týsdagur 16. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 93 - 16. mai 2000
Sí annars lýs
ing í blaðn
um koma
ndi hós
dag
Sosialurin - 311820
Fríggjadagin kemur
h e i m s k e n d a
hondbóltsstjørnan
Anja Andersen til
Føroyar.
Vitjanin er fingin í
lag av formula.fo,
ið hevur samstarv
við høvuðsstuðulin,
Fujitsu Siemens, hjá
Slagelse Forenede
Håndboldklub, har
Anja Andersen er
venjari.
Anja skrivar autografar
Øll eru vælkomin!
EYDUN KLAKKSTEIN
Seinnapartin í gjár skuldi
støða takast til, um annar av
bygningunum hjá teldufyr-
itøkuni Com-Data í Klaks-
vík skuldi rívast niður.
Eldur kom sunnukvøldið
í bygningin, sum er í fýra
hæddum, og hann hevur
fingið so stóran skaða, at
roknað verður næstan fyri
vist, at bygningurin skal rív-
ast niður.
Tvær tær ovastu hæddir-
nar eru fullkomiliga út-
brendar, takið er hoknað
niður, og tvær tær niðaru
hæddirnar hava fingið um-
fatandi
vatnskaða
eftir
sløkkiarbeiðið.
Seinnapartin í gjár skuldi
leiðslan á Com-Data á fund
við Tryggingarfelagið Før-
oyar, og tá skuldi støða tak-
ast til, hvussu farast skal
fram eftir ógvusliga elds-
brunan sunnukvøldið.
Fluttu fólk burtur
Tað var um áttatíðina sunn-
ukvøldið, at alarmsentralur-
in fekk fráboðan um eld hjá
Com-Data. Fólk sóu royk
koma úr bygninginum, og
tá sløkkiliðið í Klaksvík
kom á staðið stutt aftaná,
hevði eldurin longu fingið
fastatøkur í bygninginum.
Roykkavarar hjá sløkki-
liðnum fóru inn í bygningin,
men menninir vóru noyddir
at taka seg aftur, tí eldurin
var so ógvusligur.
Og
næstu
tímarnar
breiddi eldurin seg á tveim-
um teimum ovastu hæddu-
num, og tær stóðu ikki til at
bjarga, hóast sløkkiliðið
royndi at sløkkja eldin við
vatni.
Sløkkiliðið í Klaksvík
stríddist alt sunnukvøldið
og út á mánanáttina við at
fáa tamarhald á eldinum.
Meðan eldsbrunin leikaði
í, mátti sløkkiliðið flyta fólk
úr húsunum, sum standa
norðanfyri
Com-Data.
Hetta var gjørt, tí roykurin
varð mettur at verða vanda-
Com-Data
logaði í
seks tímar
Annar av bygningunum hjá teldufyri-
tøkuni Com-Data hevur fingið so
stóra skaða, at hann helst verður riv-
in niður
mikil. Men tað var ongantíð
vandi fyri, at eldurin skuldi
breiða seg til hesi húsini.
Fingu tamarhald á
Á midnátt helt sløkkiliðs-
leiðarin, Kári Kjelnes, at
sløkkiliðið hevði fingið
tamarhald á støðuni, men
hann roknaði við, at tað fór
at taka einar tveir tímar aft-
urat at sløkkja eldin. Og so
var eisini. Stutt fyri klokkan
tvey var mesti eldurin sløkt-
ur.
– Vit vóru tó á staðnum
til tíðliga mánamorgunin,
og vit høvdu brandvakt til
klokkan hálvgum átta. Tað
festi fleiri ferðir í aftur, men
vit fingu sløkt so hvørt, sig-
ur Kári Kjelnes.
Løgreglan avbyrgdi økið,
og bæði norðanfyri og
sunnan fyri Com-Data var
leingi long røð av bilunum,
sum vóru á veg antin úr ella
til Klaksvíkar. Vegurin var
fullkomiliga stongdur í ein-
ar tríggjar tímar, men eftir
tað fór løgreglan undir at fáa
bilarnar ígjøgnum økið.
Í brenda bygninginum,
sum er tann eldri, heldur
fyrisitingin hjá Com-Data
til, og tí er alt bókhald og
annað, sum hoyrir til fyri-
sitingina, horvið. Nýggi
bygningurin, sum er fastur
í tí gamla, hevur fingið nak-
að av roykskaða, men eldur
var ongantíð í námind av
honum.
Funnið nýggj høli
Í gjár royndu starvsfólkini
hjá Com-Data at fóta sær í
niðaru hæddina í skrivstov-
ubygninginum hjá JFK-Trol
við Garðavegin, men nógva
av virkseminum hjá fyritøk-
uni er vanliga úti hjá við-
skiftafólki.
– Eldurin órógvar okkum
illa, millum annað tí øll
goymslan er farin, men øll
vitanin er varðveitt, og vit
halda fram við okkara virk-
semi, sigur Oliver Thom-
sen, stjóri á Com-Data.
– Vit eru ikki so bundin
av húsunum, tí vit arbeiða
nógv úti hjá viðskiftafólki,
sigur hann.
Nakrir telduservarar við
upplýsingum vóru bjargaðir
úr húsinum, men Com-Data
hevur eisini trygdaravrit av
øllum sínum forritum og
upplýsingum. Tí er einki av
tí, sum fyritøkan fyrst og
fremst livir av, farið fyri
skeyti.
Og nú verður arbeitt við
at fáa umstøðurnar í nýggja
bygninginum hjá Com-Data
í lagi aftur, so starvsfólkini
kunnu flyta inn har.
Enn dugir eingin at siga,
hví eldur kom í hjá Com-
Data sunnukvøldið.
Eldurin í bygninginum hjá Com-Data logaði í einar seks tímar, og tvær tær ovaru hæddirnar eru fullkomiliga útbrendar
Longu tá sløkkiliðið í Klaksvík kom á staðið, hevði eldurin breitt seg so nógv, at tað
var eingin kjansur at sløkkja. Næstu seks tímarnar stríddust sløkkiliðsmenninir við at
fáa tamarhald á støðuni
Hóast eldurin gjørdi stóra skaða, er øll vitanin hjá Com-Data varðveitt, og í gjár helt
fyritøkan fram við sínum virksemi