Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 149 - 12. august 2003 Nr. 149 - 12. august 2003 11 Tað vóru ring tíðindi, sum komu frá Oljumálaráðnum nú um dagarnar. Enn ein turrur brunnur. Júst í hesum tíðum við lækkandi fiskaprísum og eini alivinnu, sum er við at kollsigla, hevði verið gott við einum lønandi oljufundi – tvs. einum nýggjum beini hjá okkara annars so sárbara búskapi at standa á. Tað bleiv so ikki hesaferð og mugu vit tí aftur til at bíða. Og vit mugu geva tol siga oljufólkini, tí tað skulu vanliga borast nógvir brunnar, áðrenn tú rakar við lønandi oljufund. Talan verður neyvan um nýggja boring fyrr enn um tvey ár. Eitt veruligt fund á landgrunninum hevði annars verið góð marknaðarføring av einum føroyskum oljuøki at havt við í skjáttuni, tá føroyingar í næsta mánað fara til Aberdeen á altjóða oljuráðstevnu. Men sum skilst er blussið sett nógv niður hesaferð - vit luttaka men sera skerd. Og man tað eisini vera rætt. Eingin orsøk er til ta stóru føroysku luttøkuna á oljuráðstevnu hesaferð, men heldur eingin orsøk til heilt at halda seg burtur. Vit mugu so eisini vóna, at Oljuvinnufelagið, sum hevur tikið sær av okkara egnu lokalu oljuráðstevnu eina ferð um árið, ikki missir pippið orsakað av hesum seinasta brunninum men heldur tørn og skipar fyri oljuráðstevnuni aftur í ár. Vit eru komin hálva leið í 1. útbjóðing og enn resta fýra brunnar at bora. Støða skal takast til nøkur sera áhugaverd 9 ára loyvi og til eina nýggja útbjóðing. Tað er greitt, at nógv stendur á okkara oljumyndugleikum, sum fyri nøkrum árum settu út í kortið eina spennandi leiting á landgrunninum. Hóast oljufeløg hava bundið seg til at bora fýra brunnar aftrat, so hevur tað alstóran týdning fyri okkum ikki bara at varðveita men eisini økja um áhugan fyri okkara øki. Vit eru í kapping við nógv onnur meira áhugaverd og bíligari leitiøki úti í heimi, og so leingi olju- prísurin er rímuliga høgur eru vit við í kappingini. Men tað skulu heldur ikki tær stóru broytingarnar til og vit eru »out of business«. Tað er slíka støðu, sum vit mugu gera nógv fyri at forða. Hetta er nakað, sum onnur leitiøki í heiminum eitt nú bæði Írland, Grønland og Falkland hava merkt sviðan av, nevniliga hetta at áhugin fyri hesum nýggju økjunum fyrst var ovurhonds stórur til so at minka niður í einki, tí einki lønandi fund varð gjørt. Hetta er marran hjá øllum nýggjum leitiøkjum og tað, sum okkara oljumyndugleikar nú skulu til at berjast ímóti av álvara - at tryggja, at oljufeløgini ikki missa áhugan fyri at gera framhaldandi kanningar og boringar her. Tað er so aftur ein ballansugongd, hvussu tú ger økið attraktivt við teimum treytum tú setur feløgunum. Hetta kundi so verið ein partur av komandi oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum í vetur. Tvs. hvussu fáa vit oljufeløgini at varðveita áhugan fyri okkara øki samtíðis sum vit eisini tryggja okkara egnu áhugamál við tilknýti til eina oljuleiting. Og kann tað hugsast, at ymisk viðurskifti, treytir og reglur, sum vit hava sett í sambandi við hesa nýggju vinnu, eiga at endurskoðast! DAGSINS MEINING Sosialurin Hvussu varðveita vit áhugan! