Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 149 - 12. august 2003 29 29 28 Nr. 149 - 12. august 2003 C M Y K 28 Avrikið leygardagin var meiri enn góð- kent, sjálvt um tað ikki eydnaðist Part- ick Thistle at vinna á heimavølli SKOTLAND Jóannes Hansen Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein føroyskur fót- bóltsspælari roynt seg í bestu skotsku deildini. Jákup Mikkelsen vardi málið, tá ið Partick Thistle leygardagin hevði vitjan av Livingston, og sam- bært skotskum fjølmiðl- um spældi tað bara væl av hjá Jákupi Mikkelsen. Úrslitið var 1-1. Í Par- tick siga teir, at teir sjáld- an fáa fulla úrtøku burt- urúr fyrsta umfarinum, men teir iðra seg um, at tað ikki gekk betri hesa ferð, enn tað gjørdi: – Eftir at vit vóru komnir á odda eftir ein hálvan tíma, høvdu vit fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Men vit tóku ikki av, og soleiðis sum tað tørnaði út seinna partin av seinna umfar- inum, kunnu vit einki siga til, at Livingston fekk eitt stig. Í veruleik- anum vóru teir síðstu løt- una nærri sigrinum, enn vit vóru, tí fimm minuttir undan dystarenda stútaðu teir dygst omanfyri mál- ið, staðfesti Partick venj- arin, Gerry Collins. Hann er nýggjur venjari, eftir at hann framman- undan hevur verið hjálp- arvenjari. Saman við Jákupi Mikkelsen vóru seks aðr- ir fyri fyrstu ferð á lið- num hjá Partick Thistle. Málverjin fær góða um- røðu. Eina staðni fær annar av álopsmonn- unum, Grady, eitt átta tal, og saman við Jákupi fáa tríggir av liðfeløgunum eitt sjey tal. Jákup verður ongan møguleika sagdur at hava havt, tá ið Livingston eitt lítið korter undan dystar- enda javnaði til 1-1. Mið- vallarin, McBride, fekk í skotsku miðlunum skyld- ina, tí hann ikki skuldi hava verið nóg avgjørdur, tá ið hann royndi at sparka burtur. Gerry Collins varð sagdur at vera rættuliga argur, tá ið miðvallarin klossaði í tí, og hann varð skjótt tikin av vøllinum, men eftir dystin royndi hann at bera í bøtuflaka fyri spælaran, sum hann ann- ars rósti fyri at hava spælt væl. Livingston málskjútti var argentinski Fernando Pasquinelli, sum smekk- aði flatt og dygst inn fyri handaru stólparótini. Partick Thistle seti hol á, tá ið ein hálvur tími var farin. Ken Milne, sum ongantíð áður hevur skorað fyri Partick, smekkaði bóltin upp í nettakið. Fleiri bjargingar Jákup Mikkelsen varð beinanvegin settur undir trýst. Longu í triðja minutti royndu mót- støðumenninir seg við langskoti, sum hannt ók sær væl av. Bestu bjarg- ingina verður hann sagd- ur at hava havt, tá ið mót- støðumenninir royndu at lyfta upp um hann. Jákup metti rætt, toygdi seg og fekk fatur á bóltinum. Næsta uppgávan hjá Partick Thistle verður á útivølli leygardagin. Tá skulu teir spæla á útivølli ímóti Kilmarnock. Hetta liðið hevði ógvusliga byrjan upp á nýggja kappingarárið. Teir vitj- aðu á Ibrox í Glasgow, har Rangers legði lunnar undir Europa Cup av- bjóðingina ímóti FCK í annaðkvøld. Rangers vann 4-0. Tað er neyvan nakað at ivast í, at Jákup Mikkel- sen aftur leygardagin verður í Partick Thistle málinum, og nummarið á troyggjuni kundi bent á, at venjarin hevur ætlanir um at brúka føroyska málverjan. Jákup hevur fingið troyggjuna við eitt talinum, meðan kapping- arneytin hjá honum, Kenny Arthur, hevur