týsdagur 12. august 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 149 - 12. august 2003
25
EB/Streymur fekk
beinanvegin tvey mál
ímóti sær, og so bar
ikki til at dúva upp á
snarálopini, sum áður
hava gjørt av við
klaksvíkingar
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað er gott lag í Klaksvík,
nú KÍ í kvøld fer vestur til
Noregs at spæla í UEFA
Cup ímóti gamla felagnum
hjá
Jákupi
Mikkelsen,
Molde. Sunnudagin segði
KÍ
heimaáskoðarunum,
sum eftir vónbrotið í Vági
ikki vóru so nógvir, sum
teir onkra ferðina fyrr í ár
hava verið, farvæl, og tað
gjørdu teir við maner.
Hjalgrím Elttør var stóra
hetjan í 4–1 sigrinum á
EB/Streymi. Hann skoraði
øll fýra málini, og harvið er
hann, nú tveir teir fyrstu
triðingarnir eru farnir av
kappingarárinum, ovastur á
skjúttaralistanum. Tað er
merkisvert, tí eftir at KÍ
hevði fingið Jacob Bymar
til felagið tóktist ætlanin
vera, at Hjalgrím skuldi
vera miðvallari í vinstru,
meðan Bymar skuldi hava
Ova Nysted undir liðini á
sær í álopinum. Eftir at
belgiumaðurin stakk av, eru
ætlanirnar broyttar. Nú er
Ove Nysted, sum sunnu-
dagin var álitisfullur liðfor-
maður, í miðverjuni saman
við Aleksander Djrodjevic,
og teir funnu væl saman.
Eyðun Klakstein hevði
fingið miðvallarplássið í
vinstru, sum stóð tómt, nú
Hjalgrím var farin fram í
toppin, og hugflogsríki
Klaksteinurin tók av. Sum í
seinna umfarinum í heima-
dystinum ímóti GÍ, so var
hann ofta upprunin til
skjótt
og
hugflogsríkt
samanspæl. At Ove Nysted
var í verjuni, meðan smærri
spælarar vóru har frammi,
hevði við sær, at álops-
spælið gekk fyri seg fram
eftir vøllinum í staðin fyri í
luftini. Atli Danielsen var
mest framrættaði miðvall-
arin, og hann tóktist stór-
trívast í hesum leiklutinum.
Góða løtan
EB/Streymur tóktist ikki
ætla at pakka seg niður
allar 90 minuttirnar, sjálvt
um teir í útgangsstøðuni
bara høvdu Sorin Anghel á
toppinum. Magni á Lakj-
uni, sum var eitt sindur
skaðadarvaður og tók seg
úr stríðnum miðskeiðis í
seinna umfarinum, og Hans
Pauli Samuelsen høvdu hug
at stuðla álopsmanninum.
Fyrsta
korterið
hevði
EB/Streymur
onkran
møguleika, sum kundi havt
borið mál við sær, um teir
høvdu verið hepnir. Eitt nú
sendi
Sorin Anghel
í
samankomingina.
Spurningurin
er
so,
hvussu tað hevði tørnað út,
um royndirnar høvdu eydn-
ast. Men tað var skjótt, at
fyritreytirnar fyri endur-
tøku av avrikinum á norð-
oyastevnu fyri tveimum
árum síðani vóru burtur, og
so hevði EB/Streymur ikki
so nógv av bjóða uppá, og í
fyrstu atløgu mugu teir
hyggja langt eftir fimta
plássinum, sum teir fóru til
Klaksvíkar fyri at fáa fatur
á.
Trýstið á EB/Streyma
verjuna var stórt, og teir
vóru ikki nóg stinnir at
halda ágrýtnu mótstøðu-
monnunum burtur. Tvey
tey fyrstu málini luktaðu av
mistøkum, og tá ið so Sorin
Anghel fram ímóti enda-
num noyddist at taka seg
burturúr, tí hann hevði
trupulleikar við liðbond-
unum í fótliðnum, so varð
púra greitt, at KÍ fór at
vinna trivaligan sigur og
harvið at tryggja sær øll
seks
stigini
ímóti
EB/Streymi í ár. Tað er eitt
sindur merkisvert, tá ið
samstundis verður havt í
huga,
at
EB/Streymur
hevur fingið øll seks stigini
ímóti B36, sum fleiri ferðir
í ár hevur farið heilt illa við
KÍ.
Málini
Eyðun Klakstein var meist-
ari fyri uppspælinum undan
fyrsta
málinum.
