Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. august 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 149 - 12. august 2003 Árliga kappsiglingin við 4- og 5-mannafør- um, ið Lions Club Eysturoy skipar fyri, verður á Skálafirði sunnudagin hin 17. august KAPPSIGLING Tíðindaksriv Síðani 1970 hevur Lions skipað fyri hesi kapping, og hava tilsamans meira enn 150 ymiskir bátar luttikið í kappsiglingini í hesum tíðarskeiði. Fyrsta árið luttóku 20 bátar, men sum árini hava gingið hevur luttøkan vaksi javnt. Seinastu tíðina hevur luttøkan ligið millum 30 og 40 bátar. Tað er fyri tað mesta bátar av Skálafjørð- inum og frá eystursíðuni á Streymoynni, sum plaga at kappast, tó eru einkultir bátar frá øðrum bygdum eisini. Vinnandi báturin fær ferðasteyp og verður eisini steyp latið til 3 teir fyrstu bátarnar. Seinasta ár var tað Hoyvíksbáturin við Egil Simonsen, Tórshavn, sum vann siglingina, meðan Malli við Oddmar Joensen, Kollafjørður, gjørdist nr 2 og Vinur við Òla Mikkel- sen, Tórshavn, bleiv nr 3. Málið verður sum vanligt við høvuðspierin í Runa- vík. Alt eftir hvussu veðrið er, verður avgjørt sunnu- morgunin, um siglt verður inn- ella úteftir fjørðinum. Eins og undanfarin ár verður ein drekkamuður serveraður fyri luttakar- unum í matarsalinum hjá Føroya Fiskavirking í Runavík. Ì samband við kappsigl- ingina verður ein lutaseðil seldur og verður ágóðin av tiltakinum latin til vælger- andi endamál endamál í Eysturoy. 5 km menn 1 Bogi Lenvig . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15,53 2 Símun Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . 16,48 3 Jonhard Larsen . . . . . . . . . . . . . . . . 16,56 5 km menn, veteranar 1 Óli Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19,57 2 Henning Clemens Poulsen . . . . . . . . 19,58 3 Ólavur Herup Olsen . . . . . . . . . . . . 20,32 5 km kvinnur 1 Borgarhjørt Holm . . . . . . . . . . . . . . 19,35 2 Tordis Debes Eiriksfoss . . . . . . . . . . 21,32 3 Jóngerð Høgnesen . . . . . . . . . . . . . . 24,38 5 km kvinnur, veteranar 1 Jóngerð Høgnesen . . . . . . . . . . . . . . 24,38 600 m, dreingir 7 1 Teis Horn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2,17 2 Betuel Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . 2,25 3 Bartal Wardum . . . . . . . . . . . . . . . . 2,31 600 m, dreingir 10 1 Rúni Seloy . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1,56 2 Jóhan á Plógv Hansen . . . . . . . . . . . 2,00 3 Oyvind Lützen . . . . . . . . . . . . . . . . 2,02 1200 m, dreingir 12 1 Robin Jønsson . . . . . . . . . . . . . . . . . 3,41 2 Daniel Djurhuus Rein . . . . . . . . . . . 3,44 3 Remi Langgaard . . . . . . . . . . . . . . . 3,52 1200 m, dreingir 17 1 Jóan Karl Joensen . . . . . . . . . . . . . . 3,30 2 Álvur F. Christiansen . . . . . . . . . . . . 3,39 3 Bárður Johannesen . . . . . . . . . . . . . 4,00 600 m, gentur 7 1 Elin D. Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . 2,26 2 Hildur Egilsdóttir . . . . . . . . . . . . . . 2,36 3 Bjørk Reynagarð Svabo . . . . . . . . . . 2,37 600 m, gentur 10 1 Vár Gregersen . . . . . . . . . . . . . . . . . 2,04 2 Rebekka Fuglø . . . . . . . . . . . . . . . . 2,13 3 Guðrun Hentze . . . . . . . . . . . . . . . . 2,16 1200 m, gentur 13 1 Bjørk Herup Olsen . . . . . . . . . . . . . 4,14 2 Jenny Svabo . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4,15 3 Maria Holm Lund . . . . . . . . . . . . . . 4,36 1200 m, gentur 17 1 Marin í Dali . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4,01 2 Annika Vang . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5,06 3 Meena Martinsdóttir . . . . . . . . . . . . 