týsdagur 12. august 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 12. august 2003
23
23
22
Nr. 149 - 12. august 2003
C
M
Y
K
22
Meistararnir úr HB
tykjast hava sett fulla
ferð á skútuna, sum
nú hevur beina kós
móti gullinum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað gongur við fullari ferð
hjá HB í royndunum at
vinna næsta FM-heitið á
rað. Sunnudagin vitjaðu
meistararnir á Skála, sum
bert hevði ein sigur í sínum
fyrstu ellivu dystum at vísa
á, og her megnaði HB at
liva upp til heitið sum
favorittur.
Nýtt undirlag
Á nýggja vøllinum á Skála
vóru tað teir á oddaliðnum,
sum høvdu nógv betri
tamarhald á spælinum.
Kanska var tað nýggja
undirlagið, sum órógvaði,
men í øllum førum sást sera
lítið til kvika spælið, sum
liðið í løtum hevur leikt,
uttan at hetta tó hevur
kastað tey heilt stóru úrslit-
ini av sær.
Hjá HB gekst kanska
heldur ikki so væl at spæla
seg fram til teir stóru
møguleikarnar, men teir
høvdu fyri tað mesta tamar-
hald á støðuni, og við
tryggleikanum hjá einum
vinnaraliði í bakhøvdinum
royndu teir fyri tað mesta at
koyra bóltin runt, í vissuni
um, at møguleikararnir eis-
ini skuldu koma.
Og tað komu teir so eis-
ini. Rógvi Jacobsen, sum
tykist hava fingið fastan lut
í álopspartinum hjá HB var
hægstur, tá Tór-Ingar Aksel-
sen sendi innfyri, og við
høvdinum
stýrdi
hann
niður í svørðin og í meskar-
nar.
Og so var HB á rættari
kós. Tað, sum eftir var av
fyrra hálvleiki høvdu teir
fult tamarhald á, og mest
sum beint eftir at teir komu
út til seinna hálvleik, høvdu
teir økt um munin. Hesa
ferð var talan um deyð-
bóltsstøðu í høgru, og tá
bólturin varð sendir inn í
brotsteigin var Hans á Lag
hægstur.
Rógvi á toppinum
Og so var tann dysturin
liðugur. At Skála slapp at
hava bóltin meira eftir hetta
førdi ikki við sær, at teir
gjørdust searliga vanda-
miklir, og heldur var tað
tann vegin, at gestirnir vóru
nær við at økja, tá teir
kontraðu niðaneftir vøll-
inum.
Júst hetta at eksplodera
niðan eftir vøllinum er nak-
að, sum hevur verið ein av
stóru styrkjunum hjá HB í
ár, og tó at kviki Karsten
From ikki longur er á lið-
num, so tykist hetta vápnið
als ikki at hava tikið skaða.
Kanska heldur hinvegin, so
hevur liðið nú eisini fingið
aðrar streingir at spæla
uppá, tí við Rógvi uppi á
toppinum er liðið vorðið
munandi meira vandamikið
í loftspælinum, eins og tað í
trýstum støðum so avgjørt
er ein fyrimunur at hava ein
álopsmann við fysisku styrk-
ini hjá Rógva.
Og tað var eisini luft-
spælið hjá honum, sum
førdi til 3-0 málið. Hesa
ferð kom uppspælið úr
vinstru, haðandi Rúni Nols-
øe sendi innfyri. Í fyrstu
atløgu fekk málverjin vart
fyri stútaranum frá Rógva,
men Andrew var skjótur at
senda returin í kassan, og
harvið ota seg enn longur
upp á máltindinum.
Reytt/svart
bjartskygni
At Skála í evstu løtu fekk
minkað um munin við ein-
um vøkrum máli frá Sveini
Justinussen, mundi bøta
lítið um støðuna hjá lið-
num.
Teir eru framvegis av-
byrgdir á aftasta sessinum
við trimum stigum. Fimm
færri enn vágamenn á
níggjunda plássinum. Enn
er niðurflytingin ikki veru-
leiki, og eftir flotta enda-
spurtin í fjør skulu tey
flestu nokk vara seg við at
senda liðið niður upp á for-
hond, men tað er einki at iv-
ast í, at tað stendur nógv á.
Komandi dystin skulu teir
til Havnar, har B36 tekur
ímóti, og á pappírinum er
tað so heldur ikki ein dyst-
ur, har Skála hevur stórveg-
is møguleikar.
Men tað er í løtuni HB,
sum tað mesta snýr seg um.
