Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sofie Ottesen og Thomas Peter Koppel vóru á palli í Norður- landahúsinum fríggjakvøldið UMMÆLI Kim Simonsen Føroyskir operavinir høvdu møguleikan at hoyra nakað av opera á Listastevnuni fríggjadagin í Norðurlanda- húsinum. Sofie Ottesen sopranur og tenorurin Thomas Peter Koppel eru kend frá Det Ny Teater, har tey serliga hava sungi operettur, m.a. Flogmýsina í 1994. Í Norðurlandahúsinum sungu tey eina sera fjøl- broytta ská. Har var alt frá Puccini, Pantom Of The Opera, West Side Story. Av og á dugdi eg ikki at síggja nakran samanhang millum operattutónleikin, Chess, Frank Sinatra og Pucchini, men tað ljóðar gott. Sofie Ottosen Kvinnuligu sopranurin So- fie Ottosen hevur lært hjá Oren Brown í New York, hjá Bodil Gümoes og hjá Susannu Eken í Keyp- mannahavn. Hon hevur sungið masterclass hjá Elisabeth Schwartzkopf og arbeitt saman við Peter Ustinov. Í 1992 sang hon Carmen á Kongeligu Leik- húsinum í Keypmanna- havn. Har sang hon eisini Barbarina úr brúðleyp Figaros og Niece i Peter Grimes. Hon er eisini javn- an solistur fyri Sjællands Symphoniorkestur og ork- estur í Odense. Hon hevur eisini sungið Matteus pas- siónina, Messias, Requiem hjá Brahms og Mozart, Jólaoratoriið, Elverskud og Carmina Burana. Sofie Ottosen, er eingin heims- stjórna, men syngur tó rættiliga væl. Thomas Peter Koppel Hann var bert 8 ára gamal tá hann fyrstu ferð var á palli. Tað var í operahús- inum í Sydney í Gianni Schicchi hjá Puccini. Í 1991 fekk hann starv í operakórinum á Kongeliga Leikhúsinum í Keypmanna- havn og leiklutir sum Nick í søguni hjá tænastugentuni. Remendado í Carmen, Ro- derigo í Otello, Traplitskij í Spaðarfrúgv og 1 Jude í Salome. Hann hevur sungi Tamino í Gandafloytuni, Alfred í Flogmúsini og Camille de Rosillon í Kátu Einkjuni. Eisini er hann kendur sum solistur undir árligu ókeypis uttandura konsertini í Søndermarken á Frederiksberg. Hann kem- ur av kendu tónleikafamilj- uni Koppel, ið m.a. telur Anisette frá Savage Rose. Thomas Peter Koppel hev- ur eina rættuliga stóra tenorrødd, men heldur ikki hann fer at gerðast nøkur heimsstjørna. Frá Chess til opera Í Norðurlandahúsinum var skráin sera fjølbroytt. Tey byrjaðu við opera eftir Pucchini, ið var tað besta. Seinni fóru tey at syngja musicaltónleik frá Chess og West Side Story, ið var minni væl eyðnað. Tá Thomas Peter Koppel sang »Anthem« helt eg ikki at hann kláraði tað. Tá Sofie Ottosen so royndi seg við »New York« hjá Frank Sinatra helt eg, at hon royn- di at oyðileggja sangin. Mær dámar væl Chess, Benny og Bjørn frá ABBA eru dugnaligir listamenn í dag, men Andrew Loyd- Webber orki eg ikki fyri. Eg haldi eisini, at operettur mangan eru at sammeta við áhugaleik og dilletantko- mediuna. Mær dámar opera, men operettan sigur mær einki, tí dugdi eg illani at njóta langa stykki úr Flogmúsini. Í seinastu viku var staðfest, at tænastuvinnan í USA sum heild er vorðin sera bjartskygd um framtíðina. Einasta økið, har bjartskygnið hjá tænastu- vinnuni er meira avmarkað er viðvíkjandi støðuni á arbeiðs- marknaðinum. Hóast støðan á arbeiðsmarknaðinum áhald- andi tálmar búskaparligu framgongdini, vísti ein upp- gerð í vikuni, at talið av teim- um sum søkja um dagpening í USA hevur funnið eina meira positiva legu. Hesi viðurskiftir undirstrika, at sannlíkindið fyri at framgongdin í USA veruliga fer at taka dik á seg í løtuni er høgt. Sum áður nevnt í Marknaðarráki hava slík við- urskifti longu trýst lánsbræva- renturnar heilt fitt uppeftir, og tí er avmarkað hvussu nógv hesar fara at hækka afturat, áðrenn sjálvt talið av arbeiðs- leysum í USA eisini fera at fella. Bæði Novo Nordisk og TDC vístu sum heild ein góðan roknskap í farnu viku. Hjá Novo gjørdust m.a. inntøkur- nar hægri enn væntað. Hóast TDC er undir trýsti á ymisk- um vinnuøkjum, gjørdist eis- ini roknskapur teirra betur enn væntað. Bæði TDC og Novo hækkaðu metingarnar um út- litini fyri alt árið. Á roknskap- ardegnum hækkaði kursirnir á Novo og TDC ávíkavist 7,7% og 5,1%. Roknast kann við, at láns- brøv í næstu viku kunnu ger- ast skiftandi. Amerikanski tjóðbankin hevur rentufund, men tey fara ikki at broyta teirra rentu. Av størri áhuga er millum annað, at hósdagin og fríggjadagin verða prísvakstr- aruppgerðir úr USA kunn- gjørdar. Prísvøksturin hevur veruliga verið í andgletti í seinastuni og gerast tølini annarleiðis enn væntað kunnu lánsbrævarenturnar