Hann
sneiddi
framvið
verju-
spælara, fór til baklinjuna
og legði út frá til púra leysa
Hjalgrím
Elttør,
sum
takkaði fyri og sendi upp
undir nettakið.
Tá ið Hjalgrím Elttør økti
til 2–0, var tað Atli Daniel-
sen, sum fekk tonna á
innlegg úr høgru. Hjalgrím
rann inn um verjuna og var
tryggur, tá ið hann sendi
framvið Gunnari á Steig. Í
sambandi við 3–0 málið, tá
ið seinna umfarið var meiri
enn hálvrunnið, var Atli
Danielsen aftur meistari
fyri uppspælinum. Aftur
hesa ferð eydnaðist at
spæla Hjalgrím blankan, og
aftur
hesa
ferð
sveik
málrevurin ikki.
Ronnie Samuelsen pynt-
aði um. Hann var rættuliga
leysur í KÍ brotsteiginum,
tá ið hann royndi ímóti
málinum. Tað tóktist sum
um klaksvíkingarnir hesa
løtuna ikki tóku verjupartin
í heilt sama álvara, sum teir
verða noyddir at gera, tá ið
teir hóskvøldið fara á vøllin
í Molde.
Higartil hevur tað ikki
eydnast hjá Jacob Bymar at
fáa mál í KÍ troyggjuni.
Fram ímóti dystarenda var
tað um reppið, at tað eydn-
aðist. Bymar royndi við
skoti, Gunnar á Steig hálv-
bjargaði og umvegis ein
verjuspælara endaði bólt-
urin hjá Hjalgrími Elttør,
sum takkaði fyri. Tvær
aðrar ferðirnar var um
reppið, at Hjalgrím náddi
fram og fekk stýrt bóltinum
í kassan, men tað hevði líka
sum verið ov nógv av tí
góða!
Dysturin í tølum:
KÍ-EB/Streymur 4-1 (2-0)
1-0: Hjalgrím Elttør
2-0: Hjalgrím Elttør
3-0: Hjalgrím Elttør
3-1: Ronnie Samuelsen
4-1: Hjalgrím Elttør
Dómari: Dagfinn Olsen
KÍ: Kartin Joensen – Jan
Andreasen, Ove Nysted,
Alexandar
Djordjevic,
Harley
Bertholdsen
–
Arnold
Joensen,
Jan
Joensen (Allan Joensen,
56.), Atli Danielsen, Eyðun
Klakstein – Jakob Bymar,
Hjalgrím Elttør
Gult kort: Ove Nysted,
Eyðun Klakstein
EB/Streymur: Gunnar á
Steig – Hallur Jacobsen
(Gert Hansen, 46.), Andzrei
Pacek, Egil á Bø, Esmar
Eiðisgarð – Hans Pauli
Samuelsen,
Marni
Djurhuus,
Marek
Vierzbicki,
Ronnie
Samuelsen,
Magni
á
Lakjuni
(Jákup
Martin
Joensen, 69.) – Sohrin
Angel (Teitur Joensen, 76.)
Gult kort: Andzrei Pacek
KÍ–EB/Streymur 4-1 (2-0):
Hjalgrím var á toppinum
Hjalgrím Elttør skeyt seg upp
á ovastu føroysku máltindar-
nar við fýra málum í
Klaksvík
Christian Høgni
Jacobsen tykist hava
ilt við at fáa fótafesti
á Vejle liðnum, har
hann sunnudagin
bara var seinna partin
av seinna umfarinum
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Eftir stóra tapið í Køge
næstsíðsta vikuskifti ráddi
um hjá Vejle at fáa høvdið
fyri seg aftur, tá ið teir
sunnudagin høvdu vijtan av
grannunum úr Fredericia,
sum fyrrverandi Vejle ven-
jarin, Ole Fritzen, hevur
ábyrgdina av. Í fjør vann
Fredericia báðar dystirnar
ímóti Vejle, og samantaldi
málmunurin var 7–1.
Men hesa ferð eydnaðist
tað hjá Vejle. Í tropiska
sólskininum og hitanum á
vøllinum í Nørreskóginum
sóu 1.249 áskoðarar longu
eftir at seks minuttir vóru
farnir Vejle skjóta sigurs-
málið. Málskjútti var mið-
vallarin Mads Beierholm,
sum verður mettur at vera
ein hin evnaríkasti ungi
spælarin í næstbestu deild-
ini.
Í 2. hálvleiki trýsti Frede-
ricia fyri at javna, og teir
raktu eina ferð í stólpan,
men tað eydnaðist teimum
ikki at fáa mál.