6,12 Sum vant, so skipaði Bragdið fyri ólavsøku- renning, tá føroyingar hildu tjóðarhátíð sína. Umframt fimm kilometur langa teinin, sum tey vaks- nu runnu, so sluppu yngru rennararnir eisini at royna seg á styttri teinum. Hjá monnunum var tað ikki óvæntað Bogi Lenvig, sum var skjótastur á tein- inum. Hann var nærum ein minutt undan Símun Joen- sen, sum á øðrum megnaði at halda Johnard Larsen aftan fyri seg. Hjá kvinnunum var somu- leiðis talan um ein suver- enan vinnara. Borgarhjørt Holm, sum á Oyggjaleik- unum var partur av Mara- thon-liðnum hjá føroying- um, kom á málið nærum tveir minuttir undan næsta rennaranum, sum var Tordis D. Eiriksfoss. Tey trý fremstu í hvørj- um bólki komu annars á má l í hesi raðfylgju: Ólavsøkurenningin 2003 Kappsigling á Skálafjørðinum Beint undan ólavsøku varð spælt um FM í tennis, men tá vinnari ikki kann roknast sum føroyingur, verð- ur føroyameistarin ikki kosin fyrr enn eftir komandi kapp- ing TENNIS Tíðindaskriv Í døgunum 23. til 27 juli varð FM í tennis, sum Havnar Tennisfelag stendur fyri, spælt á tennisvøllinum í Gundadalið í Tórshavn. Vinnarir vóru funnir hjá dreingum U-14 og U-18, hjá monnunum, B-bólk- inum hjá monnum, og hjá kvinnum. Finalan hjá monnum varð vunnin av dananum Scot Christensen á Martin N. Simonsen 6-1 6-0. Í B- bólkinum vann Martin Heinesen á Bárður Háberg 7-6 6-2. Kappingina fyri kvinnur vann Sára Arge við einum 7-5, 7-5 sigri á Fridu Poul- sen, og Hjalti M. Jacobsen og Magnus í Króki vunnu kappingarnar hjá ávíkavist U-18 og U-14. Her vóru mótstøðuleikararnir í final- uni ávíkavist Pól Andrea- sen og Niclas Eysturoy. Annars kann Scot Christ- ensen ikki verða almennur føroyameistari í tennis. ÍSF-reglurnar siga, at spæl- ari sum ikki hevur búð fast í Føroyum í minsta lagið 2 samanhangandi ár, ikki kann gerast almennur vinn- ari av FM, um ikki einstøku feløgini sjálv hava gjørt serliga reglur galdandi fyri útlendingar. Tennisfelagið hevur ikki sjálvt slíkar regl- ur, og hava tí avgjørt at finna alemenna føroya- meistaran í næsta kapping- ini hjá felagnum, Niels L. Arge Open. Tekning til næstu kapp- ingarnar hjá monnum, kvinnum, U14 og U18 verður inntil hósdagin 14. august, tá kappingin hjá monnum byrjar. Vinnarin av kappingini hjá monnum fær eisini eina peninga- virðisløn handaða frá Niels L. Arge. Dani vann FM Svimjing um Nólsoyarfjørð Sum partur av ovastevnuni í Nólsoy var aftur í ár svomið um Nólsoyarfjørð. Hetta hendi leygardagin, tá svimjararnir løgdu frá landi yvir við Strond. Vinnarin av kappingini var aftur í ár Dia Jacobsen, sum eisini eigur metið á teininum. Hesa ferð var tað fyri tað mesta Evald Rasmussen, sum royndi at trýst hann, men við góðum fimm minuttum aftur til Evald var tað kortini ein tryggur sigur hjá Dia. Vert er annars at leggja til merkis, at Tórur A. Hansen hesa ferð gjørdist yngsti svimjarin, sum hevur svomið teinin. Tórur varð nummar seks av teimum sjey svimjarunum, sum komu vegin fram, og uttan stórvegis trupulleikar megnaði hann at halda kósina beint inn til bygdina, har hann kom á land tætt inni undir kirkjuni. -jm C M Y K 30 Nr. 149 - 12. august 2003 31 Grundskeið í lóg Fróðskaparsetur Føroya skipar í heyst fyri undirvís- ing í grundskeiði í lóg. Grundskeiðið er 15 ECTS, ið svarar til 1/4 ársverk. Skeiðið fevnir um ein almenn- an part, ið verður settur saman av pørtum sum: at finna lóg, at skipa lóg, at smíða lóg, at tulka lóg og einum serligum parti settur saman av brotum úr galdandi stjórnar- og fyrisitingarlógum,serliga stýris- skipanarlógini,heimastýrisskipanini,ríkisgrundlógini, fyrisitingarlógini og innlitarlógini. Skeiðið er ætlað lesandi á setrinum, fólki við aðrari hægri útbúgving enn í løgfrøði,fólkið við fyrisiting- arligum royndum, ið hava tørv á eftirútbúgving, men onnur kunna eisini, um pláss verður, innskriva seg. Fyritreytin er tá ein miðnámsútbúgving ella samsvarandi. Bert ein flokkur verður. Undirvísingin verður tvær ferðir, teir tímar um vik- una týskvøld og hóskvøld kl. 16-18 í Ovastovu í Nóatúni.Undirvísingin byrjar 2.september og verð- ur til 27. november. Lærarar verða løgfrøðingurin Kári á Rógvi, Jonhard Klettheyggj og Jógvan Elias Winther Poulsen. Umsóknarbløð fáast á: Fróðskaparsetur Føroya Søgu- & Samfelagsdeildini J.C. Svabosgøta 7 100 Tórshavn Tlf. 352580 Umsóknarfreistin er sett til 24. august 2003. Gravsteinar, kantsteinar og blómubeð Nú eisini úr Føroyskum gróti Lesið -tað loysir seg 31