fingið tólv talið. Men tað skal neyvan leggjast so nógv í hetta. Í Molde hevði Jákup eitt talið, meðan Eddie Gustafs- son, hevði nummar tólv. Tað er ikki fyrrenn Jákup er farin úr Molde, at Eddie, sum skal spæla ímóti KÍ hóskvøldið, hevur fingið eitt talið á ryggin. Jákup hevur vunnið fyrsta umfarið Heldur ikki í triðju royndini í hesum kappingarárinum eydnaðist tað Toda Jónsson at fáa mál SUPERLIGAN Jóannes Hansen Fyrrapartin í dag fóru Todi Jónsson og liðfelagarnir í FCK til Skotlands. Í annað- kvøld skulu teir spæla ein tann týdningarmiklasta dystin í stuttu søguni hjá samanlagda felagnum í danska høvuðsstaðnum. Hvussu tað fer at roynast, fer at bera til at fylgja við í TV Danmark 1 sjón varps- rásini. Hesin dysturin er tann, sum tað í løtuni verður tos- að mest um í Danmark. At áhugin er stórur fyri, hvussu tað fer at hilnast hjá FCK í stríðnum at sleppa í bólkaumfarið í europeisku meistarakappingini sæst eitt nú aftur í søluni av at- gongumerkjum til heima- dystin ímóti Rangers, sum verður um tvær vikur. Fríggjadagin fóru teir undir søluna av atgongumerkj- um, og 32 tímar aftaná vóru 25 túsund atgongumerki seld. Roknað verður við, at tað longu í hesi vikuni verður útselt. Serliga um tað fer at laga seg væl í annaðkvøld. Í vikuskiftinum var triðja umfarið í superliguni á skránni. Tá var talan ikki um serliga sannførandi undanroynd hjá FCK, sum spældi í Esbjerg. Kortini var úrslitið hjá FCK væl betri, enn seinast, tá ið teir vóru í Esbjerg. Úrslitið var 1-1. Esbjerg kom framum, men FCK javnaði, tá ið tað restaðu trettan minuttir. Peter Møller legði fram til Zuma, sum skoraði eitt flott mál. Zuma var ikki á vøll- inum undan steðginum. Beinanvegin eftir steðgin avloysti hann Toda Jóns- son, sum hevði sæð gult í 27. minutti. Hans Backe, FCK venj- arin, gav onkrum teirra, sum ikki hava verið fastir á liðnum, møguleikan, nú FCK hugsar nógv um Europa Cup. Eitt nú var Peter Møller á vøllinum allar 90 minuttirnar, meðan Todi Jónsson og Zuma spældu hvør sín hálvleik. Tað er lítil ivi um, at teir báðir fara at manna FCK álopið á Ibrox Park í Glas- gow í annaðkvøld. Tað verður ikki roknað við, at Jörgen Pettersson verður førur fyri at spæla í morgin, og tað kemur ikki upp á tal, at nýggi brasiliumaðurin skal spæla í morgin. Todi hevur skorað í báð- um Europa Cup dystunum ímóti maltesiska meistara- liðnum, og hann skoraði fleiri ferðir í venjingardyst- unum undan kappingar- byrjan. Men higartil hevur tað ikki eydnast hjá Toda at fáa mál í landskappingar- dystunum. Brøndby í hopla Tað var stórt vónbrot hjá Brøndby, tá ið teir í næst- síðsta umfarinum undan summarsteðginum mistu meistaraskapin til FCK. Harvið misti Brøndby møguleikan at sleppa í europeisku meistarakapp- ingina í summar. Kapping- ini, sum verður á skránni næsta summar, tykjast teir hava sett miðvísa kós ímóti. Eftir trý umfør eru teir einsamallir á odda. Teir hava ikki spælt upp til tað, sum tað verður roknað við, at teir skulu megna. Tí verður í Danmark spurt, hvussu tað fer at verða, tá ið Brøndby fer at finna rætta leikliga stevið. Jón Rói Jacobsen venur saman við besta liðnum, men hann var ikki millum teir fimtan, sum Michael Laudrup hevði við til heimadystin ímóti AGF. Fyri triðju ferð í trimum dystum vann