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. BRIDGE Tíðindaskriv Nú summarið er við at verða av, byrjar vetrarítrótt- urin aftur. Flestu bridgefel- øgini í Føroyum byrja kappingarárið seinast í aug- ust ella fyrst í september. Seinastu árini hevur bridgetúrur verið gjørdur við gomlu Norrønu, og nú nýggja Norrøna er komin, verður túrurin sjálvandi gjørdur aftur. Túrurin verður í døgun- um 5. september til 8. sep- tember, farið verður av Havnini fríggjamorgun kl 8.30 og komið verður aftur til Havnar mánamorgun kl 5.00. Sum vanligt verða bridgekappingar fyriskip- aðar hvønn dag, t.v.s. fríggjadag, leygardag og sunnudag. Meðan skipið liggur í Hanstholm verður farið ein túr niðan í sentrið. Bridgetúrurin er sera væl umtóktur og ein góð byrjan upp á bridgeárið. Øll, ið hava hug at spæla bridge eru vælkomin at luttaka á bridgetúrinum umborð á Norrønu. Kappingar fara fram í hugnaligum um- hvørvi – og sjálvandi er hugnin í hásæti. Per Kallsberg skipar fyri kappingunum umborð, og eru spurningar um túrin er bara at seta sag í samband við hann. Allir áhugaðir bridge- spælarir kunnu tekna seg til túrin, og tað er ikki at halda seg aftur, tí allar kappingar fara fram í góðum og hugnaligum kappingar- anda. Tekning fer fram beinlið- is hjá Smyril Line. Odmar Kúrberg Eg má bara spyrja, hvat Jóannes Eidesgaard meinar við, tá hann sigur, at tá tað kostar tí føroyska skatt- gjaldaranum, so skal tað fáa avleiðingar, hvat við øllum teim um pengunum, sum tú Jóannes Eidesgaard hevur blokerað til at koma í Landskassan og kravt, at danska stjórnin setti klau- sul á »førtidspensionina«, so hon ikki kann útgjaldast í Føroyum. Men alla aðra staðni í Evropa var tikið ímóti við størstu gleði, tí skattur skal gjaldast í tí landi, pensionin verur út- goldin, og hettar gjørdi tú, eftir at tað annars var sam- tykt, at pensionin eisini kundi útgjaldast í Føroyum, um man skal trúgva heima- síðini hjá Folketinget. Og tað ljóðar ikki sum tað hev- ur fingið nakrar avleiðing- ar, um man lurtar eftir út- varpinum. Ólavur Hátún Góði Heri Simonsen ! Tað er positivt, at tú vísir midnáttarsanginum á ólav- søku so stóran áhuga, og at tú enntá hevur gjørt tína privatu »gallupkanning«. Dugi væl at skilja, at fólk vóru vónbrotin um, at sangurin ikki bleiv tað, sum vit øll høvdu glett okkum til, og sum tað við tí ovurstóru mannamúgvuni í ólavsøkuhýri og fagrasta veðri vóru bestu vánir til. Men sjálvt um tað vóru einir 2-3 sangir, sum undir teim verandi umstøðunum ikki vóru besta valið, so fari eg framvegis at halda, at skráin býtt upp í ymisk evni og í støðugum skifti millum tað mergjaða og tignarliga, tað stillisliga og yndisliga og tað skemtandi og káta ikki var so vánaligt, sum tit vilja leggja hana undir, at hon var: Tað hevur tókt millum føroyingar gaman - fródlig- ur samkomusangur við góðum stevi. Av øllum londum í eyst´ og vest´ og Mítt vakra heim høgt móti norð - vælum- tóktir føðilandssangir. Eg elski hitt gamla, hitt brimbarda býlið og Um millum gyltar borgir - inni- ligir sangir um heim og heimatilveru. Ein gomul kista av kam- fertræ - hugnalig, eldri tíð- armynd av Havnini, okkara ólavsøkubýi. Á leikvøllum funnust í forðum - klassikari millum ítróttasangir. Av øllum teim snekkjum - mergjaði svanasongurin hjá Mikkjali á Ryggi um gamla 8-mannafarið var undir teim verandi umstøð- unum alt ov langur. Einki er sum summar- kvøld og Dýrd á vík og vág - tveir av okkara bestu summarsongum. Tað brenna túsund ljós í nátt - hugvekjandi náttar- stemningur við løttum nú- tíðarlag. Eins og áarstreymur rennur - svingar sera væl burtur úr bý og út um bygdargarð Erla kongsdóttir og Bur- tur á heiði - um føroyskt gerandislív fyrr og lutvíst enn í bø og í haga. Hvør er tað, sum har kemur lætt titandi um teig - stillførur og yndisligur, men teir fyrireikaðu