flyta seg nógv. Trupult er við vissu at siga hvussu tølini gerast, men vit meta at størri sannlíkindi er fyri at tølini gerast bjørt, tvs. hægri enn væntað og at rentur- nar sostatt kunnu hækka. Tó má endurtakast, at vit ikki rokna við veruligum hækking- um í rentunum frá verandi stigi, fyrr enn gongdin á ar- beiðsmarknaðinum batnar. Partabrøv hava staðið seg sera væl síðani mars men eru í løtuni undir trýsti orsakað av hækkaðu lánsbrævarentunum. Ivasamt er hvussu næsta vikan fer at vera, men roknast kann við, at partabrøvini ikki fara at flyta seg nógv. Fríggjadagin kunngerð amerikanska teldu- fyritøkan Dell roknskap. Vit meta at roknskapur teirra, eins og teir flestu úr USA sum eru kunngjørdir higartil, verður góður. Hetta kann fáa positiv árin á partabrævamarknaðir- nar. Bjartskygni Vika 33, 2003 www.kaupthing.fo Thomas Peter Koppel og Sofie Ottosen vóru á palli saman leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum Operettur, opera og musicalsangur 18 Nr. 149 - 12. august 2003 Nr. 149 • týsdagur • 12. august 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Hjá venjaranum snýr tað seg um eitt nú um at finna fram til spæl- arar, sum kunnu brúkast í høgra borði, har Jákup á Borg er leikbannaður LANDSLIÐIÐ Jóannes Hansen Í dag verður landsliðið, sum skal spæla ímóti Ís- landi mikudagin í næstu viku, úttikið. Undan lands- dystunum í Íslandi og á heimavølli ímóti Týsklandi, varð Hans Fróði Hansen vrakaður. Venjarin metti ikki, at avrikini hjá honum í landskappingini høvdu ver- ið nóg góð til landsliðsút- tøku. Eingin ivi kann vera um, at Hans Fróði Hansen verð- ur millum teirra, sum í dag fara at fáa boð um, at hann mánadagin skal møta at fyrireika seg til landsdyst. Um Hans Fróði ikki hevði spælt nóg væl í fyrstu um- førunum í landskappingini til at vera landsliðsspælari, so hevur hann nógvu tey seinastu umførini verið framúr. Í tólv landskapp- ingardystum eru sjey mál farin ígjøgnum hjá B68. Tað sigur ikki so lítið um sannførandi verjuspælið. – Eg havi ikki fingið boð. Men um tað ikki verða boð eftir mær hesa ferð, so eru vánirnar ikki serliga góðar fyri, at tað fer at eydnast at koma upp í part aftur. Í hvussu so er ikki, meðan liðið hevur henda venjaran. Men hevur tú fingið ábendingar frá venjar- anum? – Hann hevur sýnað meg í fleiri landskappingardyst- um tær seinastu vikurnar, og hann hevur latið væl at. Men nú fáa vit at síggja. Merkisvert er tað, at meðan Hans Fróði er mið- verji á næstovasta liðnum í 1. deild, so eru teir, sum hann kappast við, ikki á so góðum liðum. Jóhannis Joensen er í FSV verjuni, og Óli Johannesen spælir í 2. deild. Tað hevur gingið væl hjá tykkum seinastu ferðirnar? – Vit hava eitt fínt fót- bóltslið. At okkum ikki nýt- ast at vera bangnir fyri nøkrum, haldi eg, at vit vístu í Gundadali sunnu- dagin, staðfestir Hans Fróði Hansen. Eftir okkara tykki kann eingin ivi valda um, at Hans Fróði í dag fer at fáa boð frá FSF. Um Hans Fróði fær boð, so dettur ivaleyst ein av hinum miðverjunum burt- urúr, og tá er Johan B. Han- sen, sum seinast varð boð- sendur, vera besta boðið. Tvey leikbann Tað er greitt, at tveir spæl- arar, sum nógvu tær sein- astu ferðirnar hava verið fastir millum teir fyrstu ellivu, ikki eru tøkir ímóti Íslandi. Talan er um Fróða Benjaminsen og Jákup á Borg, sum báðir eru leik- bannaðir hesa ferð. Stóri spurningurin er, hvør skal loysa Jákup á Borg av. Ein møguleiki er Tór-Ingar Akselsen úr HB. Hann hevur áður verið í landsliðshitanum, men hann hevur ongan lands- dysti spælt enn. Eftir trupla byrjan í HB hevur Tór-Ing- ar hesar seinastu ferðirnar verið rættuliga stinnur mill- um teir fyrstu ellivu, og tí skal tað ikki undra, um boð verða eftir honum. At finna avloysaran til Fróða Benjaminsen verður kanska eitt sindur torførari, men tað eru nógvir at velja ímillum. Ein møguleiki er, at Rógvi Jacobsen, sum seinastu ferðirnar hevur staðið seg væl í vinstra borði, verður fluttur meiri sentralt á vøllin, og ein ann- ar møguleiki er, at Atli Danielsen, sum hevur verið rættiliga væl upplagdur, síðani hann kom á sentrala miðvøllin hjá KÍ, fer at fáa møguleikan. Í morgin venda vit aftur til, hvørjir átjan spælarar fara at fáa landsliðsboð. Hans Fróði aftur í landsliðshitan Hans Fróði Hansen tykist vera komin aftur í landsliðshitan hjá Henrik Larsen Tað tykist Tór-Ingar Akselsen eisini, eftir at hann í ár veruliga hevur sligið ígjøgnum í HB C M Y K 19 18