týsdagur 12. august 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- Jensen, Nielsen og
Poulsen
UMMÆLI
Kim Simonsen
Á Listastevnuni hevur verið
høvi at hoyrt yrkjarnar Carl
Johan
Jensen,
Jóannes
Nielsen og Tórodd Poulsen
lesa egnar yrkingar. Carl
Johan legði fyri í Müllersa
Pakkhusi. Hann dugir væl
at lesa. Tað duga allir á
hvør sín hátt, tí er tað altíð
best at hoyra yrkjarnar lesa
yrkingirnar sum teir vilja
hava at vit skulu hoyra tær.
Tóroddur er hin stuttligasti.
Jóanes hugtakandi kenslu-
borin. Carl Johan kanska
hin mest akademiski. Carl
Johan er eisini hin torfør-
asti yrkjarin av hesum trim-
um. Kanska eg eri idio-
synkratiskur, men Carl
Johansa yrkingar siga mær
millum lítið og einki,
prosain enn minni. Møgu-
ligani er Carl Johan mis-
skyltur sum yrkjari, tað er
ein ástøðisligur møguleiki.
Eg havi ongantíð sæð hann
úttømandi ummæltan ella
viðgjørdan. Sjálvur hevur
hann ummælt onnur niður
og norð, ið ikki júst rekast
innan hansara bókmenta-
áskoðan. Kanska ræðast tey
flestu at siga okkurt um
Carl Johan, tí hann er fløkt-
ur, torgreiddur og trupul
sum fáur. Hansara yrkingar
eru bæði kronglutar og inn-
viklaðar. Eg haldi eisini tær
kunnu tykjast pretentiøsar
og konstrueraðar. Ein onn-
ur orsøk til at ongin skrivar
um CJJ er, at hann altíð
kemur fyrst við ummælum
av teim sum skriva okkurt.
Við sjálvsøgdum myndug-
leika veit at siga, hvør dugir
at skriva og ikki, hvør er
hot og not, ið nærum altíð
endar sum 10-0 til CJJ (og
vinir). Eisini bókmenta-
frøði og ikki minst bók-
mentafrøðingar fáa vanlig-
ani toyggið.
Um Carl Johan hevur
uppdaga tað, veit eg ikki,
men tað finnast fleiri fagur-
frøðisligar hevdir innan
modernaða yrking, ið man-
gan eru langt frá hvørjum
øðrum. Hetta er eisini so-
leiðis innan fotolist, video-
installatiónir, konseptlist og
t.d. tónlist. Neyðugt er at
royna at rúma fleiri hættir í
senn.
Carl Johan, Jóanes og
Tóroddur
umboða
júst
tríggjar ymiskar fagurfrøð-
isligar slóðir. Tí er tað helst
ikki ein farðbar leið at
royna at samanbera hesar.
Ymisk eru ættarlið
Fyri eitt ættalið av yrkjar-
um, ið komu fram í áttati-
árunum í Føroyum gjørdist
postmodernisman leiðin.
Her finst heimurin bert í
brotum. Hann er støkk-
kendur og menniskjað kann
ikki hóma heildir. Post-
modernisturin fer tí at
skoða seg sjálvan við
distansuni. Hann vil skriva,
men sansirnir tykjast púra
fragmenteraðir. Tað er sum
eitt slíkt tíðarskeið í før-
oyskari yrking byrjaði við
Tórodda. Seinni fór Carl
Johan eisini at skriva yrk-
ingar. Sum yrkjarar líkjast
teir ikki, men teir hava
keypt sama tíðaranda (sí
annars grein í Vaðanum
2002 eftir undirritaða).
Ættarliðið áðrenn var øðr-
vísi. Her hugsi eg t.d. um
Róa, Kára P., W. Heinesen,
men eisini um Alexandur
Kristiansen og Jóanes Niel-
sen. Serliga Jóanes hevur
okkurt Suðuramerikanskt,
ið hann sjálvur hevur
blanda við politiskari til-
vitan. Jóanes sær heimin
frá Føroyum við gerandis-
daginum sum baksýni og
við einum brillum, ið vevja
henda føroyska veruleika
til vakrar yrkingar. Jóanes
hevur tak um modernistisk-
an yrkingasið. Hann minnir
av og á um Ivan Malinovski
(bæði sum yrkjari og sum
intellektuellur). Eg haldi, at
tað besta við Jóanesi, er at
hann ikki ræðist pathos.
Hann elskar pathos, ið inn-
an yrking kann vera bæði
vandamikið og gott. Hjá
Jóanesi er tað gott, tí hann
dugir í sínum hymnum og
harmasangum at sigla leys-
ur av brotasjógvum frá
sentimentalum og nostalg-
iskum brasi.