Meistararnir frá í fjør tykj-
ast hava funnið gullspælið
fram í júst røttu løtuni, og
við fýra stigum niður til
næstu sessirnar tykist liðið
í løtuni at liggja heilt væl
fyri. Kanska kann ein
ábending
um
endaligu
støðuna koma um tvær vik-
ur, tá HB vitjar í Gøtu. Tað
var júst her, at botnurin
undir endaspurtinum – og
harvið gullmerkjunum –
varð lagdur í fjør, og verður
talan enn einaferð um ein
sigur í Sarpisgerði, man
vera trupult at finna ein
reyð/svartan havnarmann,
sum ikki gongur við ætlan-
um um eina veitslu, tá
kappingin endar tann 5.
oktober.
Skála-HB 1-3 (0-1)
0-1: Rógvi Jacobsen, 20
0-2: Hans á Lag, 50
0-3: Andrew av Fløtum, 70
1-3: Sveinur Justinussen, 90
Skála: Eugen Voda – Mari-
us Joensen, Ronnie Han-
sen, Dusan Jaic, Julian
Florescu – Hanus Thor-
leifsson, Pauli Hansen,
Sveinur Justinussen – Bogi
Gregersen, Arnhold Berg,
Alexandur Johansen
HB: Bárður Johannesen –
Hans á Lag, Jan C. Dam,
Símun
Eliasen,
Hallur
Danielsen – Rúni Nolsøe,
Martin Christensen, Nico
Dugaro– Tór-Ingar Aksel-
sen, Rógvi Jacobsen, An-
drew av Fløtum
2. DEILD
Jóannes Hansen
Tað ber ikki til at siga annað, enn at viku-
skiftið royndist heilt framúr hjá tofta-
monnum. Sunnudagin vunnu teir í 1. deild
á útivølli ímóti B36, og leygardagin løgdu
teir lunnar undir stóru úrtøkuna, tá ið teir
næstbestu, sum høvdu vitjan av ÍF, tóku
alt. Talan var um fyrsta sigurin hjá B68,
og talan var samstundis um fyrsta tapið
hjá ÍF.
Fótbóltsspælið er undarligt. Næstsíðsta
leygardag hevði B68 vitjan av B36, sum
teir hava dygst frammanfyri sær í botn-
inum. B36 vann 4-0. Hesa ferð var tað
oddaliðið, sum vitjaði, og so eydnaðist
tað B68 at vinna 1-0.
Einsamalla málið skoraði ábyrgdar-
maðurin fyri 2. deildarliðnum hjá B68,
Aksel Højgaard, tíðliga í 2. hálvleiki. Inn-
legg kom úr høgru. ÍF verjan royndi at
sparka burtur, men ólukkutíð fyri fugl-
firðingar so rakti bólturin í ryggin á ein-
um av teirra egnu, síðani støkk hann til
Aksel Højgaard, sum takkaði fyri tilboð-
ið.
Ongar ábendingar vóru í spælinum um,
at tað var nummar eitt, sum var og vitjaði
nummar tíggju. ÍF hevði umleið somu
manning, sum teir hava havt í fyrra helm-
ingi av kappingini, tá ið tað hevur gingið
strúkandi. Munurin frá flestu av hinum
ferðunum og so til hesa ferð var, at teir
høvdu gloymt rætta hugburðin eftir við
hús. Ivaleyst var tað ótilvitað, men tað er
ein veruleiki, at gestirnir á Svangaskarði
høvdu ógvuliga ilt við at finna stríðsham-
in fram, sum eisini skal til, tá ið mót-
støðuliðið ongantíð áður á árinum hevur
megnað at vinna.
Sammett við ímóti B36, tá ið B68 fór á
vøllin við vónini um, at teir kanska kundu
spæla seg til stig, so var tað væl einfaldari
hesa ferð. Við Mannbjørn Nesá sum sera
sannførandi aftasta manni, so vóru teir í
verjuni avgjørdir, tá ið teir ruddaðu upp.
Mortan Hansen í málinum var stinnur í
luftspælinum, og longu útspørkini hjá
honum vóru fleiri ferðir um reppið at bera
vandamiklar støður við sær.
Tað var luturin hjá ÍF at mynda spælið.
Teir royndu, men tað gekk illa hjá teimum
at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Eftir at B68 var komið á odda, var tað í
longum løtum so at siga spæl til eitt mál.
Fleiri ferðir lógu innleggini væl, men oft-
ast restaði tann, sum skuldi stýra bólt-
inum í málið, og tá ið tað endiliga eydn-
aðist at møta innlegginum, so fór bólturin
skeivu megin stólpan.