Brøndby 2-0. Men tað stóð nógv á. Hóast tað ikki hevur sæð so ógvu- liga gott út í AGF, so góvu århusianararnir dygga mót- støðu, og teir høvdu møgu- leikar at gera mál. Eftir dystin segði AGF venjarin, Poul Hansen, at teir nú fara at keypa í hvus- su so er tveir spælarar afturat. Í hvussu so er annar teirra verður verjuspælari. OB aftur á jørðina Næstsíðsta leygardag var lagið ógvuliga gott í OB, eftir at teir høvdu vunnið 4-2 á útivølli ímóti FCK. Sunnudagin komu teir av álvara niður aftur á jørðina. Teir vitjaðu í Farum, har heimaliðið, FC Nordsjæl- land, vann 2-0. Orðaríkið venjarin, Christian Ander- sen, segði aftaná, at hetta var besta avrikið hjá hans- ara liði nakrantíð. Annar av málskjúttunum í Farum var Carsten Fredgaard, sum hevur verið liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK, men sum hevur fingið lítla tíð á vøllinum. At hann kennir stórt álit frá nýggja venj- aranum hevur havt við sær, at hann spælir so mikið væl, at hann var kosin dags- ins maður. Í Ikast hevði FC Midtjyl- land vijtan av AB, sum hev- ur mist nógvar spælarar í summar. Heimaliðið vann sannførandi 3-0 sigur, men venjarin hjá teimum rósti gestunum fyri gott fótbólts- spæl. Í Ålborg var tað stórt vónbrot, at AaB ikki megn- aði at fáa stig burturúr ímóti uppflytarunum úr Frem, sum vunnu 1-0. Dagsins maður hjá teimum var nýggi málverjin, Jørgen Nielsen, sum vísti eina røð av góðum bjargingum. Hitt uppflytaraliðið, Her- følge, hevði vitjan av Vi- borg. Herfølge vann 2–1. Chris Hermansen, sum Herfølge áskoðararnir hava sagt vera ov væl í holdum, skoraði bæði Herfølge mál- ini. Brøndby bragdliga byrjan Talan var um framúrskarandi bóltførleika, tá Sibusiso Zuma í seinna hálvleiki fekk tryggjað FCK eitt stig í Esbjerg Føroyski miðvallarin á Akranesi legði upp til bæði málini í 2-1 heimasigrinum ímóti Fram úr Reykjavík ÍSLAND Jóannes Hansen Einasta føroyska umboðið í íslendskum fótbólti er Juli- an Johnsson. Hann er sjálv- sagdur millum teirra, sum í næstu viku á heimakvøldi skulu stríðast ímóti Íslandi. Og sunnudagin vísti Julian íslendingum, at hann er væl fyri, nú tað stundar til brøðra uppgerðina í Norð- uratlantshavi. Julian Johnsson var á vøllinum allar 90 minuttir- nar sunnudagin, tá ið skaga- menn høvdu vitjan av Fram úr Reykjavík, og føroyski spælarin gjørdi nógv um seg. Í steðginum var tað mál- leyst, men sjey minuttir eftir steðgin legði Hjört Hjartanson ÍA á odda. Juli- an vann bóltin á miðvøll- inum, spældi álopsmannin, sum smekkaði til, tá ið hann var komin í brotsteig- in. Teir á heimaliðnum mundu fegnast ov nógv og ov leingi um leiðslumálið. Minuttin eftir, at teir høvdu lagt seg framum, javnaði Fram eftir horna og út frá. Sigursmálið fekk ÍA eitt korter undan leikloki. Juli- an, sum dygst undan steðg- inum hevði fingið gula kortið fyri ov harðliga takl- ing, breyt ígjøgnum í høgru, og Stéfan Þórðarson stýrdi við høvdinum inn- legginum í málið. Hóast sigurin er Akranes framvegis á áttanda og triði aftasta plássinum. Men tað er stutt fram á triðja pláss- ið. ÍA hevur seytjan stig ella sama stigatal sum KA á sjeynda plássinum. ÍBV, sum er á triðja plássinum, hevur nítjan stig. Sunnu- dagin vann ÍBV á heima- vølli í Vestmannaoyggj- unum 1-0 ímóti Grindavík, FH tapti á