Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 12. august 2003 21 21 20 Nr. 149 - 12. august 2003 Tað er ilt at ímynda sær, at HB og Skála fara at verða flutt frá ávikavíst fremsta og aftasta plássinum SAMANUM 12. UMFAR Jóannes Hansen Ein triðingur er eftir at landskappingini. HB vann væntaða sigurin á Skála. Harvið staðfesti HB sera trygga oddasessin. Teir eru fýra stig frammanfyri B68. Tað vil siga, at tað skulu í hvussu so er tvey umfør til, áðrenn tað kann hugsast, at nakar kann hótta HB. Tí kunnu vit ikki annað enn endurtaka útsøgnina frá fyri viku síðani um, at tað er rættuliga nógv, sum bendir á, at HB verður fyrsta felagið síðani GÍ í 1996, sum fer at megna at vinna FM heitið tvey ár á rað. Skála er aftast, og tað skulu í hvussuso er tvey umfør til, áðrenn teir kunnu sleppa av plássinum, sum ber beinleiðis niðurflyting við sær. Teir hava einki fingið burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum eftir summarsteðgin, með- an VB, sum í summarsteðg- inum var næstaftast, hevur fingið seks stig burturúr, soleiðis at FSV nú orduliga hevur yvirtikið næstaftasta plássið. HB hevur fingið fult í tveimum umførum, meðan B36, sum í summarsteðgin- um var oddalið, einki hevur fingið burturúr. Tað luktar rættuliga av, at ballið er buðið hjá B36, sum noyðist at smyrja seg við, at steypa- sigurin verður einasta at- gongumerkið hjá teimum til altjóða fótbólt komandi summar. B68 er væl við Mest merkisvert av ællum er tað, at B68 sunnudagin megnaði at taka enn eitt fet ímóti toppinum. Í summ- arsteðginum var B68 fjórða árið á rað á fjórða plássin- um. Tað vóru teir ikki heilt misnøgdir við, men teir mettu vánir vera fyri at røkka eitt vet longri upp. Eftir 11. umfarið vóru teir á triðja plássinum, og nú eru teir nummar tvey. At B68 megnaði at koppa B36 í Gundadali er sjálvandi merkisvert. Undan kappingarbyrjan varð spátt, at B68 fór at fáa eitt tað torførasta kapping- arárið, síðani teir í 1981 komu í 1. deild. Tað varð roknað við, at B68 skuldi vera við í stríðnum fyri at sleppa undan niðurflyting- ini, men nú eru teir við í stríðnum um heiðursmerk- ini og Europa Cup luttøk- una. Um tað fer at eydnast teimum at hótta HB og harvið at vera við í kapp- ingini um FM heitið, sum teir ikki hava vunnið síðani 1992, fæst at síggja næstu vikurnar. Annan sunndag skal B68 spæla á heima- vølli ímóti KÍ, so skulu teir til Miðvágs, har teir skulu royna at hevna tapið, ið er orsøkin til, at B68 ikki er heilt tætt undir HB, og so skulu teir spæla lokalupp- gerð ímóti NSÍ, áðrenn stóra lykladystin í Gunda- dali ímóti HB. Um tað fer at ganga, sum tað hevur gjørt higartil, so kann tað fara at vísa seg, at dysturin ímóti HB fer at gera FM heitið av. Toftamenn eru skemtilig- ir og ikki sørt speiskir. Teir hugna sær við, at teimum varð spátt so vánaligt kapp- ingarár, og at teir nú eru næstovastir. Onkur hevur tikið til, at nú eru teir kom- nir so mikið høgt upp, at útvarpið aftur kann væntast á vitjan, uttan at gestirnir nýtast at vera oddalið. Og so mugu teir í útvarpinum fara atgera lektir og læra seg nøvnini á B68 spælar- unum, soleiðis at tað ikki bara verður ein toftamaður og B68ari ímóti Jens Kristian Hansen, John Petersen, Klæmint Matras og so víðari, skemta teir á Toftum. Altjóða luttøkan Ofta plagar at verða tikið til, at altjóða ferðirnar í august hava við sær, at liðini verða so mikið nógv órógvað, at tey missa í heimligu kappingini. Í hesi vikuni skulu bæði NSÍ og KÍ spæla ímóti norskum liðum. Orsaka av lands- dystinum mikukvøldið í næstu