týsdagur 12. august 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 12. august 2003
15
UMMÆLI
Astrid MacDonald
Hóast tey høgu hitastigini,
hevði Ólavur Hansen, sang-
ari, valt at lata tær tjúkku
purlurnar sita. Hárið er tó
vaksið síðan Prix Føroyar -
kappingina, nú dekka purl-
urnar eyguni heilt. Eygna-
kontakt er ikki tað, teir
spæla uppá. Í heila tikið er
tað ikki upptraðkanin, sum
hevur týdning – har eru teir
alt ov tamir, haldi eg.
Harafturímóti spæla teir
tónleik, so tað forslær.
Konsertin byrjaði við lagn-
um “Verðin druknar”.
Tað er eitt flott lag, og
niðurlagið so deiliga for-
loysandi. Tað sama er gald-
andi fyri hini løgini, at
niðurlagið kemur brestandi
sum ein bumba og lamen-
terar gjøgnum luftina. Her-
ligt! Feitt! Teir spæla sera
presist og eru væl saman-
spældir. Og teimum dámar
tað.
Men hvat snúgva sang-
irnir seg um? Ja, tað er ein
góður spurningur viss eg
sjálv skal siga tað. Tí eg
hoyrdi bert einstøk orð inn
ímillum, “verðin drukn-
aaaar”
og
“avgong-
aaaaahhh” hini orðini
druknaðu burtur í tónleik-
inum. Møguliga hevur tað
ikki tann stóra týdningin
fyri teir – boðskapurin
liggur í ljóðinum. Eitt lag
æt Krakk – áhugavert hevði
verið at vitað, um tað er
krakkið
í
Føroyum
í
80’unum, ommusa grøni
krakkur ella tað at fáa
krakk, teir sungu um.
Men um boðskapurin
liggur í ljóðinum, leveraðu
teir vøruna! Tí tað var
skitigott! Og á onkran hátt
poetiskt eisini. Sangarin
Ólavur við síni vøkru rødd,
ljómborðsspælarin
Knút
við melodiøsum fingrum á
tangentunum, bass-spæl-
arin Niels Jákup við væl
upplagdum og beinraktum
spæli,
trummusláarin
Jógvan Andrias sum ein
annar Animal (hann sjálvur
frá Muppet Show), sera,
sera góðar trummur, og
síðst, men ikki minst,
gittarspælarin Tórfinn. At
duga so væl at spæla upp á
ein gittar sum hongur niðri
á knøunum, er fantastiskt.
Og hann dugdi væl at vera
á pallinum – høvdið rullaði
og hann rokkaði við –
saman við ljómborðsspæl-
aranum Knút hevði hann
mest palltekki, haldi eg.
Niels Jákup fekk ein prís
– tann sokallaði “fidus-
pokal”, fyri sítt kula bass-
spæl. Skilji tað væl. Hann
dugir, hasin jassurin.
Samanumtikið eitt upp-
livilsi av teimum góðu –
óluksáligt at teir ikki
vunnu.
Tónleikur og ikki gestaupptraðkan
Ólavur Hansen, sangari í Gestum, hevði ikki klipt sær, hóast nógva hitan í Danmark.
– vit fangaðu tey 50 fólkini, sum lurtaðu eftir okkum, so á tann hátt vunnu vit.
Tað er tað, tað handlar um, var positiva niðurstøðna hjá Knúti H. Eysturstein
15
14
Nr. 149 - 12. august 2003
Ein av vinningunum
hjá Gestum fyri at
vinna Prix Føroyar
2003 var at spæla við í
Starfighters-kapp-
ingini á Skande
rborg-festivalinum.
Tað gjørdu teir, men
vunnu ikki fram
millum trý tey bestu
orkestrini, sum
dómararnir valdu.
- At spæla fyri 50 og
fanga tey, so hevur
man vunnið tey, segði
Knút H. Eysturstein,
urguleikari, tá úrslitið
var kunngjørt og
Gestir ikki vóru í
milllum vinnararnar.
Øssur Winthereig
ossur@post.olivant.fo
Gestir vitjaðu Skander-
borg-festivalin, men vitj-
anin var styttri enn ætlað og
vónað.