Besta møguleikan fekk ÍF miðskeiðis í
2. hálvleiki. Jan Skoradal royndi at bróta
ígjøgnum, Jóhan Dávur Højgaard, tóktist
gera obstroktion dygst innanfyri brots-
teigar samankomingina, men dómarin
metti brotið til ellivu metra spark. Ken
Bærentsen hevur verið fastur brotssparks-
skjútti hjá ÍF. Hann fór tíðliga út við
skaða. Aftasti verjuspælarin, Áki Peter-
sen, fekk uppgávuna, men royndin var
ikki góð, og tað var barnamatur hjá Mort-
ani Hansen at tveita seg til høgru fyri seg
sjálvan og bjarga.
Dysturin í tølum
B68–ÍF 1–0 (0–0)
1–0: Aksel Højgaard
B68-ÍF 1-0 (0-0):
Framúr vikuskifti hjá B68
Skála-HB 1-3 (0-1):
HB heldur tørn
Rógvi Jacobsen tykist trívast
væl í nýggja leiklutinum í
HB-álopinum
B68 søkti allar gull-
dreymir hjá B36 við
einum fult uppiborn-
um sigri í Havn, og
nú eru toftamenn teir,
sum eru næstir odda-
liðnum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir tapið fyri EB/Streymi
fyri viku síðani var einki at
ivast í, hvussu treytirnar hjá
B36 vóru. Skuldi liðið
framhaldandi fylgja við
oddaliðnum úr HB, so
kravdust trý stig, tí tað
kundi so ikki roknast við, at
HB fór at missa nakað inni
á Skála.
B68 var tó ikki komið til
Havnar at leggja seg niður.
Toftamenn taldist ikki mill-
um liðini, sum fólk flestu
undan
kappingarárinum
roknaðu við skuldu liggja í
oddinum, men teir hava tó
verið treystir. So við og við
eru stig alla tíðina komin
inn á kontina, og serstak-
liga í verjupartinum hevur
liðið verið framúr.
Skiftandi spæl
Fyrstu løtuna var tað tó ikki
sjónligt, hví hetta hevur
verið so. Við at breiða
spælið út í bæði borðini
eydnaðist fleiri ferðir B36
at leggja bóltar inn fyri
málið, har Albert Svævars-
son tóktist hava óvanliga
stórar trupulleikar. Hinveg-
in vístu toftamenn eisini
tenn, og eitt nú mátti ein
meistarlig
bjarging
frá
Tróndi Vatnhamar til, fyri
at forða Jann Inga Petersen
í at skora við langskoti, og
eisini Fróði Benjaminsen
og Øssur Hansen høvdu
naskar skotroyndir, sum tó
heldur ikki funnu vegin
fram til meskarnar.
So við og við fekk B68 tó
nakað, sum líktist einum
yvirtakið. Verjuspælið gjørd-
ist alt meira sannførandi, og
og á miðvøllinum høvdu
Øssur, Fróði og Jann Ingi
munandi betri tak á spæl-
inum, enn Jens Kristian,
Klæmint og Jákup. Hartil
var eisini sjónligt, at leik-
bannið hjá Allani Mørkøre
órógvaði
B36
verjuna
meira, enn gott var. Hetta
hevði fingið Ion Geolgau at
umskipa verjupartin, og
ikki minst kom tað illa við
hjá B36, at Rúni Elttør
hevði stórar plaserings-
trupulleikar í vinstra borði,
har móstøðumenninir á ein-
faldan hátt fleiri ferðir
megnaðu at spæla seg
ígjøgnum.
Tað var tó úr hinum borð-
inum, at fyrsta málið í dyst-
inum kom. Jann Ingi sendi
Øssur Hansen avstað í vin-
stra borðið. Fyrrverandi
landsliðsmaðurin var hart
kroystur, men úr horninum
fekk hann kortini sent bólt-
in innfyri. Sendingin lá nær
málinum, og ivaleyst átti
Tróndur Vatnhamar at komi
út eftir bóltinum, men tá
hetta ikki hendi, kundi Súni
Fríði úr stuttari fjarstøðu
seta høvdið á.
Breiddin restar í
Og so gjørdist alt so nógv
truplari hjá B36. Seinsta
korterið undan steðginum
royndu teir at trýsta, men
tað gekk framvegis sera
striltið at spæla seg fram til
veruligar málmøguleikar.
Nakrar ferðir var tó av
álvara vandi á, tá spælið
hevði hug at klumpa seg
saman í B68-brotsteig-
inum, men hinvegin lúrdi
vandin fyri kontra eisini
alla tíðina. Og John Heri
Dam átti kanska at punkter-
að dystin, tá hann í kapp-
renning við Fróða Clement-
sen slapp leysur, men
Tróndur Vatnhamar kom
enn einaferð væl út úr mál-
inum.