viku verður ikki spælt í landskappingini nú sunnudagin. Tað ber við sær, at klaksvíkingar rættu- liga sleppa undan stressin- um frá altjóða fótbóltinum. Bæði NSÍ og KÍ vunnu sunnudagin. Avrikið í Runavík var einki serligt. Hjá KÍ glapp tað við mál- skjótingini. KÍ liðið hevur framvegis nagativan mál- mun, ment eir eiga nú topp- skjúttan í landskappingini. GÍ hevur ongan brodd í álopinum. Sum hjá so mongum øðrum hevur tað víst seg, at hópurin er ikki nóg breiður. Tá ið lykla- spælarar eru skaddir ella leikbannaðir gongur tað ikki. HB megnaði undan summarsteðginum at koma væl undan tíðarskeiðnum, tá ið fleiri at teirra føstu monnum vóru burturfrá. Nú hava teir alt fólkið tókt – og teir hava nógv fólk – og tí skal vilja illa til, um teir ikki vinna FM heitið. Men nú eru tað toftamenn, sum eru teir næstu til at gera av, um HB skal fara einsamalt avstað ella ikki. B68 eigur at verða tikið fyri fult Sum úrslitini hava lagað seg eftir summarsteðgin, so tykist tað fyrst og fremst vera toftamenn, sum teir í HB skulu hugsa um C M Y K 20 Hóast bert 8 av teim- um 13 umførunum í Budapest eru leikt, hevur skopuningurin longu nú tryggjað sær normin TALV Jákup Mørk Í hesum døgum tekur John Arni Nilsen lut í stóru kappingini, 1st Saturday í Budapest. Hetta er ein kapping, við luttøku av sterkum telvar- um, og hóast tað enn er nakað eftir, áðrenn kapp- ingin er liðug, so er longu nú greitt, at John Arni hev- ur rokkið sínum næsta IM- normi. Fyri at røkka hesum skuldi John Arni hava 6,5 stig eftir níggju umfør, og longu eftir 8 umførum er greitt, at hetta mál er rokk- ið. Í alt eru 13 umfør, so enn resta fimm dystir, men í løtuni er føroyski telvarin á fremsta sessinum í kapp- ingini. Sostatt hevur John Arni nú vunni ðsær tveir av teimum trimum norm- unum, sum skulu til, áðr- enn hann kann skoyta IM afturat navninum hjá sær. Hin fyrra IM-normin vann John Arni í Politiken Cup í fjør. Føroyska talvlands- liðið, sum um viku- skiftið hevur roynt seg í Íslandi, tapti tepurt TALV Jákup Mørk Samlaða úrtøkan hjá før- oyska landsliðnum, sum um vikuskiftið royndi seg ímóti íslendska liðnum, gjørdist eitt tepurt 11-9 tap. Hetta í sjálvum sær er eitt úrslit, sum man vera á góðari leið, og ikki minst var tað hugaligt at síggja, hvussu væl fremstu føroy- sku telvararnir tykjast vera fyri. Í mun til eitt Olympisku leikirnar, har føroyingar jú javnan taka lut, so var hetta tó ikki teir allar frem- stu telvararnir, sum føroy- ingar sendu avstað. John Rødgaard var sostatt ein- asti telvarin á ferðini, sum hevur roynt seg í olymp- iskum høpi, men hóast hetta kanska skerdi liðið nakað, so skerst ikki burt- ur, at hetta eisini er við til at geva fleiri av feskastu føroysku nøvnunum al- tjóða royndir, sum bara kunnu koma teimum at gagni seinni. Kanska vóru tað júst eis- ini royndirnir – ella mang- ul upp á hesar – sum kost- aðu føroyska liðnum, tí tað er í øllum førum ein sann- roynd, at íslendingar vóru væl stinnari enn føroyingar á aftaru borðunuum. Hetta kann tó eisini vera við til at staðfestu, at tá talan er um avgjørda topp- in, so hava okkara als onga orsøk at smæðast burtur, og tó at breiddin í topp- inum enn ikki er so stór, sum tað kanska er ynski- ligt, so sýna ungu nøvnini heilt víst, at her eisini er nakað í væntu. Taptu landsdystin IM-normur til John Arna John Arni Nilsen vann sín næsta IM-norm um vikuskiftið, og nú tykist tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn teir báðir stavirnir kunnu setast framman fyri navn hansara í talvkappingum Savnsmynd