Christian Høgni Jacob-
sen var á Vejle beinkinum
tríggjar teir fyrstu fjórð-
ingarnar av tíðini. Í 68.
minutti kom hann á vøllin.
Hann loysti málskjúttan av.
Sunnudagin eigur Vejle
torføra uppgávu á útivølli.
Tá skulu teir spæla í Silke-
borg, har niðurflytararnir
hava fingið sera góða
byrjan. Sunnudagin vunnu
teir 2–1 á útivølli ímóti FC
Nordjylland.
Amager aftur á kortið
Í mong ár hevur dreymurin
á Amager verið, at teir
skulu vera eitt alternativ í
superliguni til hini feløgini
í Keypmannahavn. Tað
munnu vera eini tjúgu ár
síðani,
at
Kastrup
og
Fremad Amager skiftust
um at bjóða seg fram í
bestu deildini, uttan at tað
eydnaðist teimum at býta
seg føst.
Samanleggingar
hava
verið framdar fyri at styrkja
um fíggjarliga og ítróttar-
liga grundarlagið. Tað hava
ikki øll viðhaldsfólkini
verið so fegin um. Granna-
felagið er ikki altíð tað,
sum viðhaldsfólkini halda
mest av.
Hóast samanleggingar so
hevur tað roynst illa á
vøllinum. Men nú tykist ein
glotti at hómast, og ama-
gerkanarnir eru aftur farnir
at droyma stórar dreymar.
Fremad Amager er nú
fremsta felagið á Amager.
Síðsta kappingarár fluttu
teir úr triðju bestu og upp í
næstbestu deildina. Úrslit-
ini í tveimum teimum
fyrstu umførunum hava
verið so góð, sum tað hevur
borið til. Fyrst vunnu teir
3–2 á Eysturbrúgv ímóti
Skjold,
og
sunnudagin
vunnu teir 3–1 á heimavølli
ímóti FC Aarhus. Harvið
eru teir millum oddaliðini,
og so møta nógvir áskoð-
arar upp. Í dýrdarveðrinum
sunnudagin vóru teir 1.229.
B93 tapti 3–1 á heima-
vølli ímóti AC Horsens og
Johan B. Hansen, niðurflyt-
ararnir úr Køge, sum næst-
síðst hølvaðu Vejle av, taptu
2–1 í Køge, Ølstykke vann
3–1 á útivølli ímóti Brøns-
høj, og Skjold fekk fyrstu
stigini, tá ið teir vunnu 3–1
í Odense ímóti B1913.
Vejle fyrstu stigini
25
24
Nr. 149 - 12. august 2003
C
M
Y
K
24
At Popczynski er
skaddur ber við sær,
at gøtumenn ikki
megna at umseta leik-
liga bróðurpartin til
mál og harvið stig
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Einki var at siga til tað, at
teir á heimaliðnum í Runa-
vík vóru fegnir, og at teir úr
Gøtu iðraðu seg, tá ið dóm-
arin hevði bríklsað fyri síð-
stu ferð.
NSÍ hevði fingið øll stig-
ini, og harvið eru teir fram-
vegis við í stríðnum um
heiðursmerkini og Europa
Cup plássini. GÍ tapti enn
eina ferð, og harvið eru teir
á veg ímóti vánaligasta
kappingarárinum nógvu tey
seinastu árini.
Tað kom bara eitt mál, og
tað fekk NSÍ stutt undan
steðginum. Talan var um
gávu frá gøtumonnum. NSÍ
roynd at leypa á var av, tá ið
Janik, sum saman við Súna
Olsen stríddist væl á sentr-
ala miðvøllinum, legði á
brotsteigar markinum upp á
tvørs til Helga L. Petersen,
sum smekkaði til. Bólturin
støkk í stólpan og út frá
aftur til Ian Højgaard, sum
noyddist at draga eina ferð,
áðrenn hann við fløtum
skoti sendi í málið.
Upplagdu málmøguleik-
arnir kundu teljast á aðrari
hondini. Áslakur R. Peter-
sen, sum var í høgru í sera
framrættaðu GÍ uppstilling-
ini, kiksaði fluktskot fyri
opnum máli, eftir at Símun
Samuelsen hevði lagt inn-
fyri úr vinstru. Tá vóru 20
minuttir farnir, og tveir
minuttir seinni endurtók
søgan seg í hinum enda-
num. Hesa ferð var tað
Helgi L. Petersen, sum
kiksaði fluktskotið fyri
opnum máli, eftir at Sjúrð-
ur Jacobsen hevði lagt inn-
fyri úr vinstru.