– Hatta var ikki nóg gott.
Tey vilja hava onkran, sum
kann seljast í Danmark. Vit
eru ørðvísi. Tað vóru fyrstu
orðini frá urguleikaranum í
Gestum, Knúti H. Eystur-
stein, eftir at úrslitini av
tónleikakappingini
Star-
fighters vórðu lisin upp á
pallinum “Den blå Planet”.
12 orkestur ella bands,
sum tað eitur nú á døgum,
vóru við í hesi kappingini,
sum er fyriskipað av, Dan-
marks Radio P3, Boogie og
tónleikablaðnum
Gaffa.
Kappingin er ein talent-
kapping. Hini orkestrini
høvdu verið við í fleiri
kappingum í Danmark og
vóru so endaði í finaluni í
Skanderborg.
Gestir
vunnu
Prix
Føroyar kappingina, og tað
var teirra vegur inn í Star-
fighters.
Virðislønirnar vóru lokk-
andi fyri nummar eitt, tvey
og trý. Nummar eitt fekk
plátusáttmála og skuldi
spæla á stóra pallinum á
Festivalinum sunnudagin
við eini 15.000 til 20.000
áhoyrarum. Tey trý bestu
skuldu eisini ferðast runt í
Danmark til onnur tón-
leikatiltøk- á turné.
Men tað gekk bara ikki.
Mussaðu og lurtaðu
Klokkan fimm seinnna-
partn leygardagin, meðan
30.000 fólk lógu, spákaðu,
mussaðust, drukku øl ella
sólaðu sær í 29 stigum,
gjørdu fimm føroyingar seg
klárar á pallinum.
Eini 30 fólk stóðu klár at
hoyra Gestir. Onkur hevði
føroysk fløgg við – ja, ein
hevði eitt í fullari landsliðs-
stødd.
Samskiparin av Prix Før-
oyum, Fróði Vestergaard,
var komin til Danmarkar
sama dag. Hann var enn í
kowboy-buksum, sum ikki
vóru ætlaðar til 29 stig.
Hann var stoltur yvir eyka-
vinningin, sum tey høvdu
funnið uppá til vinnararnar
á Prix Føroyum.
– Tað verður gott. Teir
hava vant nógv og hava
vant nógv nýggj spennandi
ljóð. Hetta er størri enn
“Stjerne for en aften”, helt
Fróði Vestergaard.
Thora
Augustinussen
stóð millum tey fremstu 30
og smíltist og var ómetaliga
spent:
– Eg eri komin niður í
dag bara at lurta eftir
Gestum. Vit kennast. Ongin
veit, at eg eri niðri. Eg mátti
bara avstað.
Nú vóru eini 40 fólk
komin at lurta. Áðrenn
Gestir, høvdu Stomped
spælt. Heavy Rock við
báðum hondum uppi yvir
høvdinum – næstan allatíð-
ina. Og plássið inni í tjald-
inum á “Den blå Planet”
var so at siga fult. Vaksin
og børn fylgdu Stomped –
nakrir tatoveraðir tónleik-
arar, sum helst vóru eitt
tónleikaættarlið eldri enn
Gestir. Og teir vunnu eisini.
Men nú vóru tað Gestir.
Vit eru Gestir
50 fólk vóru nú í tjaldinum
– teirra millum tveir skotar
í kilti og berir oman fyri
kiltið. Tað var ikki møgu-
ligt at staðfesta um sama
var galdandi undir kilt-
inum.
– Vit eru Gestir. Væl-
komin á konsert, segði
Knút H. Eysturstein, og so
hevði Skanderborg Festival
vitjan av føroyskun Prix-
Føroyar
vinnarunum
Gestum.
Ein hálvan tíma við
gestatónleiki. Fýra dómarar
skuldu meta um tónleikin
hjá teimum 12 orkestru-
num, sum høvdu spælt
tríggjar dagar. Trý orkestur
hvønn dag og Gestir sum
teir seinastu.
Nú var vinningurin frá
Prix Føroyar kappingini
brúktur. Gestir høvdu á
ferðini ein maneykjara -
Clickhaze-mannin Jens L.
