týsdagur 16. mai 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
SMS · Tel. 353535· Fax 353536
E-mail: tryarin@post.olivant.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Postverkið - gísli í
politiskari ósemju
Viðmerking:
AFTUR ein almennur stovnur er komin í fíggj-
arligar trupulleikar. Hóast Postverkið ferð eftir
ferð hevur gjørt vart við, at verandi gongd
kann ikki halda fram, hevur landsstýrið ikki
megnað at fremja eina loysn, so Postverk
Føroya fær eina framtíð sum ein almennur
tænastustovnur.
TAÐ varð greitt fyri fleiri árum síðani, at inn-
tøkugrundarlagið hjá Postverkinum var ov lítið.
Men Postverkið er skipað eftir eini lóg, sum
setir upp ávísar karmar fyri virksemið hjá Post-
verkinum. Vøkstur er ikki í tí, sum hevur verið
høvuðsgrundarlagið í arbeiðnum hjá Postverk-
inum. Og sum almennur stovnur fær Post-
verkið ikki kappast á teimum økjum, har menn-
ing er.
TALAN hevur tí verið um annaðhvørt at skipa
Postverkið sum eitt alment partafelag ella ein
sjálvstøðugan almennan stovn. Men tá leiðsl-
an í Postverkinum ífjør kom við einum tilmæli
at skipa Postverkið sum eitt partafelag, setti
Postfelagið og Tjóðveldisflokkurin seg ímóti.
Hann mælti heldur til at skipa Postfelagið sum
sjálvstøðugan stovn.
MEN sambært tí, sum er komið fram seinastu
vikuna, er einki hent ávegis hesi loysn. Tað
skilst, at stjórin í Post Danmark, sum hevur
vitjað her, ikki hevur kunnað mælt til eina slíka
loysn. Síðani er ikki meiri hent, hóast post-
verkstjórin í fleiri skrivum til Vinnumálastýrið
hevur gjørt vart við, at verandi gongd kann
ikki halda fram. Í síðstu viku boðaði hann frá,
at um ikki nakað hendir, fær Postverkið gjald-
føristrupulleikar um nakrar mánaðir. Tað merk-
ir, at vit hava ein almennan stovn afturat, sum
er um at fara »á heysin«, uttan at landsstýrið
hevur verið ført fyri at finna eina loysn,ella
fremja ta loysnina, sum landsstýrið gjørdi
semju um ífjør.
FLESTU eru samd um, at Postverkið helst
skal klára seg uttan at fáa pening á fíggjar-
lógini, men so má Postverkið fáa ein karm at
virka í, so tað kann vinna sær tað neyðuga
fíggjarliga grundarlagið. Somuleiðis er tving-
andi neyðugt, at leiðslan fær møguleika at
nútímansgera Postverkið, sum er afturúrsiglt
so tað forslær.
FØROYA fólk hevur kra vum at hava eina
góða posttænastu, sum er álítandi og sum
lúkar tey krøv, sum okkara nútímans sam-
skiftissamfelag setir. Henda setning hevur
landsstýrið heldur ikki klárat at fremja í verki.
Ístaðin hevur hon latið starvsfólk og postverks-
stjóra vera gísla í einum politiskum spæli mill-
um landsstýrisflokkarnar. Slíkt kann landsstýr-
ið heldur ikki bjóða fólki. Men líkt er til at
harmasøgan heldur fram: Stranferðslan,
Heilsuverkið, Sjónvarpið og nú Postverkið.
»Vit mugu hava greiðar linjur«, verður helst
svarið. Men latið okkum fáa tær.
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður hevur drúgva grein í
Sosialinum fríggjadagin við
heitinum: »Tað, sum vendir
niður, vendir upp.« Hon er
ikki bara long, men eisini
rættiliga ósamanhangandi,
tí vil eg bert gera viðmerk-
ingar til sjálva byrjanina.
Restina kann eg koma aftur
til.
Høvuðstráðurin í hesi
grein er, at einki skil er
meira í hesum landinum, tí
vit hava eina andstøðu, sum
í tíð og úrtíð tekur til orð-
anna. Eina andstøðu, sum
brúkar so ótrúliga orku til
at finnast at sitandi sam-
gongu og hennara politisku
ætlanum. Ein andstøða, sum
enntá dittar sær at fara í
donsk bløð við lygisøgum,
útspillingum av landsstýris-
monnum og ósannindum
um politisku ætlan lands-
stýrisins.