Havnará og
gerandisdagurin
Karmarnir í Müllersa Pakk-
húsi, við ljóðið frá Skipa-
smiðuni í Havn, kól frá
likkum hóskaðu væl til
Jóanessa upplestur, ið altíð
er ein heilsan til Havnina,
gerandisdagin, arbeiðandi
fjøldina og kend skøld.
Meðan hann læs, sá eg eina
skipsmastur
spakuliga
danda uttanfyri vindeyga.
Eg hugsi altíð um Pablo
Neruda
og
um
César
Vallejo, tá eg lesi ella hoyri
Jóanes. Bæði tí at hesir
vóru góðir, men eisini tí at
bæði Neruda og Vallejo, av
og á royndu at bjarga heim-
in við sínum yrkingum, har
tær skuldu bróta seg fram
og vísa veg fyri alt fólkið.
Jóanes læs kendu yrking-
ina um William Heinesen.
Eina um Magnus Dam
Jacobsen, ið vist eitur
Havnará syngur um sínar
horvnu dreingir. Frá nýggja
savninum komu eisini eini
tvær góðar. Yrkingin Hugo
er deyður, er ein beinleiðis
heilsan til »Lítil ljómur við
deyða Silvestre Revueltas«,
hjá
Neruda,
m.a
her:
»Silvestre er deyður, /navn-
ið aldar gjøgnum akrarnar í
brekkunum« (Enduryrkt av
Karsten Hoydal í savninum
»Sólarkringur« í 1982). Og
í eini aðrari, ið ljóðar:
»Elskaði veri tey sum stilla
vekjaran og vita, at lívið
ikki hevur eina ávísa mein-
ing (_)« (eg havi ikki savn-
ið her, so hetta er frítt frá
minninum), síggja vit eina
heilsan til Vallejo: »Elskað
veri tey, sum seta seg (_)«.
Jóanes hevur góðar fyri-
myndir. Tað er bert ótrúligt,
at hann í blaðgreinum
mangan hevur umboða tey
bíttastu sjónarmiðini í Før-
oyum, samstundis sum
hann leggur so nógv gott
eftir seg av yrkingum.
Modernisma og glað
nihilisma
Bardagin millum modern-
istisku upplýsingarheim-
spekina og postmodernism-
una, var hin størsti bardagin
innan hugvísindi og list í 20
øld. Bardagin heldur á
ótarnað í 21 øld. Hetta er tí
sjálvur »reyði tráðurin«
innan vísindi og mentan í
dag.
Danski bókmentafrøð-
ingurin Marianne Stridsen,
ið er ein av teim seinastu
reinu
postmodernaðu
intellektuellu í Danmark,
tosar í bókini: »Idyllens
grænser – På sporet af en
kritisk postmodernisme«
frá 2003 um at postmod-
ernisman er (var) opinleiki,
yvirskot og tolsemi, ið
ynskti øllum fremmandum
vælkomnum. Hon helt, at
tað postmodernaða stóð
fyri: »Kompleksitet, delta,
uforudsigelighed,
det
lokale, det »andet«, kaos,
ironi, pastiche, overflade,
simulacrum, kopi, orna-
ment og fragment« hetta
mótvegis innihaldi, heild,
djúpum
skipanum
og
essensi. Tóroddur Poulsen
hevur øll hesi postmodern-
aðu eykenni í senn. Lesarin
veit ongantíð, hvat hann
sigur næst, hann er lokalur
(Havnin) og dyrkar ironi,
pastiche og formin. Tað er
sum um Tóroddur veit (ella
heldur seg vita), at alt bert
er fragmentir, endurgerð og
kopi av einum kopi. So far
so good, her kunnu Tórodd-
fjepparar ikki vera so
ósamdir (hetta er ikki ein
meting, meiri ein lýsing).
Tóroddur er stuttligur og
anarkistiskur. Ein fínur
upplesari eisini. Fantastisk-
ur show maður á palli. Men
tað er, sum ein ummælari
tók til í Politiken, okkurt
»ugidelig« og »vrengandi«
yvir øllum. Í hesum eru
Tóroddafjepparar helst ikki
samdir. Men hví hetta
»speisemi«, og hví skal
man skriva soleiðis, tá tað
er so nógv álvarsamt og
vakurt at viðgerða? Hví
»yvirflatu«,
»kopi«
og
»kaos«? Eg haldi ikki, at
tað er nakað galið við
innihaldi sum so, bert hetta
finnir ein form, ið klæðir.
