Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 12. august 2003 27 27 26 Nr. 149 - 12. august 2003 Fyri fyrstu ferð í ár er VB komið at kalla úr niðurflytingarvanda, har teir nú hava latið FS Vágar um spurn- ingin um upp- og niðurflytingardystir FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað munnu vera fá feløg, sum kenna spenningin við upp- og niðurflytingardyst- um betri enn FS Vágar. Fleiri ferðir hevur liðið verið partur av dystunum, sum eftir kappingarárið nýta tveir dystir at gera av, hvat lið skal spæla í hvørjari deild árið eftir. Og nú er so líkt til, at liðið enn einaferð skal gerast partur av hesum uppgerðum. Hetta varð staðfest, tá VB var á vitjan sunnudagin. Vágbingar hava havt eitt alt annað enn lætt ár, og tó at spælið í nógvum førum hevur verið á heilt góðari leið, so hevur úrtøkan fyri tað mesta verið út av lagi vánalig. Ein glotti var tó at hóma hjá liðnum, tá teir fyri viku síðani vunnu á KÍ, soleiðis at teir lyftu seg av niður- flytingarsessinum, og nú eydnaðist tað so liðnum at fáa hendan beindan enn longur burtur. Tað vóru tó vágamenn, sum byrjaðu betur. Longu í fyrstu minuttunum hevði Kim Poulse ein heilt stóran møguleika, tá hann úr stuttari fjarstøðu stútaði á Bjarna Johansen í VB mál- inum, og tað gekk so heldur ikki long tíð, áðrenn bólt- urin eisini var farin inn um VB-málverjan. Uppspælinum stóðu Silva og Jens Erik fyri í vinstra borði, og tá bólturin so varð sendur innfyri, var Clayton Soares fyrstur á. Yvirhøvur var tað heima- liðið, sum hevði betra takið fyri steðgin. Vágbingar høvdu hinvegin sera ilt við at fáa glið á sítt spæl, og tó at talan ikki var um so nógvar upplagdar mál- møguleikar, so mundu heimaáskoðararnir bara bíða eftir, at leiðslan skuldi byggjast út. Tí kom tað sum vátur vøttur, tá nýggi framherjin hjá VB brádliga fekk javn- vág íaftur. Ein bóltur varð stungin inn um fløtu heima- verjuna til Brian Andresen. Vinkulin at skjóta var kanska ikki tann besti, men danin gjørdi skjótt av, og meðan Jákup Joensen í málinum bara kundi hyggja at, smeyg bólturin sær inn um nærmaru stong. Men vágamenn fullu tó ikki í fátt. Teir hildu áhald- andi fram við at trýsta VB, og teir fingu eisini løn fyri stríðið. Enn einaferð leiktu teir seg ígjøgnum í vinstru. Hesa ferð var tað Clayton, sum legði innfyri, og áðrenn nakar vágbingur varnaðist, tveitti Kim Poulsen seg fram, so hann fekk stútað seg og sínar upp á 2-1. Var tað heimaliðið, sum stýrdi fyri steðgin, so vóru leiklutirnir skiftir eftir hetta. VB hevði undan steðginum givið eina ávaring, tá tað var um reppið, at Brian Andresen aftur javnaði, og í seinna hálvleiki settu teir seg av álvara á spælið. Tað skuldi tó eitt mistak til, áðrenn javnvág aftur kom í. Vandi tóktist ikki vera á ferð, tá eitt bleytt innlegg varð lagt inn móti brotsteiginum, men tá verjan og málverjin ikki kundu semjast um, hvør teirra skuldi rudda burtur, slapp Milan Kulic at kalla ótarnaður at senda í kassan. Og lítla løtu seinni var aftur galið. Brian Andresen royndi at bróta ígjøgnum, og í nærdysti við Bjarna Prior fór danin umkoll. Vágamenn vóru sum vera man ónøgdir við dómin. Ikki minst tí teir mettu seg hava átt líknandi støðu fyri steðgin, men har gjørdist einki, og tá annan