Hetta eru niðurstøður,
sum verða gjørdar í einum
ella øðrum formi av despe-
rasjón, tí soleiðis hevur sær
okkara veruleiki ikki út.
Hetta eru beinleiðis skeivar
niðurstøður.
Eg vil beinanvegin siga,
at eg als ikki skilji Høgna
Hoydal og hansara uppfatan
av einum demokratiskum
samfelag. Tað er altíð hini,
sum eru ósaklig, ósonn og
sum einki hava skilt. Tað
eru altíð hini, sum koma við
ræðumyndum, og tað eru
altíð hini, sum sláa hann og
hansara
viðhaldsfólk
í
høvdið. Tað eru altíð hini,
sum grava seg niður í gomlu
skotgravirnar.
Sjálvandi var tað best fyri
hann og restina av lands-
stýrinum, um andstøðan
ikki hevði tali- og skrivi-
frælsi, men so skuldi Høgni
Hoydal valt sær annað land
at búð í, um tað er tað, hann
ynskir, og tað slagið av
londum finst enn, hóast
gomlu Mekka´ini í Tirana,
Moskva og Peking eru fall-
in. Annað er so, at lands-
stýrismaðurin kanska átti at
broytt arbeiðssetningin hjá
grundlógarnevndini, tí sum
er ganga vit út frá, at eisini
andstøðan í framtíðar Før-
oyum fær tali- og skrivi-
frælsi.
Síðan vil eg siga, at mær
tykir, at landsstýrismaðurin
fellur ein órættvísan dóm
yvir andstøðuna, tá hann
leggur hana undir persón-
liga útspilling og lygisøgur,
um hann við andstøðuna har
eisini hugsar um undirrit-
aða. Eg havi ongantíð í mín-
um politiska arbeiði ført
meg fram við persónligum
álopum hvørki henda ella
handa vegin. Tað liggur
mær so ótrúliga fjart, og
gjarna fyllir tann eftir mín-
um tykki sakligi og politiski
parturin meira enn ríkiligt.
Harnæst vil eg siga, at eg
sjálvandi havi úttalað meg
til donsk bløð, treyðugt so í
tí støðu eg havi sum fólka-
tingslimur, og tað ætli eg
mær framhaldandi at gera,
men eg havi altíð hildið meg
til tann innihaldsliga partin.
Men eftir øllum at døma er
hetta eisini ovboðið fyri
henda sokallaða »demokrat-
iska« landsstýrismannin.
Honum dámar enntá at føra
seg fram við orðum sum
rættarsamfelag og tole-
ransu, men tey hava kanska
annan týdning í hansara tot-
alitera hugaheimi.
Neyvan hevur nakar út-
talað seg meira til útlendsk-
ar fjølmiðlar enn Høgni
Hoydal sjálvur, og tað er
eisini í lagi við tí, tí hann er
jú forsprákarin fram um
aðrar fyri loysingini. Hann
hevur enntá givið út bók um
sína politisku uppfatan á
donskum fyri danir. Og í
farnu viku sendi hann sam-
an við løgmanni og Helenu
Dam á Neystabø faldara út
í hvørt heim, har tey enn
einaferð mála myndina so
ljósareyða av framtíðarvón-
unum fyri samráðingunum,
hóast veruleikin fyri allar
føroyingar er ein heilt annar.
Og fyri skattgjaldarans
pengar. Rættiliga raffinerarð
má sigast - vit billa tykkum
nakað inn, sum tit eiga at
trúgva, og tit gjalda sjálvi
fyri tað. Og her í seinastuni
hevur Høgni Hoydal eisini
megnað at drigið grønlend-
ingar við inn í kjakið, hóast
teir sjálvir hava lagt seg eina
við ikki at gerast partur av
málinum.
Eitt skalt tú so vita, Høgni
Hoydal, at tað skal meira
enn hasi illsinisglepsini til,
fyrr enn andstøðan stingur
í sekkin og tegir fyri rest.