Í 2. hálvleiki hevði Súni
Olsen besta møguleikan, tá
ið hann varð spældur leysur
í brotsteiginum og eitt vet
til høgru. Tað tóktist so
ógvuliga lætt at bjarga hjá
Jens Martini Knudsen, sum
var júst á rætta plássinum.
Soleiðis var tað hvørja ferð.
Jens Martin toygdi seg
onga ferðina, tí tað var ikki
neyðugt. Men tað var týðu-
ligt, at tað kom sera væl við
hjá NSÍ, at teir høvdu so
royndan málverja og liðfor-
mann, sum støðugt helt lið-
feløgunum til.
Besti NSÍ møguleikin í 2.
hálvleiki var tá ið Andy Ol-
sen sneiddi seg til baklinj-
una í vinstru og legði út frá
í brotsteigin, men skot-
royndin hjá Helga L. Peter-
sen varð blokerað.
Álopskendir
Gøtumenn vístu beinanveg-
in, at teir vóru ikki komnir
til Runavíkar fyri at verja
egið mál í góðveðrinum.
Teir vóru í 3-4-3 útgangs-
støðu, og teir vóru leikliga
fyri tað mesta eitt vet
omaná. Bartal og Poul
fingu báðir tíðliga í 1. hálv-
leiki gult kort, og tað líka
sum lá í luftini, at ein
óheppin takling afturat
kundi kosta óheppið gult
kort og harvið útvísing,
men teir báðir og Leivur
Hansen vóru sannførandi
og nýttu allar sínar royndir.
Hjá NSÍ var tað handi-
kapp, at Jónstein Petersen,
sum plagar at finna væl
saman við Sjúrða Jacobsen
og sum plagar at vera
turboin í vinstra borði, ikki
var við hesa ferð. Fleiri av
krossbóltunum
hjá
GÍ
vórðu lagdir innfyri úr
høgru, men tað gjørdist
ongantíð vandamikið. Í
bestu árunum hjá Símuni
Petur Justinussen høvdu
ivaleyst nógvar vandamikl-
ar stútroyndir verið ímóti
NSÍ málinum. Hesa ferðina
var tað bara ein. Bárður á
Lakjuni, sum var miðfram-
herji, stútaði eftir frísparks-
innlegg úr høgru, stútarin
var góður, men Jens Martin
hevði tak á støðuni.
Sum seinna umfarið leið
tóktist tað sum um GÍ spæl-
ararnir fingu betri tamar-
hald á spælinum. Miðverj-
arnir luttóku í uppbyggj-
andi partinum saman við
Súna Olsen og Janik, og
teir fingu pláss til tað.
NSÍ liðið hevði alt sum
tað var hug til at taka seg
eitt vet aftur fyri at verja
leiðsluna, og tað eydnaðist.
Óli Hansen og Messias
góvu ongantíð framrættaðu
gøtumonnunum
plássið,
sum teir tóktust hava fyri
neyðini, um tað skuldi
eydnast hjá teimum.
Hevði Popczynski í full-
góðari venjing verið fram
ímóti NSÍ brotsteiginum,
so hevði tað heilt víst borið
til at temja, snara sær á og
royna ímóti málinum ella at
spæla viðspælarar leysar,
men so langt kom tað
ongantíð. NSÍ verjan var
væl skipað og tøtt, og teir
gjørdu ikki stórvegis mis-
tøk. Í hvussu so er gjørdu
teir einki at tí slagnum, sum
GÍ gjørdi stutt fyri hálvleik,
og sum heimamenninir
høvdu format til at gera
nyttu burtur úr og harvið at
skjóta málið, sum í síðsta
enda vísti seg at vera nóg
mikið til trý stig og harvið
framvegis møguleika fyri
heiðursmerkjum og kanska
endurtøku av altjóða luttøk-
uni komandi ár.
Um
gøtumenn
skulu
hugsa um altjóða fótbólt
komandi ár, so mugu teir
seta sítt álit á, at B36 verð-
ur meistari umframt at teir
hava vunnið steypakapp-
ingina. Men eisini hvat hes-
um viðvíkur sær svart út
hjá gøtumonnum í løtuni.
Dysturin í tølum:
NSÍ-GÍ 1-0 (1-0)
1-0: Ian Højgaard 41.