heimavøllinum á Hafnafirði 2-1 ímóti Fylkir, og KR vann 2-1 á heima- vølli ímóti KA. Fylkir og KR eru oddalið. Næsta vikuskifti heldur føroyska landskappingin frí, tí landsliðsspælararnir skulu fyrireika seg til landsdystin ímóti Íslandi, sum verður mikudagin í næstu viku. Í Íslandi verður spælt av lívsins kreftum næsta vikuskifti. Sunnu- dagin skulu Julian Johns- son og liðfelagarnir á Akra- nesi spæla á Akureyri ímóti KA. Á føroyska landsliðnum fáa flestu spælararnir dystar- venjing í heimligu lands- kappingini. Soleiðis er tað ikki í Íslandi. Har koma flestu landsliðsspælararnir úr útlendskum feløgum. Feløgini, sum í vikuni skulu spæla ímóti NSÍ og KÍ, eru illa fyri, og danski verjuspælarin hjá Lyn kennir seg illa viðfarnan av norsku dómarunum EUROPA CUP/NOREG Jóannes Hansen Í hesi vikuni skulu NSÍ og KÍ í europeiska eldin. Bæði liðini vunnu í vikuskift- inum, men tað var ikki frítt, at tað kendist eitt sindur av altjóða skjálvta við Løkin í Runavík, sjálvt um tað í leikskránni í sambandi við uppgerðina ímóti GÍ staði- liga varð undirstrikað, at tað bara skuldi hugsast um eina uppgávu í senn, og at norska Lyn vitjanin ikki skuldi eiga pláss í hug- anum, fyrrenn dysturin ímóti GÍ var liðugur. Í kvøld fer KÍ til Noregs at vitja Molde, og seint í kvøld kemur Lyn í Vágar við sama flogfarinum, sum klaksvíkingarnir fara til Noregs við. Bæði NSÍ og KÍ ætlaðust at venja á Svangaskarði í gjárkvøldið. Har skal NSÍ spæla hóskvøldið, og KÍ skal spæla har hósdagin 28. august. Vanliga plaga útlendsku feløgini, sum vitja í sam- bandi við altjóða dystir, at búgva í høvuðsstaðnum, sjálvt um dystirnir hava verið spældir á Svanga- skarði. Tað skal Lyn ikki. Teir fara at búgva í Runa- vík. Illur verjuspælari Tá ið Herfølge við Jákupi Mikkelsen millum stólpar- nar vann DM í 2000, var Steven Lüstu álit í miðverj- uni. Síðani flutti hann til AB og seinni til Lyn í Noregi. Sunnudagin var Lyn, sum er triði niðast á støðutalvuni í Tippuliguni, á vitjan hjá Rosenborg í Tróndheimi. Rosenborg var sjálvandi favorittur, teir vunnu 2-0, og harvið styrktu teir upp- aftur meiri um oddasessin, tí Sogndal, sum framvegis er næstfremst, megnaði ikki meiri enn 1-1 á útivølli ímóti næstaftasta Tromsø, ið síðstu løtuna stríddist fyri at vinna. Men Rosenborg noyddist at stríðast fyri sigrinum ímóti mótstøðuliðnum hjá NSÍ. Teir fingu málini síðstu tíggju minuttirnar, og tað var akkurát soleiðis, at teir megnaðu at byrgja fyri Lyn málum. Hesa síðstu løtuna varð Steven Lüstu rikin av vøll- inum, tí hann hevði fingið tvey gul kort, og tað var hann sera royttur av. Hann vildi ikki fara av vøllinum beinanvegin, og tá ið hann var komin í umklæðingar- rúmið sparkaði hann so dygt til ein bonk, at hann brotnaði. Danski miðverjin í Lyn varð útvístur fyri triðju ferð í hálvt annað ár, og hann fjaldi sunnukvøld- ið í Tróndheimi ikki yvir, at hann kennir tað sum um, at dómararnir eru úti eftir honum. Lyn venjarin, íslendski Þordur Þórdarson, var ikki misnøgdur við avrikið hjá sínum monnum. Hann segði seg rokna við, at teir fara at vinna seg longri upp á støðutalvuna, um teir framvegis fara at sýna tann hugburðin, sum teir sunnu- dagin vístu á Lerkendalen í Tróndheimi. Molde spældi ikki fyrr- enn í gjárkvøldið, tá ið teir