Hetta er so tað hetta
ættarliðið vildi seta í staðin
tilveru- og heimsfatanina
hjá klassisku modernism-
uni. Hetta er ikki bert eitt
kjak um Tórodd ella ikki,
men um postmodernaða list
og um modernismuna, t.v.s.
mínar atfinningar stinga
nógv djúpri enn til eitt kjak
um ironi ella pathos, um
Tórodd ella Jóanes.
Hvar eru tey ungu?
Sjálvandi er gott at hoyra
hesar yrkjarar live, men eg
sakni okkurt nýtt, okkurt
annað og at vit koma víðari
í føroyskari yrking. Hesir
tríggir eru longu, ella
nærkast teim fimti, hvar er
ættarliðið eftir hesar? Har
er onkur, ið roynir at gera
seg galdandi, men ikki
veruligani hevur funni seg
sjálvan enn. Stuttligt hevði
verið at sæð t.d. tey 11, ið
vunnu her fyri lisið okkurt.
Ella enn betri um mikro-
fonin varð opnað eitt heilt
kvøld á Café natúr t.d., so
man kundi njóta eina øl og
hoyrt t.d. eini 20-30 av teim
126, ið júst sendu inn. Ella
vit gjørdu hetta til eitt fast
innslag, at øll kundu lisið
okkurt. Hetta saman við
tónleiki, tí yrking er veitsla,
frøði og gleði. Yrkingin
skal skræðast vekk frá
øllum sakralum. Tónlista-
lívið í Føroyum er sera
livandi við G Festivali og
Prix Føroyum har undir-
skógurin verður nørdur.
Innan yrking er tað sum um
fólk skulu skamma seg, tí
tey hava vunnið eina virðis-
løn fyri at yrkja, ella sent
eina yrking til eitt blað, tí
tempulverjar av egnum
miseyðnaðum verkum, fáa
ilt fyri bróstið tá onkur
annar fær ans fyri yrkingar.
At útvarpið lesir vinnandi
yrkingarnar er í lagi, men
bøtir ikki um hetta í
longdini. Eg bíði eftir at
okkurt nýtt kemur fram at.
Yrking
Kim Simonsen gevur føroyskum yrkjarum toyggið í ummæli í sambandi við upplestur á Listastevnuni.
The Notebook & The
Proof. Belgiskir sjón-
leikarar í Leikhús
Gríma. Leikirnir hjá
teim eru um sam-
leika, útlegd og
fremmandagerðing –
trý stór tema úr 20
øld. Serligani innan
modernismuna hava
vit sæð hetta viðgjørt
UMMÆLI
Kim Simonsen
Tað er altíð forkunnugt at
síggja professionellan sjón-
leik í Føroyum. Leikirnir
»The Notebook« og »The
Proof« koma frá sjónleika-
bólkinum De Ondernem-
ing, ið varð stovnaður tá
tríggir yrkisbólkar gingu
saman í 1997. Hetta hendi í
sambandi við altjóða sjón-
leikadagar Théatres du
Monde. De Onderneming
merkir »Fyritøkan«. Hesi
gera royndir við nýggjum
og øðrvísi palli. Sjálvt um
hesi fólk eru nýskapandi,
so eru tey ótrúliga klassisk.
Teirra sjónleikur er skyldur
við vanligan modernistisk-
an leik, ið vit hava sæð síð-
ani 1930ini, hetta er tí ikki
longur so nýskapandi, men
modernað klassiskt. Hós-
kvøldið spældu tey hesar
leikir í Leikhúsinum hjá
Grímu. Í bólkinum eru bert
fýra fólk (Günther Lesage,
Ryszard Turbiasz, Robby
Cleiren og Carly Wys), ið tí
hava eina ørgrinnu av leik-
lutum. Bert við at skifta
húgvu ella eitt plagg spæla
tey nógvir persónar.
Tekstin til leikirnar tey
framførdu hava tey funni í
einum tríbindaverki hjá
ungarsku Agota Kristof.
Hon skrivar um egnar upp-
livingar úr Ungarn og frá
uppreistrinum í 1956. 40 ár
eftir hetta í útlegd festi hon
hesar hendingar á blað. Við
øðrum heimsbar-
daga sum bak-
sýnið skrivar hon
um hvussu tví-
burarnir Claus
og Lucas yvir-
livdu barnaár í
krígstíð.
Teir
halda
øgiligar
venjingar fyri at
venja seg við
pínu. Teir búgva
hjá ommu síni,
ið øll kalla »Heks-
in«. Mamma teirra hevur
sent teir til ommuna (spæld
av
einum
manni!).
Í
grannalagnum búgva nógv
fólk. Vit møta grannagent-
uni, ið presturin misnýtur
kynsligt, áðrenn dreingirnir
fáa hann at gjalda pening til
hennara familju. Øll brúka
hvønn annan. Dreingirnir
verða
eisini
kynsligani
brúktir av eini eldri konu.
