var so tann mill-
um Andreu og Hanna á
Regni. Andrea er ættað
uttan av Bø í Svínoy, og
hon plagdi ofta saman við
sínum at vitja aftur um
sumrarnar. Foreldrini hjá
Andreu vóru Dina og Poul
Sivert Hansen. Tey fingu
átta børn: Hanus, Óli, Hans
Dávid, Esmar, Elsebeth
Malena, Andrea, Behrendt,
ið doyði sum smádrongur,
og Bertha.
Eftir á lívi eru Elsebeth
Malena, sum giftist til
Vágs, Andrea og Bertha,
sum í nógv ár búði í
Svínoy, og sum nú í fleiri ár
hevur búð í Hvannasundi.
Hanus búði fyrsi í Svínoy
og síðani í Havnini, har
Esmar var heilsølumaður,
Óli var lærari í Søldarfirði,
og Hans Dávid búði í
Svínoy.
Í gjár, mánadagin 11.
august, fylti Sigrun Skála-
garð í Klaksvík 40 ár. Hon
er leiðari á HF skúlanum í
Klaksvík og er tískil væl
kend millum nógv av yngra
fólkinum í Norðoyggjum.
Sigrun er ættað úr Klaks-
vík. Foreldrini eru bæði av
Kirkju. Bethuel er av Deild,
og Solborg úr úti í Hús-
inum, sum tað verður
nevnt. Bethuel og Solborg
búðu tey fyrstu árini á
Kirkju, og í 1967 fluttu tey
til Klaksvíkar.
Sigrun er yngst av fýra
systkjum. Hon er gift við
Hans Ólavi Skálagarð í
Klaksvík, og tey eiga tvær
gentur
–
Ingun
og
Aleksandra.
Sigrun tók HF prógv í
Klaksvík í 1983. Í 1992
leyk hon prógv á lærda há-
skúlanum í Århus. Høvuðs-
lærugreinin er atronomi
ella stjórnufrøði. Føroying-
arnir, sum hava astronomi
sum høvuðsgrein eru ikki
nógvir. Hjálærugreinirnar
eru støddfrøði og alisfrøði.
Síðani 1992 hevur Sig-
run starvast í HF skúlanum
í Klaksvík og studenta-
skúlanum á Kambsdali.
Tíðliga í 1995 gjørdist hon
leiðari á Klaksvíkar HF
skeiði, og hon er framvegis
í tí starvinum. Boð hava
ofta verið eftir Sigrun at
undirvísa á tekniska skúl-
anum í Klaksvík.
Millum næmingarnir ber
Sigrun orð fyri at vera góð-
ur lærari. Hon gevur nógv,
og hon roknar við, at næm-
ingarnir eisini gera nógv
við skúlatingini. Hon dugir
sera væl at vera vinur við
næmingarnar og samstun-
dis at krevja nógv av teim-
um. Tað er ikki minst Sig-
run fyri at takka, at um-
hvørvið á HF skúlanum í
Klaksvík sigst vera sera
gott.
Sigrun er limur í nevnd-
ini fyri Norðoya Spari-
kassa. Hon er útnevnd av
ídnaðarmálaráðnum
til
tann nevndarsessin.
Í frítíðini fæst Sigrun
nógv við at binda. Troyggj-
urnar, sum hon hevur bund-
ið, eru nógvar, og hon hev-
ur vunnið onkra kapping í
at gera bindingarmynstur
til troyggjur.
Hósdagin 7. august hevði
Finn Rubeksen í Havn 25
ára starvsdag hjá Ivan
Johansen Bilum.
Finn byrjaði sum bil-
mekanikaralærlingur hjá
Ivan Johansen á Láarvegn-
um í 1978. Síðan tá hevur
hann starvast í fyritøkuni
sum bilmekanikari. Hann
hevur víðkað sína útbúgv-
ing og er í dag service-
teknikari við Citroën sum
sergrein, hendan útbúgving
verður leypandi dagførd
við skeiðum hjá Citroën í
Danmark. Í juni 2003 tók
hann eisini motorpassara-
útbúgving.
Finn er sonur Jónu og
Bent Rubeksen á Hálsa-
tjørn í Havn. Hann er giftur
við Mariu, f. Petersen, úr
Havn, og eiga tey tveir
synir.
Dagurin
12. august. Klara, deyð í 1253, var av aðalsætt úr Assisi.
Fór upp í fylgið hjá hinum heilaga Fransi, og eggjað av
honum grundlegði hon eitt nunnukleystur og skipaði eina
nunnuskipan, klarissurnar nevndar.
Navnið er latínskt, og merkir hin kenda ella skæra.
Andrea á Regni 85 ár
Sigrun Skálagarð 40 ár
Finn Rubeksen 25 ára starvsdag
Í tíðindablaðnum
»Føroya Sosial-
Demokratur«,
leygardagin 27. juni
1953, standa tey sum
fingu realprógv, millum-
skúlaprógv og students-
prógv fyri 50 árum síðan.