skuldu hava vitjan av Bodø/Glimt. Norsku feløg- ini liggja ikki á løtu síðuni. Longu leygardagin fara Lyn og Molde at hittast. Tað vil við øðrum orðum siga, at Molde fer at spæla mánakvøldið, hóskvøldið og aftur leygardagin. Aalesund aftast Nógv bendir á, at Aalesund, sum flutti upp síðsta heyst, fer at flyta niður aftur. Teir eru aftastir, og sunnudagin taptu teir 3-0 í Bergen ímóti Brann. Um tað eydnaðist Bodø/Glimt at vinna í Molde í gjárkvøldið, so vera teir undir liðini á Sogndal í kappingini um annað plássið. Sogndal er ellivu stig aftanfyri Rosen- borg, so tað er eingin ivi um, at Rosenborg seinni í heyst fer at vinna 12. meist- araskapin á rað. Viking úr Stavanger er eisini við í kappingini um Europa Cup plássini. Sunnudagin fingu teir eitt stig við úr høvuðsstaðnum. Dysturin ímóti Vålerenga endaði 2-2. Stabæk vann 1-0 á Lille- strøm. Hetta var fyrsti sigurin hjá Stabæk í sjey dystum. Bryne vann 3-2 á Odd Grenland. Sigursmálið fingu teir í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. Julian í miðdeplinum Danska superligan vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Brøndby (S) 3 3 - 0 - 0 6 0 6 9 2 FCM 3 2 - 1 - 0 5 1 4 7 3 OB (S) 3 2 - 0 - 1 6 4 2 6 4 FC Nordsj. 3 1 - 2 - 0 5 3 2 5 5 Esbjerg 3 1 - 2 - 0 4 2 2 5 6 FCK (M) 3 1 - 1 - 1 5 5 0 4 7 AaB 3 1 - 0 - 2 2 3 -1 3 8 Herfølge 3 1 - 0 - 2 2 4 -2 3 9 Frem 3 1 - 0 - 2 1 4 -3 3 10 Viborg 3 0 - 2 - 1 3 4 -1 2 11 AGF 3 0 - 1 - 2 2 6 -4 1 12 AB 3 0 - 1 - 2 1 6 -5 1 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Jón Rói Jacobsen (Brøndby) Danska 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Silkeborg 2 2 - 0 - 0 8 1 7 6 2 AC Horsens 2 2 - 0 - 0 5 1 4 6 3 Fremad Amager2 2 - 0 - 0 6 3 3 6 4 Ølstykke 2 2 - 0 - 0 5 2 3 6 5 Køge 2 1 - 0 - 1 6 3 3 3 6 Fredericia 2 1 - 0 - 1 4 2 2 3 7 Skjold 2 1 - 0 - 1 4 3 1 3 8 Nykøbing 2 1 - 0 - 1 4 3 1 3 9 HFK Sønderj. 2 1 - 0 - 1 6 6 0 3 10 B 93 2 1 - 0 - 1 3 3 0 3 11 Randers FC 2 1 - 0 - 1 5 6 -1 3 12 Vejle 2 1 - 0 - 1 2 5 -3 3 13 FC Nordjylland 2 0 - 0 - 2 2 6 -4 0 14 FC Aarhus 2 0 - 0 - 2 1 5 -4 0 15 Brønshøj 2 0 - 0 - 2 1 5 -4 0 16 B 1913 2 0 - 0 - 2 0 8 -8 0 Føroyskir leikarar: Atli Gregersen (Randers Freja), Johan Byrial Hansen (AC Horsens), Óli Johannesen (Hvidovre) Skotska Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Rangers 1 1 - 0 - 0 4 0 4 3 2 Dundee 1 1 - 0 - 0 3 0 3 3 3 Hearts 1 1 - 0 - 0 2 0 2 3 4 Hibernian 1 1 - 0 - 0 2 1 1 3 5 Livingston 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 6 Partick 1 0 - 1 - 0 1 1 0 1 7 Celtic 1 0 - 1 - 0 0 0 0 1 8 Dunfermline 1 0 - 1 - 0 0 0 0 1 9 Dundee Utd. 1 0 - 0 - 1 1 2 -1 0 10 Aberdeen 1 0 - 0 - 1 0 2 -2 0 11 Motherwell 1 0 - 0 - 1 0 3 -3 0 12 Kilmarnock 1 0 - 0 - 1 0 4 -4 0 Føroyskir leikarar: Jákup Mikkelsen (Partick) Íslendska Landsbankadeildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Fylkir 13 8 - 2 - 3 21 10 11 26 2 KR 13 8 - 2 - 3 20 16 4 26 3 ÍBV 13 6 - 1 - 6 19 19 0 19 4 Grindavík 13 6 - 1 - 6 17 20 -3 19 5 FH 13 5 - 3 - 5 21 21 0 18 6 Þróttur 12 6 - 0 - 6 19 19 0 18 7 KA 13 5 - 2 - 6 22 19 3 17 8 ÍA 13 4 - 5 - 4 18 17 1 17 9 Valur 12 4 - 0 - 8 16 22 -6 12 10 Fram 13 3 - 2 - 8 17 27 -10 11 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (ÍA) Norðmenn í tungum sjógvi