Thomsen. Tá Gestir vóru
lidnir dugdi hann at siga:
– Feitt, ha?
Góðar greyðir og gott
at spæla
Thora var sloppin afturum
pallin og stóð og trippaðu
eftir gestunum, sum hon
var komin til Danmarkar at
lurta eftir. Hon var so glað,
tí tað hevði gingið so væl,
helt hon.
Ongin av gestunum er
nakar snakkari. Ólavur
Hansen, sangarin í band-
inum, helt beint eftir kon-
sertina:
– Jú, ein plátukontrakt er
upp á spæl, men tað hugsar
man ikki um á pallinum.
Knút H. Eysturstein:
– Jú hetta var stulligt.
Her var gott at spæla og vit
høvdu góðar greyðir.
– Vit eru sera vælvið-
farnir og vit búgva væl, helt
Knút fyri, Teir búðu á
einum vallaraheimi beint
við festivalin.
Nú vóru tveir tímar at
bíða eftir, hvussu væl
Gestir vóru viðfarnir av
teimum fýra dómarunum.
Vónirnar minni
Mister G-festival Sólarn
Solmunde gekk runt við T-
shirt, har Gestir stóð á.
Hann royndi at síggja kul
út, men beint áðrenn úrs-
litið var lisið upp, var hann
eisini spentur:
– Vit vænta tað ringasta.
Vónirnar eru ikki so góðar
nú, sum tær vóru. Gestir
var besti bólkur, men eg
veit ikki. Bara teir blíva
nummar eitt, tvey ella trý,
so sleppa teir á turné. Tað
kann
tað
koma
nógv
burturúr.
– Vit koma ikki víðari.
Tað rokni eg bara ikki við,
segði Ólavur Hansen beint
áðrenn úrslitið. Og hann
fekk rætt:
Tað gekk bara ikki!
Fangaðu 50 og vunnu
Tá nummar trý ikki vóru
Gestir
og
heldur
ikki
nummar tvey og heldur ikki
nummar eitt, so valdu
Ólavur Hansen, Torfinnur
Jákupsson,
Knút
H.
Eysturstein, Niels Jákup í
Jógvansstovu og Jógvan
Andrias á Brúnni at standa
høviskir og geva vinn-
arunum lógvabrestir og lata
sum um hetta var einki
serligt.
– Vit fangaðu tey 50
fólkini, sum lurtaðu eftir
okkum, so á tann hátt
vunnu vit. Tað er tað, tað
handlar um, var positiva
niðurstøðan hjá Knúti H.
Eysturstein.
– Nú eru kappingarnar
lidnar, nú skulu vit bara til
Føroya at spæla okkara
tónleik. Næsta er Lista-
stevnan.
Tá Thora hevði hoyrt
endaliga úrslitið sást henn-
ara andlit. Skrikt saman í
eina góðum gomlum prutli
(prrrrrrrrrrrrrrtttllll):
– Hatta mást tú gjarna
sitera meg fyri, segði
Thora, sum var súr ella bara
kedd.
Fróði Vestergaard stóð
sum Kánus. Skilti ikki, at
Gestir – besta rokkorkestrið
í Føroyum 2003 – als ikki
sluppu í part.
– Hatta var skuffandi.
Gestir vóru mest orginalir.
Teir vóru eisini betri enn
teir, sum vunnu! Ljóði eg
sum ein ringur tapari??
Men eg eri ikki samdur við
úrslitið hjá dómarunum,
var niðurstøðan hjá sam-
skiparanum av Prix Før-
oyum, sum kortini heldur at
luttøka á Skanderborg festi-
valinum og í Starfighters-
kappingini er ein góður
síðuvinningur
hjá
Prix
Føroyar-vinnarunum.
Gestir í Skanderborg:
Gestir vitjaðu ov stutt
– Hatta var ikki nóg gott.
Tey vilja hava onkran, sum
kann seljast í Danmark. Vit
eru øðrvísi. Hetta var fyrsta
viðmerkingin hjá Knúti H.
Eysturstein, sum er
urguleikari í Gestum
C
M
Y
K
14