Ikki veit eg, tá Høgni
Hoydal og samráðingar-
nevndin aftaná fundin 17.
mars vóru komnir í rasshaft
av láturliga búskaparliga út-
spælinum við næstan óav-
markaðari skiftistíð, tá
kundi andstøðan knappliga
brúkast. Jú, hetta var eitt
útspæl hjá Javnaðaraflokk-
inum, segði Høgni Hoydal
í Tíðindaskrivi, sum løg-
maður seinni segði einki
vita um. Javnaðarflokkurin
hevur so ongantíð arbeitt
við einari skiftistíð frá mill-
um 50 og 80 ár.
Høgni Hoydal, hvat er tín
uppfatan av einum fleir-
flokkaðari politiskari skip-
an? Gaman í, var bert talan
um eina og somu trúgv,
kanska bert tann eina flokk-
in, so vóru atfinningar frá
øðrum ein rár hending, men
hjá okkum skilja vit tað sum
eina styrki fyri demoktaisku
tilgongdina, at øll koma til
orðanna.
So, orsakað eg sigi tað,
so tykir mær, at tú onkurs-
vegna er komin í klemmu
millum eina farna og eina
nýggja tíð. Múruruin fall
ikki bara eitt sindur, nei
hann skrædnaði líka í botn,
Høgni Hoydal Lat teir ikki
ráðgeva tær um bert at taka
ein part av nýggju tíðini við,
fyri síðan eisini at varðveita
leivdirnar av tí mest ræðu-
liga, nevniliga tørvandi
virðing fyri einari demo-
kratiskari tilgongd, har eis-
ini andstøðan og onnur
sleppa framat.
Vit brúka hóast alt ikki
skattgjaldarans pening til
selja okkara sjónarmið.
Jóannes Eidesgard
Múrurin fall ikki bara
eitt sindur, Høgni Hoydal
Leikurin [Fikz] er um ung,
kærleika, stoffir, vinir og
foreldur.
Eyðna
rýmur
heimanífrá og flytur inn hjá
sjeikinum Lars. Tey bæði
hava tað fínt saman til Petur,
ið er pushari og vinmaður
Lars, kemur uppímillum.
Stoffir byrja at blanda seg
inn í lívi hjá Eyðnu, og nógv
broytist. Hvat síðani hendur
fara vit ikki at avdúka her.
Leikurin er gjørdur av
ungum til ung. Undir leiki-
num standa tey í Fokus
sjálvi fyri ljóð og ljós skifti.
Í seinnu helvt av decemb-
er 1999 fóru tvær gentur, frá
Barnasjónleikarafelagnum
’Dramaverkstaðnum’
í
Havn, undir ætlanina at
stovna ein sjónleikarbólk.
Ein teirra var komin fram á
tvær lýsingar inni á Inter-
netinum um tvær sera
spennandi sjónleikarastevn-
ur í Íslandi og Danmark
summarið 2000, og setti seg
síðani beinavegin í samband
við vinkonu sína. Tann 6.
januar var bólkurin stovn-
aður, og var tá komin uppá
fimm leikarar. Høli at venja
í skuldi finnast, og tá Dram-
averkstaðið í Havn, var
bjóða teimun, tóku tey av
við gleði. Tá hugskot um
evni var komi fram, var fari
undir at improvisera seg
fram til ein leik. Fyri at fáa
tey ymsu improviseraðu
brotini tengd saman, var fari
undir, saman við Hjørdis Jo-
hansen, at seta saman, fylla
út og skriva endaliga leik-
ritið. Fikz er fyrsti leikurin
bólkurin framførir.
Bólkurin er nú komin
undir Havnar Sjónleikara-
felag. Í juni og juli fer Fokus
so avstað til Íslands og Dan-
mark, har tey skulu fram-
føra leikin.
Sýningar í sjónleikarhús-
inum í Havn:
Týsdagin 16.05.00 kl.
20.00
Ungmannabólkurin Fokus sýnir leikin [Fikz]
Mikudagin 17.05.00 kl.
20.00
Í Losjuni í Gøtu:
Fríggjadagin 19.05.00 kl.
20.00.
Kunngjørt verður at góði pápi, verfaðir og abbi
okkara
TÓRUR SJÓFØDDI AV VOLLANUM,
Saltangará
andaðist í heiminum fríggjadagin 12. mai 2000, 58
ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Berøa, Saltangará, 16. mai
kl.13.00
Familjunnar vegna
William, Petur, Jørgin, Birgir og Sigrun
✝