At B36 ongan tíð megn-
aði at skapa sama trýst eftir
steðgin, hevði sínar heilt
einføldu orsøkir. Fyrst og
fremst at John Petersen ikki
kendi seg heilt væl, og tí
ikki kom á vøllin eftir
steðgin. Hartil kom so eis-
ini, at Pól Thorsteinsson
eftir eitt trælær heldur ikki
sá seg føran fyri at spæla,
og tí misti B36 verjuálitið,
samstundis sum Jens Krist-
ian Hansen noyddist av
miðvøllinum.
Og tað er helst júst í hes-
um, at stóri trupulleikin hjá
B36 í ár hevur verið. Sjálv-
andi er tað ikki bara at siga
tað, tá avloysarar skulu
finnast fyri John Petersen
og Pól Thorsteinsson, tí tal-
an er hóast alt um tveir av
teimum allar bestu í føroy-
sku kappingini. Men veru-
leikin er samstundis, at B36
ikki hevur ein skiftisbonk,
sum borgar fyri eini støðu í
oddinum. Var FM-kapping-
in bert ein dystur millum
teir fyrstu ellivu, so er lítil
ivi um, at B36 hevði verið
heilt frammi í oddinum,
men tá talan so er um leik-
ara nummar 13, 14 og 15,
verður liðið skert ov nógv, í
einum longum kappingar-
árið er tað ikki nøkur hald-
góð støða.
Líkist einum topp-liði
Hjá B68 er talan kanska
heldur ikki nakran breiðan
hóp, men sæð ið mun til út-
gangsstøðið fyrr í ár, so er
talan um munandi tilgongd.
Arnbjørn Danielsen, Jákup
Eli Olsen, John Heri Dam
og Súni Fríði Johannesen
eru allir leikarar, sum pynta
um ein og hvønn fyrstu-
deildarhóp í landinum, og
yvir høvur tykist ilt at fáa
eyga á nakað veikt punkt á
liðnum yvirhøvur. Royndir-
nar hjá hópinum komu eis-
ini til sjóndar í seinna hálv-
leiki sunnudagin, tí hóast
B36 skapti millum lítið og
einki, so lótu toftamenn seg
ikki lokka niðaneftir uttan
víðari. Heldur bíðaðu teir
eftir avgerandi møguleik-
anum, sum kundi koma, og
tjúgu minuttir fyri leiklok
bundu teir so um sekkin.
Klæmint Matran var ikki
nóg ansin, tá bólturin varð
spældur beint á hann, og í
royndunum at vinna bóltin
aftur, framdi hann fríspark
móti Fróða Benjaminsen.
Frísparkið varð sent inn-
fyri, og tá B36 ikki fekk
ruddað nóg væl burtur, var
John Heri Dam fyrstur á og
langaði bóltin í kassan.
Og fyri B68 var hetta
staðfestingin av, at liðið nú
av álvara hevur bityið seg
fast í oddin. Og eftirhond-
ini er eisini torført at síggja,
hví teir ikki eisini fram-
haldandi skulu vera ein
partur av hesum.
Komandi dystirnar skulu
teir spæla móti ávíkavist KÍ
á heimavølli og FS Vágum
á útivølli. Tveir dystir, har
liðið á pappírinum hevur
góðan møguleika fyri full-
ari úrtøku, og megna teir
tað, so kann væl vera, at
teir eru enn tryggari á
silvurplássinum. Enn er
kanska dekan ov langt upp
á oddasessin, har HB aftur
styrkti um sína støðu, men
eitt silvurmerki man eisini
vera væl meira enn tað,
sum fólk á Toftum høvdu
roknað við undan kapping-
arbyrjan.
B36-B68 0-2 (0-1)
0-1: Súni Fríði Johannesen, 34
0-2: John Heri Dam, 69
Dómari: Niclas á Líðar-
enda. Lat fyri tað mesta
leikarnar sjálvar um at av-
greiða dystin, og fyri tað
allar mesta gekk hetta eisini
væl.
B36: Tróndur Vatnhamar –
Kenneth Jacobsen, Fróði
Clementsen, Pól. Thor-
steinsson, Rúni Elttør –
Klæmint Matras, Jákup á
Borg, Jens Kristian Hansen
– Bárður Mortansson, John
Petersen, Heðin á Lakjuni
B68: Albert Svævarsson –
Dánjal Hansen, Hans Fróði
Hansen, Jákup Eli Olsen,
Arnbjørn Danielsen – Bogi
Petersen, Jann Ingi Peter-
sen, Fróði Benjaminsen,
Øssur Hansen, John Heri
Dam – Súni Fríði Johanne-
sen.
B36-B68 0-2 (0-1):
Toftamenn væl fyri
Tað var fyri tað mesta B68, sum var omaná ímóti B36, og tá heimaliðið so eisini misti John Petersen, var ikki meira bit eftir. Toftamenn eru nú teir, sum eru
næstir HB í oddastríðnum
savnsmynd