fleiri enn hundrað stuðulssangar- arnir fingu ikki høvi til at bera hann nóg væl út mill- um fólk. Vit hoyrdu várið kalla - sonn ástarperla hjá Karst- eni Hoydal, sum hevur uppiborið ta tónleikaligu íkilæðing, sum okkara fremsti lagasmiðir í dag Knút Olsen hevur gjørt til hennara. Katrin býr á strondini - tann av sjómansrímunum hjá Hans A. Djurhuus og Regini Dahl, sum meira enn aðrar er vorðin fólka- ogn. Royndist tó undir ver- andi umstøðum ikki so vælegnað sum onkuntíð fyrr. Hon er her í kvøld - hev- ur altíð fingið rættiligt kæti fram í sangarafjøldina; men tá nú eisini hann fór av lagi í ár, sigur tað ikki so lítið um umstøðurnar. Øskudólgur og sópingar- kona - nýggjur í hesum ólavsøkuhøpi, men gamla kvæðalagið royndist sera væl. Nú nemur náttin við smærur - gav ábending um, at vit kanska áttu at skorið talið av sangum í heftinum niður til einar 15 og so aftur farið at sungið meira uttan- at - t.d. Føroyingar, sum her nú koma saman, Land mítt, har grasið í líðum rør, Eg minnist úr gomlum søgum, So vakrar moyggjar, Í góð- um veðri hann dyrgdi o. fl.., sum boðað kundi verið frá frammanundan. Boðar tú til allar tjóðir - ljómaði samfeldur móti endanum. Ólavsøkusangurin Nei ongar fylgir Jóannes Bridgetúrur við Norrønu Lars Gulmann, ið arbeiðir sum løg- frøðingur hjá LO, metir, at ein lóggeving fyri føstum gerðarrætti í Føroyum kann gerast trupul, um báðir partar ikki vilja seta hann í verk. Hann vísir eisini á, at í Danmark vinnur LO flestu rættarmálini ímóti Dansk Arbejdsgiverforening FASTI GERÐARRÆTTUR Páll Holm Johannesen Fyri góðum trimum vikum síðan sendi Bjarni Djur- holm eitt uppskot um at umskipa føroyska arbeiðs- marknaðin. Eftir ætlan, skulu partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum koma við sínum endaligu tilmæl- um tann 25. august til upp- skotið hjá Vinnumálaráðn- um. Seinastu vikurnar hava bæði umboð fyri arbeiðs- gevarar og arbeiðstakarar, saman við landsstýris- manninum gjørt vart við seg í fjølmiðlunum. Mein- ingarnar eru rættiliga ymiskar og mótstríðandi, og serliga tykist stór ósemja verða um uppskotið at seta ein fastan gerðarrætt á stovn. Umboð fyri arbeiðs- gevararnir eru fegin um uppskotið, meðan for- kvinnan í Føroya Arbeið- arafelag, Ingeborg Vinther, vil ikki síggja nakað til uppskotið hjá Vinnumála- ráðnum. Verður fasti gerðarrætt- urin endaliga samtyktur í løgtinginum, verður talan um eina grundleggjandi broyting á føroyska ar- beiðsmarknaðinum, har vit flyta okkum inn á eitt full- komiliga óroynt øki. Danir havt fasta gerð- arrættin síðan 1909 Fyri góðum 100 árum síð- an, í 1909, settu danir sín fasta gerðarrætt á stovn. Tað vóru Dansk Arbejds- giverforening og De Sam- virkende Fagforbund, nú LO, sum komu ásamt um at seta fasta gerðarrættin í verk. Tíggju ár seinni, varð hann endaliga staðfestur við lóg í Fólkatinginum. Fram til dagin í dag eru fleiri broytingar framdar. Eitt nú fevndi fasti gerðar- rætturin fram til 1973 bert um privata arbeiðsmarkn- aðinum, men við lógar- broyting í 1973 varð eisini tann almenni arbeiðs- marknaðurin tikin við. Seinasta lógarbroytingin er frá 1996. Víkir frá føroyska uppskotinum Skipanin á føroyska ar- beiðsmarknaðinum, tá ósemjur stinga seg upp, hevur higartil verið tvíbýtt. Er talan um tulkingar- spurningar viðvíkjandi sátt- málaósemjum, hevur ein gerðarrættur tikið sær av ósemjuni. Hevur hinvegin verið talan um ólógligt sátt- málabrot hevur ein borgar- ligur rættur loyst ósemjuna. Uppskotið hjá Vinnu- málaráðnum