Eisini er ein grein um
próvtøkurnar, har m.a.
verður skrivað um
vánaligu umstøðurnar
vóru hjá ungdóminum at
fáa útbúgving
PRÓVTØKUR
Magnus Gunnarsson
Navnframir skúlamenn eru
farnir at tala meira og meira
ímóti núgaldandi próvtøku-
skipan,
serliga
millum
børn, ið vilja royna hægri
skúlaskap. Tílíkar upptøku-
royndir, ið nú fara fram,
geva ivaleyst onga sanna
mynd
av
kunnleika
barnanna, og úrslitið verður
tí, at hesar royndirnar
veruliga kunnu koma at
forða evnagóðum børnum
at
troyta
landsins
lærdómskeldur og nema
tann vísdóm, ið kann koma
at verða av so avgerðandi
týdningi fyri alt lívið.
Ivaleyst verður tað tí ikki
leingi, til vit fáa eina
tíðarhóskandi og meira
rættvísa próvtøkuskipan.
Nú ein fjøld av ungdómi fer
heim við próvseðlinum í
hondini er eisini vert at
minnast
tann
dapra
veruleika, at kring um
landið sita hundraðir av
børnum, ið als eingi líkindi
hava at ogna sær nakran
kunnleika.
Faðirin
er
kanska ein vánaliga stillað-
ur fiskimaður ella arbeið-
ari, ið als ikki hevur ráð at
senda børn síni til skúlarnar
í stórbygdunum. Her er
hópur av børnum við góð-
um evnum. Tað, at hesi
evnini ikki koma til sín rætt
og eingi líkindi hava at
mýkjast og mennast, er ein
drápuligur
missur
fyri
viðkomandi ungfólk sjálvi,
men tað ið verri er, er, at
samfelagið meira enn nakar
annar missur í stórum.
Hetta er harði lutur teirra,
ið ikki eru fødd við pen-
ingamappuni í hondini og
tíverri vil hetta samfelags-
órættvísi ikki verða av
vegnum, so leingi vit liva
undir einari samfelagsskip-
an við framíhjárættindum
fyri teimum múgvandi og
als ongum rætti fyri teim-
um, ið bera dagsins byrðar
og hava tað møðisliga
starvið, at tæna sum skrá-
stívarar undir glæstristil-
veru teirra múgvandi.
Øll tey, ið nú kunnu
gleða seg yvir endaða próv-
tøku, eiga tí at leggja upp í
hin heilaga bardagan og
ikki helma í fyrr enn hitt
fagra málið er vunnið:
Somu líkindi og sami
rættur fyri øll landsins børn
at troyta landsins lærdóms-
keldur.
Realprógvini
Oda Diana Arge
Trygvi Finnbjørn Askham
Poula Bærentsen
Virgar Tórarson Dalsgaard
Elly Maria Davida Dam
Christian
Sigmundur
Djurhuus
Rosa Irena Djurhuus
Marjun Isholm
Helena Restorff Jacobsen
Knud Lützen
Sólrun Mohr
Dann Mortensen
Arnold Karbech Mouritsen
Carl Oliver Næss
Bjarni Olsen
Anna Poulsen
Petur Poulsen
Heðin Samuelsen
Asbjørn Simonsen
Katrin Thorkildshøj
Carl Wilhelm Weihe
Myrna Aabæk
Millumskúlaprógvini
Thomas Arge
Richard
Bjarki
Johan
Bugatsch
Gunnvør Hammersheimb
Christiansen
Eivind Vøgg Guttesen
Ella Hjalt
Eðin
Wenningsted
Jacobsen
Flóvin Jacobsen
Elbert Joensen
Eyðna Kristina Joensen
Kamma Reinert Joensen
Magda Joensen
Eyðun Johannesen
Sólbrún Kjeld
Eyðum
Conradsson
Joensen
Sólrun Bergljót Ludvig
Jørgen Winther Lützen
Jórun Matras
Heðin Sigfríður Eliassonur
Nielsen
Óttar Nielsen
Beinta Samuelsen
Gorm
Lindenskov
Simonsen
Agnas Sundstein
Jákup Weihe
Ole Wang
Heðin Wardum
Annfinnur Zachariasen
Studentsprógvini
15 studentar tóku prógv í
1953
Nýmálsligir:
Hilma Viðstein, Tórshavn
Kirstin Bech, Tórshavn
Sigrun Danielsen Stykkið
Johanna Davidsen, Skála
Johanna
Mortensen,
Tvøroyri
Augusta Nielsen, Tórshavn
Matematiskir:
Benadikt Davidsen, Sandur
Óla
Jákup
Hansen,
Sørvágur
Marita Arge Magnussen,
Tórshavn
Anfinnur
Mikkelsen,
Leirvík
Poul Olsen, Eiði
Petur Sigurd Rasmussen,
Tórshavn
Jørmund
Reinert,
Norðradalur
Marius
Thomassen,
Tórshavn
Marjun Weihe, Tórshavn
Fimtan fingu studentsprógv í 1953
C
M
Y
K
9
8