dystin á rað var Milan tryggur úr ellivu metrum. Hetta tók líka sum luftina úr heimaliðnum. Hóast viljin var til tað, so megn- aðu teir ongan tíð at lyfta seg leikliga, soleiðis at VB fekk nakrar trupulleikar, og tá so Vlad Osipovs fekk næsta gula kortið á deg- num, skuldi alt gerast tungt. Um nakað, so kundi VB heldur havt skorað við onkrum av mótálopum sínum, men fyri teir mundi 3-2 kortini kennast fløv- andi. Tað lyfti teir í øllum førum nakað frá FSV í botnstríðnum, og yvir høvur tykist tað í løtuni, sum hevur VB eitt lið, sum er alt ov gott til veruliga at koma í niðurflytingar- vanda. Tað sama kann ikki sigast um FS Vágar. Liðið hevði í fyrru hálvu fleiri góðar dystir, men aloftast stóð úrtøkan ikki mát, og hetta er nú farið at løna se aftur. At mótburðurin eisini hevur verið nógvur tykist hava ført til, at leikararnir ov skjótt fara niður við høvdinum, og hetta er so ikki nakað, sum ráð eru til komandi dystirnar. Dysturin í tølum FS Vágar-VB 2-3 (3-1) 1-0: Claoyton Soares 1-1: Brian Andresen 2-1: Kim Poulsen 2-2: Milan Kulic 2-3: Milan Kulic (br.) Dómari: Oddmar Andreasen FSV: Jákup Joensen – Bjarni Prior, Albert Ari Thomassen, Vlad Osipovs, Silva – Jóhannis Joensen, Hannus Olsen, Jens Erik Rasmussen, Birgir Joensen – Kim Poulsen, Clayton Soares VB: Bjarni Johansen – Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Dejan Nicolic – Mortan í Hørg, Anders Sørensen, Milan Kulic, Palli Augustinussen, Dan Djurhuus – Birgir Jørgensen, Brian Andresen FS Vágar-VB 2-3 (2-1): Vágbingar leysir Ikki fyrr enn mána- dagi seinnapart varð gjørt av, hvørt Karsten From kann flyta til NSÍ, uttan at hava verið í karan- tenu í ein mánað LEIKARASKIFTI Jákup Mørk Tað var á hesum síðum roknað við, at Karsten From fór at teljast millum teir fyrstu ellivu á vøll- inum, tá NSI tók ímóti GÍ sunnudagin. Í so máta gjørdust áskoð- ararnir við Løkin tó vón- sviknir, tí nýggi framherjin var als ikki við í hópinum til dystin. Seinkað viðgerð Orsøkin til hetta var, at sáttmálanevndin hjá FSF enn ikki hevur viðgjørt sáttmálan, sum HB fríggja- dagin lat inn til góð- kenningar. Dánjal Andreasen, sum umframt at vera formaður í Fótbóltssambandinum, eisini er formaður í sátt- málanevndini, sigur, at orsøkin til hetta er, at nevndin ikki var full- mannað undan vikuskift- inum. – Vit hava so ein fund seinnapartin í dag (mána- dagin, blðm.), og har skulu vit so antin góðkenna ella vraka sáttmálan, sum HB og Karsten From hava latið inn til góðkenningar. Verður hesin sáttmálin góðkendur, er einki til hindurs fyri, at From er tøkur til næstu uppgávuna hjá NSÍ. Bæði sáttmálin millum HB og From, og umbønin um at flyta leik- loyvið til NSÍ, eru latin Fótbóltssambandinum und- an 10. august, sum annars er evstamarkið fyri leikara- flyting. NSÍ hevur eisini fingið at vita, at hóast seinkaðu viðgerðina, so er eingin trupulleiki at flyta leikloyvið, um so er, at leikarin undan hesum hevur góðkendan sáttmála við HB. Eingin From Karsten From slapp ikki upp í part hjá NSÍ sunnudagin, tí sáttmálanevndin hjá FSF fekk ikki verið saman undan vikuskiftinum C M Y K 26 Móti TB formáddi AB sær lítið, og nú ræður um at ansa sær fyri niðaru liðunum, heldur at skeita móti oddinum 2. DEILD Jákup Mørk Fyrstu umførini