leggur upp til, at nýggi fasti gerðarrætt- urin bæði skal taka sær av tulkingarósemjum og sátt- málabrotum. Skipanin í Danmark er eitt sindur øðr- vísi uppbygd. Fasti gerðarrætturin hjá dønum tekur sær bert av sáttmálabrotum, og ikki tulkingarósemjum. Tulk- ingarósemjur á danska ar- beiðsmarknaðinum tekur, sum í núverandi skipan í Føroyum, ein gerðarrættur sær av. Vit vinna flestu rættarmálini Fyri at fáa eitt sindur gjøllari yvirlit, hvussu fasti gerðarrætturin hevur roynst í Danmark, hava vit sett Lars Gulmann, løgfrøðingi hjá LO stevnu, um hvørjar royndir LO hevur av rætt- inum. LO er høvuðsumboðið fyri arbeiðarafeløgini í Danmark. Stovnurin er eitt samskipandi landsfelag, ið miðsavnar øll arbeiðara- feløgini í Danmark. Í Før- oyum hevur av á verið frammi um at fáa eitt líkn- andi landsfelag, men tað hevur ongantíð komið nak- að ítøkiligt burturúr. Ein av grundgevingunum hjá føroysku arbeiðarafel- øgunum fyri ikki at góðtaka ein fastan gerðarrætt hevur verið, at arbeiðararfeløgini í eitt nú Danmark hava havt orð á sær, at tey tapa flestu rættarmálini í fasta gerðar- rættinum. - Síðan skipanin við fasta gerðarrættinum í Danmark í 1992 eisini fór at fevna um eftirlønir, hava vit vunnið flestu rættarmálini. Áðrenn broytingina í 1992, vunnu arbeiðsgevararnar flestu rættarmálini, men nú er gongdin ein heilt onnur, og hagtølini siga, at vit vinna flestu træturnar, greiðir Lars Gulmann frá. Hann vísir á, at síðan lógarbroytingina í 1992, er talið av rættarmálum nógv økt. Undan henni vórðu vanliga eini 300 rættarmál árliga, men talið er økt munandi, og nú eru um 1000 mál árliga hjá fasta gerðarrættinum at taka sær av. Lars Gulmann fortelur, at grovt sæð, snúgva flestu vunnu rættarmálini júst um eftirlønartreytir. Serliga stevnir LO óskipaðum ar- beiðsgevarnum, sum ikki hava eina eftirlønarskipan til arbeiðstakararnir. Hin- vegin vinnur mótparturin, Dansk Arbejdsgiverfore- ning, oftast rættarmál um ólóglig verkføll hjá arbeið- arafeløgunum. Fasti gerðarrætturin eitt frálíkt aktiv Løgfrøðingurin hjá LO er sera fegin um fasta gerðar- rættin, tí hann loysir trætur skjótt og greitt. – Bæði LO og DA(Dansk Arbejdsgiverforening) eru sera væl nøgd við fasta arbeiðsrættin. Báðir partar eru samdir um, at hann er eitt frálíkt aktiv og riggar til fulnar, sigur Lars Gulmann Tá vit greiða honum frá støðuni í Føroyum, at polit- iski myndugleikin hevur ætlanir um at lóggeva fyri einum føstum gerðarrætti, sigur Lars Gulmann, at hóast hann ikki fylgir við í málinum, so kann tað gerast trupult. - Í Danmark var tað upp- runaliga ein semja millum mótstríðandi partarnar, LO og Danska Arbejdsgiver- forening, um at stovnseta ein fastan gerðarrætt, og síðan varð tað lóggivið fyri rættinum. Er annar parturin á arbeiðsmarknaðinum ósamdur við seta ein fastan gerðarrætt í verk, so kunnu avgjørt stórir trupulleikar verða við at lóggeva fyri einum føstum gerðarrætti í Føroyum, metir løgfrøðing- urin hjá LO at enda. Løgfrøðingur hjá danska LO: -Vit vinna flestu rættarmálini Um góðar tvær vikur skulu partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum geva sítt tílmæli til uppskotið hjá Vinnumálastýrinum. Ein løgfrøðingur hjá danska LO, sum umboðar donsku arbeiðararnar, heldur at verða mótstríðandi partarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki samdir um at seta ein fastan gerðarrætt í verk, kann tað gerast trupult hjá politiska myndugleikanum at lóggeva fyri honum Mynd: Savnsmynd C M Y K 11 10