Dómari: Suni Johansen
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Brynjolvur Nielsen, Óli
Hansen, Messias Pereira,
Sjúrður Jacobsen – Gert
Langgaard, Kári Hansen,
Ian Højgaard (Rúni Rasmus-
sen, 67.), Andy Olsen (Just-
inus R. Hansen, 67.) –
Sonni L. Petersen (Bjarki
Danielsen, 76.), Helgi L.
Petersen
Gult kort: Messias Pereira,
Bjarki Danielsen
GÍ: Jacek Przbylski – Bart-
al Eliasen, Poul Ennigarð,
Leivur Hansen – Jónreid
Dalheim, (Høgni Madsen,
76.), Súni Olsen, Zdzislaw
Janik, Henning Jarnskor
(Hanus Jacobsen, 62.) –
Áslakur R. Petersen, Bárð-
ur á Lakjuni, Símun Samuel-
sen
Gult kort: Bartal Eliasen,
Poul Ennigarð, Leivur Han-
sen
B36 vann týdning-
armiklu botnupp-
gerðina á B71 leyg-
ardagin, og sandoy-
ingar eru nú ógvu-
liga sperdir í botn-
inum í 2. deild
2. DEILD
Stefan í Skorini
Í fjør spældi B71 upp- og
niðurflytingardyst ímóti
EB/Streymi,
eftir
at
sandoyingar endaðu á
øðrum plássi í 2. deild. Í
ár stríðist liðið hinvegin í
skeiva endanum av stiga-
talvuni, og eftir tapið
leygardagin liggur B71
sera tungt í botninum í 2.
deild.
Tað var annars útiliðið,
sum legði seg framum, tá
Páll á Reynatúgvu skor-
aði fyri B71. B36 misti
bóltin á hálvuni hjá B71,
sum setti eitt skjótálop í
verk. B71 hevði nú yvir-
tal, og endin var, at Páll á
Reynatúgvu gjørdist leys-
ur við málverjanum, eftir
at hann dróg framvið ein-
um verjuleikara, og lands-
stýrismaðurin
skoraði
trygt. Hetta var beint fyri
steðgin.
Fyrri hálvleikur var
annars javnur, har B71 tó
hevði havt fleiri opnar
málmøguleikar.
B36 tók yvir
Eftir steðgin var tað tó
B36, sum stýrdi dyst-
inum, og heimaliðið legði
stórt trýst á B71 málið.
Tíggju minuttir inn í
seinna hálvleik eydnaðist
tað B36 at javna.
Tórálvur Poulsen royndi
seg við skoti, sum Valde-
mar Novicki í málinum
hálvbjargaði.
Bólturin
datt út til Áka Mørk, sum
langaði til frá brotsteigar-
markinum, og so var 1-1.
Hóast B36 hevði yvir-
vág, gekk tað ikki so væl
at spæla seg fram til opn-
ar málmøguleikar, og
leingi sá út til, at dysturin
fór at enda við javnleiki.
Men tá tólv minuttir
vóru eftir at spæla, fekk
B36 aftur mál. Hesuferð
var tað Jón Brekku, sum
áður hevur spælt við
B71, ið skoraði. Dánjal
Petur Johansen fangaði
eitt innlegg úr vinstru við
handaru stong og legði
eftir jørð innfyri til Jón
Brekku, ið stóð leysur í
málteiginum, og hann
hevði lætt við at skjóta
B36 framum.
Bert
tveir
minuttir
seinni var aftur galið í
verjuni hjá B71. Dánjal
Petur Johansen var fyrst-
ur á einum hornasparki.
Hann skoraði til 3-1, og
so var dysturin í roynd og
veru avgjørdur.
Hetta var ein sera kær-
komin sigur hjá B36,
sum hevur vunnið báðar
dystirnar eftir steðgin, og
havnarliðið fór eisini
framvið LÍF í stigatalv-
uni.
Sandoyingar
munnu
hinvegin kenna seg sera
sperdar í botninum, tí at
nú eru bert trý stig niður
til B68 á aftasta pláss-
inum. B71 hevur eisini
mist fólk í steðginum.
Símun Hansen er farin til
AB, og Mustapha Kamal
Ndaw úr Gambia er farin
av landinum aftur.
B36-B71 3-1 (0-1)
0-1: Páll á Reynatúgvu
1-1: Áki Mørk
2-1: Jón Brekku
3-1: Dánjal Petur Johansen
B36-B71 3-1 (0-1):
Sandoyingar
sperdir
NSÍ–GÍ 1-0 (1-):
NSÍ hóraði akkurát undan
Tað eydnaðist NSÍ at basa grannunum úr Gøtu, og harvið ogna sær trý stig í harða stríðnum um sessirnar beint undir oddinum