av árinum tóktist nógv benda tann vegin, at nýggja liðið í aðru deild, AB, veruliga skuldi gera um seg. Soleiðis er tó ikki longur. Seinnu umførini hava argjamenninir snávað at kalla hvørja ferð, og móti TB leygardagin megnaðu teir ongan tið at venda gongdini heilt. Ein part av skuldini fyri vánaligu gongdina hava nógvu skaðarnir, sum sein- astu tíðina hava rakt AB, uttan iva, og í øllum førum tóktist tað so leygardagin, at samansetingin á liðnum í løtuni ikki er nóg trygg. TB fekk trý mál í fyrra hálvleiki, og í øllum trim- um førum noyðist AB at átaka sær ein part av ábyrgdini fyri hesi. Fyrsta málið kom, tá verjuleikari og málverji misskiltu hvønn annan, soleiðis at bólturin støkk til ein púra leysan Allan Michelsen, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar við at senda í málið. Tær báðar næstu ferðir- nar var talan um stutt hornaspørk útfrá, har eing- in argjamaður tóktist leggja í at fara út móti hóttanini, og har tvørámenn so kundu royna seg við skotum. Undan steðginum fekk AB tó eina fløva, tá saman- spæl millum Pætur Dam Jacobsen og Símun Hansen tvær ferðir førdi til, at sand- oyingurin á Argjum gjørd- ist leysur, men samanlagt munaði hetta ikki nóg nógv. Beint eftir hálvleik kostaði nevnliga enn ein misskilj- ing í verjuni, tá Kaj Roest kom ímillum eina aftur- legging, og so var TB-sig- urin vísur. Er gongdin í løtuni tung hjá AB, so tykjast tvørá- menn hinvegin at hava funnið rætta stevið. At Óli Johannesen er komin heim- aftur, hevur so avgjørt styrkt um vónirnar hjá lið- num at vinna seg fram í fremstu røð, og spurningur- in er so bara, hvørt TB megnar at seta neyðuga endaspurtin í gongd. Ein ábending um hetta fæst helst á Krossinum í Sumba um tvær vikur, tá TB fer á vitjan í tí, sum í løtuni líkist eini finalu millum suðuroy- arliðini um, hvørt teirra skal royna at halda sam- bandið við ÍF í oddinum. AB-TB 2-3 (2-3) 0-1: Allan Michelsen 0-2: Rasmus Nolsøe 0-3: Óli Johannesen 1-3: Símun Hansen 2-3: Símun Hansen 2-4: Kaj Roest Veteranurin var við fýra málum høvuðs- maðurin aftan fyri sigurin hjá KÍ á LÍF 2. DEILD Jákup Mørk Í kappingini hjá teimum næstbestu hevur KÍ í ár staðið seg nakað væl betri, enn teir so oftani áður hava gjørt. Liðið er í løtuni á fimta plássið, og tað sum betri er, er at tað í løtuni eru heili niggju stig niður til sessirnar, sum innibera vanda fyri niðurflyting. Leygardagin var KÍ í Leirvík, og tað var vorðið sum dagur hjá veteraninum á liðnum, Olgari Danielsen. Ikki færri enn fýra ferðir sendi hann bóltin í LÍF málið, og var hann sostatt meira enn nakar maðurin, sum sendi stigini við Dúgv- uni yvir um aftur Leirvíks- fjør. Hjá klaksvíkingum skeyt Terji Poulsen fimta málið, meðan Tomek, Kaj Eli Olsen og Petur Sjúrðar- berg skoraðu málini fyri heimaliðið. Kom sigurin væl við hjá KÍ, so kom hann tilsvarandi illa við hjá LÍF. Við sigr- inum hjá B36 eru leirvík- ingar nú bert eitt pláss framman fyri sandoyingar, so í løtuni líkist tað einum dysti fyri at sleppa úr niður- flytingarvandanum, tá B71 kemur á vitjan seinast í mánaðinum, og tað mundu tað ikki vera so nógv, sum roknaðu við, tá farið varð undir landskappingina. Við sigrinum á VB eru sumbingar nú bert tvey stig frá ÍF 2. DEILD Jákup Mørk Tað er