Grannagentan neyðtikin av
russiskum
soldátum.
Omman tekur sær ikki av
dreingjunum. Teir gerðast
løgnir
og
vandamiklir.
Presturin roynir at læra teir
okkurt, men eisini hann er
illa fyri. Tá mamman at
enda kemur eftir dreing-
inum, hevði hon eitt barn
við. Tá vildu teir ikki við
henni. Løtu seinni varð hon
sprongd í luftina av eini
granat. Hon og barnið vóru
jarða uttanfyri. Seinni kom
pápin aftur, men hann átti
eisini onnur børn. Seinni
verður pápin skotin av
mammuni, tí hann hevur
funni sær eina hjákonu.
Beiggin varð eisini skotin
og endaði á einum serligum
heimi fyri meislaði børn.
Mamman inniløst á einari
sálarligari deild. Á heim-
inum fyri børn er drongur-
in, ið vit halda vera Lucas,
sera óndur og fer illani við
hinum børnunum. Beiggj-
arnir gjørdust kenslu- og
náðileysir sum børn, og eru
ein mynd av neyðini í lond-
um sum Ungarn. Í »The
Notebook« møta vit tvíbur-
unum sum smádreingir. Í
»The Proof« eru teir vaksn-
ir. Men gjørligt var tó at
síggja leikirnir hvør sær. Í
»The Proof« er senan lívið í
einum eystureuropeiskum
landið. Kanska serliga rund-
an um eitt heim fyri brekaði
børn í Ungarn. Einki er
fastlagt gjøgnum leikin,
enn ikki um tvíburarnir
nakrantíð møttust aftur. Um
drongurin
sjálvur
fann
uppá beiggja sín. Alt er hult
í eini toku av pínu.
Dramaturgisk var hetta
ein stravin leikur at hyggja
eftir. Hann var so ótúliga
intensur. Persónarnir eru
nógvir og teksturin fylti
øgiligt, og so vardi hetta alt
kvøldið, t.v.s. eini 3-4 tím-
ar. Eg var sera móður eftir
henda umgang av sjónleiki.
Upprunaliga
eru
hetta
tríggir leikir. Øll triologiin
er ein stór leitan eftir
samanhangi, samleika og
eini søgu, tí søgugongdini
broytist til seinastu løtu.
Dialogurin er løgin, mest
sum bert einarøður og við-
merkingar – nærum eingin
tosar vanligani. Fremmanda-
gerðingin er í spælinum.
Tvíburin Lucas leitar eftir
horvna beiggjanum Claus,
men mynduleikarnir stað-
festa at hann sjálvur hevur
skrivað alt, ið hann sigur
beiggin
hevur
skrivað.
Leikurin snýr seg um søgu
og um hvat er falsan? Hvør
hevur
rætt?
Karmurin
handan alt er heimspolit-
iskur. Kenslan av nýggjari
sentraleuropeiskari søgu,
útlegd, av jarntjaldið, hóp-
drápi, kríggi. Á senuni er
alt hult í lygn og tøgn.
Spurningarnir fylkjast sum
gátur. Hvør er hvør? Hvat
er eitt menniskja. Kunnu vit
tulka menniskja?
At tulka menniskja
Belgiskur yrkisleikur var á
Meiarínum í sambandi við
Listastevnuna.
Forlegg: Agota kristof
Gjørt til leik: De Onderneming:
Ryszard Turbiasz, Günter
Lesage, Robby Cleiren, Carly
Wijs.
Sena: Stef Stessel
Tøkni: Richard Kerkhofs
Búnar: Charlotte Willems
Longd: Uml. 4 tímar.
heystið er
líkasælan
í eygunum
á læandi ungdómum
kátar krákur
og órudd
sum flákrar í stikum
millum ár og dag
liggur eitt heilt lív
við skýferð í ymsum litum
og grønum og gulum grasi
millum ár og dag
leita reikandi rekar
eftir summarfuglinum
við tí rætta litinum
millum ár og dag
har várið ongantíð nam heystið
hómast eldri og nýggjari gravir
við grønum og gulum grasi
Sólrún Michelsen
Yrking
Aldan
skóleys
møtir tær
og iljunum
bløðini fúka
Eva er nakin
krúnan á verkinum
eg gangi heim
sjálvt morgunin er vaknaður
bløðini skriva
hetta er mítt blað og likam
skommin úr garði
leyp har tað var lægst
og datt um tann mista tráðin
Theodor Eli Dam Olsen
Yrking
16
Nr. 149 - 12. august 2003
Nr. 149 - 12. august 2003
17
C
M
Y
K
17
16