einki at undrast á, um sumbingar nú fara at síggja eitt sindur ljósari upp á eina møguliga aftur- vendan til bestu føroysku fótbóltsdeildina. Hetta tóktist annars ikki at standa ovarliga á skránni, tá teir fyri viku síðani ikki megnaðu at umseta spæl og møguleikar til mál ímóti ÍF, men leygardagin gjørdu eitt ordiligt hál. At hálið gjørdist somikið gott, komst kanska eina- mest av, at fuglfirðingar heilkiksaðu á Toftum, men Sumba hevði tó sítt at hugsa um, tá VB var á vitj- an. Í mun til í fjør, so hevur VB í ár talst millum betru liðini í deildini, og eitt nú góvu teir Sumba ein skarp- an gang, tá liðini hittust í fyrsta umfarinum. Tað ferðina megnaði Sumba tó akkurát at skava stigini heim, og soleiðis var eisini hesaferð. Rene Thom- sen skeyt í seinna hálvleiki einasta málið í dystinum á Krossinum. Um dystin verður annars sagt, at tað var Sumba, sum var við yvirlutan fyrstu trý korterini, men eins og móti ÍF, so tóktist tað trupult at fáa neyðugu málini burtur- úr. Eftir steðgin komu vágb- ingar alt betri við, men tað vóru so sumbingarnir, sum fóru við stigunum. Sum sagt, so er Sumba nú bert tvey stig aftan fyri ÍF í dystinum um sessin, sum gevur beinleiðis at- gongd til bestu deildina. Komandi vikuskiftið skulu sumbingar royna seg í Klaksvík, áðrenn TB kemur á vitjan í nøkrum, sum lík- ist uppgerðini um, hvør eigur besta suðuroyarliðið í deildini. Samstundis hava fuglfirðingar dystir móti ávíkavist B36 og B71, so tað eru neyvan ráð hjá sumbingum at snáva, um teir skulu gera sær vónir um at taka oddaliðið aftur. LÍF-KÍ 3-5 (2-3): Olgar á blettinum Sumba-VB 1-0 (0-0): Sumba setir á AB-TB 2-4 (2-3): Argir hava mist stevið Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 12 8 - 3 - 1 29 14 15 27 2 B68 12 6 - 5 - 1 15 7 8 23 3 B36 12 7 - 1 - 4 24 13 11 22 4 NSÍ 12 6 - 4 - 2 21 10 11 22 5 KÍ 12 6 - 2 - 4 15 17 -2 20 6 EB/Streymur 12 4 - 4 - 4 20 23 -3 16 7 GÍ 12 3 - 4 - 5 14 18 -4 13 8 VB 12 3 - 3 - 6 14 22 -8 12 9 FS V 12 2 - 2 - 8 16 28 -12 8 10 Skála 12 1 - 0 - 11 7 23 -16 3 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 ÍF 10 7 - 2 - 1 19 7 12 23 2 Sumba 10 6 - 3 - 1 22 5 17 21 3 TB 10 6 - 1 - 3 25 16 9 19 4 VB 10 5 - 1 - 4 19 13 6 16 5 KÍ 10 5 - 1 - 4 21 30 -9 16 6 AB 10 3 - 4 - 3 19 16 3 13 7 B36 10 3 - 3 - 4 17 14 3 12 8 LÍF 10 3 - 1 - 6 14 26 -12 10 9 B71 10 2 - 1 - 7 14 16 -2 7 10 B68 10 1 - 1 - 8 5 32 -27 4 Máltindurin, 1. deild Hjalgrím Elttør KÍ 9 Heðin á Lakjuni B36 7 John Petersen B36 7 Andrew av Fløtum HB 7 Sonni L. Petersen NSÍ 6 Birgir Jørgensen VB 6 Milan Kulic VB 6 Súni Fríði Johannesen B68 5 Krzystof Popczynski GÍ 5 Karsten From HB 5 Helgi L. Petersen NSÍ 5 Sorin Anghel EB/S 4 Clayton Soares FSV 4 Kim Poulsen FSV 4 Rógvi Jacobsen HB 4 Rúni Nolsøe HB 4 Jákup á Borg B36 3 Dánjal Hansen B68 3 John Heri Dam B68 3 Egil á Bø EB/S 3 Hans Pauli Samuelsen EB/S 3 Símun Samuelsen GÍ 3 Tór-Ingar Akselsen HB 3 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 3 Máltindurin, 2. deild Eirik Joensen Sumba 7 Áki Mørk B36 6 Kaj Roest TB 6 Eyðun Samuelsen AB 5 Olgar Danielsen KÍ 5 Dan Mortensen TB 5 Allan Mikkelsen TB 5 Olgar Danilsen KÍ 5 Símun Hansen B71 4 Hanus Eliassen ÍF 4 Pætur Dam Jacobsen AB 4 Heini Heinason ÍF 4 Jón Pauli Olsen VB 4